leygardagur 23. februar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Oli og Elisabeth Maria
hava tað hugnaligt í
nýggju húsum, sum tey
bygdu uppi við Skýlin-
dal fyri 12 árum síðan.
Elisabeth Maria er
framvegis nakrar
tímar um dagin niðri í
handlinum, men
annars vevur hon nóg
Nr. 38 — 23. februar 1991
- Mær dåmar ikki at
reypa, men ta ferðina seldi
eg út efur fáum tímum.
NOGV UTI I
NATTURUNI
Tað er ikki bara av vana, at
Óli mest ger landslags-
myndir. Landslagið hevur
altíð hugtikið hann. Oli og
Elisabeth Maria hava altíð
ferðast nógv úti í náttúruni,
og tá hevur hann altíð havt
skitsublokkin við sær. Tá
frídagar vóru plagdu tey at
fara í hagan við børnunum,
við tjaldi og tráðu.
- Náttúran her er so
stórsligin. Hvønn veg, eg
enn vendi mær, fái eg hug at
festa tað á løriftid.
Óli hevur ikki tal fyri,
hvussu nógvar málningar,
hann hevur gjørt. Tað eru
fleiri hundrað. Umframt
landslagsmyndir hevur
hann málað fólk. Hann
hevur eisini teknað nakað,
m.a. ul allar bøkurnar hjá
Roberti Jænsen og ul
"Mína Jólabók". Og fleiri
leiktjøld hevur hann prýtt,
m.a. tå eiðisfólk í 40-år-
unum framførdu sjónleikin
"Magnus" og "Systrarnar á
Kinn“.
Oli Egilstrød fæst eisini
eitt sindur við at skriva.
Onkrar frásagnir hevur
hann havt í Varðanum. Heilt
nógvar sangir hevur hann
yrkt ul veitslur av ymsum
slagi, og tað var eisini hann,
sum yrki Eiðis-sangin, sum
Hans Erland í Brekkunum
setu lag ul. Sangin yrku
hann ul vinarbyastevnuna á
Eiði í 1988.
Nú fæst hann vid at skriva
ymist um Eidis bygd.
- Tað verður ikki nøkur
bygdarsøga, men eg skrivi
bara um ymist, sum eg
minnist sjálvur, og sum nú
ikki er ul longur í bygdini.
Tad verður kanska til ein
lítlan bókling.
Upprunaliga ætlaði hann
at hava henda bóklingin
lidnan ul eina framsýning,
hann skal hava seinni í vár.
Tað verður ein framsýning
við málningum, ið lýsa eldri
tíð á Eiði. Arbeiði, ið ikki
verður gjørt longur. Hús,
sum fyri langari tíð síðan
eru tikin niður 0.a.
Hesar målningarnar
noyðist eg at krógva burtur
so hvort, sum eg hava gjørt
teir, fyri at eingin, sum
kemur inn, fær hug at keypa
err.
Óli Egilstrød heldur, at
ein slík framsýning kundi
fingið fram meira um tað
søguliga hjá bygdini. Eldri
fólk, sum koma á framsýn-
ingina, kunnu óivað koma
við fleiri upplýsingum at
lagt aftrat ti, Oli sjálvur
hevurskrivað. Einaferð
kundi tað so blivid ul eina
bók, heldur hann
útvarps- og
sjónvarps-
ummæli
Johan
Samuelsen
skrivar
Nýggja feroyska sending-
in >Manna millum« var á
skíggjanum sunnukveld-
ið. Tað var ikki sert av
forvitni, tú setti teg
framman fyri sjónvarpin-
um, í bestu sjónvarpstíð,
at hyggja at hesi nýggj-
astu royndini í feroyska
sjónvarpsheiminum. Og
lat tað verða sagt beinan-
vegin, at hugskotið við
hesi sending, nevniliga at
koma út millum fólk, har
nakað er á våsi, so avgjørt
hugar mær.
Byrjað var í Svínoy. og
søgan um gryluna har úti
var hóskandi, nú festan er
byrjað. Hesir »flatu« svin-
oyingarnir vóru góðir um-
bodsmenn fyri bygdar-
måli3 — og gævi tann
dagur aldri upprennur, tå
ongin munur er á ljódliga,
líkamikið hvar í landinum
tú býrt. Vakurt var henda
dagin, teir vóru úti í Svín-
oy, men ikki megnaði
myndatólið at fylgja við,
tá Jukim Olsen so fród-
liga greiddi frá um gomlu
bygdina, men »fokuser-
aði< í staðin uppá Jukim
og felagar, og fekk harvið
ikki útnyttað myndatólið
og tess meguleikar, sum
frásegnin hjá honum
hevði uppiborið, og var
hetta spell.
