fríggjadagur 22. februar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Minni í løn heldur
enn at siga fólki upp
Afturgongdin (i Du
skapinum kring allan
heimin i kjalarverr-
inum á krígnum í Golf-
inum, merkist alla
staðni og serliga
"ðamannavinnuni.
Hetta hava serliga te)
stóru flogfeløgini
merkt. Alla staðni
verða fólk í hópatali
uppsøgd og virksemi
hjá flogfeløgunum
verður munandi skert.
Eisini á charterekin-
um ger afturgongdin
seg galdandi, og eitt av
feløgunum, sum nú
tekur avleiðingina av
kreppuni, er Sterling
Airways, men sum vil
royna aðrar mátar at
vinna á kreppuni enn
at siga fólki upp.
Leiðslan í felagnum
hevur heitt á alt
starvsfólkið at lækka
lønina vid 20% kom-
andi tríggjar mánaðir-
nar. Hetta verður gjørt
fyri at forða fyri, at
fleiri av starvsfólkun-
um verða uppsegd.
Ganga tey við til hetta
uppskotið, fer tað at
spara fyritekuni 20
mill. kr. í lønarutreidsl-
um komandi tríggjar
mánaðirnar.
Starvsfólkini skulu tá
arbeiða ein dag minni
um vikuna.
Nú hava so starvs-
fólkini í Sterling Air-
ways fund um málið og
roknað verður við, at
tey fara at taka undir
við uppskotinum frá
leiðsluni. Fyritøkan
hevur 1800 fólk í ar-
beiði i Danmark,
Noregi, Svøriki og Fin-
landi.
Henda skipanin hev-
ur verið roynd í USA
og aðrastaðni við. Eis-
ini bretskar ferða-
mannafyritøkur, sum
merkja afturgongdina i
ferdafolkatalinum, eru
farnar at ganga somu
leið. Hetta verður gjørt
sum ein fyribils loysn,
tí fyritøkurnar vóna, at
Golfkríggið skjótt end-
ar og at fólk aftur fara
at ferðast.
Men fer kríggið at
halda fram, so verður
næsta stigið helst, at
fólk í hópatali verða
uppsegd.
Albanar í ovfarakæti:
Hoxha fallin!
Seinasti skansin hjå
stalinismuni i Eystur-
europa var mikudagin
fyri ålvarsligum tapi,
tå tåsundtals albanar
koppaðu ta stóru
standmyndina av
teirra undanfarna leið-
ara, Enver Hoxha, og
fóru avstað við henni.
— Ovfarakæti var á
fólki, hetta er besti
dagur í lívinum, segði
ein albansk kvinna í
telefonsamreðu við
BBC mikudagin eftir
at hava verið millum
tey mongu fólkini, sum
koppaðu ta 6 metrar
hegu koparstand-
myndina av Hoxha,
sum stóð á hevuðstorg-
inum í hevuðsstaðnum
Tirana.
Hóast Enver Hoxha
doyði í 1985 og hóast
landsins stýri hesi
seinastu árini hevur
víst tekin til at vilja
geva fólkinum fleiri
demokratisk rættindi,
so eru fólk ikki nøgd.
Tey vilja sleppa av við
gomlu kommunistar-
nar og fortíðina. Hetta
er eisini orsekin til, at
fleiri studentar nú í
fýra dagar hava svølt-
að seg á lærda háskúl-
anum í hevuðsstað-
num. Teir krevja, at
skúlin skiftir navn.
Hann er uppkallaður
eftir fyrrverandi
kommunistaleiðaran-
um Enver Hoxha.
Undir stóru mót-
mælisgonguni í Tirana
í vikuni róptu fólk
rakstrarróp eftir nú-
verandi leiðarunum. —
Burtur við einaræðin-
um. Vit vilja hava eitt
Albania, sum líkist
restini av Europa, vóru
nekur av herrópunum.
Politi royndi at leggja
upp í við táragassi,
men mannamúgvan
var so stór, at politiið
megnaði einki og endin
varð eisini, at politiið
fór upp í mótmælis-
gongurnar.
