hósdagur 28. februar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 28. februar 1991 i tíðindablaðið sostalurin |
Seinasti einvegis ferðaseðilin
ley
Rokningin til
avvarandi
Heilsuverkið rindar bert heimferðina um ein sjúklingur
sleppur livandi frá viðgerðini í Danmark
Hendur ein vanlukka í
Føroyum og neyðugt er at
senda tann skadda til
Danmarkar til viðgerðar,
so rindar heilsuverkið
ferðaseðilin, bæði til út-
ferð og afturkomu. Her er
einki bein í.
Men skuldi tað hent, at
viðkomandi doyði niðri,
so er søgan ein heilt
onnur. T'á ein føroyingur
er sendur niður vegna
sjúku gevur upp anda
niðri, so er heilsuverkið
leyst av honum.
Og tað eru ikki
smávegis upphæddir talan
er um, tá ein kista skal
sendast úr Danmark til
Føroya. Prísurin liggur
millum 14-15.000 krónur.
Vit hava spurt stjóran á
Atlantic Airways, Hera
Mortensen, hvat tað kostar
at senda eina kistu við
føroyska flogfelagnum.
-Prisurin hjå okkum
liggur millum 3-4000
krénur. Her velst um
vektina, sigur hann.
Afturat hesum kemur so
kista og útreiðslur í Dan-
mark til kistan er í flog-
farinum.
Vit hava eisini Spurt
landstýrismannin í heilsu-
málum, Jóanes Eides-
gaard, hvussu tað ber til at
heilsuverkið sleppur end-
anum, um ein sjúklingur
doyr í Danmark.
--Fólk hava ringt til mín
um hetta og eg haldi sjálv-
ur at tað er ein dapur og
ésømiligur háttur at bjóða
teim avvarandi. Rímuligt
hevði verið um heilsu-
verkið rindaði eins nógv
og tá fólk koma á lívi
aftur til Føroya. Eg farið
at kanna hetta mál, sigur
Jóanes Eidesgaard
Verður eitt fólk sent
niður á Ríkishospitalið og
útlitini fyri at viðkomandi
klárar seg ikki eru góð, so
fær hann eisini bert ein-
vegis ferðaseðil. Skuldi
tað lukkuliga hent, at hann
yvirlivir, so syrgir heilsu-
verkið fyri at hann fær
flogseðil heimaftur.
Sjúklingurin kann
sostatt av ferðaseðlinum
lesa hvussu
Ein makabur søga. Sjúklingar i Føroyum, sum verða
sendir til Danmarkar til viðgerðar, kunnu lesa
framtíðarvánirnar á ferðaseðlinum. Er ferðaseðilin
framtíðarvánirnar eru. Vit
royndu at fáa hendur á
sjúkrahússtjóranum, bert einvegis, niður, so ber hetta boð um, at
Høgna Joensen, heilsuverkið ikki metir, at stórir møguleikar eru fyri at
mikudagin, men hann var viðkomandi kemur á lívi aftur til Føroya. Mynd:
ikki at hitta. . Kalmar
jústinus
Sa?
RIO BRAVO
Skelkad aftanå
politirazzia
--Men vinsølan til limirnar var einki
gullnåm og nú verður RIO BRAVO
rikin sum ein vanlig restaurant, sigur
Mouldi Manai
Tað gekk meir enn ein
mánaði aftaná, at politiið í
Havn mannsterkt gjørdi
húsarannsókn í
matstovuni RIO BRAVO,
at fólk veruliga hættadur
sær at vitja aftur.
--Hetta var ein smeitur
fyri okkum, men nú eru
vit komnir í rættlag. Vit
hava opið hvgnn dag í
vikuni, tó undantikid
månadag, sigur Mouldi
Manai, sum rekur
matstovuna.
Selja tit vín aftur við
matinum?
Nei, hetta eru vit givnir
við, so sum umstødurnar
eru. Vit fara ikki at selja
vín aftur fyrr enn
lóggávan er broytt.
Annars kann eg siga, at
vinsølan ikki var nakað
gullnám, sigur Mouldi
Manai.
Men neyðugt var at vera
limur fyri at kunna fáa vín
í Rio Bravo, hvat við ti
peningi, sum fólk hava
goldið í limagjaldi?
--Hetta hava vit hugsað
um. Vit fara antin at bjóða
fyrrverandi limunum í
Atlantic Cluc eitt gávu-
kort, so at tey kunnu eta
lyri lann pening sum tey
hava goldið, ella fáa tey
pengarnar altur, Sigur
hann.
Tad er ikki dyn at eta i
RIO BRAVO. Fyri búffar
er kostnadurin frå 100
krónum upp til 120
krénur. Alla vikuna eru
tilbod. Har er møguleiki at
fåa ein forrætt, ein
høvudsrætt og dessert fyri
150 krónur.
jústinus
Atlantic Airways
Flýgur tað dupulta
Atlantic Airways mennir
seg framhaldandi á Føroya
rutuni. Heri Mortensen
sigur við Sosialin, at teir
flyta nú dupult so nógv
ferðafólk sum kappingar-
neytin Mæersk.
At Maersk nú hevur sagt
upp avtaluna um at tú
kann nýta somu ferða-
seðlar í báðum flogfør-
unum, helvur heldur ong-
an prakuiskan tydning. Tað
tekur bert eitt sindur av tí,
at broyta ferðaseðilin.
jåstinus
Dómprósturin
ov gamal
Vit kunnu rokna við, um
lív og heilsa er lagað, at
hava okkara nýggja
dómpróst fýra ár longri,
enn Sosialurin upplýsti
seinasta týsdag. Og hetta
er sjálvsagt, um hann
leggur frá sær, tá hann
fyllir 67.
Vit skrivaðu, at Petur
Martin Rasmussen er 63
ára gamal, og her gjørdu
vit honum órætt. Hann er.“
føddur 24 september í
1931 og er sostatt 59 ára
gamal.
jústinus