Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fær Suðurafrika emokratiskt styri um eitt år Tað hava verið sera skift- andi tíðindi, vit hava fing- ið um viðurskiftini í Suðurafrika hesi síðstu árini. Tað hava verið tekin um at lætti hevur verið í teim sera ódemokratisku forboðslógunum móti teim upprunaligu íbúgvunum — um apartheidfyribrigd- ið — men so hava vit aftur frætt um ótangagerðir, um harðskap og fólka- morð. 1. februar 1990 varð Nel- son Mandela leyslatin, tá hevði hann sitið fastur í nógv ár. Leyslatanin var fremsta tekin um, at stjórnarleiðsla Frederick Klerk's í september 1989 varð byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið. Um somu tíð settu politisku møorðini nýtt met og herðu saman- brestirnir millum svert í Natal provinsini harðn- aðu. Størsti politiski ågangurin i Sudurafrika Størstu politisku bólkar- nir i Sudurafrika er ANC (Nelson Mandela) og Tjóð- veldisflokkurin (Frederick Klerk). Ein kanning mið- skeiðis í 1990 sýndi, at 53% vóru fyri ANC meðan flokkur Klerks fekk 17%. Tjóðveldisflokk Klerks hevur havt stjórnarræðið í Suðurafriku í 42 ár og De Klerk hevur tryggan meiriluta við meira enn helminginum av sessun- um í tjóðartinginum. Enn er óvist at meta um, hvert politikkur De Klerks at umskipa samfelagið hevur gjørt møguleikar hansara at tekkjast veljarunum minni. Lítið er tó at ivast í, at stórur partur av teim hvítu — serliga millum bendurnar — vil varðveita skilnaðarpolitikkin, apart- heid. Men greitt er, at flestu av teim hvítu halda, at tað ber ikki til longur at føra tann politikk, sum apartheid lógirnar hava ført við sær. ANC varð stovnað i 1912. Hetta var politiska rørslan hjå teim svørtu i Afrika. Men rørslan er i dag í stórum trupulleikum av teim broytingum av skiftinum frá at vera ein uppreistrarrersla til at vera rersla, sum vil fremja politikk við samráðingum. Eitt av loysunarorðunum hjá ANC miðskeiðis í 80- unum var »liberation now, education later< (fyrst frælsi, síðani útbúgving). Nú frælsi er í nánd, er neyðugt hjá tjóðskapar- rersluni ANC at laga seg eftir broyttu umsteðunum — og tað er ikki uttan trupulleikar. Og undir tílíkum um- steðum er altíð vandi fyri at ódemokratiskar rerslur, sum vilja stríð, vinna. Mong — serliga tey ungu í ANC, fela seg svikin, tí ANC hevur lagt vápnini (august 1990). Tolsemi og samfelagssinni hevur tó verið aðaltátturin hjá ANC. Stovnararnir av rersluni høvdu m.a. Gandhi gamla sum fyri- mynd og var mótsteðan hjå ANC i 1960-90 serliga bend eftir málum, ið ikki vóru sivil. Ti er væntandi, at ANC megnar skjótt at broyta politikk- in. Hóast bæði ANC og Tjóðskaparflokkurin væntandi fáa góða undir- teku, sleppa partarnir neyvan stórt longur, eydn- ast tað ikki at fáa hinar flokkarnar at skilja stød- una. Umframt Tjóðskapar- flokkin hevur hin sera hegravendi Konservativi flokkurin og framburðs- flokkurin, (Frælsi flokkur- in) sæti í tjóðartinginum. Umframt konservativa flokkin, eru kreftir til høgru við nazistiskum inn- blástri. Eingin av hesum eru fyri broyting av apart- heidpolitikkinum til tað betra, heldur tverturímóti. Mest hegravendu hava skotið upp, at samtykkja »avbyrging« av serligum