Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 22. februar 1991 ÍTRÓTTUR Eysturoyarkappingin: Tveir dystir Í gjårkvøldid Hóast fleiri dystir eru útsettir, og ikki øll fel- øgini hava fingið skip- aða venjing enn, heldur Eysturoyarkappingin í fótbólti fram. I gjårkvøldid vórðu tveir dystir spældir, men úrslitini frá teimum vistu vit ikki, tá blaðið fór úl prentingar. Hesir báðir dystirnir vórðu spældir í Gøtu og á Skála. Í Gøtu spældu 1. deildarliðini hjá GÍ og B68, og á Skála 2. deildarliðini hjá Skála og GI. Mikukvøldid varð ein dystur í somu kapping spældur á Toftum mill- um 3. deild hjá B68 og 1. deild hjá NSÍ. Nú er endaliga avgjørt, at EM-landsliðið skal til Portugal at vera við í trýlandakappingini sam- an við norsku og finsku OL-landsliðunum. Nógvur kavi er í Hol- landi í løtuni, so ti varð kappingin flutt til Portugal, har hitin liggur millum 12 og 15 stig. Kappingin verður í tí gitna og søgurika bynum Troja. Mikudagin 27. februar Til Portugal Hendan dystin vann NSI 5-1, eftir at stødan i hálvleikinum hevði verið 2-1. Jack Jacobsen og Símun Danielsen skutu hvør síni tvey mål og Oddfríður Gaardbo eitt fyri NSI. Málið hjá B68 skjeyt Hans Hansen. Fyrsta málið hjá NSÍ, sum Símun Danielsen skjeyt, var ein perla av einum 30 metra lang- skotið, ið sat uppi í trý- kantinum. Málið hjá B68 kom uppá horna beinleiðis, ið eykamál- maðurin hjá NSÍ dropp- aði skeivu megin yvir- liggjaran... . hj. spæla Føroyar og Noreg, og friggjadagin 1. mars Føroyar og Finland. Upprunaliga var ætl- anin, at landsliðið í Hol- landi eisini skuldi spæla móti Fortuna Sjttard, ið spælir í heiðursdeildini, men nú kappingin er flutt, er ikki eydnast at fáa líknandi avtalu við nakað felag í Portugal. hj. Síða 7 Eysturríkski landsliðsvenjarin ruddar í hópinum Alt landsliðið verður skift út Ótrúliga góði fóroyski innsatsurin í Landskrona saman við vánaligum spæli í HM-kappingini í fjórsummar, hava gjórt sítt til, at menn sum Rodax, Polster og Ogris eru koyrdir av eysturríkska landsliðnum At sigur føroyska landslið- sins á Eysturríki í Lands- krona framvegis gevur ekkó, hevur nýggi eystur- ríkski landsliðsvenjarin staðfest, nú hann er farin undir stóra upprudding í landsliðshópinum. Alfred Ricdl, ið yvirtók starvið sum venjari eftir Josef Hickersberger, sum segði upp dagin eftir Landskrona-dystin, er av álvara farin at pilka teir spælararnar burturúr, sum hann helst vil sleppa und- an at hava á liðnum fram- yvir. Teir fyrstu, ið nú „liggja eftirá", eru álopsspælarar- nir Gerhard Rodax og Tony Polster, ið báðir vóru við í dystinum móti føroyska landslidnum. Lidnir á liðnum Eftir dystin varð innsatsur- in hjá hesum báðum lítið virdur í eysturríksku pressuni, og fingu teir mangt og hvat omanyvir seg. Nú er so endi komin á teirra landsliðsspæl. Og hetta hóast rímiliga væl gongst hjá báðum í spon- skum fótbólti, sum er livi- breyð teirra. Umframt Rodax og Pol- ster, er eisini ein onnur av Stóru stjórnunum tíkin av liðnum. Talan er um Andreas Ogris, ið ikki var við í dystinum í Landskrona. Hann var tó saman við hinum báðum við á HM- liðnum, sum var við í Ita- lia í fjørsummar. Nytt framtidarlid At Ogris eisini er millum teirra, ið nyggi venjarin hevur sloppið sær av við, hevur ikki sørt vakt ans, ti í dystinum móti Jugosla- via 31. oktober, sum Eyst- urríki tapti 1-4, var hann einasti glottin á liðnum, og eisini legði hann í fyra hálvleiki Eysturríki á odda 1-0. Tað, sum Alfred Riedl ætlar við hesum mongu og ikki sørt ógvusligu útskift- ingunum á liðnum, er at byggja eitt heilt nýtt eyst- urríkskt framtíðar-landslið upp. Hvussu honum fer at gangast við hesum ætlan- um, er ilt at meta um enn, tí „nýggja“ liðið hevur enn ikki havt møguleika at royna seg, men vónandi fer ikki at gangast ti alt ov gott, tá føroyska landsliðið í mai skal til Eysturríkis at spæla seinna EM-dyst- in. hj. Tony Polster stridist her vid Mikkjal Dan- ielsen um båltin i dystinum i Lands- krona 12. september. Polster misti hendan bóltin, og nú hevur hann saman við Gerhard Rodax og Andreas Ogris eisini mist landsliðssessin. Mynd: Keld Navntoft