týsdagur 26. februar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. februar 1991 Er s0Sialurin NØ
Gloymið ikki tykkara serligu eyðkenni
I samband við, at Sumbiarbergholið varð skotið ígjógnum helt
Sverre Midjord, løgtingsmadur, hesa rødu
Uppskotid til berghols-
gerð til Sumbiar bleiv lagt
fyri Føroya Løgting i 1978
av suduroyartinglimunum
Ova Mikkelsen, Hilmari
Beck, Jåkupi Mortensen
og Sverra Midjord.
Málið bleiv beint í vega-
nevndina og álitið frá
henni lagt fyri løgtingid
tann 8. september 1978.
Tað álitið, sum bleiv
samtykt tann 19. sep-
tember 1978 við 20-0 at-
kvødum, er tað, sum hev-
ur ført vid sær, at vit i dag
kunnu siggja henda veru-
leika sum sumbiarberg-
holið er.
Hetta uppskotið, sum i
veruleikanum framdi tad,
vit i dag eru vitni til, var
framlagt og undirskrivað
av løgtingslimunum
Kjartan Mohr, såla, Håk-
un Djurhuus, såla, Ova
Mikkelsen, Hilmar Beck
og Sverra Midjord.
Tad er ein stør hending,
sum fer fram i dag i Sum-
biar Sókn.
Hetta må vera ein av
teimum størstu, sjålvt um
tad hava verid so mangar,
sum standa frammarlaga,
so vil hetta tiltakid koma
at hava stórar broytingar
við sær, tað er at vóna, at
broytingarnar ikki koma
at hava tað við sær, at tey
sermerki, sum hava eyð-
kent Sumba, at tey koma
at glíða aftur við borðin-
um. Tó vil hetta tiltak al-
tíð koma at standa
frammarlaga í tíðini, sum
kemur.
Sumba er søgurik bygd,
sum hevur varðveitt ta
stóru mentan, sum liggur
í ti føroyska dansinum, at
hetta hevur ligid frammar-
laga, kemur uttan iva av,
at bygdin hevur ligið utt-
anhanda, men hetta hevur
ført vid sær, at tit og for-
fedrarnir hava megnað at
varðveita tað besta, sum
vit eiga av feroyskari
mentan. Tann feroyski
dansurin, sum eisini bygd-
in hevur fingið europeisk-
an heiðursprís fyri.
Tann føroyski dansurin
og kvæðini eru flutt frá
munni til munn, ættarlið
aftan á ættarlið, ógloym-
andi hendingar, sega og
kaldur veruleiki.
Hetta er fedranna arv-
ur, og hann bleiv varð-
veittur her í Sumba.
Tað er at vóna, at hetta
sermerkta við Sumba og
við tí fólki, sum her býr,
og tey, sum undan eru far-
in, at eyðkenni tykkara
ikki verður gloymt, nú
lættari verður at búleikast
her.
Martin Holm, sáli,
segði, tá ið bergholið til
Hvalbiar var veruleiki: —
… LAN“
Gloymið ikki
bygdargøtuna.
Eg vil siga vid tykkum,
sumbingar, gloymið ikki
tykkara serligu eyðkenni:
ta gomlu
Blíðskapin, Hjartalag,
Dansin og Kvæðini.
Og ikki at gloyma tætt-
irnar og yrkingar, sum
siga frá hendingum,
smærri og sterri, men tó,
tær sum hoyra til bygdar-
seguna, hendingar, sum
eiga at varðveitast.
Tí tað er mentan og eitt
fólk uttan mentan, tað er
eitt fátækt fólk.
Vit eru umgyrd av
vekru og stórslignu
náttúruni, eini náttúru,
sum bygdarsonurin,
Hargaskaldið Poul F, so
mergjandi sigur frá í yrk-
ing síni um Beinisverð.
seinasta skotið til Sand-
víkarbergholið.
Hesum segði
Kristian Djurhuus,
frá í reðu síni.
eisini
sáli,
Tað er eingin loyna, at
lærarin Petur M. Dam,
sáli, sum byrjaði sítt lívs-
starv her í Sumba, hann
hevur sett spor eftir seg.
