leygardagur 23. februar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A:
viku-
SKITUO
HIS
Blið er summarnátt á Forovyalandi
Jogvan Isaksen
Mentunargrunnur Studentafelagsins 1990
Ongantíð havi eg lisið nakra
føroyska bók og hildið
ondini frá fyrstu til semastu
síðu, sum tá eg las bókina
Blid er summarnått” á
Føroyalandi”, sum Jógvan
Ísaksen hevur skrivað, og
sum í hesum døgum verður
lisin upp í útvarpinum sum
framhaldssøga.
Tad er tydiligt, at Jógvan
hevur lisið nógvar krimi-
gur og krigssøgur gjøgn-
um árini. Hann dugir væl at
'gja søgugongdina upp
penningi, og hugflogið
Tad er í seinna lagi at um-
æla hesa bók, ið kom út
yri jól, men betur seint enn
kki, og annað upplag av
OKIT er EISIM a veg
IFØROYUM
KANN ALT HENDA
Hugskouð ul søguna er
eisini gott og ikki heilt veru-
leikafjart, sjálvt um alt er
uki0d úr hugaheiminum. Hvi
skuldi ein tyskur kavbát
kk: hava ligið í einum he
Jan annan heimsbardaga
Og hví skuldi ein suður
amerikansk skonnart ikki
komið higar mannað við
yrrverandi = nazistum at
samráðast um fiskirættindi
vegna land sitt? Fyrrverandi
nazistaleiðarar ganga jú
framvegis leysir, og tað er
áður hent, at føroyingar ikki
hava sett spurnartekin við
útlendingar, sum eru komn-
ir higar og bjóðað seg fram,
td. til at veitt lán, sum
bussførarar uttan koyrikort,
læknar uttan prógv. Og hví
skuldi tað ikki hent, at fólk
verða myrd, uttan at løg-
reglan fær nakran illgruna
um morð? Her henda nógv
brotsverk, ið ongantíð verða
uppklárað.
Við hesum í huga kann
"Blíð er summarnátt á Før-
oyalandi" kanska kallast
ein "løtumynd av føroyska
nutidarsamtelagnum”, sum
tikið verður ul á baksíðuni á
bókini.
Men efur at hava sodnað
bókina, loyvi eg mær at seta
fram nakrar ærligar atfinn-
ingar, sum Jógvan Isaksen
hevur krav uppá, tí hann er
altíð so bersøgin sjálvur.
Hann var eisini bersøgin,
tá bókin kom út, og. hann
r
1
1
u
11
fl
segdi sum var, at hann farin
at skriva søguna, tå hann
royndi seg vid nyggju teld-
uni.
ILLA LYST FOLK
Tað merkist eisini, at hann
ikki hevur arbeitt vid per-
sónunum. Sum lesari fekk
eg onga mynd av teimum.
Politisturin, hann kemur i
hóslag við, hvat er hatta fyri
persónur? Tað er eisini eitt
sindur legið, at Hannis
Martinsson skal fara til Før-
oyanakað aftaná, at vinkon-
an Sonja er deyð. Hví fer
hann ikki heim at fylgja? Og
efur mínum tykki hongur
tað heldur ikki saman, at
ølkykurin í Eyskarinum
skal vera førur fyri at renna
undan drivnum brotsmonn-
um.
Tad er meira sjáldan, vit
hava høvi at lesa skaldsøgur
vid føroyska samfelagnum
sum palli. Flestu skaldsøg
urnar, vit lesa, eru á útlends
máli ella týddar úr
fremmandamáli. Tí kenna
vit íkkt umhvørvid, skrivað
verður um.
Her er umhvørvid kent.
So mikið kent, at eg fekk
ikki frið at vera í krimi-
søguni, tí Jógvan heldur seg
seg trúfast til veruliga um-
hvørvid í Havn. Eyskarið er
innrættað, júst sum Kaggin
var, áðrenn hann brann.
Bakkus er Mimir, o.s.v. Í
staðin fyri at vera í sØguni,
kundi eg ikki lata vera við at
hugsa um, hvgrji hús í eini
ávíari gøtu, hann sipar til, og
hvør hasin umrøddi Eys-
kars-limurin mundi vera. Tå
umhvørvid er so kent, fær
lesarin ikki frið at liva seg
nóg væl inn i søguna. Tað
forðaði í hvussu er mær.
Tá Jógvan skrivar um øl-
klubba-umhvørvid er hann
tó meira á beinari leið, enn
tá hann lýsir ymist annað í
"løtumynd síni av føroyska
nútíðarsamfelagnum".
Kum
OKENT BIT
Kanska hevur Jógvan verið
ov leingi burturi úr Føroy-
um. Kortini hevði eg vænt-
að, at løtumynd hansara
hevði eitt sindur meira av
biti. Tað kennist fjart, tá
høvudspers6nurin nngir til
hj
almennan stovn og fær ljótt
aftursvar. Vit, sum í okkara
arbeiði dagliga ringja til per
og pól, uppliva sjáldan at
fáa skitin orð sum svar. Har
hevði verið meira hóskandi,
um almenni stovnurin als
ikki svaraði, um stjórin var á
fundi ella á skeiði, og eingin
kundi geva nakað svar. Ella
okkurt úlíkt. Tá hevði tað
líkst Føroyum.
