Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 11. mars 2003 25 Kapprenningin við fýra telvarum, sum allir undan seinasta umfar kundu vinna superstórmeistarakap pingina, varð óvanliga jøvn spennandi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Óvæntað endaði Kasparov ikki fremstur. Fyrsta pláss- ið mátti hann ístaðin lata til Leko og Kramnik. Hesir báðir endaðu hálvt stig ov- ari enn Kasparov og Anand, sum tískil býttu triðja plássið. Ein kann ikki væntað at Kasparov hvørja ferð endar ovastur, men síðani 1999 hevur Kasparov vunnið hvørja kapping hann hevur luttikið í. Tá hugsi eg um langtalv, ikki kviktalv og talvdystir. Óhoyrt er tað tí, at Kasparov endar trið- fremstur. Tíggju slíkar superstórmeistarakappinga r hevði tann skjótt 40 ára gamli Kasparov vunnið á rað undan Linares 2003. Óvanliga flott og undrunar- vert. Men í Linares hevði hann trupulleikar at skapa sær góðar støður, og tá hann umsíður fekk góðar støður fram, megnaði hann ikki at vinna tær. Hann vann bert tvey talv, tapti eitt (ímóti Radjabov), og leikti níggju javnleikir. Í 1998 tá Kaspa- rov somuleiðis endaði trið- ovastur í Linares, varð mett at hann hevði nátt toppin, og at tað bert kundi ganga skeivan vegin hjá tí tá 35 ára gamla talvfenomenin- um. Men síðani hevur hann vunnið ferð aftaná ferð slíkar kappingar, og tí verður sami spádómur nú neyvan eins nógv frammi sum tá. Havast skal tó í huga, at maðurin verður 40 ár 13. apríl, og tað varð júst í hesum aldri, at Karpov spakuliga byrjaði sína heldur keðiligu ferð úr absoluttu heimselituni... Hin tryggi og hin djarvi Aftur til kappingina. Kram- nik varð einasti telvari uttan nakað tap, men vann hin- vegin bert tvey talv og leikti tíggju javnleikir. Ómetaliga trygt leikti hann, kanska ov trygt til at halda sína telving spennandi fyri tey mongu sum fylgdu við kappingini á netinum. Kramnik fekk kritikk av at taka ov nógvir skjótir javn- leikir. Kritikk ella ei, ovast- ur endaði hann saman við Leko, sum bleiv kosin vinnari av kappingini or- sakað av fleiri vinningum. Hann vann fýra talv, tapti tvey og leikti seks javnleik- ir. Leko hevur skift trygga spælistíl sín út við meira beinrakna og djarva telv- ing, sum viðførir at hann vinnur fleiri, men eisini tapur fleiri talv enn fyrr. Í øllum førum er telving hansara vorðin sera hyggj- aravinarlig, og er sjálvsagt rætti vegurin fram. Sigurin í Linares prógvar júst hetta. Anand varð eins og Kasparov allatíð við í topp- stríðnum, men tapið í næst- seinasta umfari á Leko varð ov kostnaðarmikið. Í sein- asta umfarinum hittust hann og Kasparov, og hevði hann í hesum talvi ongantíð fyrimun við hvíta fólkin- um, men fekk kortini sín javnleik. Kramnik og Leko leikti somuleiðis javnt í seinasta umfarinum. Anand telvaði sum altið nógv góð talv, men vísti beinleiðis veikleikar í tveimum róka- endatalvum ímóti Kasparov og Leko, har hann hevði remis-møguleikar, men tók teir ikki. Niðara helvt Ponomariov, Vallejo og Radjabov hóttu ongantíð toppin, men høvdu eitt gott innanhýsis stríð í niðaru helvt. Ponomariov endaði sum nummar fimm eftir sigur í seinasta umfari á Vallejo. 