týsdagur 11. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 11. mars 2003
29
Fuglfirðingar eru
greipuvinnarar í
mansflogbólti. Hetta
varð staðfest í Sør-
vági, tá ÍF vann trupla
útidystinum móti
einasta liðnum, sum
framvegis kundi hótta
teir
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
So er leyst og liðugt hjá ÍF.
Mansliðið úr Fuglafirði
hevur alt árið á tamb verið
oddalið í bestu flogbólts-
deildini, men hóast hesa
støðu, so mundu fuglfirð-
ingarnir ikki vera heilt
álvuligir undan seinasta
dystinum. Sørvingar hava
havt støðuga framgongd
gjøgnum kappingarárið, og
tó ÍF framvegis hevði havt
avgerðina í egnum hond-
um, hóast tap í Sørvági, so
var einki at ivast í, at
fuglfirðingar flest vildu
sleppa undan einuma alt
ella einki dysti í seinastu
uppgerðini móti Fram, sum
fleiri ferðir í ár hevur argað
oddaliðið.
Sannførandi
Undan dystinum var spenn-
ingurin stórur. Ikki minst á
heimaliðnum, har SÍ eftir
trý greið tap á rað bert var
tríggjar bóltar frá at vinna
steypafinaluna á ÍF. Og
spurningurin var so, hvørt
sørvingarnir fóru at verða
tað lítla pettið stinnari á
heimavølli.
Men tað vóru teir so ikki,
ella kanska vóru tað fugl-
firðingarnir, sum megnaðu
at sveiggja seg tað lítla
pettið eyka.
Tí tað var eingin, sum
eftir dystin kundi seta ein
fingur á avrikið hjá fugl-
firðingunum. Serstakliga
stóðu teir seg væl tey bæði
fyrstu settini, har teir eftir
stuttari løtu skræddu seg
leysar av sørvingum, og
síðani hildu fast um munin.
Hvørt tað vóru fuglfirð-
ingarnir, sum nú vóru farnir
at hugsa um skreyt og gull,
ella um tað brádliga vóru
teir á heimaliðnum, sum
settu eyka ferð á, er ilt at
siga, men triðja settið
skapti aftur spenning í FM-
stríðið. Sørvingar vóru
omaná allan vegin, og tá
farið varð undir fjórða
settið, helt gongdin fram.
Sørvíngar
tóktust
vera
greitt omaná, tá ein meira
ella minni endurtøka av
finaluni tók seg upp. Júst
sum alt tóktist liggja ræðið
fyri hjá liðnum, steðgaði alt
upp. Fugfirðingarnir hin-
vegin vóru ikki seini at taka
av. Alt fyri eitt tóku teir seg
inn aftur á heimaliðið, og
so við øktu teir um munin,
soleiðis at tað at enda stóð
øllum greitt, at hetta vóru
komandi meistararnir.
Vóru teir bestu
Og meistarar eru teir. Fugl-
firðingarnir. Við einum liði,
sum ígjøgnum alt árið
hevur staðið fram sum hitt
sterkasta í landinum, og tó
at tað eitt skifti hómaðist
ein lítil niðurtúrur, so fekk
hesin ongan tíð loyvi at
breiða seg.
Kanska størsta kynstrið í
kappingarítrótti er at av-
marka vánaligu løturnar á
vøllinum, og hetta hava
fuglfirðingarnir
eisini
megna betri enn nakar
annar. Eftir tvey tap á rað í
endaspælinum, harav teir
kundu takka sær sjálvum
fyri annað, var annars
brádliga vandi fyri, at bæði
klaksvíkingar og sørvingar
fóru at blanda seg, men tað
var tó skjótt, at liðið fótaði
sær aftur.
Ein lættur dystur móti
Fleyr var tað, sum skuldi
til, til tess at fáa sálarliug
javnvágina heilt rætta aftur,
og síðani hevur bara gingið
ein veg. At mentaliteturin
er hin rætti, kom eisini til
sjóndar í finaludystinum í
steypakappingini.
Har
vórðu teir varð raktir av
skaða, beint sum sørv-
ingarnir høvdu vunnið sær
ein at síggja til avgerandi
fyrimun,
men
kortini
megnaðu teir at koppa
øllum á.
