Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 11. mars 2003 21 20 Nr. 48 - 11. mars 2003 Eg skíti á Prix Føroyar Leygarkvøld kl. 21 og enn eitt undanumfar í Prix Føroyar kappingini. Legg merki til: kapping. Tí talan er jú um eina kapping, har ymiskir bólkar skulu royna sítt besta á palli og síðani leggja seg undir tað skoðs- mál, sum ein bólkur av dómarum skal koma við. Konseptið er í sær sjálvum rættuliga absurd, men hevur bara so ótrúliga nógv at týða fyri hesar vónríku bólkar, sum hava vant seg til blóðis hesar seinastu dagarnar. Møguleikarnir um tú vinnur eru so ómeta- liga stórir, og kanska størri enn undanfarin Prix-ár, tí enn fleiri og fleiri útlendingar við tilknýti til tónleikalívið hava valt at venda eyguni hendan vegin, og nógv av hesum hava leitað sær hendan vegin tí tey síggja nakað serligt og spennandi ganga fyri seg á tí tónlistarliga økinum her í løtuni. Prix Føroyar er ein av teimum heilt fáu gluggunum úteftir. Leygarkvøldið vóru tað serliga tríggir bólkar, sum vóru spáddir at gera seg galdandi. Gestir, Týr og Hatespeech. Og tað var eisini sjón fyri søgn. Sjálv væntaði eg, at tað fóru at vera Týr og Hatespeech, sum fóru at kappast um 1. og 2. pláss. Týr, sum hevur gjørt seg galdandi í altjóða høpi, og Hatespeech, sum hevur staðið seg væl í Prix-kappingum áður. Eg eri blivin rættuliga kynisk ígjøgnum árini, og tað skal ólukksáliga nógv til fyri at skaka mína gomlu sál, og trúgv mær; eg havi verið ein íðin konsert- gangari í mong ár. Men takk Gud og lov, tað hendi hetta kvøldi. Gestir vóru fyrst á palli og eg fangaði meg sjálva í at hugsa: Áh, tit armu staklar, sum ikki uppliva hetta, sum eg upplivi júst nú. Tónleikurin var so hjartaligur og heilskapaður. Hann flutti nøkur mørk innan í mær, sum gjørdi at eg føldi meg eitt sindur ríkari. Eg skíti á. um teir vinna ella ikki, tí í mínari verð var vinnarin longu funnin. Eg veit ikki, um hetta var eitt slag av verjumekanismu fyri ikki at lata meg upp- slúka ov nógv av kappingarandanum, tí at eg var fyrr farin vónsvikin heim. Serliga tað umfarið, har Krit spældi, og eg helst hevði vilja sæð teir millum tveir teir fremstu, men tað hildu dómararnir ikki. Grund- gevingina hevði eg fegin vilja fingið. Eg hevði mína skepsis, áðrenn Týr fór á pallin, tí eg visti, at Poul Arni Holm ikki var við. Poul Arni er ein ótrúligur sangari við nógvari kraft og útstráling á palli. Men Heri smæddist ikki burtur. Hann megnaði væl at spæla gittar og syngja. Útsetingin av »Regin smiði« var meistaralig, men hetta er ikki tað slagið av tónleiki, ið mær hóvar, og eg troyttaðist í longdini. Fyri meg bar Græni ikki gullið av heiði hetta kvøldið. Hatespeech bjóðaði av við stíli og høvdu eisini nógv tann størsta publikumstuðulin. Teir spældu knasandi væl saman, og teir strálaðu av sjálvsáliti og gleði hetta kvøldið. Kanska tí at teir spældu síðst, men teir spældu eisini væl og tað smittar. Eg dugi ikki at lýsa tað ørvísi, enn at teir sparkaðu reyv. Teir spældu til eitt fyrsta pláss, og tað var eisini teimum tillutað. Tilukku við tí, dreingir. Í eini kapping er bert ein vinnari. Í Prix Føroyum fara at vera 27 taparar, men tónlistarliga kann ein ongan- tíð tapa. Hetta skal ikki skiljast sum nakað peptalk til teir tapandi bólkarnar, men bert ein positiv ásannan av styrkini, sum liggur í tónleikinum og ikki í sjálvari kappingini. Eg fór væl nøgd heim. Kanska skíti eg ikki so nógv á Prix Føroyar kortini... Vónbjørt Vang Solmunde Tónleikararnir í Týr vóru skuffaðir eftir Prix-umfarið leygarkvøldið, men teir hava ikki mist pippið og ætla sær í studio í næstum at taka nýggja fløgu upp NIÐURTÝRUR Eyðun Klakstein Týr hevur verið við í tveimum tónleikakapp- ingum seinastu vikuna, men í hvørgari eydnaðist tað bólkinum at koma víðari. Hóskvøldið í farnu