Vandi er fyri, at
stjórnin í Albania, sum
hevur sagt seg vilja
ganga nýggjar leiðir og
hevur lovað fræls val í
mars, fer at seta hart
móti herðum. Umboð
fyri stjórnina segði
hósdagin, at stjórnin
fer ikki at góðtaka, at
balladumakarar gera
seg inn á almennar
ognir og skapa ófrið.
Nr. 37 — 22. februar 1991
Flógvakríggið:
Kina biður USA góðtaka
friðaruppskot Gorbatjovs
Fyrireikingarnar til stóra
landbardagan halda fram
samstundis sum tað verð-
ur strongt á at finna eina
diplomatiska loysn á kríg-
num. Í gjár hevði Irak ikki
svarað sovjettiska friðar-
uppskotinum, men roknað
varð við, at uttanríkisráð-
harrin í Irak skuldi koma
til Moskva í gjárkveldið
við einum svari frá Sadd-
am Hussein. Tað einasta,
sum irakar hava sagt al-
ment, síðani Gorbatjov
handadi Aziz fridarupp-
skotið, var í útvarpinum i
Bagdad mikudagin, tá
sagt varð, at Irak fór at
svara skjótt.
Bíðað verður nú í spenn-
ingi eftir svarinum. Eyg-
leiðarar rokna við, at Irak
helst fer at góðtaka upp-
skotið, men tað kann væl
vera, at Saddam Hussein
enn einaferð fer at royna
at seinka málið fyri harvið
at vinna tíð. Men hetta
vilja amerikanarar so ikki
hoyra talan um. Teir hava
longu boðað frá, hvat
minstamarkið er fyri at
amerikanarar kunnu góð-
taka at gevast við kríg-
num nú. Tað er m.a. at
irakisku deildirnar taka
seg úr Kuwait innan fýra
dagar, at teir lata allar
fangar leysar og siga teim-
um sameindu, hvar minur-
nar eru lagdar.
Enn er so ikki heilt
greitt, hvat uppskotið hjá
Gorbatjov gongur út
uppá. Tí er ómeguligt at
koma við gitingum og
metingum.
Men tað stendur alt
meira greitt, at skundar
Saddam Hussein sær ikki
at svara, so byrjar stóri
bardagin á landi hverja
letu.
Margretha drotning
í fokus saman við Bush
Donsku drotningar-
hjúnini eru í hesum
degum á almennari
vitjan í USA. Saman
við teimum er eisini
danski uttanríkisráð-
harrin Uffe Elleman-
Jensen.
Tey skulu vitja ymsa
staðni í USA og miku-
dagin var mótteka í
Hvítu Húsunum, har
George Bush forseti og
James Baker, uttanrík-
isráðharri, vóru vertir.
Danska drotningar-
vitjanin, sum eina letu
sýntist at detia heilt
burtur ímillum, nú allir
amerikanarar eru so
upptiknir av Flógva-
krígnum, er nú tvertur-
ímóti vorðin kend um
allan heimin. Tí hetta
er fyrstu ferð, síðani
Flógvakríggið byrjaði,
at Bush hevur tikið í-
móti kongaligum gest-
um, og har bæði hann
og uttanríkisráðharrin
nýttu hevið til at siga
frá, at USA hevur ikki
broytt sín politikk í
Flógvanum, men fer at
halda fram við kríg-
num. Allur heimurin
hevur spentur bíðað
eftir at frætta frá
amerikonsku leiðsluni.
Flest allar sjónvarps-
steðir í heiminum, sum
júst í hesum døgum
vísa Bush og Baker
serligan ans, fingu tí
eisini donsku drotning-
arvitjanina við. Tey
stóru bleðini hava eis-
B
1
ini myndir av donsku
drotningarhjúnunum
saman við Bush for-
seta. Tað sær tí ikki
mætari út enn at vitj-
anin hevur verið ein
»fulltreffari« sæð við
donskum eygum. Slík-
ar vitjanir skulu eisini
brúkast til at selja
Danmark sum ferða-
mannaland og geva
fólki vitan um hetta
lítla landið í Norður-
europa.