Umframt henda vilja,
hevur breiddin í spælinum
helst eisini verið stóra
styrkin hjá liðnum. Í veru-
leikanum hevur einki veikt
punkt verið, og hevur onkur
leikari havt ein ringan dag,
hava aðrir altíð staðið klárir
at taka yvir. Ivaleyst er tað
eisini júst hetta, sum hevur
verið størsta mangulvøran
hjá mótstøðuni, har lut-
falsliga stórur partur av
ábyrgdini hevur verið á
einstøkum leikarum.
Nei. Einki er at ivast í, at
tað er fult og heilt uppi-
borið, at fuglfirðingar aftur
kunnu rópa seg føroya-
meistarar.
Móti einum ómoti-
veraðum TB-liði
helt Mjølnir fast í
seinastu vónini um
gullið
KVINNUFLOG-
BÓLTUR
Jákup Mørk
Enn er meistaraheitið í
kvinnuflogbólti
ikki
heilt avgjørt. Mjølnir
fekk nevnliga stigini við
sær, tá tær vitjaðu nú
frákoyrdu meistararnar í
Trongisvági, og soleiðis
er enn ein møguleiki –
um hann enn er teoret-
iskur – fyri, at oddasess-
urin kann skifta hendur í
seinasta umfarinum.
Í Trongisvági hevði
TB ikki annað enn
æruna at spæla fyri, eftir
at tær máttu lúta fyri ÍF
seinasta vikuskiftið. Og
hesin faktorurin vísti seg
at vera ov lítið móti
Mjølni, su spældi fyri
sínum møguleika.
Tað var annars TB,
sum kom betri frá byrj-
an, men tá Mjølnir
veruliga setu trumf á,
var tað sum um tímdi TB
ikki meira. Tey trý næstu
settini var tað Mjølnir,
sum sat á øllum, og so
var bara at bíða hjá
teimum fyri at vita,
hvussu leikur fór í Vág-
unum.
Har gjørdist tað sum
kunnugt ÍF, sum dróg
longra stráðið, og sum
støðan er nú, skal einki
minni enn eitt undur til,
at fyri at gullið skal fara
til Klaksvíkar.
Tað er í øllum førum
illa hugandi, at ÍF fer at
missa, tá tær í seinasta
umfarinum eiga heima-
dyst móti KÍF, men
møguleikin er har fram-
vegis, og enn er bólturin
rundur, tó at tey flestu
munnu halda, at hann nú
er um at gerast dekan ov
avlangur.
KÍF hevur enn ikki
givið seg heilt, men
skal sessurin í
deildini varðveit-
ast, krevst ein 3-0
sigur á ÍF í seinasta
dystinum
KVINNUFLOG-
BÓLTUR
Jákup Mørk
Við einum sigri sunnu-
dagin kundu kvinnurnar
hjá Fleyr beina allan iva
av vegnum, men tað
hendi ikki. KÍF var
nevnliga stinnara liðið í
botnuppgerðini, og við
sigrinum longdu koll-
firðingarnir
í
øllum
førum tilveruna í deild-
ini við einari viku.
Enn eru nevnliga tvey
stig á muni, og sum um
tað ikki er nóg mikið,
hevur Fleyr eisini ein
settmun, sum er fimm
betri. Tað merkir við
øðrum orðum, at skal
KÍF halda sessinum,
skulu tær vinna 3-0 á
Kambsdali, samstundis
sum Fleyr tapir sín dyst
móti Mjølnir við 3-0, so
har skal vilja meira enn
vanliga væl til, um
bjargingin skal koma.
Men enn spæla tær úr
KÍF so fyri møguleikan-
um.
TB-Mjølnir 1-3 (25-20, 15-25, 17-25,
16-25):
Mjølnir
gjørdi sítt
KÍF-Fleyr 3-1 (25-17, 25-22, 15-25, 25-
23):
Til tað seinasta
SÍ-ÍF 1-3 (19-25, 20-25, 25-21, 20-25):
ÍF fór heim við gullinum
Fuglfirðingar eru nú eisini føroyameistarar. Tað gjørdist greitt, eftir at teir vunnu toddystin
móti SÍ, sum var einasta liðið, ið kundi hótta
Mynd: Finnur Justinussen
29
28
Nr. 48 - 11. mars 2003
Stjørnan vant burtur
úr Tjaldrinum í hálv-
an tíma, og tó at gest-
irnir fingu pyntað um
í seinna hálvleiki, so
er avgjørdi botnsess-
urin ein staðfesting,
sum ikki slepst undan
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað
skuldu
ganga
32
minuttir, áðrenn Tjaldur
fekk nakað mál burtur úr
opnum spæli í KÍ-høllini
sunnudagin. Bert trý mál
høvdu gestirnir fingið fyrra
umfarið av dystinum, og
hesi vóru øll komin við
brotskasti.
