Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SEV-HÚSAKEYPIÐ Á LANDAVEGNUM 7 S íða 8 Skralltóm grund fyri 10 milliónir Meginparturin av stykkinum keyptur frá kommununi fyri 800.000 túsund, og seinni varð ein geiri keyptur aftrat frá Sofus Jakobsen fyri tvær milliónir. Og nú stendur grundin til onga verðsins nyttu Tá SEV fyri einum fimm árum síðani fór undir at gera álvara av ætlanum sínum um at byggja við Staravegin í Havn, varð grundstykki keypt frá kommununi fyri 800.000 krónur SEV upplýsti tá, at byggjast skuldi á grundini innan try ár. Tað vil siga, at í prin- sippinum kann Tórshavnar Kommuna krevja stykkið aftur frá SEV, ti har er jú einki bygt enn, nú fimm ár eru liðin. Sambært upplýsingum, SEV hevur sent limunum í umboðsráðnum, er grund- stykki samanlagt 5.849 fermetrar ul støddar. Tíggju ferðir so dýrt Størri parturin, teir 4.649 fermetrarnir, er tað stykk- 10, SEV keypt frå komm- ununi fyri 800.000 krónur. Seinni vildi SEV økja um grundstykki, og varð tá ein geiri uppá 1.200 fer- metrar keyptur aftrat frá Sofus Jakobsen fyri tvær milliónir. Tað vil siga, at fermetraprísurin fyri hetta seinna stykki var slakar 1.670 krónur, meðan hvør fermetur av stykkinum frá kommununi bert var 172 krónur. Tað, ið varð keypt frá privatum, kostaði altso tíggju ferðir prísin á rest- ini. Og framvegis er einki bygt á økinum. 10 mió burturspiltar Tað einasta, SEV hevur gjørt við stykkið, er at planera og prosjektera, so samlaði kostnaðurin fyri tað skralltóma stykkið nú er 9,8 milliónir. Peningur, sum nógvar „buggeli, buggeli”-reklam- ur skulu brúkast til, skal hann vinnast innaftur, nú stykkið liggur fyri einki. hj. SEV fær ikki brúkt nýggja bygningin Tinglyst er, at eingir kaðalar ella líknandi má liggja uttan fyri bygningin við, sum SEV keypti frá Pf. Grannskoðaravirkinum K Skal SEV fáa nakra veru ; v nýggja bygn- ingmum við Landavegin, felagið hevur keypt frá Pf. Grannskoðaravirkinum, má helst ein nýggjur bygn- ingur verða bygdur við síð- una av. Í hvussu er vísir tað seg nú, at alt økid kring fyrr- verandi bygningin hjá Pf. Grannskoðaravirkinum er unglýst sum keypsøki. Tað vil siga, at Tórs- havnar Kommuna hevur ætlanir á økinum viðvíkj- andi handilsvirksemi og vørum líknandi. Við ðrum orðum fáa í hvussu er linjumenninir hjá SEV ikki verið í nýggja bygninginum, og enn minni uttanfyri hann. Í besta føri kann SEV kanska sleppa við at byggja nýgjan bygning við síðuna av ul linjumenninar og alt tað, teimum fylgir vid, og so fáa hann ting- lýstan fyri seg við ødrum fyritreytum, enn restin av økinum hevur. hj. Upptøkuroynd á Danmarks Journalisthøjskole Leygardagin tann 4. mai 1991 kl. 9.00- 17.00 verður á Handilsskúlanum í Tórs- havn upptøkuroynd til Danmarks Journalisthøjskole. Lesturin byrjar tvær ferðir um árið, um heystið og um várið. Upptøkuroyndin fevnir um upptøku til lesnaðin bæði í heysthálvárinum 1991 og várhálvárinum 1992. Tann, sum fer til upptøkuroynd, skal duga at brúka skrivimaskinu. Annars eru ongar treytir. Skúlin væntar tó, at umsøkjarar eru á einum kunn- leikastødi, sum svarar til studentsprógv. Sambært kunngerð frá Kenslumálaráð- num skal upptøkuroyndin >dokumen- tere ansøgerens iagttagelsesevne, evne til at referere, prioritere og klargøre pro- blemerne i et givet stof samt evne til kreativ sproglig formulering«. Royndin verður á donskum og tann sama sum i Danmark. Umsåéknarblød til upptøkuroyndina få- ast vid at venda sær til Landsskúlafyri sitingina, Falkavegur 6, 100 Tórshavn. Umsóknarblaðið skal sendast skúlan um, ið skal hava umsóknina í seinasta lagt 15. mars 1991. Aðrar upplýsingar fáast frá formanni Blaðmannafelagsins Randi Jacobsen tlf. 11820 ella 16351 ella á Landsskúla fyrisitingini tlf. 15555. Landsskúlafyrisitingin Føroya Blaðmannafelag Nýggi bygningurin við Landavegin, sum SEV hevur keypt frá Pf. Grannskoðara- virkinum, kann ikki brúkast, tí linju- menninir fáa ikki havt kaðalar og annað liggjandi uttanfyri. Økid uttanum bygn- ingin er tinglyst sum keypsøki, og tí må einki liggja uttanum húsini á økinum. Mynd K zimar