týsdagur 11. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • týsdagur • 11. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Hatta var ikki hondbóltur
Venjararnir hjá bæði
VÍF og Kyndli harm-
ast støðuna, sum tók
seg upp seinastu
løtuna av dystinum
sunnudagin, men
hóast alt eru teir
fegnir um, at tað
spældi somikið væl
av, sum tað gjørdi
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki tosið um hond-
bóltsspælið, sum stóð ovast
á breddanum, tá dysturin
millum
mansliðini
hjá
Kyndli og VÍF var av
sunnudagin.
Heldur var tað hendingin
stutt fyri dystarlok, sum var
til umrøðu. Ein hending,
har bæði leikarar og áskoð-
arar sóu veipa runt á vøllin-
um, og atburðurin var í øll-
um førum av slíkum slag,
sum als ikki hoyrir heima á
einum ítróttarvølli.
Burtur úr ongum
Upprunin til hendingina var
annars av tí meira óskyld-
uga slagnum. Daniel Rápa
royndi at bróta ígjøgnum,
og varð heldur harðliga tik-
in av Kyndils-verjuni, og
sum rætt var, so bríkslaðu
dómararnir fyri trimum
metrum. Ivaleyst var ætlan-
in eisini at geva Høgna
Klein, sum var maðurin
aftan fyri harðligu takling-
ina, tveir fingrar, men so
langt komu teir ongantíð.
Áðrenn nakran vardi, var
alt í høllini á gosi. Sum
vera man vóru menn heitir,
og tá rok fyrst var komið í
fylgið, var eingin vegur
aftur. Skiftisleikarar komu
rennandi inn av beinkinum
øðrumegin. Ein teirra lá
brádliga eftirá, og onkur
illur Kyndils-áskoðari, sum
helt seg hava sæð, hvat fór
fram, leitaði sær eisini inn á
vøllin.
Uttan iva kundu dómar-
arnir uttan stórvegis hóva-
sták byrja at slongt reyð
kort til høgru og vinstru,
men tíbetur fyri komandi
dystirnar hendi hetta tó
ikki. Tað tók tó sína tíð,
áðrenn alt var ruddað upp.
Fýra mans vórðu riknir av
vøllinum – harav ein við
beinleiðis reyðum – og
loksins kundu leikararnir
so avgreiða seinasta hálva
minuttin ella so.
Eingin frágreiðing
Tá vit fingu orðið á teir
báðar venjararnar, Inga Ol-
sen og Jakob Jónsson,
dugdi hvørgin av teimum at
siga, akkurát hvat tað var,
sum gekk fyri seg.
- Upprunin til alt rokið
mundi vera harðliga verju-
spælið, helt Ingi Olsen.
- Daniel verður tikin, og
tað var so ikki hondbóltslig
endamál, sum lógu aftan
fyri hetta, men tann hend-
ingin kostaði so eisini ta út-
vísingina, sum tað átti. Hví
allir hinir menninir brádliga
eru á vøllinum, skal tú ikki
spyrja meg um. Har var
brádliga eitt øgiligt rót, har
menn komu bæði av skiftis-
og áskoðarabeinkinum, og
tað er so ikki nakað, sum
hoyrir heima nakrastaðni,
heldur VÍF-venjarin.
Tað, sum kanska serliga
skapti øði í hjá Kyndli
mundi vera, at Rúni Mohr
brádliga lá flatur á vøllin-
um.
Hann
var
annars
sjálvur komin rennandi inn
av beinkinum, men longur
enn miðjan veg kom hann
ongantíð. Sambært Kynd-
ils-áskoðarum tí Piti Negru
hevði steðga honum sera
effektivt.
Um hetta segði Ingi, at
hann ikki hevði sæð til-
burðin sjálvur, og at hann tí
ikki kundi siga nakað her
og nú.
- Tað ljóðar í øllum før-
um ikki gott, um tað er so,
sum tað varð ført fram,
men sum sagt, so kann eg
ikki siga nakað, fyrr enn eg
havi sæð tilburðin. Vit ætla
okkum tó at hyggja at
hendingini á sjónbandi, og
so taka vit eina støðu út frá
tí, sigur VÍF-venjarin at
enda.
Endaði væl
Kyndils-venjarin,
Jakob
Jónsson, var ikki sjálvur
partur av rokinum, og hann
fegnast einamest um, at alt
hóast alt spældi somikið
væl av.
- Eg síggi, hvat hendir
við Rúna, men annars dugi
eg ikki at siga, hví alt hatta
fólkið knappliga var á vøll-
inum, so tað nyttar ikki at
spyrja meg, hvat hendi.
Einasta, sum eg veit, er, at
hendingin byrjaði, tá Dani-
el varð taklaður, og so var
alt á gosi.
- Nú eftir dystin gleðist
eg einamest um, at tað
spældi somikið væl av, sum
tað gjørdi. Dómararnir
handlaðu eftir mínum tykki
rætt, soleiðis at tað slapst
enn meira øsing, og millum
leikararnar var eingin ill-
støða aftaná. Allir mundu
ásanna, at hetta ikki var
nakað at vera errin av, og
vit góvu so hvørjum øðrum
hondina eftir dystin.
- Eisini eri eg fegin um,
at Ingi og eg fingu tosað
um tilburðin eftir dystin.
Vestmenningar
fara
nú
sjálvir at hyggja at tilburð-
inum, og so taka teir eina
støðu í málinum, men frá
okkara síðu er málið av-
greitt. Vit fingu tey bæði
stigini fyri dystin, og tað
var fyrst og fremst tað, sum
tað ráddi um fyri okkara
viðkomandi, helt Kyndils-
venjarin at enda.