Forvitnisligt var at
hoyra frásegnina um
Millers pakkhús, sum nú
vónandi verður bátasavn
um ikki so langa tíð. Har
skuldu allar fortreytir
verið til staðar, fyri at
fingið eitt umhvervi, sum
skarar framúr, býnum til
heiðurs og sóma. Og so at
uppliva tað á skíggjanum,
at Peter Mac Goven
sigldi sín seinasta túr á
Havnarvág við síni elsk-
aðu >Katleen< — tað nam
hjartarøturnar. Uttan
aðra samanbering, so
rann segan hjá Hemm-
ingway um „Gamla
mannin og havid« einum i
huga. Og tårurin endadi å
Vestaru Våg, undir pakk-
husinum hjå Mulleri, og
har handadi Peter savnin-
um båtin i varåveitslu.
Og so glødijarnsmotorur-
in, vid ti eyðkenda ljóðin-
um, er ein søga fyri seg,
sum vissuliga er verd at
goyma. Tøkk tit, sum
leggja orku í sovorðið fri-
tíðararbeiði, komandi
ættum at frama.
Sendingin alt samanum
tikið var góð men
Zacharias eigur at hava í
huga, at sendingin fyri
ein stóran part stendur og
fellur við, hvussu spurt
og lurtað verður úti mill-
um manna!
FET: GI Síða 11
NASSAÐ
viku-
SKITTUO
Annars er hetta tíðin,
tá ið bankarnir hava árs-
aðalfundir, og samstundis
fáa hevi til at sleppa
framat í fjølmidlunum við
framtíðarmetingunum
v.m.
Stuttligt var at hoyra
Fossbankastjóran úttala
seg í útvarpinum um
rentuspekulatiónina -
hann tók so dýran til, at
neyðugt verður at avtaka
rentuspekulationina i
stigum, ti annars veråur
galið vid likviditetinum i
bankum okkara, um allur
lænti peningurin verður
tikin úr føroysku peninga-
stovnunum í senn, og
goldin aftur haðar, sum
lænt varð frá, mest úr
Danmark, tí nú var onki
at vinna meira i Feroyum
hjá okkara rentumatador-
um á hesum sinni. Hetta
eru somu peningastovnar,
sum fyri fáum árum síð-
ani royndu at »bagatelli-
sera« rentuspekulatiónina
nidur i nærum onki! Men
nú er altso vent í holuni —
peningastovnarnir koma í
eina likviditetskreppu,
sambært Helga Fossadal
— stik den!
Er onki kapittul í árs-
frágreiðingunum hjá
bankunum, sum eitur
sjálvrannsakan? Ella at
útvarpsmaðurin boraði
nakað meira í hesum máli,
tí hann situr jú lurtaranna
vegna og spyr, og hetta
eigur hann ongantíð at
gloyma.
EF-bylgjan skolar inn
yvir oyggjarnar í hesum
degum — útvarp og sjón-
varp kapprenna, og
stersta tiltakið í so máta
var beinleiðis sendingin
úr Norðurlandahúsinum
týskveldið. Sendingin var
toluliga væleydnað, hóast
hon var partvíst merkt
av, at hetta vóru fakfólk,
sum tóku lut í kjakinum.
Ein kunnandi »upptakts-
sending< áðrenn hevði
verið uppá sítt pláss,
sjálvt um Jógvan Jesper-
sen royndi nakað í so
máta. Hon var somuleiðis
eitt gott demi uppá gleði-
liga samarbeiði millum
SvF og UF. EF-spurning-
urin er av alra stersta
týdningi fyri okkum ell —
ein loysn skal finnast áð-
renn summarið er farið
aftur um bak — og tí er
tað onki meira enn natúr-
ligt, at so nógv verður
gjørt burtur úr nú. Kunn-
ingin er alneyðug. tí eina-
ferð kemur tann dagur, tá
ið vit, bæði lærd og leik,
verða noydd at taka eina
stødu í hesum álvars-
máli