týsdagur 11. mars 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 11. mars 2003
27
Uttan nakran skiftis-
leikara varð ov tungt
hjá runavíkingum at
fylgja við kollfirðing-
um, sum uttan av ov-
erva seg vunnu stór-
sigur
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Botnuppgerðin
í
bestu
mansdeildini stóð á skránni
í Hoyvíkarhøllini sunnu-
dagin, tá tey bæði niðastu
liðini á stigatalvuni hittust.
Heitið var tó eitt sindur
misvísandi, tí meðan Tjald-
ur er fullkomuliga avbyrgt í
botninum, so er KÍF fram-
vegis ikki so øgiliga langt
frá liðunum, sum stríðast
um bronsuna, og tí var
einki at ivast í, hvat favo-
rittleikluturin átti heima.
Eingin skiftisleikari
Og longu við dystarbyrjan
var mest sum greitt, at
runavíkingarnir ikki høvdu
nakrar serliga ætlanir um at
broyta hetta. Gaman í hevur
Tjaldur av og á havt hug at
arga ovaru liðini, og okkurt
stigið er eisini komið til
høldar. Men hesa ferð
møttu teir upp við sjey
leikarum, harav tveir vóru
málverjan, og so er altso
ikki tað stóra, sum roknast
kann við.
Og
hoyvíkingarnir
mundu eisini skjótt ásanna,
at hendan dagin fingu teir
ein sjáldsama lættan sigur.
Uttan at spíla seg út, ella
seta ferðina óneyðuga nógv
upp, hildu teir allan fyrra
hálvleik eitt gott tak á
gestunum, og tá møðin so
gjørdi seg galdandi í seinna
hálvleiki, kundi heimaliðið
veruliga gera sær dælt.
Ferð eftir ferð vórðu mis-
tøk framd í Tjaldur-álopin-
um, og tá orkan ella hugur-
in at renna heim ikki var
soleiðis, sum tað átti at
verið, og tó at Dejan Lac-
hok er millum stinnasti
málverjarnar í landinum, so
fekk hann ikki einsamallur
vart fyri hesum.
Lítið upp á seg
Við sigrinum tóku kollfirð-
ingar seg eitt pláss upp á
stigatalvuni, har teir nú eru
á fimta plássinum. Sum
kappingin er liðin, so er tað
nú helst ov seint hjá teim-
um at leggja seg út í heið-
ursmerkjastríðið, men fyri
tað kann liðið væl fáa onkra
nyttu burtur úr eftirverandi
dystunum. Fyrst og fremst
á sálarliga økinum, har
liðið í nógvum førum hevur
liðið undir, at leikararnir
ikki eru vanir við at vera á
odda. Ein veikleiki, sum
bert kann burturbeinast við
at vinna fleiri dystir, og tað
man fyrst og fremst vera
hetta, sum leikararnir skulu
hava í huga restina av árin-
um.
Hjá Tjaldri man restin av
árinum
hinvegin
skula
nýtast til at hugsa. At
hugsa, hvørt liðið yvir
høvur hevur nakað at gera í
bestu
mansdeildini. At
leikararnir hava evnini til at
gera seg galdandi, hava teir
fleiri ferðir sýnt, men oftani
er ilt at síggja nakran
seriøsitet í avrikunum. Skal
felagið vinna seg longur
upp ímillum hini liðini í
deildini, er fyrst og fremst
neyðugt, at hondbóltsspæl-
ið verður tikið í størri álv-
ara.
Dysturin í tølum
KÍF-Tjaldur 42-23
(15-12)
Málskjúttar:
KÍF: Rógvi Weihe 8, Regin
Petersen 8, Damir Oros
7(1), Hallur Hansen 4,
Kristjan Madsen 4, Mirko
Milenkovic 3, Gert Hansen
3, Vagnur Johannesen 3,
Jónálvur Johannesen 1,
Jákup Dam 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic
10, Mortan Hansen 6(2),
Ragnar Olsen 3, Tórhallur
Thomsen 2, Arnfinn Lang-
gaard 2
Brotskøst: KÍF 1, Tjaldur 3
Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur
3
Dómarar úr TB: Kári
Niclasen & Birgir Dimon.
