Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landsumfatandi áheitan ! Í blødunum 28/2 verð- ur lýst við fundarboð- um til Kioskeigarar — Kaffistovueigarar og annars til onnur, ið hava opið til út á kveldarnar Á fundinum er ætl- anin at tosa um nýggju lógirnar, ið landsstýrið arbeiðir við og sum skulu verða lidnar 15. mars. Tí gerast má ein log, ið sigur hvat vit hava loyvi til, um vit hava kiosk - kaffistovu - restauratión - konditta- ri - cafeé - servisusteð ella bara handil. Tí sum r eru lítlar, fyri ikki siga slett ongar „sifikatiónir yvir k: it krevst, tá tú st ovnsetur eina av hes- m fyritøkum. Ætlan- er ti at finna fram til vat vit ynskja lógin kal umfata, um ákæra ikki framvegis skal verða reist móti okk- um. Ætlanin er eisini at velja eina nevnd, ið fer á fund við lands- stýrismannin Thomas Arabo, ið hevur hand- ilsmål um hendi, at kunna hann um sjónar- mið okkara. Punkt á skránni eru eisini. 1. Meguliga stovna selubúðafelag. 2. Tosa um starvs- fólkalenir. 3. Meguliga gera ketu, ið saman ger stórinnkeyp. Sum seinasta punkt á skránni er Ymiskt. Fundurin verður hildin í Havn á Hotel Hafnia mánakveldið kl. 19.00. Vegna stigtakararnar Torgerð Suðuroy Skattalætti Tað ljóðaði ógvuliga spennandi, tå ið vit øll skuldu fáa skattalætta, men gakk, ein stokkut gleði fyri Palleba, tann umtalaða mann. Hann fekk bert eitt sjokk aftur- at, jú, 100 kr. fekk hann í lætta. Men tann, ið tjenar nógvar pengar, fær frá 500 og meir, hvar er javn- aðarpolitikkurin, er hann sleptur upp á fjall. Tit javnaðarfólk, sum stýra her á landi, ansið eftir, at tit ikki fáa somu lagnu sum tjóðveldið fekk síðsta løgtingsval. Um tit halda fram at slúka ellum ráum, sum fólkaflokkurin kemur við, so kunnu tit ikki rokna við nekrum eðrum. Kollafjorður 24/2-91 Heðin Hansen Nr. 42 — 1. mars 1991 Hvar er javnaðarpolitikkurin Ger so væl og hýs mær hesum reglum í blað tykk- ara. Tað, sum fekk meg at taka til pennin, er upp- skotið um at taka minstu- lenina av hjá sjómonnun- um, ið fara at royna nýggjar leiðir. Tit tingmenn javnaðar- floksins boðaðu frá undan valinum, at tit skuldu fáa hjólini aftur at mala, so allir føroyingar aftur kundu fara til arbeiðis, men við hasum uppskotin- um verður tað mótsett, tí eingin sum fer at royna nýggjar leiðir, fer uttan hann hevur onkra fasta løn. So við hasum upp- skotinum verða bara nak- rir mans arbeiðsleysir afturat, so tað kann ikki vera meiningin hjá javn- aðarflokkinum at reka hesar menn út í arbeiðs- loysi. Hesir menn kunnu kanska skaffa fleiri ar- beiðspláss, hví skulu teir straffast fyri tað. At fólkaflokkurin kem- ur við einum slíkum upp- skoti, er ikki so legið. Men tit javnadarmenn, sum sita á Nesinum, ansið eft- ir, at tit ikki svelgja alt rátt, sum fólkaflokkurin kemur við. Tit kundu havt steðgað hasum uppskotin- um, áðrenn tað kom niðan í tingið, tí í samgongu- skjalinum stendur, at um ikki allir flokkar eru samd- ir um eitt mál, so kemur tað ikki niðan í tingið, so tað skuffar mangan javn- aðarveljaran, at so er. Kollafjorður 24/2-91 Heðin Hansen Aftursvar til »eisini« lim í The Royal Club Ilt er at verja tann seka Tað liggur tær nógv á hjarta at rættvísgera tað ólógliga virksemið, sum tú og onnur við tær standa aftanfyri. Eg eri so framligur at gita, at »eis- ini limur« er tann sami, sum »limur« i Royal Club, og tí svari eg tær við hes- um í huga. Tú skrivar m.a., at teir klubbarnir, sum nú eru steðgaðir, eru teir meina- leysastu. Tú mást orsaka meg, tí í mínum eygum sær tað ikki mætari út, enn at júst Royal Club hevur satsað stórar peng- ar uppá eina fyritøku, sum fremst í skjøldrinum ber tann rúsandi legin, sum tað mest spennandi. Her er altso talan um handil og vinning í stórum stíli, sum fyrst og fremst bygg- ir sína succes á ein libe- ralan rúsdrekkapolitikk innan klubbaveggja. Hetta er við eðrum orðum eitt sólarklárt brot á tann paragrafin í rúsdrekkalóg- ini, sum sigur, at valt er- hverv med berusende drikke er forbudt«. Virk- semið hjá Royal Club er ti- skil so illgrunavert, at løg- reglan ikki longur hevur kunnað forsvarað at latið hann fingið frið. Og eg fari enn einaferð at vísa á, at Royal Club verður ikki minni ólógligur av at aðrir klubbar eru eins ólógligir sum hann. Skilji eg teg rætt, so spyrt tú um eg haldi tað vera rætt av varafútanum og almenna ákæranum at vera limir i ølklubbum. Svar mítt er, at um teir eru limir í slíkum klubb- um, haldi eg tað vera skylda allra teirra, sum kunnu prógva hetta, at gera vart við seg á rettum stað, soleiðis at megulig korruptión innanfyri før- oysku løgregluna kann verða reinsad út. Og tað, at legreglan ikki ger sítt arbeiði, rættvísger fram- vegis ikki at fólk bróta lógirnar. Eg haldi meg eisini síggja, at tú hevur ein ringan smakk í munninum av at legreglan er donsk, og tú roynir at nýta hetta í herferð tíni ímóti fram- ferð hennara, men tú gloymir, at danska løg- reglan í Feroyum hevur ábyrgdina fyri bæði før- oyskari og danskari lóg, soleiðis sum Føroya Løg- ting hevur samtykt. So tad er ikki løgregluni, tad er galid vid, men heldur er tað galið við teimum fólk- unum, sum tú og onnur 6- negd hava valt á okkara góða legting. Eg kann eisini stað- festa, at tú í seinna brævi tínum ikki svarar einum einasta av spurningum mínum viðvíkjandi klubbavirkseminum. Hetta taki eg sum eina samtykkjan av tí, sum eg førdi fram. Eisini tosaði tú í fyrsta brævi tínum um demokrati. Men eg havi framvegis ógvuliga ilt við at fáa eyga á tað demo- kratiska í klubbavirksemi tykkara. Okkara samfelag eigur ikki at góðtaka, at klubbar verða stovnaðir við tí fyri eyga, at sleppa limum sínum undan teim- um lógum, sum galdandi eru fyri ikki-klubbalimir. Lógirnar galda fyri øll, tað verið seg varafútar, al- mennar ákærar, 120 ára gamlar sum 2 ára gamlar klubbar, rík sum fåtøk — og at enda — limir eins væl og ikki-limir. Til seinast haldi eg at tú, áðrenn tú aftur grípur pennin og oysir næstu verjurødu tina út til alt Føroya fólk, átti at hugs- ad eitt sindur um hugtøk- ini demokrati og moral. Eg havi varhugan av, at tú innast inni veitst betur enn tú letst. Klávus á Kálteigi