týsdagur 11. mars 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Brøðurnir Ólavur og
Torfinnur hava spælt
saman í nógv ár, men
teir hava ikki verið
hvønndagsgestir á
føroyska tónleika-
pallinum. Leygar-
kvøldið sendu teir
bólkin Gestir víðari í
Prixnum
BRØÐUR
Eyðun Klakstein
Ein nýggjur bólkur steig
rættiliga inn á føroyska
tónleikapallin leygarkvøld-
ið, tá seinasta undanum-
farið í Prixnum varð hildið
í Fuglafirði.
Gestir hava spælt til
onkra smærri konsertir,
men nú royndu teir seg á
Prix-pallinum, har nógv
eygu og oyru eru vend í
hesum døgum. Bólkurin
legði fyri leygarkvøldið, og
teir komu sera væl frá
framførsluni, sum eisini bar
teir fet víðari í kappingini,
so at teir komandi leygar-
kvøldið verða við í hálv-
finaluni í kappingini.
Bólkurin spælir sveim-
andi rocktónleik, sum royn-
ir at ganga nýggjar leiðir – í
øllum førum, tá ið tað snýr
seg um føroyskan tónleik –
og so syngja teir eisini á
føroyskum.
Heimabryggj
Sentralu tónleikararnir í
bólkinum eru brøðurnir
Ólavur Hansen og Torfinn-
ur Jákupsson.
21 ára gamli Ólavur er
sangari og spælir gittar,
meðan 19 ára gamli Tor-
finnur spælir gittar. Teir
hava spælt nógv saman,
men teir hava verið lítið
frammi.
– Vit hava fyri tað mesta
spælt heima. Tað hava vit
gjørt í nógv ár nú. Vit hava
skrivað løg og tekstir, og
tað eru komið nógv tilfar
burtur. Nakað av tí brúka
vit nú í Gestir, sigur Tor-
finnur.
– Vit hava tikið okkara
løg og yrkingar við til
bólkin, og so hava vit sett
sangirnar saman í felag.
Serligt samband
Knút
Eysturstein,
sum
spælir ljómborð í bólkin-
um, heldur, at teir báðir
høvuðsmenninir í bólkin-
um hava eitt serligt sam-
band.
– Teir hava spælt nógv
saman, og tað ger, at teir
skilja ómetaliga væl hvønn
annan. Teir hava ikki brúk
fyri at tosa so nógv saman,
teir situr bara hjá teimum,
sigur hann.
Ólavur og Torfinnur hava
ikki verið sjónligir á før-
oyska
tónleikapallinum,
men tað er ivaleyst broytt
nakað eftir leygarkvøldið,
tá ið teir vóru drívmegin í
eini frálíkari framførslu.
– Vit hava ikki spælt so
nógv alment, men nú verð-
ur tað vónandi til meira.
Tað gekk væl hjá okkum í
kvøld, og nú fara vit at
venja fram ímóti seinasta
umfarinum, segði Torfinn-
ur eftir kappingina leygar-
kvøldið.
Og brøðurnir og hinir í
bólkinum vera vónandi
afturvendandi gestir á før-
oyska
tónleikapallinum
komandi tíðina.
Leygarkvøldið fara teir í
øllum førum at kappast um
seinatsta finaluplássið í
Prixnum.
NR. 48 • TÝSDAGUR • 11. MARS 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Leygarkvøldið var fimta innleiðandi umfar í Prix Føroyum
hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í
hesi røð:
Gestir
Týr
Blív
Zink
Jam
Hatespeech
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga
dygd, spæl og framførslu.
Hatespeech var nummar 1 og vann sær pláss í finaluni.
Gestir vóru nummar 2 og skulu spæla í hálvfinaluni saman
við fýra øðrum bólkum, har besti bólkurin fær eitt
finalupláss.
5. umfar
Fimm bólkar fáa
ein kjans afturat
Gestir komnir fyri at verða
Ólavur Hansen stóð sterkur sum frontmaður í bólkinum Gestir. Aftanfyri sæst yngri beiggi hansara, Torfinnur Jákupsson, sum spælir gittar
Mynd: Jens Kristian Vang
Teir fimm bólkarnir, sum
eru vorðnir nummar 2 í
teimum innleiðandi um-
førunum í Prixnum, fáa
nú ein kjans afturat í
kappingini.
Leygarkvøldið verður
hálvfinalan, og tá skal
seinasti finalisturin finn-
ast.
Bólkarnir, sum fram-
vegis hava møguleika at
koma við til endabrestin í
kappingini, eru Head-
ache Blues Treo, Mind's
Eye, Lawetz, Fluffy Toys
og Gestir.
Ein av hesum bólkum
kemur í finaluna, meðan
hinir verða sendir úr
kappingini.
Teir fimm finalistarnir,
sum longu eru funnir,
eru: MC Hár, Déjá Vu,
Braquet,
Makrel
og
Hatespeech.
19
18
Nr. 48 - 11. mars 2003
C
M
Y
K
18