20 ára gamli Vallejo úr Spánia, leikti væl móti teimum tungu í topp- inum, og hevði 50% skoru móti teimum fýra. Men hann tapti bæði síni talv móti Ponomariov, sum hevði eina svingandi kapp- ing við einum fínum enda- spurti. Radjabov hevði tað tor- ført, men síni hálvfimta stig eru á gongdari leið, og hevur hetta verið ein kær- komin roynd hjá honum millum leyvurnar. Hann kemur í søgubókina sum yngsti telvari, ið vinnur á hægst rataða telvaranum í heiminum. Endaliga støðan: Leko (2736) 7/12,0 Kramnik (2807) 7,0 Kasparov (2847 6,5 Anand (2753) 6,5 Ponomv. (2734) 5,5 Vallejo (2629) 5,0 Radjabov (2624) 4,5 FM í Havn Á www.faroechess.com eru allir upplýsingar um kom- andi FM fyri einstaklingar á páskum. Kappingin ver- ður leikt í Læraraskúlanum í døgunum 12-19. apríl. Havnar Telvingarfelag varð stovnað í 1923, og talan er tí um eina serliga 80 ára- jubileumskapping. Lands- liðsbólkurin verður annar- leiðis skipaður í ár. Seks útlendskir tittulhaldarar, umframt sum vant tíggju føroyingar, verða í bólkin- um, soleiðis at IM-norm møguleikar eru hjá føroy- ingum. Sekstan telvarar og ellivu umfør. Besti føroy- ingur verður kosin føroya- meistari. Umframt landsliðsbólk- in, verður ein 1. bólkur við tíggju telvarum, ein opin 2. bólkur, unglingabólkur og ein eldrabólkur. Meir um tiltakið á faroechess, har tað eisini er møguligt at tekna seg on- line. Talvið hesa vikuna Vallejo Pons,F (2629) - Leko,P (2736) XX SuperGM Linares ESP (12), 07.03.2003 Leko mundi mist alt á gólvið eftir hetta tap ímóti Vallejo í triseinasta umfarinum, men hann reistist longu dagin eftir tá hann vann á Anand. Talvið niðanfyri er bæði vilt og originalt 1.Rif3 c5 2.c4 Rif6 3.Ric3 d5 4.cxd5 Rixd5 5.e4 Rib4 6.Bc4 (áhugavert! Vanligt er Bb5+) 6...Rid3+ 7.Ke2 Rif4+ 8.Kf1 Rie6 9.b4 (talvið skal úr balansu ímóti tí altíð væl fyrireikaða Leko) 9...g6 Leko hevur helst ikki dámt cxb4 Rid5 10.bxc5 Bg7 11.Bxe6 Bxe6 12.d4 Ric6 13.Be3 Bc4+ 14.Kg1 (hvítur hevur lítlan fyrimun við sínum flotta sentrum og útvikling, men prísurin fyri hetta er kongurin sum forðar h1 rókinum frítt lív 14...Fa5 15.Rc1 0—0—0? nakað djarvt 16.Rib1 Fa6 17.d5 f5 18.Rxc4! Fxc4 19.Ribd2 Fxa2 20.dxc6 bxc6 21.g3 (e5 er helst neyvari) 21...Rd3 22.Kg2 fxe4 (besti kjansur hevði verið Rhd8) 23.Rig5 Rf8 24.Rigxe4 Be5 25.Re1 h5 26.h4 Rfd8 27.Fb1 Fxb1 28.Rxb1 (støðan er nú vunnin hjá hvítum, men Leko er kendur sum øgiligur verjuleikari, og enn skal arbeiði til fyri at vinna. Tó sigur søgan eisini at Leko var nú í svárari tíðarneyð. 28...Bc7 29.Ric4 R8d5 30.Ra1 Kb7 31.Ra4 Rd7 32.Rig5! R3d5 33.Rie6 Rf5 34.Rid4 Rf6 (svartur kann einki nevnivert leika. Leko hugsar helst um at náa 40 leikum og sostatt fáa meira tíð) 35.Rb4+ Ka6 36.Rb1 Rd5 37.Ric2! (hóttur Rib4+) 37...Rd7 38.Rib4+ Kb5 39.Rid2 (flottari hevði verið: 39.Nd6+ og síðani Rid5+) 39...Ka4 40.Rie4 Re6 41.Ric3+ Ka5 [41...Ka3?? 