fríggjadagur 1. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Friggjadagin kl. 19.00:
Livid um tey 30
Politikur
Michael og Elliot eru farnir at arbeida
fyri eitt politiskt valevni, sum ikki hevur
besta umdømi. Flestu vinfólk teirra eru
uppest um hetta, og elvir hetta til kland-
ur og stríð.
Fríggjadagin kl. 22.03:
Rebel Without
James Dean og Natalie Wood
Amerikanskur filmur frá 1955. Í hesum
filminum megnaði James Dean at skapa
eina ungdóms-fyrimynd sum tann
trúgvi, einsamalli, men villi Jim. Hann
hevur ikki gott samband við foreldur
síni. Mamman er sterk og ræður heima
hjá teimum. Í skúlanum roynir Jim at
sleppa upp í part hjá Buzz og teimum,
men har gongst illa. Teir koma sær upp í
harðskap og Buzz doyr. Dreingirnir eru
nú eftir Jim, men Jim er flýddur til eina
smáttu saman við eini gentu og nekrum
vinmonnum.
Leygardagin kl. 8.00:
Kitty og brødurnir
Hardy
Ein millióningur hevur rænt Kitty, og
ikki fyrr enn fleiri månadir seinni eydn-
ast tað breðrunum Hardy at finna háhús-
ini, Kitty situr fangi í. Men ein ung genta
ætlar sær at seta eld á húsini
Leygardagin kl. 22.00:
Í Take These Men
Amerikanskur filmur frá 1982. Maður
Carol Sherwood, Stuart, verður skelk-
aður, meðan tey gera seg klár at fara í
býin at hátíðarhalda 15 ára brúdleyps-
dagin hjá sær — hon sigur, at hon er móð
av hjúnalagnum og vil skiljast. Beint
aftan á uppdagar hon, at Stuart hevur
boðið nógvum fólki at halda dagin saman
„Xið teimum, og fólkini koma nú. Carol let-
ur sum einki, men sum kveldið líður, fer
hon at hugsa um, hvussu alt hevði verið,
um hon nú giftist við onkrum eðrum av
monnunum, har eru til staðar.
Leikarar: Susan Saint James, James
Murtaugh, John Rubenstein, Adam
West, Dee Wallace, Brian Dennehy og
Steve Garvey.
Leygardagin kl. 23.45:
Thriller
Alla staðni rundan um Betty Drew eru
morð. Alla staðni hon kemur, henda
morð, og tað er av teirri orsek, at maður
hennara er rithevundur. Eitt kveldið fer
Betty inn á eina løgreglustød við einum
sári í hevdinum. Hon sigur, at ein kvinna
er myrd, og hon er tann seka. Løgreglan
heldur, at hon, eftir at vera sligin, er
vorðin í ørviti og vevur veruleikan saman
við hugmyndum um tað, maðurin skrivar
um. Men er hetta allur sannleikin?
Leikarar: Zena Walker, Richard John-
son, Donald Gee, Christina Greatrex,
Ronald Radd, Robert Dorning.
Sunnudagin kl. 19.00:
Giant
Amerikanskur filmur frå 1956, bygdur á
skaldsegu hjá Edna Ferber. Í hesum
filminum spælir James Dean saman við
Elizabeth Taylor og Rock Hudson.
Texasmillióningurin Bick Benedict hittir
á eini ferð Leslie, verður forelskaður og
Elizabeth Taylor og Rock Hudson
Nr. 42 — 1. mars 1991
fríggjar til hennara bert eftir einum degi.
Síðani fer hann við brúður síni heim til
Texas, har hon skal venja seg við lívið
har. Hon skal eisini venja seg við systir
Bick, Luz, men Luz doyr nakað seinni av
ríðivanlukku. Hon hevur skrivað sín part
av ognini til Jett Rink, sum ongantíð
hevur verið væl við Bick, men hesin verð-
ur sera hugtikin av Leslie. Stødan verður
alsamt spentari millum hesar menninar,
og tá ið Jett finnur olju, verður ikki
betri
Sunnudagin kl. 23.40:
Remington Steele
Veronica Kirk er gomul og heldur, at
onkur er eftir henni, sum vil hava hana
av vegnum. Tí setir hon seg í samband
við Remington Steele. Laura heldur Ve-
ronicu vera i ørviti, men Remington tek-
ur hana i ålvara.