Tað er at vóna, at ring-
urin ikki endar her, tí tá
tað av politiskum
myndugleikum verður tal-
að um ringar tíðir, um ar-
beiðsloysi, so er tað eingin
loyna, at so er.
Men eg eri ikki samdur
við tí, at alt virksemi, so
sum bergholsgerðir, vega-
gerðir, ikki eru neyðugar.
Tverturímóti, tað betir
ikki um arbeiðsloysið at
steðga á og ikki halda
fram við tí, sum er í gerð.
Á hesum økinum, eins
og so mongum, eiga vit at
læra av teimum, sum
undan eru farin.
Nú lættari verður at
ferðast, nú ferðast verður
Eitt Paradís skugga her menniskja sá
os villini tamt fyri foturnar lá
I. - TABU. - har aldist eitt hjúklandi ond
eitt fullfiggjad gleði, ið sleit okkum bond
og gav okkum boð móti halgini hátt
har ljómið og menniskjað sita um sátt.
Tað var hesin sami mað-
ur, sum byrjaði sítt
lærarastarv her í Sumba,
sum við sínum fram-
skygni var við at leggja til
rættis bergholsgerðir í
Feroyum.
Fyrsta bergholið var
ímillum Hvalba og
Trongisvág, og fram-
skygnir, sum teir sum tá
ráddu fyri borgum vóru,
so hildu teir áfram til
Sandvíkar. Vit áttu attu
at tikið við læru av teim-
um.
Beinisverð stendur tað fagurt at líta
grótgrátt og grasgrønt sæst skifta við hvítt
alfagrar blómur úr velltorvum anga
favn væl er grasið í flotunum sítt
tusundtals røddir, tey margfjøldu ljóð
frå teimum fuglum í berginum búgva
tættir — sum stjørnurnar eitt vetrarkvøld frítt
teir síggjast um nasarnar flúgva.
Men gløgt er gestsins
eyga, eisini hann, sum
steðgar á eina stutta
stund, verður varugur við
stórleikan og sereyðkenni
hjá hesari bygd.
Í 1924 er Peter M. Dam,
sáli, lærari við skúlan her í
Sumba, eyga hansara festi
seg við náttúruvakurleik-
an og serliga var tað fyri
hann Sumbiarhólmur.
Í yrking síni um Sumbi-
arhólm sigur hann so-
leiðis:
Petur M. Dam doyði í
1968 og tók Kristian Djur-
huus við sum legmaður
fyri ta samgongu, sum tá
hevði ta politisku leiðsl-
una í Feroyum.
Mangur fær tað, sum
ødrum er ætlað.
Eingin fær tað, sum eðr-
um er lagað.
Soleiðis kann væl sigast
í hesum føri, tí hetta førdi
við sær, at Kristian Djur-
huus sum legmaður so-
leiðis kom at skjóta tað
gjøgnum fjøllini, lat hetta
ikki gera tað, at vit
gloyma ta gomlu bygdar-
getuna.
Hon, sum varð traðkað
av forfedrum okkara, og
sum sigur frá einum lívi
við strevi og stríði.
Men tó ikki meira enn
so, tí tá kveldið kom og
meðin var runni, tá tóku
forfedrarnir hendur sam-
an og fóru upp á gólv.
Harvið hava teir givið
okkum ein mentunararv
so stóran, sum eingin tjóð
í heiminum eigur.
Gloymið ikki hetta, nú
alt tykist at blíva so lætt,
gloymið ikki tað, sum
tykkum var givið: Fedr-
anna arvur.
Tykkum, sum hava
staðið fyri, tykkum, sum
hava arbeitt her, tit hava
so sanniliga sett tykkum
ein varða, hetta væla verk
vil standa sum búmerki
fyri gott feroyskt arbeiði.
Tykkum ynski eg
hjartaliga tillukku.
„SUMBA
Somuleiðis ynski eg
Sumbiar Bygdarráð
hjartaliga tillukku við
Sumbiar-bergholinum.
Sverre Midjord