viku spældu teir í stóru donsku kappingini Live Contest, men har var tað ein annar bólkur, sum vann, og leygarkvøldið odaðu tveir aðrir bólkar seg fram um Týr í fimta Prix-umfarinum. – Sjálvandi eru vit skuffaðir av úrslitinum, og vit taka tað eitt sindur persónligt. Soleiðis skal tað vera, tí um tú ikki verður skuffaður av slík- um, so tekur tú ikki tón- leikin í nóg stórum álv- ara, sigur Heri Joensen, sum er oddamaður í bólkinum. Nógv á skránni Fyri tveimum árum síð- ani fekk Týr gjøgnum- brot við sínum nýskap- andi kvæðarocki, sum fólk tóku sera væl undir við. Tá bólkurin spældi Ormin langa í Prixnum í 2001, tóku fólk saman á dansigólvinum, og slat- urin um nýggja bólkin gekk sum rótasúpan um landið. Tvey ár seinni var eingin føroyskur dansur á skránni, og bólkurin megnaði ikki at spæla seg víðari. Hvat merkir tað fyri bólkin, at tit ikki komu víðari í hesum báðum kappingunum? – Kappingarnar eru ikki avgerandi fyri, hvussu tað fer at gangast hjá Týr. Tað merkir bara, at tað verða ikki fleiri kappingar fyribils, men annars hava vit nógv á skránni. Vit skulu í studio at gera eina nýggja fløgu, og vit vóna at fara á konsertferð uttanlands í summar. Konsertferð uttanlands Síðst í apríl mánaði fer Týr í danska studio Sound Zone, har teir skulu taka 10 sangir upp. Tað vera sangirnir, sum teir spældu á Prixnum leygarkvøldið, sangirnir av stakfløguni Ólavur Riddararós skulu spæl- asta inn av nýggjum, og harafturat koma so fimm nýggir sangir. Týr hevur eisini fingið konsertboð úr Póllandi, og teir eru eisini áhugað- ir í at fara til baltisku londini at spæla í summ- ar. Og so kunnu teir eisini fegnast um, at útvarps- støðir í New York og Portugal eru farnar at spæla tónleika av teirra fyrstu fløgu. Týr vóru settir eftir Tað var um at kóka yvir, tá ið Hatespeech fór á Prix-pallin leygarkvøldið. Fólk vóru á gosi, og vakt- arfólk og tøkningar høvdu úr at gera við at halda útgerðini á pallinum upp á pláss. Bólkur kveistraði alla mótstøðu til viks og vann seinasta Prix- umfarið 5. UMFAR Eyðun Klakstein Tað var um at gerast ov lív- lígt, tá ið Hatespeech var á pallinum í Fuglafirði leyg- arkvøldið. Fólk vóru næstan frá sær sjálvum. Tey hoppaðu og dansaðu, veipaðu og róptu, og summi tveittu seg eisini av pallinum og út yvir stóru mannfjøldina, áðrenn tey lendu á gólvinum aftur – summi við høvdinum fyrst. Vaktarfólk og tøkningar høvdu úr at gera við at halda hátalarunum á pallin- um upp á pláss. Fólk komu undir hesar hátalarar, so teir fóru á glið, og summi brúktu eisini hátalararnar fyri at fáa koma longur upp, tá ið tey skulu tveita seg av pallinum. Framførslan var tann lív- ligasta í Prixnum higartil, og tað var ikki bara tað, at fólk vóru vill. Tónleikar- arnir á pallinum vóru eisini í stórformi, og teir stóðu fyri bestu framførsluni í kappingini higartil. Har var ein bólkur, sum meistraði sín tónleikastíl til fulnar. Hatespeech spælir harðan rock, og teir gera tað sannførandi. Tað er pondus og kraft í, tað svingar betur enn eitt væl- smurt bornholmaraur, og tað rakar sum ein tung- vektsnevi í búkin. Broyttur bólkur Jákup Pauli Gaard Olsen er tann orkufulli frontmaðurin við tí sterka úttrykkinum, og hann sleppur at spæla sær á einum tónleikaligum fundamenti, sum er bæði sterkt og gott. Hatespeech er ein lutvíst gamal bólkur, sum hevur verið við í tveimum Prix- kappingum áður. Men teir eru broyttir. Og tað er til tað betra. Nú er tónleikur ikki longur so einstáttaður harð- ur og ógvusligur. Teir eru vorðnir meira melodiøsir, og teir tora at gera heavy-tónleik á eini øðrvísi hátt. Har vóru nógvar detaljur, tað var væl samansett, og tað fungeraði framúr væl. Bólkurin fekk væl uppi- borið fyrsta plássið í fimta umfarinum afturfyri fram- førsluna. Vælkomnir gestir Eysturoyarbólkurin Gestir