Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

„iðnað Ábyrgdarblaðstjóri. Krisjan Dahl þa Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Ljósmyndari Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Bustadur: Argjavegur 26 Utgevari P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent: P/f Pressan 1981 Telefon Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: Gongd å aftur STØDAN fyri kanska stóru búskaparligu men viljin til framtøk anir tå onkunstaðni enn í landinum talar teimum glottunum VIST mugu vit vísa vilja til afturhald í nýtslu og ávísum iløgum, men mest av ollum mugu vit, hóast hes- ar trupulleikar, stimbra viljan til at arbeiða okkum burturúr armóðini STØDDINI á sparingunum eru vit ikki einsamallir harrar yvir, tí uttan lendis viðurskifti kunnu ógvuliga skjótt broyta krøvini til hesar, men heilt skjótt ber skeivara vegin um hesar sparingar forkoma møguleik- um okkara fyri nýggjum vinnuligum tiltøkum. HER må og skal sjøtul setast å og tað beinanvegin. Vit hava snøgt sagt hvørki råd ella moralskan rætt til at lata eyguni aftur fyri alsamt vaksandi arbeidsloysinum. TÍBETUR hava fiskasøluprisirnir verið so mikið hækkandi seinastu tíðina, at skipini fáa nú hópin meira burturúr. Vit halda okkum tó vita, at avreiðingarprísirnir um stutta tíð aftur fara at javna seg, men tó finna eitt stødi væl omanfyri »gomlu« á- settu avreiðingarprísirnar. MEN við verandi framleiðsluúrvali og avmarkada tilfeinginum kemur kortini at resta í, serliga hjá smærru virkjunum. HETTA nú so ljóta fyribrigdið »tad almenna« má ganga undan eina- ferð enn, antin okkum dámar tað ella íkki. Men marknaðarrembingar- nar skuldu nú gjørt tað almikið lætt- ari enn onkuntíð hjá teimum privatu at tikið um endan, serliga um al- menni stuðulin snúði seg um tekn- iska partin og hjálp til at fara undir nýggjar framleiðslur — men bara ikki til rakstur. Hesin eigur at fáast at hvíla í sær sjálvum. FÁA vit ikki gongd á meirviðgerð av fiski okkara beinanvegin, kunnu vit eins væl kasta frá okkum og góðtaka hópútflytan — ikki av vør- um — men av fólki. Valid er tí ikki torført, tað er bert eittans. NÝGGJA landsstýrið hevur eftir øll- um at dóma nógv gott í kvittanum hesum viðvíkjandi, men skal vinnu- liga máttloysi ikki gera bart millum arbeiðandi fólkið, so má okkurt »tekin« skjótt fåast um, at samfe- lagið veruliga kann fáast í gongd aftur. HÓAST lítið er komið burtur úr av at innflyta ískoytisfisk til virkingar í KN Føroyum, so må henda leid troytast — helst so nógv, at vit, í ollum før um at byrja við, kundu selt størri nøgdir av okkara egna fiski feskan av landinum. Bert mugu vit treyta okkum, at góðskan av verum okk- ara úr innflutta fiskinum altíð er borðbær og ikki á nakran hátt kann koma góða umdomi okkara i vanda. ENDAMÅLID skal sjálvsagt vera, at okkara egni fiskur til eina og hvørja tíð verður virkaður optimalt til hægsta møguliga virði i Føroyum at tað tilfeingi, vit hava, verður latið flest møguligum til virkingar ARBEIÐSFREMJAN høvudsvinnu okkara seg í veruleikanum um gjøgnum arbeiði innan hesa snyr 2 at luta út okkara felags ogn, virði av fiskatilfeingi okkara, til flest møgu- ligar hendur. TALAN verður ikki um »terapi« — og skal tað heldur ikki, men skal studningur á nakran hátt koma upp á tal framyvir, skal hesin bert liggja í teimum framleiðslum, sum elva størstu virdisøkingina. FLAKAFOLK og onnur, sum i hes- um døpru døgum einki vita sær til arbeiðis, hava størstu vónirnar til nýggju framleiðslurnar. Hjálpið teimum til arbeiðis, tí vón er so leingi tað er liv, men einsamøll mettar hon ongan. GEVIÐ okkum nú eitt »tekin«. - | y ME Sosigaley 1" SD i Eingin arbeiðsloysis- trygd Dimmalætting skrivar í oddagrein í gjár um tør- vandi arbeiðsloysisuygd: Í øðrum londum, eina fremst teimum norður- lendsku, hava í mong ár verið galdandi reglur, sum tryggja vanliga arbeiðs- fórum løn, tá ið tey uttan egna skuld missa lønandi arbeiði, men hendan trygdarskipan hevur ongantíð verið