Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

vind X - Abyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk. Randi Jacobsen - Tórfinn Smith u gevari P/f Sosialurin Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Uppseting: P/f Sosiaturin Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Prent: P/F Pressan 1981 Telefon Lønarafturhald DAGBLADID visti å forsiduni i gjår at siga okkum frå, at semja var millum starvsfålk og leiðslu á »fleiri privatum« ar- beidsplåssum um 10-15 pro- sents lønarlækking — ti, sum teir siga, heldur hetta og harvið tryggjað framhaldandi arbeiði til fólk og somuleiðis hjálpa fyritøkuni at hóra undan. HETTA góða forstáilsi millum leiðslu og starvsfólk á hesum ónevndu virkjum, tykist heilt »betagende«. Rørandi er tað i øllum førum. Vit hildu annars ikki, at arbeids- plåssini vóru so mong, ið ikki hildu seg til ella høvdu skyldu til at halda såttmålasettar starvs- og lønartreytir. EITT er hvat starvsfólk og leiðsla á slíkum fyritøkum kann semjast um. Annað er í hvønn mun fakfelog kunnu loyva sær at gera minni frávik frá gald- andi sáttmálum — men álvars- ligari verður um fakfeløg eisini missa tamarhaldið á støduni og kanska óviljað góðtaka líkn- 3 = s I 674 av # KS Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: andi niðurskurð fyri limir sínar í galdandi sáttmálaskeiði. AT hin meguleikin — einki at slaka — merkir vinnuloysi fyri limin, er neyvan verri enn at lata slíka tilvild fáa valdið á ar- beiðsmarknaðinum. VÆL kundi hent, at tann lønar- niðurskurður uppá uml. 3 pro- sent, sum Tórshavnar starvs- og tænastumannafelag góðtók við síðstu sáttmálasemju, aftur verður nýttur sum páskot fyri at krevja sama niðurskurð eina aðru ferð. Vit vóna kortini ikki at so verður. FRÁFARNA tjóðveldis-, fólka- floks og sambandslandsstýri talaði beinleiðis um munandi lønarnidurskurd. Sitandi lands- stýri hevur ikki gingið so hart á arbeidarafeløgini, men álvars- liga mælt til lønarafturhald. AT i øllum førum okkurt av fe- løgunum, nevniliga prentara- felagid, hevur skilt ålvaran i støduni, vita vit. Felagið segði i år ikki upp såttmålan, men ar- beiðir eftir honum óbroyttum enn eitt ár. HVUSSU verður við øðrum sáttmálum, sum skulu gerast í ár, er ilt at siga. Vit ivast ikki í, at fleiri feløg fara at sýna vilja til afturhald í hesu ringu tíðu, men munin lættari hevði verið hjá teimum at góðtikið lønar- afturhald um ikki hetta nógva tosið um brukaragjøld fyri líkt og ólíkt var komið í. VIT vita longu, at el-prisirnir verða hækkaðir. Skulabøkur verða í Tórshavnar kommunu ikki latnar teimum smæstu í sama mun sum áður og teir, Þið ikki longur« umsita heilsu- mål, hava gjørt sær heilt greið- ar tankar um hvat fólk skal kosta heilsuverkinum og um hvat hesi sjálvi skulu gjalda aft- urat. HETTA kann neyvan haldast at vera kyrrandi politikkur mót- vegis eini løntakarafjøld, ið annars sambandi við nýggjar sáttmálar, uttan iva vildi sýnt besta vilja til afturhald í lønar- krøvum. VIT skulu vera teir fyrstu til at ásanna áneyðirnar fyri aftur- haldi á øllum økjum. Vit halda tó, at ikki ber til at vænta bæði størsta afturhaldið tað lønarnidurskurd ella fyri um ikki greiða fæst á møguliga ålvara- num í tosinum um brúkara- gjøld fyri líkt og ólíkt. HÆKKAÐ løn — fleiri pengar í hondina — er eitt. Annað mál er tryggjan av arbeiðsplássum á einhvønn hátt. Hetta hevur landsstýri sett sær fyri at leggja doyin á at fremja, eitt nú við meirvirkingini av fiski okk- ara. Hetta er okkara einasti møguleiki, og á hann mugu vit seta okkara álit. MEN SLÍK broyting gerst ikki eftir einum degi — kanska heldur ikki eftir einum ári, og ótryggleikin millum arbeiðandi fólkið verður tí hareftir enn eina stund. KUNDI HENT, at hetta júst vóru røttu tíðirnar til at tikið annað við í samráðingarnar enn hækkandi lønir — nevni- liga skilagóða arbeiðsloysis- trygd. Sum ongantíð fyrr hevði hon drigið rætta vegin fyri ar- beidarafeløgini, um