Tá heimaliðið um sama
mundi hevði fingið ikki
færr enn fimtan av slag-
num, stóð rættiliga skjótt
greitt, at her skuldi Stjørn-
an vinna væntaða sigurin,
og tó at gestirnir fingu
loyvi at pynta um úrslitið
seinasta hálva tíman, so var
ongan tíð nakar sum helst
ivi um, hvønn veg stigini
skuldu fara.
Við
sigrinum
vann
Stjørnan seg aftur á triðja
plássið á stigatalvuni, har
tær í løtuni stríðast við
Kyndil og StÍF, og enn er so
einki avgjørt í tí stríðnum.
Kanska er StÍF best fyri í so
máta við tveimum heima-
dystum móti hinum báðum
bronsubiðlunum, men eis-
ini dysturin í Klaksvik
millum Stjørnuna og Kynd-
il kann gerast heilt spenn-
andi í so máta.
Einasta, sum nú tykist
fullkomuliga avgjørt er, at
Tjaldur endar á niðasta
plássinum í deildini. Og
sum støðan er í løtuni, so
mugu tær bara vóna, at
kappingin í aðru deild lagar
seg soleiðis, at eingin upp-
flytari verður funnin. Hetta
um Søljan ikki endar nóg
ovarliga í deildini.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Tjaldur 25—14
(15-3)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic
8, Natasha Stamenkovic
8(1), Una Olsen 3, Súsanna
Hansen 2, Joan M. Joensen
2, Bára S. Klakstein 1,
Gunnvør Isaksen 1
Tjaldur:
Lenka Ribaric
6(3), Mona Langgaard 4,
Oddvá Fossdalsá 1, Turid
Lamhauge 1, Sonja Gleðis-
heygg 1, Milica Ergic 1
Brotskøst: Stjørnan 4,
Tjaldur 4
Útvísingar:
Stjørnan 1,
Tjaldur 3
Dómarar úr H71: Høgni
Joensen & Jákup Símun
Simonsen
Sum vant dystaðust
tey fýra bestu liðini
frá farna árinum í
Klaksvík undan
kappingarársbyrjan,
og hesa ferð gjørdist
heimaliðið úr KÍ
vinnari av kappingini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu tíggju árini ella so
hevur Klaksvíks kappingin
verið fastur táttur av upp-
hitingini til komandi kapp-
ingarárið í fótbólti. Um-
framt KÍ, sum skipar fyri
kappingini, er talan um tey
liðini, sum í farna árinum
stóðu seg best í lands- og
steypakapping.
Sostatt
vóru tað í ár meistararnir úr
HB, steypavinnararnir úr
NSÍ og so GÍ, sum tóku
dystin upp við KÍ, og
burtur úr hesum komu so
fýra hampuliga góðir venj-
ingardystir, har liðini líka
sum fingu roynt seg sjálv-
an.
Ymsar umstøður
Leygardagin vórðu hálv-
finalurnar í kappingini so
leiktar í oysandi regni.
Kanska ikki bestu umstøð-
urnar at hugna sær á vøllin-
um, men kortini ikki verri
enn so, at dystirnir kundu
leikast.
Í eysturoyaruppgerðini
millum NSÍ og GÍ bendi alt
tann vegin, at NSÍ skuldi
koma í finaluna, eftir at
gøtumaður
fyrst
hevði
fingið reyða kortið, og NSÍ
síðani hevði lagt seg á odda
2-1, men tá gøtumenn so
javnaðu stutt undan dystar-
loki, varð neyðugt við
brotssparkskapping,
og
hesa vann GÍ.
Í
hinari
hálvfinaluni
tókust arvafíggindarnir, KÍ
og HB, og har var skjótt, at
KÍ var omaná. Longu eftir
fyrsta hálva tíma stóð 3-0
til heimaliðið, og tó at HB
royndi at stríða seg inn
aftur í dystin, so vendist
ikki.
