Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 20. februar 1991 BG Nógvar gitingar um Golfkriggið: | Gorbatjov vinnur friðin — Bush kriggið og Saddam Hussein bjargar skinninum | EFTIR Eitt sovjettiskt friðaruppskot kann spara fleiri hundrað- túsund mannalív, men treytin er, at Saddam Hussein verður sitandi sum leiðari í Irak — eftir at hann treyta- leyst hevur tikið seg úr Kuwait. Hvat sigur ST til hetta, hvat sigur George Bush. Fæst endi á krignum nú, og Irak treytaleyst tekur seg úr Kuwait, hevur Bush tá ikki vunn- ið kriggid! Men sleppur Saddam Hussein at varðveita vald sítt eftir krigslok, er hann tá ikki veruligi vinnarin, tí hann tordi at seta seg upp ímóti USA, uttan at missa hovdið og valdið! Og verður tað Gorbatjov, sum fær frið- in í lag, er hann tá vinnarin av friðinum! Hetta eru nakrir av mest avgerandi spurningunum, sum politikarar og eygleiðarar kring allan heimin seta sær í hesi lotu. Neyvan nakrantíð í nýggjari tíð hevur diplomatiskt friðarvirksemi verið so augerandi og spenn- andi. Nær tað skal vera kunnu vit fáa at vita, um kríggið í Golfinum verður steðgað ella tað verður hert enn meira. Í Bagdad, Teheran, Moskva, Washington og eðrum býum kring knett- in viðgera stjórnarleiðar- irnir seinasta friðarút- pælið frá sovjettiska for- setanum. Enn veit al- menningurin ikki, hvat uppskotið inniheldur, og enn vita vit heldur ikki, hvat Saddam Hussein og George Bush fara at siga til tað. Spenningurin er sterri enn nakrantíð. Skal heim- urin uppliva stersta bar- dagan síðani seinna heimskríggj — ella fara vit at síggja fyrsta stigið móti varandi friði í Mið- eystri! Spurningarnir eru nógv- ir — og svarini við. Men enn er alt gitingar. Kríggið hevur nú varað í góðan mánað, og hóast Saddam Hussein enn ikki hevur givið seg yvir, so tykist irakiska stríðsmeg- in at vera sera illa fyri eft- ir tey áhaldandi bumbuá- lopini. Tað eru teir, sum halda, at irakiska stríðs- megin er so illa fyri, nú bumbingarnar í Irak og í Kuwait hava havt so stóra ávirkan, at Saddam Huss- ein er á einum vegamóti, har hann má gera upp við seg sjálvan, um hann vil ofra fleiri hundraðtúsund hermenn og kortini tapa kríggið og missa allar meguleikar at verða sit- andi sum leiðari í Irak. Og nú teir sameindu gjørdu klárt til tann stóra landbardagan tóku russ- arar enn eitt stig til at tosa Saddam Hussein til rættis. Hann var skjótur at taka ímóti sovjettisku friðarroyndini og lata um- heimin vita, at Irak nú er tilreiðar at taka seg úr Kuwait. Síðani fylgdu við fleiri treytir, sum fingu Bush at kalla uppskotið fyri eitt svindulnummar. Men síðani hava irkaiskir politikarar gjørt vart við, at hetta ikki eru treytir sum so, men meira at meta sum ein ynskilisti yvir spurningar at viðgera eftir kríggið. Russarar, sum í mong ár hava havt sera gott samband við Irak og hava átt ein týdningarmiklan leiklut í Miðeystri — men hava mist hann, síðani Gorbatjov kom til valdið — vilja nú royna seg sum meklarar og harvið vinna nakað av steðu síni aftur í økinum. Kann Gorbatjov vinna fridin, medan teir sameindu vinna kríggið, so kann hetta fáa stóran týdning fyri Gorbatjov og innanríkispolitikk hans- ara eisini. Høgraheykarnir í Moskva og serliga leiðsl- an í stríðsmegini heldur