mikudagur 6. mars 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 6. mars 1991
BN FEET]
Skammblettur fyri bretska rættarskipan:
Ósekir írar
í fongsli i 16 ár
Í hesi vikuni skal bretska
dómsvaldið taka steðu til,
um sakarmálið móti seks
írum, sum fyri 16 árum
síðani vórðu demdir lív-
langt fongsul, varð bygt á
lygnir og skeiv prógv.
Nógv er nú, sum bendir á
tað, og fer tað at hava við
sær, at teir seks óseku
verða latnir leysir aftur.
Talan er um >The Birm-
ingham Six< sum teir
verða kallaðir í fjølmidlun-
um. Hesir írarnir hava
helst verið fyri justits-
morði, tá teir í 1974 fingu
lívlanga fongsulsrevsing
fyri eina IRA-bumbuat-
sókn í Birmingham, sum
kostaði 21 fólkum lívið,
meðan meira enn hundrað
vórðu særd.
Øll hesi árini, teir seks
hava sitið í fongsli, hava
teir og familjur teirra
roynt at fingið málið fyri
rættin av nýggjum, men
ikki fyrr enn nú, næstan
17 ár eftir at teir vórðu
demdir, hava teir fingið
loyvi til at appelera dóm-
arnar. Fleiri royndir fyrr
at appelerað hava verið
vístar aftur av bretska
dómsvaldinum, sum ikki
vildi hoyra talan um, at
løgreglan ikki skuldi hava
talað satt.
Tað hevur leingi verið
víst á, at løgreglumennin-
ir, sum vitnaðu móti teim-
um seks, lugu í rættinum,
og at teir í veruleikanum
legdu saman ráð, hvussu
teir skuldu fáa teir seks
írarnar dømdar við skeiv-
um prógvum.
nm ——þ
Men nú halda verjarnir
seg kunna brúka nútím-
ans teknikk til at vísa, at
prógvini, sum vórðu brúkt
móti teimum seks, ikki
vóru í samsvar við veru-
leikan. Og verjin hevur
skaffað so haldgott próv-
tilfar til vega, at dóms-
valdið ikki longur tordi at
vísa appelsakini frá sær.
Trupulleikin øll hesi
árini hevur verið at sann-
fort almenna ákæran um,
at løgreglumenninir
høvdu logid i rættinum.
Nú hevur pipan so fingið
annað ljóð.
Framstandandi bretskir
og amerikanskir sakferar-
ar, stuðulsbólkar, Am-
nesty International,
prestar og enntá Gorba-
tjov forseti hava sett eitt
stórt spurnartekin við
dómarnar og hava heitt á
bretsku myndugleikarnar
at taka málið upp aftur til
viðgerðar. Víst verður í
hesum sambandi eisini til
eitt líknandi sakarmál fyri
ikki so langari tíð síðani,
tá fýra írar, sum hevdu
sitið í fongsli í 15 ár,
vunnu appelsak og vórðu
latnir leysir. Eitt mál,
sum skakaði alla ta
bretsku rættarverðina. Og
nú kemur ein líknandi sak,
sum verður ein ikki minni
skammblettur fyri alla
bretsku rættarskipanina.
Og tað eru fleiri og fleiri,
sum nú siga, at dómarnir
hjá teimum seks helst er
ein tann stersti skamm-
bletturin í bretskari rætt-
arsegu, har: seks ósekir
mans hava verið í fongsli í
samfull 16 ár fyri eina
brotsgerð, sum teir onga
ábyrgd høvdu av — og har
almennir | tænastumenn,
løgreglumenn lugu í rætt-
inum.
Appelsakin byrjaði
mánadagin og verjarnir
roknar við, at tað ganga
ikki nógvir dagar, til teir
seks aftur eru fríir menn.
Í dag eru tey flestu, sum
hava fylgt við málinum,
samd um, at hesir seks ar-
beiðsleysu írarnir vóru
offur fyri einum justits-
morði. Tað, sum feldi teir í
rættinum, var, at teir vóru
á tí skeiva plássinum at
skeivu letuna.
Tá bumbuatsóknin varð
framd í 1974, vóru bretar
á gosi. Teir seku skuldu
takast og revsast og tað
skjótt og hart. Fimm av
írunum vóru á veg til eina
jarðarferð í Belfast, tá teir
vórðu tiknir og fluttir til
eina bretska politistød.
Enn ein íri varð fluttur til
somu politisteð.
Ein av teknikarunum
hjá politinum fann fram
til, at tað á hondunum hjá
írunum vóru merki eftir
av nitroglyserini. Tí evn-
inum, sum verður brúkt í
bumbum. Teir vórðu nú
allir avsmurdir og nakrar
tímar seinni játtaðu teir
seks seg sekar.
Teir seks segdu eftir
hetta, at løgreglumenninir
å ymsan 6hugnaligan hått
tvingaðu teir at játta seg
sekar.
Hevuðsprógvið, nitro-
glyserinið, var stutt eftir
dómarnar mett einsvæl at
kunna stava frá einum
kortspæli, einum borði úr
plastikki ella tape. Teir
fimm høvdu spælt kort
stutt eftir bumbuatsókn-
ina.