hevur ikki verið nógv frammi áður, men tað var ein væl samanspældur og væl upplagdur bólkur, sum legði fyri í fimta umfarið. Sveimandi rocktónleik- urin var frálíkur. Sangarin Ólavur Hansen bæði ljóð- aði og sá út, sum hann meinti hvørt orð, hann sang, og afturvið sterku rødd sveimaðu tónarnir í føgrum felagsskapi runt í salinum. Bólkurin hevði, sum nógvir aðrir bólkar í kapp- ingini, tikið stórskíggja í brúk, og hesaferð riggaði tað betur, enn tað hevur gjørt hjá onkrum av hinum bólkunum. Myndirnar vóru ikki bara endaleysur gra- fikkur, men eisini fólk og fulgar, og tá fuglarnir fóru av rókini, var løtan innilig og fangandi. Meira kvæðarockur Týr var næsti bólkurin á pallinum, og hóast málið var at spæla seg í finaluna, eydnaðist tað ikki hesaferð. Tað var einki óvænta við framførsluni hjá Týr, og tað er kanska ein trupulleiki hjá Týr í eini slíkari kapp- ing. Yvirraskilsismomentið við kvæðarockinum er burtur, tí fólk vita, hvat tey fáa. At so nýggja útsetingin av »Regini Smiði« var nógv betur enn »Ormurin langi« munaði bara ov lítið í hesi kappingini. Týr hevur fatur í einum áhugaverdum konsepti, sum møguliga riggar betur uttanlands, enn tað ger í eini føroyskari tónleika- kapping. Týr hevur skift sangara tvær ferðir seinasta árið, og tað hevur merkt bólkin eitt sindur. Pól Arni Holm var ein framúr tulkari av kvæðarockinum, og tað er trupult hjá einum og hvørj- um øðrum sangara at liva upp til hann. Blív og Jam Bólkurin Blív hevur ikki spælt í Føroyum áður, og tí vóru tað fleiri, sum vóru spent at hoyra bólkin, har góðir tónleikarar vóru við. Framførslan hjá teimum varð tó merkt av, at sang- arin tíverri var komin illa fyri av nógvu venjingini undan kappingini. Røddin var farin, og tað var stórt spell. Tónleikurin var spennandi, og onkur av sangunum var fínur. Jam spældi lættan rock- tónleik við eitt sindur av íblástri frá countrytónleiki. Tey sungu bæði á føroysk- um og enskum, men bólk- urin kláraði ikki at gera nakað við teir fremstu bólkarnar í kappingini. Sjarmerandi framførsla Zink er mannaður við trim- um ungum tónleikarum úr høvuðsstaðnum, og teir høvdu eina sjarmerandi og hugaliga framførslu. Sang- arin vísti góðar dygdir, hóast hann kanska rópti ov nógv í frálíka sanginum Alt mítt lív, sum saktans kundi blivið eitt hitt í Føroyum. Zink hevði eisini gjørt seg út við tveimum »konu- fólkum«, sum royndu at undirhalda við eksotiskum dansi og øðrum góðum. Tað var stuttligt eina løtu. Zink var eitt frískt innslag í kappingini, sangirnir vóru góðir, og teir høvdu ein stíl, sum vit ikki hoyra so nógv frá føroyskum bólkum. Teir kalla tónleikin hjá sær skat- er-punk, men tónleikurin er eisini í nær slekt við brit- pop, sum bólkar sum Oasis og Blur spæla. Vónandi verður meira at hoyra frá hesum bólki framyvir. Fataði tað ikki Úrslitið av umfarinum gjørdist, at Hatespeech vann, og Gestir vóru nummar 2, og tað var eitt hóskandi úrslit. Sangarin í Hatespeech var fattur eftir sigurin. – Fólk halda sikkurt, at eg hevði væntað hetta, soleiðis sum eg gangi her, men eg havi bara ikki fatað tað ordiliga enn, at vit vunnu, segði Jákup Pauli. Eftir fimm innleiðandi umfør er tað freistandi at útnevna Hatespeech til favoritt at vinna kapping- ina, tí teirra framførsla var nakað heilt serligt, men tað eru næsta tveir mánaðir til finaluna, og nógv kann broytast til ta tíð. Hetta kvøldið var so ein- gii ivi: Hatespeech blásti alt um koll! Hatespeech blásti alt um koll – Sjálvandi eru vit skuffaðir av úrslitinum, og vit taka tað eitt sindur persónligt, sigur Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr Mynd: Jens Kristian Vang Jákup Pauli Gaard Olsen endaði framførsluna við at lata seg sveima omaná áhoyrarafjøldini og út í salin Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20