mikudagur 20. februar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Svíar vilja hava
Noreg við í EF
} +
Tad er stórur meiriluti i
SK og svenska
hevur boðað
n heist lon
A r
að 3]
Sé F ei sokn
naskap
M SViár hevdu
gnir sæð, at eitt nú
norðmenn eisini sektu
naskap nú. Tað
hevði verið ein fyrt-
munur, um bædi lond-
samråddust um
limaskap saman. Hetta
vóru í hvussu er orðini
hjá svenska uttanríkis-
ráðharranum, tá hann í
farnu viku vitjaði í
norska hevuðsstað-
num
Uttan mun til
hvørja åvirkan vit fåa
gjøgnum komandi
EQS-avtaluna (europe-
iska búskaparliga sam-
arbeiðsekið) millum
EF og EFTA, so verð-
ur hon ikki eins stór
sum vóru vit limir,
segði Sten Andersson
á fundi í Europarersl-
uni.
Svenski uttanríkis-
ráðharrin vísti tó á, at
hann við hesum ikki
ætlar at leggja seg út í
innanhýsis norsk
viðurskifti
Eg kann ikki
tvinga Noreg ella
leggja meg út í norska
kjakið, men tað kann
hava stórar fyrimunir
við sær, um Noreg og
Sveríki samráðast um
EF-limaskap um somu
tíð. Vit fáa tá eina betri
samrådingarstødu
Okkara búskaparligu
og okkara
stødutakanir likjast
nógv, segði Andersson.
Hann vísti eisini
at svenski EF-politikk
urin hevur ikki gjørt
steðuna hjá EFTA
verri i samráðingum
tess við EF um eitt fe-
lags búskaparligt sam-
arbeiðseki. Sjálvt um
svenska umsóknin um
limaskap fer til Brux-
elles áðrenn summar-
frítíðina, so fara tað
helst at ganga nekur
ár, áðrenn Sveríki
kann taka ta endaligu
avgerðina.
Andersson segði, at
Sveríki eigur ikki at
taka endaligu avgerð-
ina um limaskap fyrr
enn eftir valið í 1994.
Við hesum orðunum
gav svenski uttanríkis-
ráðharrin norðmonn-
um nakað av tíð til at
umhugsa sína stødu.
Orðaskiftið í Noreg
um EF og Europa
gongur hart fyri seg í
norsku bleðunum fyri
tíðina. Nógv snýr seg
um verandi samráðing-
arnar millum EFTA og
nen kjakið er so
i farið longri til
'Vna um ry rnmunir
og vansar vid lima
skapi
Norski arbeiðara-
flokkurin fær harðan
kritikk frá sínum mót-
steðuflokkum, serliga
Høgra, fyri ikki at visa
reint flagg i EF-spurn-
inginum.
Flokkurin hevur enn
ikki viljad sagt greitt,
hvørja stødu hann hev-
ur til møguligan EF-
limaskap og hevur bod-
ad frå, at hann fyrst
ynskir at umreða
henda stóra spurning á
landsfundinum í 1992.
Tá skal flokkurin taka
steðu fyri ella ímóti
limaskapi. Annars hev-
ur formaður floksins,
Gro Harlem Brundt-
land, sagt, at einki al-
ternativ finst til eina
EØS avtalu millum
EFTA og EF. Fæst
ikki ein góð avtala, so
er bert limaskapur eft-
ir, skal hon hava sagt.
EF-talskvinnan hjá
norska hegraflokkin-
um Kaci Kullmann
Five, sigur, at arbeið-
araflokkurin er noydd-
ur til at taka steðu til
allan = EF-spurningin
upp áðrenn 1992, tí EF
longu í 1993 fer at
byrja undirhondssam-
rådingar við bæði Svø-
ríki og Eysturríki um
limaskap
Skrivarin í arbeiðara-
flokkinum
Jagland vísir aftur kri-
Torbjern
tikkinum frá hegra.
Hann sigur við norska
blaðið Aftenposten, at
flokkurin stendur við
sína upprunaligu tíðar-
ætlan í samband við
EF-avgerðina.
— Eg trúgvi ikki, at
tað fer at vera so stór-
ur munur á meguligum
samráðingum millum
EF og ávikavist Svø-
ríki og Noreg, um vit
gera av at sekja um
limaskap síðst í 1992.
Svenskur EF-politikk-
ur fer sjálvandi at
ávirka kjakið í Noregi,
sigur Jagland.
Svenski uttanríkis-
ráðharrin er ikki í iva
um tann týdning tað
hevur, at fleiri norður-
lond gerast limir i EF.
