leygardagur 2. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 =2 mars 1991 |
tíðindablaðið
Ætlaði |
ongatið
so stórt &
Tað gongur so mikið væl hjá
Lítla við Fiskakjallaranum, at
hann kann ikki fylgja við og út-
vega handlum
og heilsølum
allan døgurdamatin og við-
skeran, ið umbiðin verður
Uttan nakað hóvasták og
uttan nakrantíð at lýsa
byrjaði Fiskakjallarin í
Runavík fyri góðum trimum
mánaðum síðan.
stóra. Hugsan mín var at
ganga her einsamallur og
putla, keypa fisk, skera
kjálkar og lata ngkrum
handlum eitt sindur av
- Eg ætlaði ongantíð tað døgurdamati. Men tað vísti
%
seg skjótt, at eftirspurning-
urin var so stórur, at eg fekk
rikiligt at gera.
Hetta sigur Andreas Jo-
hansen, betur kendur sum
Lítli. Hann er væl kendur í
hvussu er í Havnini, har
hann hann í nógv ár tilsam-
ans arbeiddi sum slaktari.
Nú hevur hann sett seg
niður í Runavík.
Tað var upp á ein máta av
ulvild, at hann fór til Runa-
víkar. Men har býr ein dótt-
irin, sum eisini hjálpir hon-
um nú.
- Vit droyma gall. Eg
droymdi fyrr um at lata upp
fiskahandil í Havn. Men tað
erikki so lætt, tí har er dýrt at
leiga høli, og torførari enn
nógva aðrastaðni at fáa
hendur á fiski
BYRJAR HOVLIGA
Niðri á havnargkinum í
Runavík leigaði Lítli seg inn
í eitt fyrrverandi bilhús. Har
er sera trongligt, men tað
bilar ikki. Tað ræður bara
um at: duga at innrætta seg,
heldur Lítli. Hann ber seg at
á tann hátt, at allar maskin-
urnar hjá honum eru á
hjólum, og ein maskina
kann sorullast út, tá ein onn-
ur skal inn. Maskinumar
hevur hann allar keypt
brúktar og slapp tí frá at gera
ta heilt stóru iløguna.
Fremst hjá Fiskakjallara-
num stendur at lata handlum
á Skålafjørdinum, í Gøtu og
í Fuglafirði feskan døgurda-
mat. Minst fýra sløg av døg-
urðamati hvønn dag.
Handlarnir fáa flak, ræst-
an fisk, saltfisk, kjálkar,
flatfisk, knetti, rogn og aðr-
ar fiskavørur og annan van-
Myndir: Kalmar
Fiskakjallarin letur
verur til fleiri handlar.
Haraftrat selur hann
gjøgnum tvær heilsølur
ligan føroyskan mat hvønn
morgun at selja. Litli byrjar
sjålvur at arbeida hvønn
morgun kl. 4-4.30 at ar-
beiða. Fýra fólk hevur hann
afturat sær. Tey arbeiða ikki
øll allan dagin og koma
nakað seinni ul arbeiðis enn
Líti.
Fiskakjallarin keypir fisk
frá útróðrarbátum., og
fiskurin verður flaktur á
Bakkafrost. Flak plagar
hann at keypa frá Lynfrost
Teir vita, hvat hann vil hava,
og koma ofta sjálvir og
bjóða honum fisk. Runavík
er eitt av teimum frægastu
støðunum at vera fyri at fáa
fisk, men sjálvandi eru eis
ini har ofta dagar ímillum, at
eingin fiskur kemur upp á
land.
EISINI
KJØTVØRUR
Ti ber ikki ul hjá Fiska-
kjallaranum bara at hava
fisk. Lítli fór beinanvegin at
gera ymsar pylsur til við-
skera, rullipylsu, kjøtpylsu,
roykta pylsu og skinsakjøt
og døgurdar av kjóti., sum
td. malid neytakjøt og me-
distarapylsu. Vidskeran sel-
ur hann til handlarnar og
eisini gjøgnum heilsølur.
Nú er hann haraftrat farin at
lata feskan døgurdamat til
FK-handlarnar i Havn og
onkur annar handil i Havn
fær eisini beinleidis frå hon-
um. Eftirspurningurin er so
stórur, at Fiskakjallarin
kann ikki fylgja við og út-
vega heilsølunum og handl-
unum allan matin, ið um-
biðin verður.
KLART AT KOYRA
I POTTIN
Vørurnar, Lítli letur frå sær,
síggja snøggar út, sum tær
liggja í handilsdiskunum.
Lítli hevur stórt úrval
av vanligum dogurða-
mati, ið er klárur at
koyra í pottin. Hann ger
eisini ymsit eftir áheitan
frá fólki
Alt er vakumpakkað, klárt
at koyra í pottin. Hann sigur
sjálvur, at hann leggur stór-
an dent á, at 130 skal síggja
nossligt út
Og hann eisini
stóran dent á dygdina. Einki
við at fylla vatn í matvørur
nar, sum tað kanr
summum gørum
um, 10 fåast ul keyps og ti
kunnu vera biligari. Tad
malna kjøtið er eisini nógv
saltnari enn nógv annað
malid kjøt, ið keypast kann.
Vørumar frå Fiskakjall-
aranum eru hverki bíligari
leggur
vera Ii
matvør-
ennn dýrari enn aðar vørur
av sama slag. Fiskur kann tó
kanska keypast bíligari í
summum bygdum.
Umframt at selja mat Litli
eisini nógv vid at roykja fisk
fyri fólk. Upp undir viku-
skifuni, ofta hósdag, koma
tey við sílum, kongafiski og
øðrum fiskasløgum, sum
tey so fáa roykt aftur til
leygardagin. Lítli roykir
fiskin í einum roykiovni
hann hevur fingið loyvi at
nýta á Glyvrum. Tað eru
ikki bara fólk í Runavík,
sum koma ul hansara við
fólki, ið skal roykjast. Litli
hevur fyrr handlað við nógv
fólk aðrastaðni, sum koma
ul hansara aftur nú.
Ætlan hansara er annars at
fara ta selja royktan laks,
tosk og kongafisk.
Sjálvt um tað gongur so
væl, hevur Lítli íkki í kvitt-
anum at víðka handilin. Tað
gongur væl, sum er.
randi