42.Nc2#] 42.Ric2! Ka6 43.Rid4 og Leko gavst. Rókurin verður rikin vekk, og c6 finnan verður tá óvard. Flott telvað av unga spániólanum, og varð hetta eisini einasti sigur hansara í kappingini 1—0 Tveir vinnarar í Linares Leko og Kramnik telvaðu javnt í seinasta umfarinum í Linares, og við fleiri vunnum talvum gjørdist Leko sostatt vinnari av sterku kappingini 25 24 Nr. 48 - 11. mars 2003 Tað stóð nógv á, men vði einum góðum liðavrikið fekk VÍF strítt seg til sigur ímóti Kyndli, og enn halda tær sostatt fast um vónina at taka VB aftur KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri VÍF eru treytirnar greiðar, tað sum eftir er av árinum. Tær skulu vinna alt, og so bara vóna, at VB eisini missur onkra staðni, umframt at komandi odda- dysturin í Vestmanna eisini skal vinnast. Kanska truplasta uppgáv- an av hesum – burtur sæð frá VB-dystinum – var helst tann í Havn sunnudagin, tá VÍF vitjaði Kyndil. Meira enn nakað annað lið, so hevur júst Kyndil argað VÍF í ár, og eitt nú vunnu tær grønu báðar dystirnar í endaspælinum. Hartil hev- ur Kyndil í løtum sýnt takt- ir, sum benda á, at liðið nú aftur er ávegis oddinum í føroyskum kvinnuhond- bólti. Tann oddurin, sum annars hevur verið so langt burturi seinastu tvey kapp- ingarárini. Lotte úti Sum tølini siga, so vann VÍF dystin sunnudagin, men talan var so avgjørt ikki nakran sannførandi sigur, sum kom til høldar við meistaraspæli. Heldur var talan um ein sannan stríðssigur, har tað meira enn tí einu ferðina var vandi fyri, at Kyndil skuldi strúka avstað við øllum, men har VÍF kortini megn- aði at reisa seg somikið, at vandin varð hildin burturi alla tíðina. Dystargongdin var ann- ars mest sum hin saman í samfullar 60 minuttir. Tað var VÍF sum hevði munin, men tær høvdu alla tíðina meira enn striltið við at skræða seg leysar av Kyndli. Eitt og tvey mál vóru fyri tað mesta, men hvørja ferð gestirnir ætlaðu at toga seg burtur, fekk Kyndil svarað aftur. Ein avgerandi løta var kanska beint undan steðg- inum. Við tveimum málum frá Lotte Sørensen hevði Kyndil júst togað seg upp á javnt, tá sama Lotte brád- liga lá eftirá. Eingin leikari var nærhendis, tá hon brádliga small í gólvið, og tá hon seinni var borin av vøllinum, mundi tað vera við einum illgruna um, at hetta í øllum førum var seinasti dysturin í ár. Við evstamark okkara var enn ikki staðfest, hvat slag av skaða talan var um, men pínan í knænum kundi bent á, at talan er um ein av teimum meira álvarsligu. Goymdur stórskjútti Kanska grundað á hendan skelkin hjá Kyndli, kundi VÍF leggja sjógv ímillum seinastu løtuna undan steðginum, men í seinna hálvleiki var tó skjótt greitt, at Kyndil ikki hevði givið skarvin yvir. Ein lítil umskipan av lið- num førdi við sær, at aðrir leikarar tóku yvir, har Lotte hevði slept, og og við eitt sindur meira av hepni, kundi hetta eisini kastað meira enn eitt heiðurligt tap av sær. Ikki minst var tað Sonja Smiljic, sum gjørdi um seg. Síðani hon kom til landið, hevur hon fyri tað mesta sitið á beinkinum, fyri síð- ani at koma inn á strikuni, men at hon hevur aðrar dygdir, var sjón fyri søgn sunnudagin. Somikið væl staðfesti hon seg sjálva, at