VB vann eisini
trygt á Neistanum,
og eru nú bert
fimm dystir frá
einum søguligum
meistaraheitið
KVINNUHOND-
BÓLTUR
Jákup Mørk
VB høllin var enn eina-
ferð full, tá kvinnuliðið
hjá Neistanum kom á
vitjan í Vági. Ofta hevur
hesin dysturin verið ein
av teimum meria torføru
útidystunum hjá einum
komandi meistaraliði,
men í ár er støðan hin
øvugta. Nú er tað VB,
sum er ávegis einum
meistaraheitið, og hetta
er fyrst og fremst gjørt
við einum ótakiligum
heimavølli, har øll eru
farin ongul í reyv heim-
aftur, tað sum higartil er
liðið av kappingini.
Skjót avgerð
Og tað var eisini skjótt
at staðfesta, at her skuldi
Neistin ikki gera sær
nakra serliga vón um at
broyta hagtølini fyri
árið. Frá fyrsta bríksli
setti VB ferð á, og tó at
Neistin í ávísan mun
kundi fylgja við í spæl-
inum, so fingu tær als
ikki fylgt við á mál-
talvuni, har heimaliðið
eftir fyrstu 20 minuttun-
um hevði lagt seg seks
mál framum.
Hetta vann Neistin seg
ongan tíð yvir, og tá VB
so í seinna hálvleiki
slerdi eyðkenda kontra-
spælið til, tók dysturin
alt meira skap av einum
stórsigri.
Mest
sum
hvørt tað einata mistak
frá gestunum varð revs-
að við skjótum mótálop-
um, og skifti var munur-
in somikið stórur sum
12 mál, og tó at Neistin
megnaði at minka nakað
um seinastu løtuna, so
kom ongan tíð spenn-
ingur í uppgerðina.
Tað tykist heima
Og sum VB spælir í
løtuni, so er eisini ilt at
síggja, hvussu spenn-
ingur av álvara skal
koma í gulldystin aftur.
Gamaní er VÍF fram-
vegis bert ein dyst frá
teimum – treytað av at
VÍF vinnur komandi
innanhýsis dystin – men
tað er trupult at síggja
nakað lið, sum veruliga
kann hótta VB. Síðani
farið varð undir enda-
spælið, hevur verjan í
nógvum førum verið
átøk einum múri, so-
leiðis at kontra spælið
ofta hevur koyrt við full-
ari ferð, umframt at
hvørgin av teimum út-
lendskum tykist seta
ferðina á málskjótingini
niður.
Enn kann VÍF sum
sagt skapa nakað av
spenningi, um so er at
tær vinna komandi viku-
skifti, men framvegis er
ilt at síggja, hvør so skal
hjálpa teimum. Hinir
fýra dystirnir, sum VB
hevur eftir, eru heima-
dystir
móti
Kyndli,
Stjørnuni og StÍF, um-
framt at talan er um úti-
dyst ímóti Tjaldri, og
allari virðing fyri mót-
støðuni, so hava hesi
ikki givið ábendingar
um, at tað er nú, at VB
skal takast, og so slettis
ikki í Vági.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 31-23
(16-9)
Málskjúttar:
VB:
Daiva Toumaite
11(5), Reda Kurkauski-
ene 7, Gurið Mortensen
5, Arnleyð Hjelm 3,
Eyðdis Kjærbo 2, Mary
Krosslá 1, Rannvá Au-
gustinussen 1, Eyðbritt
Krossla 1
Neistin: Simona Dziu-
gyte 11(5), Jórun Lud-
vig 5, Christina Holm 3,
Lív Sørensen 2, Susan
Brockie 1, Rakul Au-
gustinussen 1
Brotskøst: VB 5, Neistin
6
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar úr Stjørnuni:
Flemming Poulsen &
Kristoffur Ragnarsson
VB-Neistin 31-23 (16-9):
Fimm eru
eftir
Regin Petersen var ein av kollfirðingunum, sum gjørdi eitt gott hál, tá KÍF smurdi eitt illa manna Tjaldurs-lið av
KÍF-Tjaldur 42-23 (15-12):
Runavíkin hevur
givið upp
27
26
Nr. 48 - 11. mars 2003
Fyri tað mesta var
talan um ein sera
góðan dyst, tá VÍF
misti eitt álvarsligt fet
móti Kyndli, sum nú
er um at gerast partur
av gullstríðnum. Men
seinasta løtan av dyst-
inum var ein skam-
blettur fyri føroyskan
hondbólt
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
16 útvísingar, trý reyð kort,
62 mál og dramatikkur og
spenningur í stórum parti
av dystinum. Somikið um-
fatandi var innihaldið, tá
VÍF sunnudagin vitjaði
Kyndil í fjórða innanhýsis
dystinum millum risarnar í
føroyskum manshondbólti.
