týsdagur 26. februar 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Norski laksurin má nú av við 25 prosent í revsitolli í USA
Amerikanarar
Klagast fyri
GATT
Noreg umhugsar at klaga USA fyri fríhandilsfelagsskapinum
GATT orsakað av revsitollinum, sum amerikanarar hava lagt
á norska laksin
Amerikanarar hava lagt
ein fyribils revsitoll á
norskan laks uppá 25
prosent, tí teir meina, at
norðmenn selja laksin fyri
dumpingprís.
Norðmenn eru skakaðir
yvir amerikonsku myndu-
leikarnar. Sjálvt um eitt
amerikanskt revsitiltak
móti norskum laksa-
útflytarum ikki verður
gjørt fyrr enn 1. april, so
hava amerikanarar longu
nú sett eitt fyribils-
revsitiltak í verk, og
norðmenn mugu gjalda 25
prosent eyka í tolli. Hetta
merkir, at útflutningurin
til USA fer heilt at steðga.
Politikkarar, og alarara
eru uttan iva um, at
amerikanarar leggja revsi-
tollin á fyri at verja um
sína egnu alivinnu. Tað
verður víst á, at ameri-
kanarar ikki kunnu prógv-
a, at norðmenn selja laks
fyri dumpingprís.
Revsitollurin hjá USA
er ikki eindømi, felags-
marknaðarlondini hava
eisini lagt eyka toll á.
hetta skal fáa ein enda nú,
um Gattsamráðingarnar
um fríari heimshandil
eydnast.
GATT ER IGONGD
Á høvudsstødini hjá
Gatt í Geneve var
bjartskygni um vikuskifti.
Samrådingarnar um
frihandil eru
uppafturtiknar. Tær slitn-
aðu fyri jól i Bruxelles.
GATT ovastin Arthur
Dunkel, legði eitt samráð-
ingarupplegg fram, sum
øll londini tóku undir við.
Tað týdningarmiklasta í
samráðingarupplegginum
er, at nú gongur EF við til
at tingast um allan
studning til landbúnaðar-
verur. skrivar Aftenposten
Og tað er júst studni-
ngurin til landbúnaðar-
vørurnar sum hevur verið
knúturin í GATT sam-
ráðingunum. EF hevur
ikki vilja, eins og USA og
onnur lond, at skorið
stuðulin til landbúnaðin
heilt burtur. Harafturat
hevur EF noktað at
samráðst um at taka av
studningin til útflutning.
Tað er hesin parturin sum
verður nýttur til at selja
matvørur á heimsmarkn-
aðinum til dumpingprísir
fyri at sleppa av við
yvirframleiðsluna.
GÓÐ STIG
—Teir stórstu meinbog-
amir fyri at taka samráð-
ingarnar uppaftur eru
burtur, segði Dunkel, tá
hann hevði fingið grønt
ljós fyri nýggjum samráð-
ingum um landbúnaðar-
stuðulin.
Nr. 39 — 26. februar 1991
GATT samráðingarnar
eru nú aftur á ti stødid,
sum tær vóru, tá tær
byrjaði í desember í
Bruxelles. Í hesi vikuni
verða eisini fundir. Men
roknað verður við, at
mánaðir fara at ganga,
áðrenn samráðingarnar
eru lidnar.
jústinus
Kunngerð
um
el-prísir v.m.
Gjørt verður kunnugt, at eftir samtykt
SEV-stýrisins og við góðkenning lands-
stýrisins eru el-prísirnir broyttir við gildi
frá 1. januar 1991.
Sambært galdandi dagsskrá er prísurin
pr. kWh íroknað orkugjaldið samb. løg-
tingslóg nr. 99/1986 hesin:
Ársnýtsla: Fast gjald: Prísur pr. KWh:
0- 10.000 kWh kr./år 504,- 1,39 kr./KWh
10.000-100.000 kWh kr./år 1.500,- 1,29 kr./KWh
yvir 100.000 kWh kr./år 5.496,- 1,25 kr./KWh
Nytarar vid årsnytslu størri enn 5 mi6.
kWh kunnu fåa serliga gjaldsskipan.
Undantikid tå streymveitingin er slitin
vegna brek å innleggingina, eftirstødu
ella av adrari orsøk, har målarin ikki
verdur nidurtikin, verdur fasta gjaldid
bert kravt fyri tidina, innleggingin er i-
bundin hjå S.E.V.
Innleggingar, ið ikki verða nýttar, men
enn ikki uppsagdar, skulu gjalda fast
gjald, sum eigarin ber ábyrgd av.
Ymisk gjøld
Tá ið gjaldsáminning verður send, má
gjaldast kr. 10,- fyri hvgrja áminning.
Tá neyðugt er at slíta streymveitingina
vegna tørvandi gjald, verða kr. 300,-
lagdar afturat rokningini.
Renta fyri skuld er 1,5% pr. mánað.
Málarin kann verða kannaður, tá tað
verður ynskt.
Um målarin er í lagi, verða kr. 200,-
kravdar í ómaksgjaldi.
Flytan
Tá flutt verður, skal málarin lesast av,
og avlesturin boðast frá til S.E.V.
Tann, sum flytur, hevur skyldu at
gjalda, til málarin er avlisin.
Annað
Gjørt verður vart við, at i prísskránni eru
eisini serstakar reglur galdandi við m.a.
hækkaðum gjøldum fyri fyribils streym-
veitingar og arbeiðsstreym.
Eisini eru serstakar reglur galdandi um
ibindingargjøld, endurgjald fyri innfør-
ingarkaðal o.a.
Prísskráin kann fáast við at venda sær til
eina av skrivstovum el-felagsins.
Vestmanna, tann 22. februar 1991.
Elifelagið S.E.V.