týsdagur 11. mars 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 48 - 11. mars 2003
Nr. 48 - 11. mars 2003
33
Eldrafelagið Nón,
Saltangará
Aðalfundurin sum varð lýstur at vera 11. mars er
útsettur til 18. mars kl. 19.30.
Eldrafelagið Nón, Saltangará
Hús í Vági til sølu
Um hóskandi boð fæst eru húsini matr. nr. 221b,
sum eru gomlu HF-húsini, til sølu.
Send skrivlig boð til Jóhan Augustinussen, 900
Vágur ella ring 373843.
Arbeiðsmannafelagið Framtíðin
Jørð í Sandavági
til sølu
Um hóskandi boð fæst er matr. nr. 168 og 164 við
ástandandi summarhúsi til sølu. Samlað vídd er
33.435 m2.
Tlf. 424155
Kunngerð
um uttangarðsútskiftingar-
fund í Klaksvík
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, sum seinast er
broytt við lóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður
boðað til útskiftingarfund mikudagin 2. apríl kl.
10.30 í býráðshúsinum í Klaksvík.
Til viðgerðar verður uttangarðsútskifting av
Uppsalahaga.
Nevndarlimir eru: Heri Samuelsen, Miðvágur og
Kinna Olsen, Rituvík.
Tórshavn, tann 6. mars 2003
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingarnevndarformaður
50 69 69
vit flyta fyri virkir, stovnar og privat
Ring og fá eitt gott tilboð
Vøruflutningur
e-mail: faroetrans@email.com
Sosialurin 311820
Kollafjarðar Bjargingarfelag
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður í húsum felagsins
leygardagin 22.03.03. kl. 19.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Summarfrítíðar-
avloysarir
Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður søkir
eftir summarfrítíðaravloysarum í tíðini frá 1. juni til
31. august 2003 ella sambært nærri avtalu.
Fyri røktarstarvsfólk: Sjúkrarøktarfrøðingar og heil-
surøktarar/sjúkrahjálparar.
Somuleiðis verður søkt eftir avloysarum fyri starvs-
fólki í køkinum: Økonoma og køksassistentar, um-
framt hjálparfólk til at avloysa tey ið koyra døgurða
út til heimabúgvandi pensionistar,tískil er koyrikort
neyðugt.
Lønin er sambært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknarfreistin er til 25. mars 2003.
Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum skulu
sendast til leiðaran á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Røktar- og umlættingarheimið
Ferðatilboð
Landsfelagið sigur frá, at Pensjónistafelagið í Vági,
ger útferð til Aalborg tann 8. august.
Fólk ið hava áhuga í hesum kunnu ringja til
ávíkavist Solveig Strøm á tlf. 373032 ella Niclas A.
Poulsen tlf. 373829.
Landsfelag Pensjónistanna
Klænari restina av lívinum!
· Et teg mettan
· Óneyðugt at telja kaloriur
· Betri heilsa og vælvera
· Væl skjalprógvað skrá
Óbindandi upplýsingarfundir:
Fyri meira kunning:
team85
Hotel Vágar
Runavíkar Sjómansheim
Klaksvíkar Sjómansheim
Týsdagin 11.03.03 kl.19.00
Mikudagin 12.03.03 kl.19.00
Hósdagin 13.03.03 kl.19.00
Ása Joensen 31 26 70
Karin Olsen 45 63 56
Kaja Toftegaard 44 44 29
22 02 59
far
Álvur Joensen 44 10 75
·Best eftir kl. 18.00
Frá Suðuroyar
Norðara
Javnaðarfelag
Aðalfundur felagsins verður sunnudagin 23.mars
kl. 15.00 á Hotel Tvøroyri.
Nevndin
Roknskaparleiðari
Til eitt handilsvirki við høvuðssæti í Tórshavn
verður søkt eftir einum roknskaparleiðara. Í
bókhaldinum starvast frammanundan tvey
fólk, men tøvrur er á einum fólki afturat at
standa fyri roknskapardeildini.
Arbeiðið umfatar alt vanligt bókhalds- og rokn-
skapararbeiði og aðrar fyrisitingarligar upp-
gávur, sum hoyra til hetta.
Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan
kunnleika til bókhald og roknskap og vera før-
ur fyri sjálvstøðugt at leiða arbeiðið. Praktiskar
royndir frá vinnulívinum eru tí ein treyt.
Løn sambært avtalu.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Nærri upp-
lýsingar kunnu fáast við at venda sær til Grann-
skoðarafelagið Rasmussen & Weihe (Joen
Magnus Lamhauge).