Seinnu árini hevur tað
fyri tað mesta bert verið hin
eini av risunum, sum hevur
gjørt um seg, men hesaferð
varð tó øðrvísi. Eftir at teir
fyri tað mesta hava verið
steinrunnir seinnularini, er
Kyndil nú um at koma fyri.
Steypasigurin fyrr í vár var
mest sum undristrikanin av
hesum, og síðani hava teir
mest sum havt beina kós
framá.
Betri tendraðir
Tað lá eisini alla tíðina í
luftini sunnudagin, at tað
skuldi gerast Kyndil, sum
fór avstað við stigunum.
Hóast
vestmenningar
høvdu allar hugsandi or-
søkir at vera topp-tendraðir,
nú teir eru í veruligum
vanda fyri at missa FM-
trúnuna, sum teir hava sitið
so trygt á, so var tað
onkursvegna so, at teir á
heimaliðnum vóru meira
uppsettir.
Teir løgdu størri orku
hvønn
einstakan
bólt.
Stríddust eitt vet manni-
ligari í verjupartinum, og í
álopspartinum var líka sum
meira tyngd aftan fyri gjøg-
numbrotsroyndirnar.
Tað
eydnaðist
eisini
Kyndli hampuliga skjótt at
vinna sær ein lítlan fyri-
mun, og tó at teir høvdu ilt
við at sleppa heilt leysir av
VÍF, so høvdu vestmenn-
ingarnir hinvegin meira enn
ilt við at toga seg heilt nær
mótstøðuni aftur.
Uppskriftin hjá Kyndli
var annars í nógvar mátar
lík henni, sum strandingar
nýttu seinasta vikuskiftið.
Við eini framskotnari verju
har eittarin støðugt royndi
at órógva miðleikaran hjá
VÍF, syrgdi Kyndil fyri, at
tunga bakspælið hjá VÍF
ongan tíð kom upp í gear.
Hinvegin setti Kyndil alla
tíðina nógva ferð á, tá teir
fóru niðan, og hvørja ferð
umstøðurnar vóru til tess,
varð
kontra-møguleikin
troyttur.
Rok at enda
Og í seinna hálvleiki helt
gongdin fram. VÍF royndi
framvegis at toga seg
innaftur í dystin við mongu
málunum frá Áka og Inga
Olsen, men tað var alla
tíðina, sum um hetta ikki
var nóg mikið. Hvørja ferð
teir gulu tóktust hava fingið
fatur á rætta endanum, so
svaraðu teir á heimaliðnum
aftur, og tá farið var um
hálvan hálvleikin tóktist tað
mesta vera avgjørt.
Kanska var tað vónbrotið
hjá VÍF frá seinasta dystin-
um, sum enn sat í høvd-
inum. Í øllum førum tóktust
teir nú geva skarvin full-
komuliga yvir, og munurin
til teir grønu gjørdist al-
samt størri. Munurin var
øktur í fimm mál, og
Kyndil kundi kanska økt
enn meira um henda, men
spakuliga fór nakað av ferð
av spælinum hjá teimum.
Í eini seinastu roynd at
venda gongdini fór VÍF
langt út at verja seinastu
minutirnar, men har gjørd-
ist einki. Kyndil megnaði
alla tíðina at svara aftur.
