leygardagur 23. februar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 23. februar 1991
Hoydalsá skal skína
Farið verður nú undir at leggja kloakkir i Hoydølum, so Hoydalsá verður
reinari. Í fleiri ár hevur hovur hon verið illa dálkað, men nú verður betri
So at siga alt er klárt, so
Tórshavnar Kommuna í
næstum kann fara undir
kloakkarbeiði í
Hoydølum.
Fyri fleiri árum síðani
varð eitt reinsiverk sett í
ánna, har vegurin snarar
av oman í Hoydalar, men
hetta reinsiverk hevur
ongantíð virkað.
Tí verður nú roynd
onnur loysn, so Hoydalsá
eins og restin av Havnini
kann skína.
Ætlanin er at leggja klo-
akk frá reinsiverkinum
oman ímóti Boðanesgjógv,
og so víðari út á sjógv.
Arbeiðið, sum fer at
kosta um hálvatriðju
millión, kann byrja innan
Stutta tíð.
Bert nøkur småting eru
eftir at fáa uppá pláss,
áðrenn farast kann undir at
leggja kloakkina í
Hoydglum.
Hoydalar eru av teimum
mest náttúruvgkru pláss-
unum, og tað verður eisini
havt í huga, tá kloakkin
skal leggjast.
Talan verður sostatt ikki
um ein opna kloakk, ið á
nakran hátt skemmir um-
hvørvi, men verður tvørt-
urímóti ansað væl eftir, so
endaliga urslitid av ar-
beiðinum lagar seg so væl
eftir verandi umstødum,
sum gjørligt.
Kloakkeringin er partur
av eini stórri ætlan, sum
hevur sum mið at fáa
reinar áir í Havnini.
Havnará er reinsað, og
nú stendur Hoydalsá fyri
tørni, og verður miðað
eftir at fáa tað arbeiðið lið-
ugt í ár.
Nýggja kloakkin, sum
skal gera Hoydalsá rein-
ari, fer at lagað seg eftir
nåttåruvøkru um-
støðunum, so hon ikki
kemur at skemma um-
hvørvi á nakran hátt.
Mynd: Kalmar
Komandi ár er so ætlanin
at fara undir at reinsa
Rættará.
hj.
FÁ Sigur upp
Føroya Arbeiðarafelag handaði í gjár Føroya
Arbeiðsgevara uppsøgn. Høvudssåttmålin og
allir sersáttmálarnir eru uppsagdir
Mikudagin samtykti nevnd-
in i Føroya Arbeiðarafelag
at siga upp såttmålarnar vid
Føroya Arbeidsgevarafel-
ag. Bæði høvudssåttmålan,
teir triggjar sáttmálarnar í
Vágum, sáttmálamar fyri
busskoyringina á Sandi og
serarbeiðarasáttmálin eru
uppsagdir. Hesir ganga allir
út 1. mai, og uppsagnar-
freistin er tveir mánaðir.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeidara-
felag, sigur, at tað er eftir
tilmæli frá limafeløgunum,
at sáttmálarnir vórðu upp-
sagdir. Meginfelagið spyr
altíð limafelggini, áðrenn
stóða verður tikin til, um
sáttmálarnir skulu ppsigast.
Nú fáa limafeløgini aftur
bræv frá Føroya Arbeiðara-
felag um at koma við upp-
skotunum ul broytingar í
verandi sáttmála. Tá feløg-
ini so hava sent broytingar-
uppskotinn, verða tey savn-
að saman, og eitt felags upp-
skot ul nýggjan sáttmála
verður gjørt. Nevndin hevur
eisini síni uppskot, ið verða
løgd saman vid uppskotun-
um hjá limafeløgunum.
Ingeborg Vinther heldur
tað vera ov tíðliga at siga
nakað um, hvgrji ynski FA
fer at seta fram í samráðing-
unum. Ýmist er, ið må broy-
tast, sum tðirnar eru
blivnar, men tað skuldi ikki
verið tað stórar. Hvat
lønarkravid verður, hava tey
ikki roknað út enn, og tað
verður í hvussu er heldur
ikki kunngjønt í bræði.
randi
BILRØKT
Plåtu- og
Sproytuverkstaður
Ger bil fyri fólk
úr bygd og í bý
Pf. BILRØKT
v/ Simin í Dali
Akranesgeta 11 - Tlf. 15556
OKKARA GODSKA - TIN TRYGD
NU er at spenna
BELTINI
Altjóða skótadagur í gjár
Skótarnir
í kirkju
Í gjár varð altjóða
skótadagurin hildin
kring allan heim. Eisini
her í Føroyum vóru til-
tók í sambandi við dag
in.
Dagurin — 22. februar
- er felags fødingar-
dagur hjá hjúnunum
Robert og Olave
Baden-Powell, og
hevur hann verið hildin
um allan heim síðani
seinna heimsbardaga.
Sum siður er, varð
farið í kirkju um kvøld-
ið, og vóru gudstænast-
ur hildnar í sjey kirkj-
um kring landið.
Friðararbeiði
Skótargrslan er ein stór
rørsla her á landi.
KFUM í Havn skipar fyri:
Tilsamans eru eimir
2.100 skótar í 30 bólk-
um innan tær fýra
samskipanirnar — FH
skótarnar, KFUK-skót-
arnar, Skótasambandið
og KFUM-skótarnar
Í hesum á so mangan
hátt ófriðarligu tíðum
kann verða vert at
leggja ul merkis, at
skótaarbeiði í sími
grund er eitt friðarar-
beiði, 10 kann ganga
undan við sínum al-
tjóða vinalagi millum
børn, ung og vaksin,
uttan mun til átrúnað,
húðalit og mentan
Í øllum heiminum eru
fleiri enn 25 milliónir
skótar — ein rørsla, 18
munar.
hj.
25 dreingir
niður á legu
— vera saman við 200 ødrum
norðurlendskum 12-16 ára gomlum
dreingjum á stórari legu í Odense
Fríggjadagin 12. juli fer
Norrøna" av Havnini
við millum ødrum 25
dreingjum, sum skulu
niður til Odense í Dan-
mark á dreingjalegu í
lítla viku.
A leguni, sum KFUM
skipar fyri, verða 200
dreingir í aldrinum 12
til 16 år, sum koma úr
øllum Norðurlondum.
Hesar dreingjalegur-
nar verða hildnar ann-
aðhvert år, og skifta tær
millum londini.
Tað er KFUM í Havn,
sum bjóðar føroyskum
dreingjum við á leguna
Í mesta lagi 25
dreingir við leiðarum
kunnu vera við úr Før
oyum.
Luttakaragjaldið úr
Føroyum og aftur verð-
ur 2.750 krónur, og tå
er alt íroknað, uttan
lummapengar.
Tilmelding skal fara
fram hjå KFUM i Havn
á tlf. 11824 áðrenn 1.
juni.
hj.
Bergmenn
eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
Njål — Tlf. 19890