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24.
mars 2003.
RASMUSSEN & WEIHE
Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F
An associated firm of
Á Glaðsheyggi
P.O. Box 30
FO-110 Tórshavn
e-mail:
Tlf. (+298) 351700
rasmussen@rasmussen.fo
Fax (+298) 351701
www.rasmussen.fo
Skrivstovufólk
søkjast til SEV
Eitt fulltíðarsstarv og eitt hálvdagsstarv sum
skrivstovufólk hjá SEV í Havn er leyst at søkja.
Starvið:
Størvini eru á skrivstovuni hjá SEV í Havn. Fulltíðar-
starvið umfatar í samstarvi við onnur skrivstovufólk
at røkja ymiskar skrivstovuuppgávur, herundir at
passa telefonvekslara og veita kundatænastu.
Hálvtíðarstarvið umfatar at passa telefonvekslara-
skipanina hvønn dag frá kl. 9.00 til kl. 13.00. (20/37
av fulltíðarstarvi).
Útbúgving:
Ynskiligt er,at umsøkjararnir til fulltíðarstarvið hava
skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgv-
ing/ arbeiðsroyndir.
Førleikakrøv:
Umsøkjararnir skulu hava góðar førleikar, bæði í
skrift og talu, í føroyskum og donskum. Harafturat
skal viðkomandi kunna føra samtalur á enskum,við
tað, at ofta hevur SEV samskifti við fólk, ið ikki duga
føroyskt og danskt.
Ein partur av kundatænastu og kundaviðgerð
hongur neyvt saman við debitorbókhaldinum.Tí er
tað ein fyrimunur,at umsøkjararnir til fulltíðarstarv-
ið hava kunnleika til bókhald og teldubókhalds-
skipanir.
Góð samstarvsevni krevjast við tað, at flestu
arbeiðsuppgávurnar verða loystar í samstarvi við
onnur, og skal viðkomandi vera til reiðar at átaka
sær fyrifallandi smærri praktiskar uppgávur, sum
hoyra skrivstovuni til, men sum kanska ikki í øllum
førum kann bólkast beinleiðis sum skrivstovu-
arbeiði.
Lønin:
Fulltíðarstarvið er lønt sambært sáttmála millum
SEV og Starvsmannafelagið.Lønin verður ásett eftir
útbúgving og starvsroyndum og verður flokkað í II.
ella III. lønarflokki.
Hálvdagsstarvið verður lønt eftir útbúgving og
royndum í I. ella II. lønarflokki.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgulig-
um ummælum sendast til Elfelagið SEV, Postrúm
319, 110 Tórshavn, og skulu tær vera SEV í hendi í
seinasta lagi tann 24. mars 2003.
Í umsóknini skal tilskilast, um viðkomandi søkir
fulltíðarstarv ella hálvdagsstarv ella bæði.Um bæði
verða søkt, skal tilskilast, hvat umsøkjarin leggur
størri dent á.
Teir umsøkjarar,sum eisini søktu skrivstovustarv hjá
SEV í Havn seinasta heyst, nýtast ikki at senda
prógv, ummæli v.m. inn av nýggjum, men kunna
bert siga frá,hvat starv verður søkt og annars vísa til
áður innsendu umsókn.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til John P. Danielsen á tlf. 346800.
Tórshavn, tann 6. mars 2003
Elfelagið
Diplomleiðara
útbúgving
Nú verður møguligt at taka eina styttri leiðsluút-
búgving í Føroyum. Talan er um Diplomleiðaraút-
búgvingina, sum Skeiðsdepilin við Marknagil fer
undir.
Útbúgvingin tekur 2 ár, og treytað av undirtøku
verður byrjað 27. mars 2003.
Frálæran fer fram sum eitt tvey daga skeið, 5 ferðir
hvørt hálva ár. Talan er um eina útbúgving, sum
leggur dent á praktiskar og brúksrættaðar leiðslu-
førleikar.
Diplomleiðaraútbúgvingin er væl kend, eitt nú í
Danmark, har fleiri av handilsskúlunum bjóða hesa
útbúgving út. Útbúgvingin verður roknað sum ein
góð barlast hjá leiðarum. Serliga hjá teimum, sum
hava arbeitt við leiðslu, men ikki hava nomið sær
útbúgving innan starvsfólkaleiðslu.
Tilmelding: Í seinasta lagi 18. mars 2003, pláss
er fyri 22 fólkum.
Tilmeldingarblað fæst við at venda sær til
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn
Tlf. 318813, fax 313374,
t-postur dt@hsh.fo
C
M
Y
K
33
32