Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a odense aað sn S on SØER Oman móti langa sandinum á Sandi eru mølheyggjar, ið ikki hava sin lika i Føroy- um. Heyggjarnir eru friðaðir, og haðani má einki takast Mynd: Kalmar Bót fyri at taka fridadan sand Fútin hevur nú givið einum manni stóra bót fyri at taka sand úr Mølheyggjunum á Sandi Molheyggjarnir heima á Sandi eru eindømi í Før- oyum. Tað er orsøkin til, at yvirfndingarnevndin fyrst í 1970 og aftur í 1983 av- gjørdi at friða teir heilt. Heyggjarnir skulu varðveit- ast í sínum natúrliga líki. Har má ikki byggjast, ikki stikast, og tað er ikki loyvtat taka sand, grót, mold, eyr, leir, plantur ella djór úr heyggjunum. Friðingin bleiv sett í verk, ti so nógv varð tikið burtur av sandi 0.Ø., so heyggjarnir minkaðu. Tikið hevur eisim Føroya Deild: Amnesty International, Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku- dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816 verid av heyggjunum, eftir at heyggjarnir vórðu frið- aðir. Fyri nøkrum árum síðan var vanligt, at fólk bóðu um loyvi til at taka sær upp í eina spann, og tað fingu tey eisini loyvi til. Men fyri hálvum øðrum ári síðan segði sýslumað- urin kortanei. Heyggjarnir toldu ikki at verða máaðir meira, og tí skuldu heyggj- arnir hava heilt frið. 3. august 1989 minu Jógvan E. Ósá, sýslumaður, við kunngerð í bløðunum fólk á friðingina. Tað vóru kortini ikki gl, sum skiltu álvaran. Onkur hevur fingið sær sand kort- ini. Ein, sum varð sæddur gera hetta, hevur nú fingið heilsu frá fútanum. Hann skal gjalda 2000 krónur í bót fyri at taka sand úr friðaðu Mølheyggjunum. Tað var væl dyrari sandur, ennum hann fór í handilin at keypa sær sand. randi Dyrt og bíligt i kappingartid Nr. 46 — 7. mars 1991 rå Tað var fyri jól i fjør, at Sjóvinnubankin royndi eitt framstig at fáa stórri viðskiftaskara á ein serliga óvanligan hátt. Teir sendu brøv til fólk, sum fingu pening útgold- nan úr Lønjavningargrunn- inum - um Postgiro- deildina. Postverkið sendi í hesum sambandi fyrispurning til Líkingarráðið, við áheitan um at fáa greitt at vita, um Sjóvinnubankin - sum í hesum føri segði seg hava fingið fatur í bústóðum og nøvnum á lønarlistum, hevði heimild at gera slíkt. EINKI FRÆTT Roymer Lamhauge, leið- ari á Postgirodeildini, sig- ur við Sosialin, at teir enn ikki hava frætt aftur frá Líkningarráðnum, men at hann veit at stovnurin, saman við Skrásetingar- eftirlitinum, arbeiðir við málinum. Hevur henda kappingin tikið viðskiftafólk frá Post- girodeildini? - Ja, tað er einki at ivast í, at hetta hevur ávirkað Postgirodeildina. Vit hava ikki longur so nógvar út- gjaldingar, sum áður. Tað kemst ivaleyst eisini av, at Lønjavningargrunnurin hevur broytt avgjaldsskip- an, tii beinletdis at flyta í peningastovna. Hildebjartur Johansen, leidari å Lønjavningar- grunninum sigur vid Sos- alin, at teir ikki higartil hava broytt avgjaldsskip- anina, men at tað eru viðskiftafólkini, sum hava biðið stovnin flyta lønina í peningastovn. Hildebjartur Johansen: - Vit hava ikki gjørt nakrar broytingar enn, men nýta Postgirodeildina eins og áður. Vit gjalda 1/2 mió. krónur til Postgirodeildina árliga, men um vit nýttu peningastovn, fingu vit hetta fyri einki. MISJØVN KAPPING - Vit skulu spara eins og aðrir stovnar, og av tí at vit ikki hava EDV-skipan, eru vit bundnir av at nýta slíka útgjaldingarskipan. Roymer Lamhauge, leið- ari á Postgirodeildini: - Tað er misjøvn kapping, tá peningastovnar gera ar- beiði fyri einki, sum vit taka pening fyri. Tað er greitt at tað kostar pening- astovnum nakað, at veita viðskiftafólk ókeypis tæn- astu, tá vit taka tað, sum tað veruliga kostar at av- greiða eitt viðskiftafólk. - Í hinum Norðurlondum er greið avtala millum peningastovnar og Post- girodeildir. Teir taka somu upphædd fyri somu tænastu. BÍLIGARI AT BERA Á POSTHÚSIÐ Í Føroyum er ikki slík avtala galdandi, og ti kunnu vit siga, at ein fjal- dur kostnadur er fyri slikar tænastur, sum peninga- stovnar veita fólk ókeypis, og tá kann tað bert vera lántakarin, sum rindar gildið onkusvegna. Í Danmark er kostnaðurin at senda pening um Post- giro júst hækkaður til 20 krónur. Hetta er ein spur- ningur, sum eisini verður vidgjødur á Postverkinum, men enn taka vit bert 3,50 krénur fyri at senda pening til Danmarkar um postgiro. AR Við hvórt kostar tað einki, við hvørt kostar tað nógv. Hetta er kappingin millum peningastovnar og Postgirodeildina hjá Postverkinum. Um tú t.d. skal senda 2000 krónur til Danmark um Postgiro, kostar tað 3,50 á Posthúsinum, men umleið 40 krónur í peningastovni Sosialurin spurdi í Spari- kassanum í Havn og í Fossbankanum, hvussu nógv tað kostar at flyta pening um peningstovn til t.d. postgiro í danmark. Jastrid Hansen, leiðari í avgreiðsludeildini í Spari- kassanum: - Tað kostar frá 10 krónum upp til 750 krónum - alt eftir, hvussu stór upphædd verður flutt. Vit hava avgjaldsskipan vid P.P.S. (Pengeinsti- ttutternes Betalingsser- vice), sum beinleidis flytir pening frå einum degi til annan. Vidvikjandi valutakjekki, sum er at flyta pening frå einum landi uttanfyri Dan- mark, kostar tað frå 35 krónum til hægsta mark 750 krénur. I Fossbankanum upplysti Aage Amoldsen, uttan- landadeildin: - Við giro- konto kostar tað 25 krónur fyri upphæddir undir 1000 krónur. Er upphæddin stórri, kostar tað 40 krón- ur. At flyta t.d. valutakjek, kostar frá 30 krónum og upp til 750, alt eftir, hvussu stór upphæddin er. Á Postgirodeildini kostar tað framvegis 3,50 at senda pening um postgiro til Danmarkar. Her er Postgirodeildin í Føroyum 36,50 krónur bí- ligari fyri hvøria avgreiðs- lu. Dagny