Hvørt tað vóru frustra-
tiónir hjá vestmenningum,
ella bara tekn um, at menn
vóru sera tendraðir og
ógvuliga heitir, er ilt at
siga, men seinasta løtan av
dystinum gjørdist í øllum
førum nakað, sum ikki
minti serliga nógv um
hondbóltsspæl.
Ein at síggja til heilt
vanlig dystarstøða, har
Daniel Rápa royndi at bróta
ígjøgnum, bleiv í øllum
førum brádliga til nógv
meira.
Áðrenn
nakran
vardi, var stórur bardagi á
vøllinum. Hvat, hví og
hvussu var helst eingin,
sum hevði greiðu á, og
eisini fyri dómararnar kom
hetta púrasta óvart á. Teir
kundu illa gera annað enn
at royna at fylgja við, hvat
hendi, meðan spælarar fóru
sendandi runt, umframt at
ein kyndilsmaður brádliga
lá eftirá.
Endin varð, at fýra mans
– ein gulu og tríggir grønir
– fingu march-ordra av
vøllinum, og seks ímóti
fýra fingu vestmenningar
so avgreitt seinasta hálva
minuttin ella so.
Kyndil er við
Hendan
seinasta
løtan,
hevði sum sagt einki sum
helst við hondbóltsspælið
at gera, men hon undirstrik-
aði kanska eisini, hvussu
nógv stóð á hjá VÍF. Eftir at
teir høvdu eina góða byrjan
í endaspælinum, og eitt
skifti tóktust skula taka
nøkur avgerandi fet ímóti
triðja gullinum á rað, er nú
viðvent í holuni.
Tvey tap á rað hava í
øllum førum viðført, at
strandingar nú eru tvey stig
frammanfyri við einum
dysti til góðar, og at sjálvur
gull-møguleikin tí er uttan
fyri egna ávirkan. Hartil
mugu vestmenningar nú
eisini ásanna, at tað fyrst og
fremst ræður um at halda
Kyndil aftan fyri seg í løt-
uni.
Eftir eitt heldur misjavnt
grundspæl hevur Kyndil
nevnliga fingið fatur á
endanum seinastu mánaðir-
nar, og sum spælið hevur
verið seinastu dystirnar,
skal tað als ikki útilokast, at
teir eisini kunnu tosa við.
Bæði um silvur og gull.
Skal hetta gerast veru-
leiki, er tó neyðugt við sigri
í komandi dysti. Hesin
verður á Skála, har StÍF
tekur ímóti, og tað líkist í
øllum førum einum røttum
stórdysti. Og eitt er púrasta
víst. Vestmenningar hava í
øllum førum einki ímóti, at
Kyndil eisini vinnur tann
dystin, og fyri spenningin í
kappingini vildi tað eisini
verið framúr, um so var.
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 33-29 (15-12)
Málskjúttar:
Kyndil:
Hans Áki Dal-
Christiansen 10(3), Høgni
Klein 7, Jacob Jónsson 6,
Finnur Hansson 6(1), Janus
Einar Sørensen 3, Leif
Mikkelsen 1
VÍF: Áki Olsen 11(1), Ingi
Olsen 8, Daniel Rápa 3,
Joyhnny Joensen 2, John
Zachariasen
2,
Agnar
Joensen 2, Ólavur Brimnes
1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 8, VÍF 8
Diskvalifikatiónir: Kyndil
2 (1 beinleiðis reytt og ein
3X2minuttir), VÍF 1 (3x2
minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen. Høvdu rímuliga
gott tak á, men loyvdu
dekan ov nógvari togan.
Hurlivasan seinastu løtuna
kundu teir ikki gjørt stórt
annað við enn tað sama.
Kyndil-VÍF 33-29 (15-12):
Rok tá Kyndil fangaði VÍF
Hóast Áki Olsen aftur gjørdi nógv um seg, so var hetta ikki nóg mikið hjá VÍF, sum vit ósigrinum ikki longur sjálvt kann avgera,
hvønn veg FM-heitið skal fara
C
M
Y
K
26