týsdagur 11. mars 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 48 - 11. mars 2003
Við einum greiðum
tapi fyri Neistanum
komu annars høgt-
flúgvandi hoyvík-
ingar so dundrandi
niður aftur á jørðina
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani
vetrarsteðgin
hava hoyvikingar so
avgjørt verið eitt av
teimum liðum, sum hev-
ur skapt sær sjálvum
umtalu. Ein røð av góð-
um úrslitum hava flutt
liðið úr botnstríðnum
upp ímóti heiðursmerkj-
um,
og
leygardagin
skuldu teir gera seg til at
taka enn eitt fet á leiðini.
Mótstøðuliðið
hesa
ferð var Neistin, sum
hinvegin hevur havt eitt
vánaligt endaspæl, har
liðið er dottið úr odda-
stríðnum og mest sum út
um heiðursmerkjastríðið.
Dovisligt
Grundað á hesa gongd-
ina var kanska væntandi,
at Hoyvíkingar enn eina-
ferð
skuldu
trumla
Neistan niður, soleiðis
sum teir gjørdu í fyrra
dystinum liðanna mill-
um, men tað var tó so
langt burturífrá.
Góða gongdin hjá
hoyvíkingum hevur í
stóran mun stava frá
einari vælvirkandi verju,
og so einum stríðsvilja,
sum hevur verið væl
størri enn hjá mótstøð-
uni, men hvørki av hes-
um var sjónligt leygar-
dagin.
Fyrri hálvleikurin var
allur sum hann var sera
dovinsligur. Leikferðin
var lág, og tó at hoyvík-
ingar fingu betri byrjan-
ina, so eggjaði hetta
teimum als ikki til at
sveiggja seg nakað ser-
liga upp. Heldur tvørtur-
ímóti, so lótu teir nú alt
spælið yvir til Neistan,
og tað var eisini skjótt,
at teir bláu takkaðu fyri.
Fyrst sendu teir seg
framum við fimm mál-
um á rað, og tó at hoy-
víkingarnir vunnu seg
upp á javnt undan steðg-
inum, so lá tað í øllum
førum í luftini, at skuldi
hetta vera lagið, so fór
sigursgongdin at steðga.
Og tað var eisini
hampuliga skjótt, at
Neistin setti alt upp á
pláss seinna umfarið.
Ferðin varð kanska ikki
sett tað heilt stóra upp,
men teir lukkaðu fyrst
og fremst av í verjupart-
inum, og so kundu teir
ferð eftir ferð fáa mál av
tí meira lætta slagnum,
tá kontraálopini vórðu
send avstað.
Ikki
minst
hóvaði
hetta Kára Mortensen,
sum spelaða eftir vøllin-
um sum annar unglingi,
og tá so neistavenjarin,
sum aftur hevði funnið
leikarabúnan fram, so
eisini sendi tveir bóltar í
kassan – tað seinni enttá
sum flúgvari – so stóð
dysturin ikki at bjarga.
Gongdin kanska
vend
Hóast talan var um ein
dyst av teimum heilt
linligu, so skerst ikki
burtur, at hetta júst
mundi vera tað, sum
Neistin hevði tørv á.
Mótburðurin, sum liðið
hevur
havt
seinastu
mánaðirnar hevur ført
liðið í eina ónda ringrás,
og kanska var tað júst
hetta, sum skuldi til,
soleiðis at liðið nú aftur
kann hugsa positivt.
Fyri hoyvíkingar tykist
tað hinvegin, sum var
hetta endin á einum góð-
um tíðarskeiði hjá teim-
um. Eitt tíðarskeið, sum í
stóran mun hevur verið
bygt á samanhald og
stríðsvilja, men hesir
báðir partar tóktust vera
fullkomuliga burtur leyg-
ardagin. Møguliga var
talan bara um ein off-day
av teimum heilt stóru,
men um so er, so skal
liðið av álvara prógva seg
sjálvt, tá teir um eina
viku spæla móti særdu
vestmenningunum.
Dysturin í tølum
H71-Neistin 21-33
(11-13)
Málskjúttar:
H71: Bárður Brimvík 7,
Halgir
Dahl
Olesen
6(1), Hans Jákup Jacob-
sen 2, Annfinnur N.