krónurnar kanska vóru færri. Bústaður: Argjavegur 26 | Sektin á hvat annar fær... Dagblaðið heldur, at best er, um hvør einstakur lryggjar sær sin egna aldurdóm: Á, sum Sosialurin og Fjúrtandi skræddu Dag- blaðið sundur fyri 10 árum síðani fyri "asosiala skriving", tí vit tá mæltu til tryggingarskipan við rentutilskriving fyri so stórt tal av pensiónum sum gjørligt. Tað er hollasta leið ul tryggan aldurdóm fyri gránandi fjøldina av Føroya fólki, hvørjum ein- støkum okkara Hvor dagur, sum fer, prógvar (sum vant), at Dagblaðið hevur altíð rætt. (Undirlutakenslu kann Dagblaðið ikki skulsestast fyri, -okkara viðmerking) Fleiri túsund føroyingar hava einsæris ella igjøgnum yrkisfeløg sini teknad eftirlønar- tryggingar. Men tíverri hevur snævurskygni hjá summum fakfelagsleið- arum forðað verkafjøldini i at fáa sømiliga og trygga pensiónsskipan. Vandi er fyri, at "Samhaldsfasti" nú verður útskiftur við annan líka munaveikan "eftirlón- argrunn“. Sjálvandi eigur at standa hvørjum einstøkum frítt um hann ella hon ynskja at tyggja sin aldurdóm við eini tryggingarskipan ella líknandi. Men hetta eigur kortini ikki at vera nóg mikið. Hvussu tá við teim- um, sum "bert" arbeiða heima. Tey hava onga inntøku í krónum og oyrum og fáa tí heldur ikki goldið tryggingargjaldið. Hinvegin tryggjar ein samhaldsføst skipan, at goldið verður í grunnin i mun tl inntøku. Og tå pensiónin verður útgoldin, fáa oll eins stóra upphædd. Tá fáa eisini tey, sum arbeiða heima, sína eftir- løn. Ein skipan, sum Dagblaðið hevur mælt til hevur við sær stóran mun á fátækum og ríkum á ellisárum. Fyri frælsi og rættvísi 14. September heitir í oddagrein á allar føroying- ar um at berjast fyri frælsi og rættvísi: Samstundis sum danir í dag látast at stuðla frælsisrørslunum i balt- insku londunum, so himprast teir ikki vid at nokta okkum føroyingum rættin til føroysku undir- grundina. Teir hava heldur ongan åhuga i at akta okkara løgtingssamtyktir, sum siga, at Føroyar skulu haldast uttanfyri allar hernaðarsamgongur - og, at hernaðarútgerð ikki skal goymast á føroyskum land- ella sjåøki. So hvar er teirra "laga- ligheit"? Eitt er hvørja stóðu danir hava til føroysku undir- grundina og løgtingssam- tykurnar um hernaðarvið urskifti í Fóroyum. Annað er hvat vit sjálvi siga og gera. | Vert kundi verið at tikid í egnan barm og spurt hvussu føroyskir politiskir flokkar føra seg fram i hesum målum. Ein av flokkum okkara hevur enntå havt uppskot frammi um at Føroyar gerast beinleidis limur i NATO. Aðrir eru sera lunkaðir. Viðvíkjandi undirgrund- ini eru eins nógvar meiningar í Føroyum sum flokkar, og hetta ger okk- ara stóðu ógvuliga veika. Vit seta tó enn okkara vor til, at hetta landsstýrið fer at megna, at fáa eina loysn á undirgrundarmálinum. Tess fyrr, tess betri. Rossatár um barnaansing Lisbeth L. Petersen er varabýráðsformaður í Havn. Hetta starv ber í sær, at hon, á papp- innum er býráðs- tormaður, berst hinum frá. Í veruleikanum tó bert vanliga á páskum, hvítusunnu og jólum tá býráðið er stongt. Lisbeth er eisini for- kvinna í Sosialu Nevnd og forkvinna í nevndini sum hevur við barna- ansingina at gera. Hóast tað tykist ikki sum hon hevur blandað seg nógv upp í orðaskifti um barnaansing í komm- ununi. Men í Dimmalætting leygardagin vil hon vera við, at javnaðarflokkurin í landsstýrinum hevur åtikid sær ábyrgdina av barnaansingini. Ein endurtøka av pástamndunum hjá PM. Lisbeth óttast m.a. fyri, at foreldrini skulu rinda meira enn tey 30 prosentini tey nú gera,og sigur, at spurningurin er hvat samfelagið hevur ráð tl í samband við barna- ansing. Tað kundi verið freistandi at spurt Lisbeth um tað ikki júst var kommunan, sum talaði fyri at hækka foreldragjaldið í 40%. Og viðvíkjandi at hava ráð kunnu vit minna hana á, at Havnar Kommuna letur einar átta miljónir í barna- ansingarpengum til teirra, sum als ikki nýta stovnarnar. Hetta seinasta er ikki tekin um peningatrot.