Nr. 37 — 22. februar 1991 Jåkup Lindneskov, følkatingsmadur, skrivar: |. partur landagkjum fyri tey hvítu (Whites-only homeland), um so verður, at ANC og De Klerk fara at samráð- ast um nýggja skipan. Teir, sum ganga longst, skjóta upp, at taka upp- aftur tær lógir, sum vóru galdandi í Boara-repu- blikkini í farnu eld. Men hetta gerst neyvan veru- leiki. De Klerk sleppur neyv- an undan at samtykkja onkrar av treytum teirra í suðurafrikanska samfelag- num. T.d. kann hugsast, at tað verða ávís serrætt- indi at verja minnilutar og ávísar semdir fíggjarliga eisini. Semdir, sum De Klerk ynskir at fáa semju um við ANC. Teir frælsu (liberalu) eru ikki ímóti De Klerk í apartheidmálinum. Flokk- urin umboðar hvítu fram- burðskreftirnar, sum altíð hava virkað fyri at loysa upp apartheidpolitikk. Buthelesi óttast Men ósemjan millum svertu rerslurnar hevur verið serliga greflig nú eitt skifti. Stríð millum In- katha-rersluna og ANC verður mett at hava framt meira enn 3000 lívlát síð- ani 1987. Inkatha — sum Mangosuthu Buthelezi stýrir — hevur fingið bein- leiðis stuðul frá teim høgrakreftum, sum eru mest til høgru, m.a. eisini innan trygdarløgregluna. Osemjan millum ANC og Inkatha er serliga ti Buthelezi óttast, at hann kemur at missa ávirkan. Vanligt hevur verið í Suðurafrika, at meirilutin hevur stjórnað einsamall- ur. Buthelezi óttast tí, at ANC verður komandi stjórnarflokkur — og har er orðafellið eftir roynd- unum »the winner takes it alle. Ti hevur Buthelezi hert sítt stríð móti ANC og hildið seg hava møgu- leika at vinna. Nelson Mandela hevur gjørt sín part at fáa Buthelezi at skilja, at hann einki hevur at frykta, samstundis sum hann ferð eftir ferð hevur lagt herðslu á, at ein kom- andi stjórn í Suðurafrika eigur at verða sett saman av fleiri flokkum, hóast valúrslitið Síðst í farna mánaða møttust Mandela og Buthelezi Har vóru royndir gjerdar at fáa semju og vilja báðir leggja niður stríð. Men tíðin fer at vísa, um so verður. Politisku åhugamålini hjá teim svertu umfata eisini »Unated Demo- kratic Front< (UDF). UDF varð stovnað í 1980-unum sum ein felagsnevnari fyri teir partar, ið berjast móti apartheid. Bæði kirkju- ligir felagsskapir og fak- felagsrerslur eru við í UDF. Felagsskapurin hevur retur sínar í ANC og er ikki i andstødu móti ANC. Tverturímóti hevur rerslan gjørt minni um seg, so hvert ANC hevur fingið sterri og sonevndan lógligan týdning. Pan-Afrikanska Kon- gressin (PAC) hevur í mong ár kappast við ANC í mótsteðuni móti apart- heid. PAC er meira radi- kal enn ANC. Felagsskap- urin loyvir ikki limaskap til hvít og góðtekur bert 100% svart meiriluta- stýri. Í kanningunum, vit hava nevnt, fekk PAC bert undirteku frá 2,7%. Týdningur PAC's fer ti at standast av hvert tað eydnast teimum at vinna atkveður frá ANC. Tað verður kunngjert fyri ætt, vinum og kenningum, at góða kona og mamma okk- ara PAULA IHLEN Tórshavn andaðist á Ríkishospitalinum mikudagin 20. februar 41 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin 24. februar, kl. 14. Tey, ið ætla at lata blómur, biðast heldur lata Hjartafelagnum eina gávu, konto í peningastovnunum. Gunnar, Andrias og Gunnleyg