Og hvat viðvíkur
trygdarpolitikkinum,
so er tað eisini júst
svenska neutralitets-
steðan, sum eisini skal
vera grundarlagið,
heldur svenski uttan-
ríkisráðharrin.
tíðindablaðið
Ritt Bjerregaard diktator
Innanhýsis stríð hevur
tikið seg upp í danska
javnaðarflokkinum. Fleiri
av tinglimum floksins
halda, at leiðslan í flokk-
inum, tó við adressu til
Ritt Bjerregaard, er alt ov
diktatorisk. Víst verður á,
at fleiri av teimum ting-
monnunum, sum hava sit-
ið í týdningarmiklum
nevndum, hava fingið
sekkin og nýggj fólk sett í
staðin.
Fólkatingsmaðurin
Hans Erenbjerg kallar
Ritt Bjerregaard ein
diktator. Hann varð aftur-
valdur í fólkatingið eftir
trý ár uttanfyri og hann
dylur ikki fyri, at nógv er
vorðið broytt í flokkinum
hesi árini. Erenbjerg held-
ur, at tað er Ritt Bjerre-
gaard, sum hevur veruliga
valdið í flokkinum. Hann
skrivar í eini grein í
Politiken, at hon ferir seg
fram sum »regent« í ting-
bólkinum. Hon er i dag
formaður í tingbélkinum.
Tað er so ikki bara Ritt
Bjerregaard, sum stendur
fyri skotum, men tað er
sum heild sjálvur leiðslu-
stílurin í flokkinum, sum
fleiri halda vera alt ov
vánaligan.
Ónegdin gjerdist serliga
sjónlig, tá tríggir av teim-
um »gomlu« tingmonnun-
um vóru útskiftir í nevnd-
arsessum sínum. Ein
teirra var Kaj Poulsen,
sum fyri síðsta val var
formaður í arbeiðsmark-
naðarnevndini. Hann var
eftir kravi frá Ritt Bjerre-
gaard skiftur út við ein
annan. Hann hevur fleiri
ferðir biðið um eina frá-
greiðing um orsekina,
men hevur einki svar fing-
ið.
Ritt Bjerregaard vísir
aftur atfinningunum og
sigur, at hon kennir seg
ikki sum nakran diktator,
men vísir á, at ein og hver
flokkur má hava eina
leiðslu, sum kann taka tær
neyðugu avgerðirnar. Eis-
ini vísir hon á, at tað av og
á er neyðugt at taka av-
gerðir, sum ikki eru so væl
lýddar.
Nú verður málið so tikið
upp í flokkinum. Svend
Auken hevur lovað ting-
manningini, at spurning-
urin skal verða vidgjørdur
í flokkinum. Eygleiðarar
rokna ikki við, at atfinn-
ingarnar móti Ritt Bjerre-
gaard fara at rína við, men
at hon fer at varðveita sín
týdningarmikla sess í
floksleiðsluni. Roknað
verður við, at orðaskiftið í
flokkinum fer at vera
Jeppesen bjálkahús við yvir-
dekkari terassu og stórum út-
húsi við gestarúmi og tveim-
um amboðsrúmum umframt
vakstrarhús.
Í húsinum er stova, spísi-
stova, køkur, gongd, sovi-
kamar, icilett, el-hiti og
sjónvarpsantenna. Innbúgv
fylgir við. Grundgkið er 1685
fermetrar til víddar.
Húsini eru við Sejergvíkina,
ein tíma at koyra úr Keyp-
mannahavn.
Prísur 190.000,-
Telf. 12985 eftir kl. 17
kensluborðið og at lýsing-
arorðini ikki fara at tróta.
Men longu nú hava at-
finningarnar givið úrslit.
Tingmenn floksins hava
fingið at vita, at teir í
framtíðini skulu fáa betri
innlit í mál, sum leiðslan
arbeiðir við — og fáa upp-
lýsingar skjótari enn hig-
artil.
Stór ónegd hevur verið
um, at limir floksins i
teimum ymsu nevndunum
ikki eru eftirspurdir, áð-
renn flokkurin og harvið
floksleiðslan úteftir hevur
greitt frá sínum politikki
ella stødutakan í ávísum
málum.
— Tað er uppá tíðina, at
leiðslustílurin verður tikin
upp til nýggja umreðu,
sigur Kaj Poulsen. Hann
sigur við Politikken, at
Ritt Bjerregaard ongantíð
hevur fingið litið upp í
hendi óavmarkað vald frá
flokkinum. Men tað hevur
hon sjálv tikið sær. Tað
eru so mong, sum hon hev-
ur traðkað á í bólkinum, at
tað nú er uppá tíðina, at
vit fáa eina uppgerð, sigur
Kaj Poulsen.
Men tað eru eisini teir
tinglimir, sum vísa aftur
kritikkinum móti leiðsluni
og siga hann vera »tåpu-
ligan«.