lítið um amerikonsku hjá- veruna í Miðeystri og sær helst, at amerikanarar taka seg heilt úr økinum. Men alt veldst nú um, hvat Saddam Hussein sig- ur. Og hvat Bush og hans- ara -sameindu fara at svara. Týska blaðið Bild visti í gjár at siga frá inni- haldinum í friðarroyndini. Irak skal treytaleyst taka seg úr Kuwait, og aftur- fyri skulu russarar tryggja, at Saddam Huss- ein varðveitir politiska og hernaðarliga vald sítt í Irak Amerikanarar hava ikki gjørt viðmerkingar til uppskotið, men vísa á, at kríggið heldur fram, og at landbardagin nærkast. Bush fer helst at koma við sínum útspæli, so skjótt sum Saddam Hussein er komin við sínum Torfør støda Flest allir eygleiðarar halda, at Bush forseti kann koma í eina sera tor- føra stødu, um Saddam Hussein gongur við til sovjettiska fridaruppskot- id. Ti tad gongur bert ein- um parti av amerikonsku ynskjunum å møti, nevni- liga at irakar taka seg ur Kuwait. Hin parturin, sum ST-samtyktirnar ikki beinleiðis fevna um: at Saddam Hussein skal sleppa at varðveita vald sítt, er helst ein beiskur biti at svelja hjá Bush. Spurningurin er so, hvat ST-trygarráðið fer at siga til uppskotið, og hvat amerikanarar tá fara at gera. Tað kann henda, at amerikanarar ikki vilja gevast, nú teir halda seg næstan hava vunnið á Saddam Hussein. Tað kann eisini henda, at split kemur í millum teir sam- eindu um henda spurning- in, og at russarar fara at leggja so stórt trýst á USA, at Bush verður noyddur til at góðtaka eina slíka friðarætlan. Jan Miller skrivar Enn er alt gitingar. Men tekur hann ikki undir við umredda upp- skotinum eftir at bæði irakar, iranar, russarar og aðrar tjóðir hava viðmælt tað, so kann tað fáa avleið- ingar fyri viðurskiftini millum bæði stórveldini. Og tað er kanska júst hetta, sum Saddam Huss- ein ynskir: at seta kíla millum tey bæði stórveld- ini og fáa russarar í sín part. Tá er hann veruligi sigursharrin í arabiska heiminum, eisini eftir at ein stórur partur av stríðs- megi hansara er oydiløgd og Irak við. Umframt russarar eru eisini iranar við í friðar- royndunum. Eisini teir kunnu vinna nógv, endar kríggið nú. Iran ynskir at fáa meira at siga í økinum, og kunnu iranar saman við russum forða fyri, at Irak greitt, at Iran fer at vinna stóra virðing millum arabarar sum heild Nú er tað so upp til Saddam Hussein og George Bush at avgera, um kríggið skal enda. Bert fáar viðmerkingar eru komnar til uppskotið frá amerikanarum og bret- um, sum helst síggja at kríggið endar við at Sadd- am Hussein missir vald sítt. — USA er eitt sera opið samfelag. Amerikanarar ynskja einfaldar loysnir, men tað finnast ikki ein- faldar loysnir í stríðnum í Golfinum, segði ein bretskur professari í sam- felagsfrødi við BBC í gjár. Við hesum sipaði hann til, at amerikanarar halda seg hava fullan rætt til at krevja Saddam Hussein frákoyrdan eftir kríggið. Men hetta er bara ikki so einfalt sum ameriknarar halda. ST-samtyktirnar siga einki beinleiðis um hetta, hóast tær siga nak- að um, at teir, ið hava á- byrgdina av oyðilegging- unum í Kuwait, eisini skulu standa til svars fyri teimum. Hvat við oyði- leggingunum í Irak, verð- ur spurt. Hver skal hava ábyrgdina av teimum! oyðileggingin a heldur fram, so er A ass esdese EST