Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 9 Sjónvarp Føroya Fríggjadagin kl. 21.00: Elvis - 4:13 Elvis, Scott og Bill gera av at fara út at ferðast sum tónleikarar. Men tað er tor- førari at arbeiða saman, enn teir høvdu hildið. Felagsskapurin er ikki so sterkur longur, og tað er bilurin heldur ikki. a Jack og Bent við hús Leygardagin kl. 16.50: Menninir í torninum Tveir, sum fyrr vóru í sletupatruljuni, vórðu verandi í Grenlandi. Teir búgva púra einsamallir í einum kontroltorni, fleiri hundrað kilometrar frá nekrum býi. Steen Ýssing kom framvið og varð nakrar dagar. Michael St. Gerard spælir Elvis Presley Fríggjadagin kl. 21.25: Perry Mason - am. filmur Leygardagin kl. 20.30: Kendi krimi-rithevundurin David Hall hevur latið nógv doyð í bókum sínum — nú gerst hann sjálvur offurið. Góði vinur- in hjá Perry Mason, forleggjarin Jordan White, verður ákærdur, og Perry Mason átekur sær at vera verji. Raymond Burr er aftur advokaturin. Rangt og rætt Lagt til rættis hevur Leivur Hansen Í sendingini hesaferð luttaka: Lið A: Óli Kurt Hansen, Laura Joensen og Poul Arni Joensen. Lið B: Jógvan Ósá, Ann- ika Toftegaard og Adelborg Linklett. Leygardagin kl. 21.45: Tann fremmandi Amerikanskur filmur frá 1946. Leikstjór- in Orson Welles spælir høvudsleiklutin sum ein rymdur nazi brotsmaður, sum er í ferð vid at skapa sær nýggja samleika - at gerast amerikanari av reinum slag. Leygardagin kl. 23.20: Flytidagurin Perry Mason (Raymond Burr) Amerikanskur filmur frá 1987 við Can- dice Bergen. Tað fer illa við innbúgvin- Fyrivarni verður tikið fyri broytingum um, tann dag, Barbara flytur. Og so fara bæði flytifólk og fyrrverandi maðurin at hugsa gjellari um lív teirra Sunnudagin kl. 18.20: Robinson og Crusoe Í allari vatnflóðini metast tveir menn uppi á einari tekju. Teir skilja ikki hvønn annan, og báðir ætla okkurt, men ikki tað sama, so teir fara til hendurs. Men alt verður bert stuttligari av hesum Sunnudagin kl. 19.55: Manna millum Í sendingini hitta vit Petur Nolsøe, sum sigur frá um tær mongu dúgvurnar og dúgvuslegini, hann hevur á garði sínum. Gunnar Justinussen, sum júst hevur givið út eitt country band, er at hoyra í rossastallinum. Manna millum hittir Óliviu Joensen í Leirvík — hon sigur frá um >Hitt flúgv- andi kuffertid«, ið hevur meira enn hálvt- hundrað ár á baki. Í Gjógvará oman fyri Vágs bygd kundi vanlukka staðist av spæli millum hálv- vaksnar dreingir — prátað verður við dreingirnar. sprongdu porxeningal + 5 Í 5 burtur — ini. Var steinurin ibygdur? Robbinshellu nógvir rútar brotnaðu í bygd- Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist å tif. 15616 Sunnudagin kl. 21.35: Ítróttur Í sendingini „Ítróttura fara vit m.a. at hoyra um judo. Sunnudagin kl. 22.10: Heyggurin A Sean Connery Filmur við Sean Connery, har hann er ein ráur »undirofficerur«, sum átalar korini á einari hernaðar fangalegu. Filmurin er svart/hvítur frá 1965 og prógvar, at Connery dugir annað enn at vera James Bond. Týsdagin kl. 21.10: Horvnir danir Á hverjum ári hverva 9.000 danir Og »Lundeborg-sakin« er um eitt ungt par, Susanne, sum er 19, og Niels, sum er 28 Ein morgun í sept. 1976 fóru tey um borð í ein bát í Lundeborg Havn. Síðani hevur eingin frætt frá teimum. Eru tey drukn- að, ella er hetta ein ætlan, tey hevdu? Koyriprógvið hjá Niels