Hóast umboð fyri IR og
eisini løgreglumenn seinni
hava sagt, at teir seks eru
ósekir, so hevur dóms-
valdið ikki verið til at vik-
að. Tað vildi undir ongum
umsteðum taka málið upp
aftur, tí harvið hevði tað
sett løgregluna í eina tor-
føra steðu. Dómararnir
vildu ikki góðtaka, at log-
reglan hevði logið og vit-
andi brúkt skeiv prógv.
Við hesum orðum varð ein
appellur frá teimum seks í
1988 vístur aftur av
hægstarættardómaran-
um.
Seinni kom tað eisini
fram í eini sjónvarpssend-
ing, at menninir vóru
ósekir. Ein maður, sum
ikki vildi vísa andlit sítt,
greiddi tíðindamanninum
frá, hvussu hann og aðrir
høvdu borið seg at, tá teir
framdu bumbuatsóknina.
Hegtstandandi fongsuls-
fólk skulu eisini hava
sagt, at teir seks eru ósek-
ir
Heldur ikki hetta fekk
dómsvaldið at gera nakað
við málið.
Hetta appelsakarmálið
líkist ikki sert einum eð-
rum, >Teir fýra frá Guild-
ford«, sum fyri góðum
seks árum síðani vórðu
leyslatnir eftir at hava sit-
ið í fongsli í 15 ár — ósek-
ir. Tað sakarmálið líkist
hesum nógv, tí eisini tá
kom fram, at legreglan
leyg og fekk menninar at
játta seg sekar, meðan teir
vórðu píndir. Teir dómar-
nir vórðu allir gjørdir til
einkis, tí legreglumenn
høvdu falsað teirra orð.
Einaferð í hesi vikuni
fáa vit so at vita, um
bretska rættarskipanin
hevur verið misbrúkt av
legregluni at døma ósek
menniskju í fongsul fyri
lívið.
Saddam
Hussein
oynsktur í Sovjet
Hesar seinastu dagar-
nar hava tíðindi gingið
um, at irakiski leidarin
Saddam Hussein ætlar
sær at rýma av landin-
um og søkja um frið-
skjól í onkrum eðrum
landi. Franska blaðið
Le Monde segði í farnu
viku, at Saddam Huss-
ein hevði fingið loyvi at
búseta seg í Algeria,
men hetta hava mynd-
ugleikarnir har seinni
avsannað. Franski
blaðmaðurin, sum
skrivaði greinina, fekk
greið boð: ikki at vísa
seg aftur í Algeria.
Seinni hevur tað ljóð-
að, at Saddam Hussein
meguliga fór at fáa
friðskjól í Sovjetsam-
veldinum. Hesum
leysatíðindum hevur
talsmaðurin hjá Gorba-
tjov víst aftur uppá tað
harðasta. Hann sigur,
at hetta ongantíð hev-
ur verið uppá tal og
leggur afturat, at
Saddam Hussein er
ikki vælkomin í Sovjet-
samveldinum.
Tað er annars óvist,
um Saddam Hussein
hevur havt ella fram-
vegis hevur ætlanir um
at flyta av landinum.
Men beint áðrenn bar-
dagin endaði, fingu
amerikanarar eyga á
fýra flogfer á Bagdad-
leiðini, sum komu úr
skýlum sínum. Teir
vórðu alt fyri eitt løgd í
oyði og gitingar hava
verið frammi um, at
hetta vóru flogferini,
sum skuldu flyta Sadd-
am Hussein og hansara
næstu úr Irak til eitt
annað land.
Annars hevur Sadd-
am Hussein ikki latið
hoyrt frá sær í eina tíð,
til hann sunnudagin
sambært útvarpinum í
Bagdad skal hava ver-
ið á fundi í Kollvelting-
arráðnum at tosa um
politisku steðuna í
landinum.
Teir fyrstu sameindu
fangarnir latnir leysir
Mánadagin vórðu teir
fyrstu 10 sameindu
fangarnir latnir leysir
av irakarum. Tað vóru
seks amerikanarar,
tríggir bretar og ein
italiumaður. Millum
fangarnar var tann
amerikanska kvinnan,
sum varð tikin fangi á
markinum millum
Saudi Arabia og Ku-
wait herfyri. Har vóru
eisini tveir av teimum,
sum irakar herfyri
vístu fram í sjónvarp-
inum. Allir teir 10 sóu
út til at hava tað gott.
Tað verður framvegis
hildið, at nakrir fangar
eru eftir í Irak.
Í gjár skuldu teir
sameindu so lata um-
leið 200 irakiskar fang-
ar leysar. Ætlanin var
eisini, at Irak skuldi
lata nakrar fangar hjá
teimum sameindu leys-
ar afturat. Enn er ó-
vist, hvussu nógvar
fangar Irak hevur, men
meira enn 54 hermenn
hjá teimum sameindu
eru saknaðir.
Í eini reðu mánadag-
in fegnaðist ameri-
kanski forsetin um
leyslatingina, men
segði, at ein varandi
vápnahvíld fæst ikki i
ekinum fyrr enn allir
fangar eru latnir leysir.
dei]
PK ii
a eee TEE
ve
SA DN re
Tie.