Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 — 21. februar 1991 Síða 13 Vágbingar og minningarorð Eg haldi ikki, at eg nak- rantíð havi lisið eitt aftur- svar til minningarorð í bloðunum. Henda við- merking er heldur ikki eitt slíkt, men harafturímóti ein lýsing av, hvussu ó- hugnaligt og ómansligt ein sjålvsøkin maður kann týggja sær í skrivt í hes- um sambandi. Vágbingar vóru, og eru partvís enn, í brenni- deplinum í sambandi við »skulamålid«, sum eftir tógvið stríð endaði við, at skúlastjórin misti starvið, og at annar maður varð settur í hansara stað. Eg skal ikki á nakran hátt leggja meg út í hetta sera viðkvæma mál, men ein- ans nema við óskrivaðu siðalæruna viðvíkjandi al- mennum minningarorð- um. Fyrrverandi skúlastjór- in við Vágs Skúla hevur, serstakliga aftan á at hann varð rikin úr starvi, mangan skrivað minn- ingarorð í bløðunum um vágbingar, sum eru deyð- ir. Hetta hevur hann, eins og onnur rætt til, men eg spyrji: Hvar eru merkini viðvíkjandi tí ómetaliga stóru egoismuni, sum so måttmikil ber »minning- arorð< hansara uppi...? Leggur Jákup Olsen í, um hann stendur fullkomu- liga nakin frammanfyri Føroya fólki...? Eg trúgvi nevniliga, at tað eru fáir feroyingar, ella vágbingar, sum ikki lætt- liga kunnu staðfesta, at tá ið ein maður vandar sær so grefliga og kensluleyst um sorg og deyða, so bendir tað á, at maðurin skrivar við persónligum vinningi fyri eyga. Eg havi gjelliga lisið nøkur av minningarorðun- um, sum fyrrverandi skúlastjórin hevur havt í blødunum. Í einstøkum forum havi eg lisið tey, ti eg havi kent viðkomandi, sum farin er, men í sein- astuni havi eg verið settur av vónini um, at >sjálvút- foldilsini« hjá Jákupi Olsen fóru at linka, kanska halda uppat. Or- sakað av hesum havi eg lisið minningarorðini við einum ávísum áhuga fyri persónligu steðuni hjá Jákup Olsen. Eg haldi tað vera ótrú- ligt, ja onki minni enn & hoyrt, at minningarorð skulu verða nýtt at ákæra mótsteðufólk og reinsa seg sjálvan. Somuleiðis er tað ein óbótagerð, at brúka deyð fólk uttan teirra tykki, at fáa fólk at taka synd< í einum. Tað er undir alt lágmark at brúka eitt so kensluliga viðbrekið eki at vinna sær sóma millum fólk, sjálvt um skrivingarlagið og jánkasliga royndin at hylja veruliga endamálið við skrivingini, valla fær fólk at fella tár yvir hevundan. Til tess hevur hann avdúkað alt ov stór- ar partar av ivasomu sinnissteðu síni. Í staðin fyri at brúka so stóra orku at sannfera fólk um, at ell hava verið so øgiliga ljót móti sær og sínum, so skuldi Jákup Olsen heldur roynt at lært seg at viðganga og vera sannur. Fólk, sum eru á lívi, hava helst lítlan áhuga í at verða misbrúkt i fjølmidlunum í einum so mikið viðkvæmum máli. Tá tey eru á lívi, kunnu tey nokta at verða mis- brúkt, men tá tey hava givið upp ond, tá ber teim- um ikki til. Tað er tí, at vit siga, at „tey deyðu skulu hava frid«. Jákup Olsen: Lat tey deyðu hvíla í friði. Ikki brúka tey eisini í tínum persónligu ætlanum, og lat vera við, hálvavegna at leggja fólk undir at teppum og linoleum. Ókeypis vegleiðing. Vit gera gamla gólvið sum nýtt Slípa, avsýra. lakkera træ, kork, vinyl, flísar, trappur. lútviðgera gamaít Djúpreinsan av Vit koma um alt landið. Bindandi tilboð verða givin. hava lagt onnur í grevina. Somuleiðis skal eg minna á, hvussu býttisligt og vamlisligt tað er, í minn- ingarorðum, at seta spurnartekin við, hvert nakað kann vera so syrgi- ligt, sum lagna tín. Tey flestu vita, eins og tú, at tú hevur verið sera hepp- in. Jákupi Olsen, vágbing- um og Feroya fólki til kunningar. . ! Vágbingur Gólvtænastan Tlf 18875 Danair brúkar eitt av heimsins mest nýmótans flogførum á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn. Umborð á okkara nýggja Boeing 737-500, sum er skapað eftir torvinum hjá ferðafólkunum, eru tað fleiri góð setur at sita í og eyka gott pláss til beinini. Vit borðreiða eitt leskiligt máltíð á ferðini. Tú kanst taka tær av løttum við einum ferskum føroyskum ella donskum tidinda- blaði. Njóta okkurt gott at drekka - ókeypis. Keypa tollfrítt meðan tú hvilir... Og tú kanst ókeypis hava 30 kg í vidføri við tær. Ferðafólk ið gjalda vanligan kostna, eru vælkomin í "Mermaid Lounge" í floghavnini í Keypmannahavn. Her kann ein uttan at gjalda, fáa okkurt at leska sær við. um ein løta er til flogfarið fer heim til Føroyar. Vælkomin umborð! DANAIR RR» Pe