leygardagur 2. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NA:
viku-
SKITTIO!
02
SE
tíðindablaðið S0Sjalurin
Ditlev Olsen, fyristóðumaður á Skúlanum á Tróðni:
Eingin veit
hvat staming er
I sambandi við, at nú er komið so at siga undir land við stovnanini av
einum Høgættarfelag — felag fyri fólk, ið stama — hevur Sosialurin fingið
Ditlev Olsen, talupedagog at greiða frá eitt sindur um staming
Sum so mangt annað, so er
eisini staming eitt rættiliga
stórt evni, skal tað verða
lýst út í æsir.
Øll kenna vit onkran, ið
stamar, og fleir av okkum
hava órvað upplivað sjálv,
hvussu tað kennist at renna
undan orðunum ella als
ikki at finna tey
Sosialurin hevur fingið
Ditlev Olsen, talupedagog
g fyristødumann á Skúl-
T
TIrødni at greiða
a um staming
num á
ndiur fr
KIU ET
Uppgávu um staming
Ja, eg skuldi vita eitt
sindur um hetta stóra og
míevynandi evni, tí um-
tramt at hava arbeitt við
Íki, 10 stama, havi eg
eisini skriva eina stóra
uppgávu um júst staming,”
sigur Ditlev.
Hann sigur, at sum við
so mongum ødrum, verður
eisini roynt at finna orsøk-
ina ul staming, og síðani at
hjálpa, so stamingin heilt
ella partvíst kann halda
uppat.
Spurdur, hvat staming er,
svarar hann, at tað er helst
eingin, ið ul fulnar kann
svara tí spurninginum.
„Fyri at fáa greiði á
teimum ymsu viðurskift-
unum, verður nógv hugt at,
nær stamingin byrjar," sig-
ur hann. „Og her kann vera
rættiliga ymist, hvussu
vorðið er við tí."
Byrja samstundis
sum tey læra at tosa
I flestu førum sær út til,
at børn byrja at stama, um
somu tíð, sum tey byrja at
læra at tosa, meðan summi
byrja um skúlaaldur og
Onnur seinni, tá tey eru
komin í pubertitetsárini.
„Fleiri granskarar hava
roynt at sett tøl á, nær børn
byrja at stama, men ymist
er, hvat teir koma til,” sig-
ur Ditlev. , Summir siga, at
37% av teimum, id stama,
byrja i 3-4 åra aldrinum,
meðan aðrir siga hetta tal
vera 67%.”
Tann, sum Ditlev tó
sjálvur heldur vera mest
eftirfarandi, er ein amer-
ikumadur, sum er komin
fram ul, at 60% av teim-
um, sum stama, byrja i
aldrinummillum 2-5 ár.
Sera vanligt er, at bórn
byrja á tann hátt, at tey
endurtaka orð og setn-
Ingar, to uttan at losa
skjótari enn vanligt," sigur
hann. „Hetta er tað, vit
kalla primer staming, með-
an tann sekundera stam-
ingin er, tå spasmur koma
uppi, samantrekking av
vøddum og slíku"
Tveir høvudsbålkar
Tey, ið stama, verða býtt
upp í tveir høvudsbålkar:
Klonisk staming og ton-
isk staming.
Kloniskir stamarar eru
tey, ið høgga í ti, men
kortini alla tíðina koma
víðari. Tey siga orð, sem-
ingar og partar av orðum
upp í saman.
Toniskir stamarar eru so
tey, ið renna seg púra fast-
an í tí, tey vilja og royna at
siga. Tey tykjast hava í so
stóran skund, og so stendur
alt fast.
„Vit kunnu eisini koma
útfyri blandingsformum av
hesum báðum høvuds-
bólkunum," greiðir Ditlev
frá. „Tá verður talan so um
toniska/kloniska staming
ella kloniska/toniska stam-
ing."
Trampa í gólvið
„Tey, ið eru heilt illa fyri
av staming, kunnu bæði
knýta nevarnar, trampa í
gólvið og spenna allan
kroppin í ótta fyri ikki at
koma víðari," sigur hann.
„Vit, sum arbeiða við
staming og stamarum,
skulu so royna at finna
fram til, hví tey stama, og
hvat skal gerast, so tey
kunnu sleppa av við stam-
ingina ella verða hjálpt at
hava tamarhald á henni."
Her vísir hann á, at hjá
náttúrfólkunum sæst at
kalla einki til staming yvir-
høvur, meðan hetta í si-
viliseraða heiminum er
púra vanligt.
„Staming kann vera bæði
arvalig og neurotisk, og í
mongum fórum ber til at
vísa á sålarligar orsøkir
ella skelk og ósemju ella
stríð av einumhvørjum
slag,” sigur Ditlev, sam-
stundis sum hann visir å, at
uppvøkstur og uppaling
kunnu hava sera nógv at
siga.
Millum annað heldur
hann tað vera sera áhuga-
vert, at so at siga eingin
staming er hjá náttúrfólk-
unum, har børnini ikki
verða vand upp við brest-
um í endan, ella at tey
verða skeldað ógvusliga
út, sum vit kanska ofta
kenna tað frá okkum sjálv-
um.
Minka um spenningin
„Ein bati er at royna at
minka um tann spenningin,
sum elvir til stamingina,”
sigur Ditlev. „Fáa vit or-
søkina til stamingina at
hvørva, ber næstan eisini
til at fáa stamingina at fara
sama veg."
Hann sigur, at tíverri
kunnu onkuntíð liggja
tvangs-neurosur aftanfyri
orsgkirnar til stamingina.
Til dømis kunnu tað vera
børn, id ikki vilja eta, pissa
undir seg ella býta negl,
Sum eisini stama.
Ikki er altíð so nógv, ið
unga
SEER
liggur aftanfyri, men tað,
sum umræður, er at finna
fram til hetta, og so fáa
hjálpt hareftir.
Hjálpir at syngja
Ofta hoyrir ein, at tað
hjálpir hjá stamarum at
syngja, og er tað helst
eisini so.
Vit kenna jú søguna um
dekkaran, sum stóð undir
liðini á skiparanum, tá hes-
in varð sligin út, og dekk-
arin skuldi geva stýri-
manninum boð um, hvat
hent var. Dekkarin stamaði
so illa, at hann valdi at
syngja boðini: „Skiparin er
dottin fyri borð, fallera!”
Hetta er sjálvsagt bert
ein skrána, men Ditlev
fortelur, at hann bert í ein-
um einasta føri hevur vita
um fólk, sum hevur stamað
í sangi eisini:
„Tað vísir seg, at rútman
Nr. 43 — 2. mars 1991
hevur eina góða ávirkan,
og ofta brúka vit eisini
sang í sambandi við við-
gerðina."
Andadrátturin hevur
nógv at siga
„Tað fyrsta sum er at
gera, tá vit skulu hjálpa
einum stamara, er at vinna
álitið hjá viðkomandi,"
sigur Ditlev. „Tað hevur
nógv at siga, fyri at úrslitið
skal gerast so gott sum
gjørligt.”
Tað næsta, farið verður
undir, er andadråtturin:
„Síðani er at finna útav,
hvussu viðkomandi andar:
um tað er uppi í bróstinum,
um rivini, ella viðkomandi
hevur búkandadráu."
Ditlev sigur, at anda-
b