fyriskipað í Føroyum. Hvi hetta ikki hevur verið gjørt her á landi, undrast helst mang- ur yvir. Tá id Føroyar í árunum herfyri høvdu lønandi arbeiði til allar hendur, so at tydandi javnaðar- politikarar í útlendskum blødum kundu breggja sær av, at arbeiðsloyst var eitt ókent fyribrigdi hjá okk- um, tá vóru góðir møgul- - SY x * cikar fyri at leggja grund undir fíggjarligari skipan móti ti arbeiðsloysi, sum kundi koma, tá ið góða tíðin hæsaði av. Men hvat varð gjórt? At vit ikki hava eina trygd hjá fólki, sum uttan skyld missa lønandi ar- beiði er ógvuliga harmi- ligt, og hesum kunnu vit bert takka skiftandi lands- stýrum fyri. Men spyrja vit hví vit onga arbeiðs- loysisskipan hava, veit eisini Dimmalætting full- væl hvussu ávísir flokkar - serliga teir borgarligu - hava leikað í sum Óðir, tá hetta hevur verið nevnt. Ein teirra vildi enntá vera við, at fingu vit eina tílíka skipan góvust fólk at arbeiða. Spyrja vit síðani hví vit fingu eitt so mikið stórt arbeiðsloysi vit hava í dag, kunnu vit best spyrja Sambandsflokkin hví hann undir seinasta landsstýri skipaði so fyri, at stødan er sum hon er. Ss SA Í gongd aftur Blaðstjórin á 14. Sep- tember vil vera við, at Javnaðarflokkurin saman við Fólkaflokkinum ger tað óliviligt í Føroyum: Men hvat halda fram- standandi javnaðarfólk og valevni floksins til seinasta løgtingsval - tey, sum í góðari trúgv ferðaðust runt úr bygd í bý og lovaðu "at seta gongd á aftur" hetta samfelagi, ið tey søgdu er steðgað upp? Nú er alt reyp tagnað, og javnaðarfólk skammast. Oddagreinin í javnaðar- málganginum er stytt nið- ur í helvt, og á baksíðuni á blaðnum finnur tú onga tekning av tí nógv um- redda bilinum, ið bremsaði so hart, at við- føri - serligc Palleba og Marsanna, fóru sendandi fram av. Í Tjóðveldismenn tykjast ikki rættiliga at vera komnir fyri seg aftur eftir eyðmýkjandi ósigurin við valið seinast tá hann frá veljarunum fekk at vita hvar hann var ynsktur. Hinvegin vann Javnaðar- flokkurin valið og tók sostatt á seg at reka samfelagið víðari. Hesa- ferð saman við Fólka- flokkinum. Vit ivast ikki i, at Javnadarflokkurin fer at gera sitt itarsta i lands- styrinum - ikki minst at seta samfelagid i gongd aftur og fáa fólk í arbeiði. Vit hava eisini vónir um at tað fer at eydnast. Við- víkjandi tekningini á bak- síðuni er at siga, at tað eru vanliga ikki vit sum gera av hvat teknarin skal tekna. Tað er upp til hansara egna hugflok og evni. At hann ikki longur avmyndar landsstýrið sum hin uppsteðgaða bilin man helst vera, at umreddi bilur er við at fáa ferð á aftur. Fólksins lænarar Við meira ella minni jøvnum millumbilum sæst uppskot koma å ung, sum miðjar ímóti at td. fjølmiðlar fáa stórri innlit í almenn viðurskifu. Hetta er eisini iltrongt, ikki minst í Føroyum. Í mangar mátar eru almennu stovnar í Føroyum åtøkir teimum í útlondum, men mangt tíðir uppá, at í nókrum fórum eru stjórar av teirra innastu sann- føring, at almenni Stovnurin teir umsita, er teirra privati urtagarður har eingin "6vidkom- andi" hevur atgongd. Soleiðis tykist stødan at vera á Posthúsinum. Postverkið hevur fleiri miljóna hall á hvørkjum ári sum skattgjaldarin rindar. Innanveggja ganga starvsfólk og pipra, tí tey vita ikki nær uppsagnarseðilin liggur á borðinum. Men at skriva um hesi viðurskifti er halgibrot. Skattgjaldarin, sum rindar miljónirnar á hvørjum ári, er "óviðkomandi" og má ti einki fáa at vita og postleiðslan trýr, at hava teir onga við- merking er hetta trygd fyri, at einki verður skrivað. Men her fara teir so dyggiliga skeiv- ir. Postverkið er ikki einasti almenni stovnir sum ber seg so at. Vit hava eisini onnur dómi, eitt nú tá Tollstovan fyri ikki so langari tíð síðani beinleiðis leyg fyri Sosialinum um tollkredittir. Landsstýrið, sum stendur oman fyri øllum almennum stovnum, hevur eina stóra uppgávu at halda í oyrunum á teimum. Tí bæði landsstýrið og almennu stovnarnir eiga ongantíð at gloyma, at teir eru til fyri fólksins skuld og ikki øvugt.