týsdagur 26. februar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. februar 1991
Øl siga ikki
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki tikið stóðu til at siga upp
sáttmálan við tey fakfeløg, sum ikki sjálv siga upp
I februar mánaði á ødrum
hvgrjum ári kalla fakfeløg-
ini á privata arbeiðsmarkn-
aðinum til fundar fyri at taka
stóðu til, um sáttmálin við
arbeidsgevaramar skal sig-
ast upp.
Tað plagar ikki at vera
nakað ivamål. Fakfeløgini
siga upp, og í apríl mánaði
byrja samráðingarnar um
nýggjan sáttmála.
Men í ár er ødrvisi. Feløg-
ini eru øll ikki líka vís í, at
tað loysir seg at siga upp.
Føroya Prentarafelag var
tað fyrsta at taka avgerðina
ikki at siga sáttmálan upp, tí
tann avgerðin skuldi takast
fyri 1. februar.
Sunnudagin hevði Klaks-
vikar Arbeiðsmannafelag
fund, og har varð samtykt
ikki at siga sáttmálan upp.
Meirlutin á fundinum helt,
at einki er at vinna við sam-
ráðingum.
Um samráðingarnar í
ár verða drúgvar og
tungar, sum tær oftast
eru, er ikki til at vita,
men tað verða ødrvisi,
nú øll ikki eru samd
um at siga upp
Føroya Arbeiðarafelag
samtyku í seinastu viku at
sigaupp, og Havnar Arbeið-
smannafelag fer eisini at
siga upp. Klaksvíkar Ar-
beiðskvinnufelag og Havn-
ar Arbeiðskvinnufelag
skuldu hava fund í gjár um
sáttmálan. Arbeiðskvinnu-
felagið Fjallbrúður í Vági
hevur ikki tikið stóðu enn. S
& K hevur sagt upp.
Eingin sigur seg minnast,
at fakfeløgini á privata ar-
beiðsmarknaðinum nakað
árikki hava sagt upp. Niklas
Johannesen, formaður i
Klaksvíkar Arbeiðsmanna-
felag, sigur, at tað ikki er
hent áður, síðan hann kom í
felagið í 1944.
Hetta er eisini nýtt fyri
arbeidsgevaramar. Ein sátt-
máli er millum tveir partar,
og báðir partar kunnu siga
upp. Tað hevur higartil ikki
verið neyðugt hjá
arbeiðsgevarunum at sagt
upp. Um teir í ár siga uppteir
sáttmálar, sum fakfelggini
ikki sjálv siga upp, er støda
ikki tíkin til. Føroya Ar-
beiðsgevarafelag hevur
vidgjørt tann møguleikan,
og sum skilst bíða arbeiðs-
gevararnir til seinastu løtu.
Skulu sáttmálarnir sigast
upp til 1. mai, skal tað verða
gjørt fyri 1. mars.
randi
Miseydnad
innbrot
Innbrotini i Havn sein-
asta vikuskiftið góvu
ongan vinning.
Leygarnáttina varð
brotið inn í amboðs-
deildina hjá Valdemar
Liitzen í Vågsbotni í
Havn eftir lummalykt,
hamara og gørum am-
boðum.
Tjóvarnir fóru síðan
víðari niðan í Kunning-
arstovuna. Teir megn-
aðu ikki at bróta seg upp
gjøgnum gólvið, og tå
teir ætlaðu inn gjøgnum
takvindeygað, eru teir
óivað blivnir órógvaðir.
Onkur hevur eisini sæð
ein hildið avstað. Teir
bóru so mikið skjótt at,
at ein partur av am-
boðunum lá eftir, sigur
løgreglan.
Ongin avtala
Ferðafólkini mugu nú sjálv syrgja fyri at býta
ferðaseðilin um, hava tey ferðaseðil t.d. við
Maersk Air,og tey ætla sær við Atlantic Airwais
Higartil hevur tað verið so,
at tá eitt ferðafólk hevur
havt ferðseðil til annað flo-
gfelagið, sum flýgur millum
Føroyar og Danmark, og
viðkomandi av onkrari
orsøk hevur skulað farið við
hinum flogfelagnum, var
bara at fara í móttgkuna á
flogvgllinum. Var pláss í
flogfarinum, vóru allar súð-
ir syftar.
Men so einfalt er tað ikki
longur. Hevur tú ferðaseðil
til annað flogfrið, og ætlar
tær við hinum, er neyðugt at
fara til teirra, sum selja
ferðaseðlar at býtaum. Selja
ferðseðilin = og keypa
nýggjan. Orsøkin er, at
Maersk Air hevur sagt upp
avtaluna við Atlantic Air-
wais um sínamillum mill-
umrokning.
I ringasta føri kann tað
henda, at fólk ikki fáa
pengarnar beinavegin fyri
ferðseðilin og ti mugu
leggja út sjálv fyri nýggjan,
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
ti ferðamannastovurnar
hava ikki skyldu til at geva
fólki pengar aftur fyri ein
ferðaseðil, ið keypur er
aðrari ferðamannastovu.
Størsta avleidingin er tó
fyri fólk roksið við at býta
ferdaedilin um.
4
c«
HOVLIGA +
Hartvig Hansen er nå formadur i Starvs-
mannafelagnum, i hvussu er i eitt år
Hartvig
formadur
Starvsmannafelagið hevur
90 % av limunum, sum
møttu á aðalfundinum
hjá Starvsmannafelag-
num, atkvøddu fyri at
fáa Hartvig Hansen sum
nýggjan formann í
felagnum, og hann varð
harvið valdur. Hartvig
var eisini einasta for-
mansevni.
Valid i Starvsmanna-
felagnum var eitt sindur
ødrvisi hesa ferð enn
vanligft, av ti at Erhard
Jacobsen, fyrrverandi
formaður, í ótíð segði
seg úr starvinum. Hart-
vig er tí bara valdur fyri
eitt ár hesu ferð, ú Er-
hard Jacobsen hevði eitt
ár eftir av sínum skeiði.
Til nevndarlim fyri
Hartvig Hansen varð
Bjarta Eskildsen vald.
Tveir = nevndarlimir
stóðu reguliga fyri vali.
Tummas Hans Gaard-
lykke, sum ikki tók við
afturvali, og Jákup Dan-
ielsen.
Jákup Danielsen varð
afturvaldur, og sum
nýggjur í nevndina kom
Øssur Winthereig.
fingið nýggjan formann
Tiltakslimir eru nú
Betty Johansen og Ing-
rid Jensen.
Grannskoðarar = eru
Finnur Lómstein og
Martin á Mýrini.
Nevndin í Starvs-
mannafelagnum hevði
uppskot um at avtaka
bladnevndina, men
hetta uppskotið varð
ikki samtykt.
A fundinum varð
annars greitt frá eini
kanning, ein danskur
stovnur hevur gjørt av
efturlønartryggingini hjá
Starvsmannafelagnum.
Eingin samtykt varð
gjørd á fundinum hesum
viðíkjandi. Starvs-
mannafelagið hevur
leingi arbeitt vid at fáa
eina betri og bíligari
skipan.
Starvsmannafelagið
hevur 1264 límir. 103
teirra vóru á aðalfund-
inum.
randi