týsdagur 11. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 48 - 11. mars 2003
Nr. 48 - 11. mars 2003
17
Hús í Vestmanna til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður hendan ognin lýst til sølu.
Tað stendur skiftirættinum frítt at velja ímillum innkomin tilboð
og ongum at taka av.
Hús í Vestmanna:
Við hesum verður sethúsaognin
matr.nr.148 d og 176,í Vestmanna
lýst til sølu.
Grundøkið er tilsamans 656 m2.
Húsini eru umleið 60m2 í kjallara,
miðhædd og lofti.
Kjallari: Óinnrættaður.
Miðhædd: Gangur, baðiverilsi,
køkur og 2 stovur.
Loft: Úti á lofti, hjúnarúm og 2
kømur.
Talan er um eini eldri hús, ið standa væl fyri og við sera góðum útsýni.
Á ognini er stórt úthús.
Nærri upplýsingar um omanfyri standandi ogn fáast við at venda sær til
undirritaðu..
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøta 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ó. J. Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Til sølu
Sethús og tvey grundstykki í Tippinum í Vági til
sølu.
Áhugað kunnu ringja tlf. 314633
Vaskifólk
Fiskamarknaður Føroya á Toftum søkir eftir fólki
at vaska skiljilinjurnar beinanvegin.
Vaskiarbeiðið er um kvøldarnar og onkran
leygardag.
Hava tit nakrar spurningar, so kunnu tit ringja
223804.
Møguligar umsóknir skulu sendast til Fiska-
marknað Føroya á Toftum.
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralærling.
Hevur hettar tín áhuga so ring ella skriva til:
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 311060
Lesið
-tað loysir seg
www.sosialurin.fo
Eitt klipp fyri javnrætti
Tjaldrið hevur nógv-
ar dygdir, sum høvdu
ríkað samfelagið, um
vit góvu teimum
gætur, segði Annika
Wardum Joensen á
Grækarismessuhaldin
um í Havn sunnudag-
in og vísti á, at bøgan
og steggin eru felags
um umsorganina fyri
sínum ungum
GRÆKARISMESSA
Ingi Rasmussen
Tjaldrið hevur fleiri dygdir,
sum vit í Føroyum meta
høgt, og sum vit stremba
eftir at hava í okkum. Tað er
dugnaligt, tað dugir at navi-
gera, og so er tað áhald-
andi.
Millum annað hetta segði
Annika Wardum Joensen,
sum helt Grækarismessu-
røðuna á Vaglinum í ár.
Grækarismessa er ikki
fyrr enn í morgin, 12. mars,
men sjálvt haldið var
sunnudagin 9. mars, dagin
eftir altjóða kvinnudagin.
Og nú tað var forkvinnan í
Javnstøðunevndini,
sum
røddi, so var sjálvsagt, at
komið var inn á spurningin
um javnrætt millum kynini.
Eisini í hesum sambandi, er
tjaldrið góð fyrimynd, visti
Annika Wardum Joensen
okkum at siga.
– Tjaldrið hevur aðrar
dygdir, sum vit enn ikki
hava tikið til okkum, men
sum kundu ríkað samfelag-
ið, um vit góvu tí gætur.
Nevniliga ta dygd, at bøgan
og steggin eru felags um at
reiðrast, bøla og fáa føði til
ungarnar.
– Júst sum kona og mað-
ur í dag eru felags um at fáa
inntøkur til húsarhaldið,
skulu vit eftir mínum tykki
leggja okkum meira eftir at
vera felags um at hava um-
sorgan
fyri
børnunum,
teimum eldru og øðrum,
sum hava tørv á okkara
hjálp. Tá menna vit eitt
samfelag, har innlivan ella
empati er ein sjálvfylgja og
gott hjartalag ein dygd,
segði
Annika
Wardum
Joensen í sínari hugvekj-
andi røðu.
Hóast sunnudagurin var
nakað vátur, so var turt og
so nøkunlunda stilt ta løt-
una, tá skótar, hornblásarar
og hugagóð fólk hittust á
Vaglinum at heilsa tjaldrin-
um vælkomnum heim.
Í ár vóru 60 ár liðin, síð-
an Sverri Patursson sáli helt
ta fyrstu Grækarimessurøð-
una, og tað nýtti Annika
Wardum Joensen høvi til at
minnast afturá. Tíðarleysa
røðan frá 1943 er eins við-
komandi í 2003 og umrøddi
evnini at kenna frið og
gleði og tokka til náttúruna.
Sverri
Patursson
hevði
stóran alsk til náttúruna og
fuglarnar, sum her eru. Í
røðuni fyri 60 árum síðan
heitti hann á øll um at sýna
náttúruni og serliga fuglun-
um virðing, so tey komandi
ættarliðini eisini fingu eitt
vakurt land at búgva í.
Ta áheitanina bar Annika
Wardum Joensen víðari.
Annika Wardum Joensen helt Grækarismessurøðuna í ár
Mynd: Ingi Rasmussen
C
M
Y
K
17
16