Soleiðis kom finalan at
standa millum KÍ og GÍ,
sum í vakra várveðrinum
sunnudagin fóru á vøllin.
Her kom einki mál ígjøg-
num teir 90 minuttirnar, so
fyri aðru ferð í tveir dagar
skuldu gøtumenn avgera
ein dyst av brotssparks-
blettinum. Hesa ferð var
eydnan tó ikki við teimum,
og saman við áskoðarunum
við Djúpimýru kundu KÍ-
leikararnir soleiðis fegnast
um fyrsta steypið á árinum.
Dysturin
um
triðja
plássið stóð soleiðis mill-
um HB og NSÍ, og hendan
dystin vann HB 5-2.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
19
16 - 3
52
22
30
24
2 Mjølnir
19
15 - 4
51
18
33
23
3 TB
19
13 - 6
47
21
26
18
4 Dráttur
19
8 - 11
29
41
-12
11
5 Fleyr
19
3 - 16
14
50
-36
5
6 KÍF
19
2 - 17
11
52
-41
3
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
15
13 - 2
41
9
32
18
2 SÍ
16
9 - 7
30
24
6
15
3 Mjølnir
15
9 - 6
30
23
7
13
4 Fram
15
7 - 8
25
26
-1
10
5 Fleyr
15
0 - 15
1
45
-44
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v- j - t
mál
mál
munur
stig
1 VB
7
7-0 - 0
497
398
99
23
2 VÍF
7
5-1 - 1
441
365
76
19
3 Stjørnan 7
2-1 - 4
408
403
5
13
4 Kyndil
7
3-1 - 3
460
465
-5
13
5 StÍF
6
2-1 - 3
419
444
-25
11
6 Neistin
7
2-0 - 5
380
420
-40
9
7 Tjaldur
7
1-0 - 6
365
475
-110
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v- j - t
mál
mál
munur
stig
1 StÍF
6
4-2 - 0
518
446
72
19
2 VÍF
7
4-0 - 3
586
499
87
17
3 Kyndil
7
4-2 - 1
519
507
12
16
4 Neistin
7
2-1 - 4
529
506
23
14
5 KÍF
7
2-2 - 3
505
523
-18
11
6 H71
7
4-0 - 3
486
545
-59
11
7 Tjaldur
7
0-1 - 6
471
588
-117
4
Máltindarnir
Kvinnur
Daiva Tuomaite
VB
154
(38)
Asta Petrauskiene
StÍF
141
(40)
Danijela Ercevic
Stjørnan
137
(38)
Simona Dziugyte
Neistin
132
(41)
Lotte Sørensen
Kyndil
130
(64)
Reda Kurkauskiene
VB
126
(18)
Sóley Mikkelsen
VÍF
123
(42)
Milica Ergic
Tjaldur
111
(21)
Lenka Ribaric
Tjaldur
103
(28)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
98
(6)
Alina Olaru
StÍF
86
(8)
Jacklin Durhuus
VÍF
81
(6)
Nicoleta Radu
VÍF
79
(1)
Ileana Manolescu
Kyndil
71
(12)
Laila Jespersen
VB
62
Menn
Dragisa Stojovic
Tjaldur
169
(17)
Damir Oros
KÍF
152
(33)
Sveinur Justinussen
StÍF
130
(20)
Halgir D. Olesen
H71
124
(4)
Áki Olsen
VÍF
119
(9)
Jacob Jónsson
Kyndil
111
(7)
Morgan Knezevic
Neistin
108
(24)
Áki Mørk
Neistin
104
(26)
Ingi Olsen
VÍF
99
(20)
Finnur Hansson
Kyndil
88
(13)
Costin Dumitrescu
StÍF
88
(22)
John Zachariasen
VÍF
85
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
85
(25)
Niels Viggo Niclassen
H71
76
Petur Martin Poulsen
KÍF
71
Stjørnan-Tjaldur 25-14 (15-3):
Einki at tosa um
Har var eingin ivi um nakað sum helst, tá Stjørnan tók ímóti
Tjaldri sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ vann Klaksvíks-kappingina
Klaksvíkskappingin er vorðin fastur táttur av fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið, og í ár
gjørdust tað klaksvíkingar sjálvir, sum tóku sær av steypinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
28