Månadagin kl. 19.00:
Stingray
Dr. Forrester á Coleman-sjúkrahúsinum
setir seg í samband við Stingray og biður
um hansara hjálp, tá ið fleiri av sjúkling-
unum doyggja undir gåtuførum umstød-
um, samstundis sum journalir teirra
hvørva. Stingray, sum gevur seg út fyri
at vera dr. Ristelli frá Chicago, sleppur at
arbeiða á sjúkrahúsinum, og hann upp-
dagar, at allir sjúklingarnir, sum eru
deyðir, vóru einsamallir. Teir hava onga
familju, sum aftan á setir spurningar. Og
tað tykist sum líkini eisini hvørva
Mándagin kl. 20.03:
Papillon
Amerikanskur filmur frá 1973 bygdur á
sjálvbiografi hjá Henri Charrieres. Søgan
fer fram í 30-unum í Franska Guyana,
har brotsmaðurin Henri Charriere, ella
Papillon, sum hann kallast, verður settur
at sita fyri lívstíð á Devlaoynni. Har
gerst hann vinur við annan fanga, Louis
Dega, og teir royna báðir at finna ein út-
veg at flýggja. Hóast miseydnaðar
royndir, heldur Papillon fram — tað skal
eydnast — ella vil hann doyggja.
Leikarar: Steve McQueen, Dustin
Hoffman, Victor Jory, Don Gordon,
Anthony Zerbe.
Týsdagin kl. 19.03:
The Scalphunters
Amerikanskur western frå 1968. Joe
Bass verður óður, tá ið nakrir kiowa-
indánarar noyða hann at geva teimum øll
skinnini hjá sær í býti við trælin Joseph,
sum er flýddur sunnanífrá.
Joseph er ikki fegin um at Joe Bass fær
hann, men alt í einum verður kiowafólkið
álopið og dripið av Jim Howie og monn-
um hansara. Jim er tjóvur, rasistur og út-
vegar sær livibreyð við at drepa indiánar-
ar og selja skalparnar. Bass og Joseph
eru veruliga komnir úr eskuni í eldin.
Millum leikararnar eru Burt Lancaster
og Telly Savalas.
Mikudagin kl. 21.30:
Løgregluliv
Ackland verður boðsendur til eini hús,
har narkomanar og skekjur búgva. Ein
genta hevur stoytt bensin út yvir seg og
alla íbúðina. Hon ætlar at seta eld á, tí
hon vil ikki liva longur. Ackland roynir
at fáa hana at geva sær tendraran, sum
hon hevur í hondini. Ímeðan flyta hini úr
húsunum og brandbilar og sjúkrabilar
verða boðsendir.
Mikudagin kl. 22.03:
Benson finnur gomul skjal, sum vísa, at
gull finst í húsunum. Tað er krógvað har
í 1800-talinum, og eingin hevur nakran-
tíð funnið tað
Hósdagin kl. 16.30:
Sjeynda barnið
Familjan Palmer noyddist at selja húsini.
Cassie og Mary hava funnið dreymahús
síni, men tey eru ov dýr. Men so sigur
Deverill teimum hvar ein skattur er
krógvaður
Hósdagin kl. 23.00:
WKRP In Cincinnati
Hetta er amerikonsk sendirød frå 1978
um lívið á einari lítlari radiostød. Stødin
spælir góðan tónleik, men er ov sein við
ú, og missir skjótt lurtarar og pengar.
Men so fær stødin nýggjan stjóra, hin
unga framskygda Andy Travis, sum
ætlar at broyta alt. Hann lurtar ikki eftir
tí dapurskygda Arthur Carlson. Nú
Skulu tey spæla alt innan nýggjasta rock-
tónleikin, men tíverri hatar mamma
Arthur Carlson rocktónleik — og hon
eigur radiosteðina.