spurningurin er, um Kyndil ikki í alt ár hevur átt besta skjúttan í landinum, uttan at tær sjálvar hava vita av hesum. Tað var ikki so nógv tað, at hon skeyt fimm mál av bakkinum, sum føra hesa staðfesting við sær, men heldur mátin, sum hetta hendi uppá. Bóltarnir vórðu snøgt sagt steinaðir inn við slíkari megi, at sjálvt ikki Manu- ela Stan í VÍF málinum fekk gjørt stórt annað enn at hyggja at, og verður hetta lagið komandi fimm dystir- nar, er lítið at ivast í, hvør fer at taka yvir á vinstra bakki, nu vanliga fasti fúsurin á plássinum tykist burturi. Men heldur ikki hetta var nóg mikið hjá Kyndli. Sein- astu løtuna av dystinum gjørdu tær enn eina roynd at toga seg aftur, og hetta var eisini um at eydnast teimum, tá tær góðan minutt undan dystarloki minkaðu munin í eitt mál. Tíðin var ov long, til at VÍF bara kundi nøla seg burtur úr støðuni, og við hálvum minutti eftir lyftu dómarar- nir armin. Allar hjá Kyndli væntaðu ivaleyst, at Sóley Mikkelsen fór at royna seg við skoti, tá gestirnir still- aðu upp til tríggjar metrar, men ístaðin sendi hon til eina fullkomuliga óvarda Sáru Jógvansdóttir, sum við sínum einasta máli í dystin- um setti endaligu avgerðina upp á pláss. Vónin livir enn Við sigrinum helt VÍF sum sagt fast um møguleikan, sum tær framveigs hava fyri at taka oddaliðið úr Vági aftur. Fyrsta fortreytin fyri at hetta kann lata seg gera, er um VÍF vinnur heimadystin, tá VB kemur á vitjan komandi vikuskifti. Megnar VÍF hetta, so er bara at bíða eftir, at VB skal snáva, samstundis sum VÍF skal vinna sítt. Og størsti møguleikin fyri hesum tykist vera annað vikuskifti, tá Kyndil fer til Vágs. Tað gekk ikki hesa ferð hjá Kyndli, men viljin at venda dystinum var alla tíðina til staðar, og hevur joguslavsiki stór- skjúttin aftur hesa ferð ein góðan dag, har hon kanska sleppur at spæla stóran part av tíðini, so kann alt henda. Kyndil hevur eisini sítt at hugsa um. Komandi viku- skifti skulu tær inn á Strendur, har ein av avger- andi dystunum í bronsu- stríðnum verður, tá StÍF tekur ímóti. Tað er í øllum førum ein dystur, sum tær grønu ikki hava ráð at tapa, og so mugu tær lata VÍF og VB um, hvussu hesi av- greiða spurningin sínamill- um. Dysturin í tølum Kyndil-VÍF 23-25 (8-11) Málskjúttar: Kyndil: Iliana Manolescu 7(3), Son ja Smiljic 5, Lotte Sørensen 4, Annika Ljós- stein 2, Annika Thomsen 2, Sabina Frølund 1, Ann Mari Wang 1, Hildur Mikkelsen 1 VÍF: Jacklin Durhuus 9, Sóley Mikkelsen 5(1), Eyð- ritt Andreasen 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Linda Johannesen 1, Alis Høg- hamar 1, Sára Jógvans- dóttir 1 Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 3 Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 1 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Leiddu dystin utt- an stórvegis trupulleikar. Kyndil-VÍF 23-25 (8-11): VÍF heldur fast um vónina Lotte Sørensen var einasamøll á vøllinum, tá knæið brádliga gav eftir. Enn er ikki staðfest, hvat slag av skaða talan er um, men tað líktist einum av teimum meira álvarsligu C M Y K 24