Debess 2, Johnny Dur-
huus 2, Niels Viggo
Niclasen 1, Kristian Eli
Zachariasen 1
Neistin:
Áki
Mørk
10(1), Kári Mortensen
6, Dann Thorleifsson 5,
Morgan Knezevic 4,
Helgi Justinussen 3, Jón
Ludvig 2, Dia Midjord
2, Ræni Slættanes 1
Brotskøst: H71 1,
Neistin 1
Útvísingar:
H71
2,
Neistin 3
Dómarar
úr
Kyndli:
Eyðun Samuelsen &
Hannis Wardum. Tann
minni av teimum hevði
føðingardag, og sum
ferðin var á dystinum,
kundi hann eisini loyva
sær at hugsa meira um
hetta enn dystin.
H71-Neistin 21-33 (11-13):
Punkteraðir
hoyvíkingar
Eftir sigurin á Drátti
skal ÍF at kalla gera
sær ómak, um tað
skal eydnast teimum
at missa gullið í sein-
asta umfarinum
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað eydnaðist ikki ÍF at
ogna sær meistaraheitið, tá
tær á næst seinata leikdegi
vitjaðu á Giljanesi. For-
treytirnar fyri hesum vóru
millum annað, at TB skuldi
basa Mjølni á Tvøroyri,
men tá tað ikki hendi, so
vistu tær hjá ÍF, at enn
máttu tær bíða eina viku.
Uppgávan hjá ÍF var
ímóti Drátti, sum hevur
argað onkun tíð fyrr í ár,
men hesa ferð var tó eingin
ivi. Vit fingu tíverri ikki
fatur á sett-úrslitunum fyri
dystin, men sum skilst, so
var ongan tíð nakar ivi um,
hvat av liðunum var hitt
betra.
ÍF tørvar nú bert ein sigur
í seinasta dystinum, til tess
at tryggja sær meistaraheit-
ið, og tó at tær áður hava
ført fram, at einki er liðugt,
fyrr enn alt er liðugt, so
munnul sjálvt mest svart-
skygdastu fuglfirðingarnir
nú ásanna, at gullið er um
at vera heima.
Seinasti dysturin á árin-
um er nevnliga á heimavølli
móti KÍF, sum er niðasta
liðið í deildini, og har er so
einki at ivast í, at ÍF eruy
stórfavorittar – og gott og
væl tað.
Tí er einki at ivast í, at alt
skreytið verður funnið fram
longu undan dystinum móti
KÍF. ÍF hevur ongan tíð
áður verið meistarar í
kvinnudeildini, og at hetta
hendir samstundis, sum
menninir enn einaferð hava
ognað sær gullið, ger á
ongan hátt dagin í Fugla-
firði minni.
Tað var bert í fyrsta
settið, at Fleyr fekk
givið grannunum
líkinda mótstøðu
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fram er sterkasta liðið í
høvuðsstaðnum. Tað er
sum einastu orðini, sum
føroyameistarrnir frá 2002
hava, nú flogbóltskapping-
in er um at vera av.
Og hetta staðfestu teir so
enn einaferð fríggjadagin,
tá framskundaði dysturin
móti Fleyr var á skránni.
Tað var nú heldur ikki
væntandi, at Fleyr fór at
geva nakra mótstøðu sum
so, men fyrsta settið var tó
um reppið, at teir loyptu
hvøkk á.
Fram raknaði tó við eftir
hendan hvøkkin, og restina
av dystinum var sum so
einki a tosa um. Ein og teir
so ofta hava upplivað tað í
ár, vórðu teir hjá Fleyr
spældir út av vøllinum, og
so var tann grannaupp-
gerðin liðug.
Fram hevur nú ein dyst
eftir á skránni, tá teir í
seinasta umfarinum taka
ímóti nýggju meistarunum
úr ÍF. Fyri plássini á stiga-
talvuni hevur dysturin ong-
an týdning, men tað er sum
so ógvuliga hóskandi, at
tað eru júst hesi liðini, sum
enda árið. Hóast teir bert
eru á fjórða plássinum, so
hevur Fram kanska meira
enn nakar annar megnað at
argað ÍF í ár, og so kunnu
teir í hesum seinasta dyst-
inum enda árið við at fara í
steypaskápið eftir sjónliga
tekininum hjá fuglfirðing-
um um meistaraheitið.
Fleyr-Fram 0-3 (25-27, 13-25, 16-25):
Fram eigur høvuðsstaðin
Dráttur-ÍF 0-3
Nú er ÍF heilt nær við
Tó at sigurin á Drátti ikki vissaði teimum meistaraheitið, so eru tær hjá ÍF nú so nær við, at tær hava í minsta lagi níggju
fingrar á føroyameistarasteypinum
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
30
Nr. 48 - 11. mars 2003
31
31