Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 26. februar 1991 tíðindablaðið Bush vil sleppa av við Saddam Hussein Tað eydnaðist ikki at finna eina diplomatiska loysn á krígnum í Flógv- anum. Hóast Sovjetsam- veldið royndi alt tað kundi fyri at finna eina loysn á syndarliga krígnum í Flógvanum, vóru teir sameindu við USA á odda hverki at hegga ella stinga i. Bush hevði longu avgjørt at bardagin á landi skuldi byrja sunnu- náttina. Russarar gjørdu tvær fylgjandi royndir at snikka eitt fridaruppskot til, men báðar ferðirnar feiðaði Bush forseti tey av borðinum við tí grundgev- ing, at Saddam Hussein slapp ikki at seta eina tí einastu treyt fyri at taka seg úr Kuwait. Allar ST- samtyktir siga, at hann treytaleyst skal taka seg úr Kuwait og soleiðis verður tað, segði ameri- kanski forsetin, tá hann fríggjadagin svaraði uppá sovjettiska friðaruppskot- ið. Hann gav tverturímóti Saddam Hussein eina seinastu freist — eitt ulti- matum — fyri at taka seg úr Kuwait. Henda var úti klokkan 18 leygarkveldið og bert fáar tímar seinni fóru tær fyrstu deildirnar inn í Kuwait. Russarar komu í síðstu løtu við enn einum friðar- uppskoti, har sterri krev vórðu sett til Irak. Hóast irakar tóku av hesum upp- skotinum, segdu ameri- kanarar enn einaferð kortanei. Tað er ymiskt, sum heimurin hevur tikið ímóti tí avgjørdu steðuni hjá Bush og USA. Tey sam- eindu standa sum ein maður aftan fyri avgerð- ina og í londum sum Egyptalandi sigur Muba- rak bart út, at Saddam Hussein má burtur. Ísraelar vóru sera fegnir um avgerðina, hóast teir harvið innsíggja, at teir kunnu gerast eitt av mál- unum hjá Saddam Huss- ein, tá hann fer at brúka síni kemisku vápn. Men fleiri av teimum arabisku londunum so sum Jordan, Algeria og Jemen eru sera misnegd við avgerðina at víðka kríggið. Tey siga, at veru- liga endamálið hjá USA er at oyðileggja Irak og fólk tess. Tann stóri spurningurin er nú, hvussu verður eftir kríggið. Hvat hendir, tá irakar hava tapt bardagan í Kuwait! Hevur Saddam Hussein tá framvegis sína tjóðskaparligu hirðu eftir og kann hann við henni varðveita valdið í Irak! Ella hann at brúka hana í krígnum í Kuwait og harvið meguliga missa ter t seinasta hálmstráð og veruleikanum sítt polit- ska valid. nn verður gitt, mer 1 1 mangir eygleiðar- ar, sum bera ótta fyri støduni eftir kriggið. Eitt er tað at byggja Kuwa uppaftur, nakað annað e skaffa Irak eitt styr nú Saddam Hussein sar in við familju síni hevur stýrt landinum við harðar hond í meira enn 20 ár. Man hann fara so langt sum at gyrða seg inni í Bagdad og haðani halda fram vid krignum! Skulu amerikanskir hermenn veruliga til at taka Bag- dad við hermegi fyri at fáa Saddam Hussein frá, verður spurt. Hetta verð- ir ikki nøkur lett uppgáva og heldur ikki er hon ynskilig. Ti jú longri amerikanarar eru i Irak, tess størri verður mOt- stødan moti USA i arab- iska heiminum. Saddam Hussein ofrar heldur enn fegin alt tað irakiska fólkið fyri at royna at varðveita sítt vald, siga eygleiðarar, hann helmar ikki í, fyrr enn alt Irak flýtur í blóði Spurningurin = hvussu ST kann gera seg gald di fer helst aftur at ver: ctuellur = eftir krigslok rabisk lond, sum í fe fara at fáa skipað skifti í ellum ekinun ríggið! Min farsta Á djórabók