Kanska eri eg seintfat-
andi, men sjálvt um eg
kenni Jógvan sera væl, og
eg kenni hansara humor,
noyddist eg at lesa summi
brot í bókini meira enn eina
ferð fyri at fata, at tað var
skemt. Skemt má tað vera,
tá hann letur ein persón siga,
== -
Spennandi krimi
- men uttan D
at målfrødingarnir i Føroy-
um góðtaka alt islendskt og
vraka danskt. Er tað ikki
skemt er tað at lifra fyri
undirlutakenslum. Snobba
niðureftir, sum onkur tekur
til. Allur endin á bókini skal
vónandi eisini skiljast sum
skemt.
Hóast hesar atfinningar,
so haldi eg fast við, at "Blíð
er summarnått á Føroya-
landi" er sera spennandi, og
eg gleði meg til næstu
krimisøguna, sum Jógvan
Isaksen er við at skriva.
Randi Jacobsen
Sunnudagin kl. 16.00
skipar = Norðurlanda-
húsið fyri einum Miki-
nes/Mykines tiltaki við
bæði nýggjum faldar-
um, nýggjari plakat og
selu av bókini >Miki-
nes«, sum Bárður Ják-
upsson hevur givið út
hjá Emil Thomsen.
Komandi vikuskifti
eru 85 ár síðan Sámal
Joensen Mikines varð
borin í heim í Inni-
stovu i Mykinesi.
Listaverk hansara eru
vida kend, og hann
verður i dag roknaður
millum teir sterstu
nordurlendsku — lista-
målararnar.
Bókin
Neyvan hevur nekur
listabók í Norðurlond-
um fingið so rósandi
ummæli tey seinastu
árini, sum »Mikines-
bøkin« eftir Bárð
Jákupsson. Í umtalu
av hesum meistara-
verkinum, sum Bárður
Jákupsson skrivaði,
eftir at Emil Thomsen
hevði tikið stig til bók-
ina, siga teir fremstu
donsku ummælararnir,
at Mikines kann javn-
metast við Asger Jorn
og Edard Munch. Sam-
stundis hava donsku
tíðindafólkini = funnið
fram tey vakrastu lýs-
ingarorðini í umtalu av
sjálvari bókini og mát-
anum, Bárður lýsir
Mikines uppá. Í Norð-
urlandahúsinum fer
Bárður at greiða frá
um Mikines, og hevi
verður eisini at keypa
bókina, antin í foroysk-
ari ella danskari út-
gávu við undirskrift
rithevundans.
Plakat
Norðurlandahúsið gev-
ur nú út plakat av
málninginum >„NoOrð-
an< frá 1957, og Kári
Joensen Mikines, son-
ur Sámal, verður við,
tá ið plakatin verður
víst fram. Plakatin er
logd til rættis av Ivan
Edeling og prentað á
Saloprint í Danmark.
Myndin er vald í sam-
ráð við Karina Mikines
(einkjuna eftir málar-
an) og sonin Kára.
Listasavn Feroya
- Mykinesi
Mikines og Mykines
Sunnudagin í Norðurlandahúsinum
eigur málningin, og
plakatin er gjørd eftir
somu ljósmynd, sum er
prentað í bókini >Miki-
nes<. Per á Hadd hev-
ur tikið myndirnar, og
Emil Thomsen hevur
gleðiliga givið loyvi til
at nýta reprogrundar-
lagið til plakat eisini.
Eins og hinar plakatir-
nar í Norðurlandahús-
inum kostar eisini
henda 80,00 kr.
Faldari
„Ein dagur í Mikinesi«
er heitið á einum fald-
ara, sum eisini verður
vístur fram. Tað er Búi
Brattaberg, ið hevur
tikið stig til at gera
faldaran, sum verður
givin út í samstarvi
millum hann, Ferðaráð
Feroya og Norður-
landahúsið. Faldarin
lýsir oynna Mykines
frá Grenskórudrangi
til báturin kemur í
land, og síðani eru tey
kendastu steðini í
umtalað.
Stórur dentur er lagd-
ur á at kunna um og
skapa ans fyri oynni,
fólkinum, mentunarlív-
inum og fuglalivinum,
og útgevararnir vóna
eisini, at faldararnir
fara at ekja um virð-
ingina fyri fuglalívin-
um, soleiðis at fólk eira
reiðrunum. Faldarin
kemur út bæði á fer-
oyskum og svenskum,
og tað er Oskar Her-
mansson, ið hevur týtt
til svenskt. Faldarin
kostar 5,00 kr.
Mikines og
Mykines
Skráin hjá Norður-
landahúsinum varar í
uml. ein tíma, har fald-
ari, plakat og bók
verða umredd og víst
fram. Ljósmyndir
verða sýndar og írskur
tónleikur við heitunum
»Cliffs of Mykines« og
»The Mykines Sound«
verður spældur. Tón-
leikurin varð smíðaðu
eftir at Tim Severin og
Tróndur Patursson
sigldu framvið Myki-
nesi á Brendan ferðini.
Atgongumerki til til-
takið fáast til keyps í
Kunningarstovuni og í
Norðurlandahúsinum.