- Hví allir hinir menninir
brádliga eru á vøllinum, skal
tú ikki spyrja meg um, helt
Ingi Olsen eftir dystin
- Dómararnir handlaðu eftir
mínum tykki rætt, soleiðis at
tað slapst enn meira øsing, og
millum leikararnar var eing-
in illstøða aftaná, segði Jakob
Jónsson
23
22
Nr. 48 - 11. mars 2003
Bólkurin Blív var næstan forfylgdur av
óeydnu leygarkvøldið. Fyrst hevði sangarin
gjørt av við røddina hjá sær undir drúgvu
venjingunum áðrenn kappingina, og í fyrsta
sanginum sleit gittarspælarin ein strong.
Og so var einki at gera uttan at steðga
framførsluni nakrar minuttir, meðan Høgni
Kragesteen lá flatur og skifti strongin. Tað
tók eina løtu og var sjálvsagt óheppið fyri
framførsluna, men teir fótaðu sær aftur og
spældu víðari.
Stjórin í Sjónvarpi
Føroya, Mikkjal
Helmsdal, var til
seinasta undanum-
farið í Prixnum
leygarkvøldið.
Sjónvarp Føroya
er saman við
Norðurlanda-
húsinum, FUT og
Útvarpinum
fyriskipari av stóra
tiltakinum, og Sjón-
varpið ger eisini
sendingar frá
undanumførunum.
SvF-stjórin á gátt
Tað eru ikki bara ungfólk,
sum eru til Prix-tiltøkini í
Fuglafirði. Eisini tilkomin
fólk koma á gátt, og
summi hava serligan á-
huga fyri onkrum bólki.
Leygarkvøldið
vóru
nógv spent foreldur og
fylgdu
avrikinum
hjá
synum teirra. Ein teirra
var Signar á Brúnni, fyrr-
verandi landsstýris- og
løgtingsmaður, og honum
dámdi væl framførsluna
hjá bólkinum Gestir, har
sonur hansara, Jógvan
Andrias, spælir trummur.
– Hatta er ikki tónleika-
stílurin, sum eg lurti mest
eftir, men mær dámdi teir
væl. Eg helt, at tað hekk
væl saman hjá teimum, og
tað var væl spælt, segði
hann, tá Gestir høvdu ver-
ið á pallinum.
– Eg var sjálvur ein
poppari sum ungur. Eg
spældi gittar, men vit
spældu ikki so væl, sum
hesir gera. Umstøðurnar
eru eisini nakrar heilt
aðrar nú. Størsta fram-
brotið hjá okkum var, at
vit fingu eitt gittarfor-
sterkara og ekkó.
Onnur vóru spent
Sálarfrøðingurin
Heri
Kragesteen
og
konan
Katrin Petersen vóru eisini
komin úr høvuðsstaðnum
at lurta eftir soninum
Høgna, sum spældi gittar í
bólkinum Blív.
Tónleikastjórin Í Út-
varpinum, Ove Olsen,
hevði tveir synir við í hes-
um sama bólki – Líggjas
og Ólav. Líggjas er eisini
sangari í bólkinum Déjá
Vu, sum hevur vunnið sær
pláss í finaluni.
Og tónleikalærarin Jón-
leif Jensen var í Fuglafirði
og fylgdi 14 ára gamla
soninum
Búgva,
sum
spældir trummur í bólk-
inum Jam.
Framførslan hjá Hate-
speech var villasta korter-
ið, sum hevur verið í
Prixnum higartil. Tað var
ikki bara tað, at bólkurin
á pallinum var í rætta
essinum. Fólkini í salin-
um vóru á gosi..
Tveir mans var so kátir,
at teir lótu seg úr megin-
partin av klæðunum og
fóru upp á pallin. Síðani
tveittu teir seg út av
pallinum og niður millum
fólki har frammi.
Hetta fekk aðrar áhoyr-
arar at royna seg hesum,
tey kalla »stagediving«,
men hini fólkini lótu
klæðini verða á kroppin-
um.
Naknir mans á pallinum
Sangarin í bólkinum Blív,
Ólavur Olsen, hevði tað
einki serligt, tá ið hann
skuldi á pallin leygarkvøld-
ið, og hýrurin var heldur
ikki tann besti aftaná fram-
førsluna.
Nógva venjingin undan
kappingini hevði gjørt, at
røddin var rokin. Hann var
hásur og hevði lítla orku at
syngja.
– Vit vandu hósdagin og
allan fríggjadagin, og tað
gjørdi av við røddina hjá
mær. Eg kundi kanska havt
hugsað um tað og spart
meg eitt sindur, men tað er
ringt at venja uttan sangara,
segði Ólavur.
– Røddin sveik mest,
meðan eg var á pallinum,
og eg noyddist at broyta
nógv av løgunum, tí eg
hevði ikki luft til at syngja,
sum eg skuldi.
Ólavur Olsen gongur á
konservatorii í Århus, og
hann spælir eisini í bólkin-
um Take Off, sum í hesum
døgum er í studio, har teir
taka eina fløgu upp, sum
kemur út í Føroyum í vár.
Røddin hjá Ólavi reyk
Høgni Kragesteen skitir strong, meðan tøkningurin Jóhannus Steingrund gevur
eina hjálpandi hond
Mynd: Jens Kristian Vang
Strongurin
slitnaði
Signari á Brúnni dámdi væl framførsluna hjá Gestum, har sonur hansara spælir trummur
Sálarfrøðingurin Heri Kragesteen og konan Katrin fylgdu
soninum Høgna, sum spælir í Blív
Nógv spent foreldur
C
M
Y
K
22