Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 7. mars 1991 Nú er tann Orð: Dagny Mynd: Kalmar stundin komin - tá próvtókuhúgvurnar skulu seymast, sum studentar, HF-næmingar og HH-næmingar fara at prýða seg við í summar Tað er neyvan nakar sum er farin at hugsa um próv- tøkutidina, sum um nakrar mánaðir fer at loypa fjáltur á ungdómin í studenta- skúla, HF-skeiðum og HH-skiila. Kortini er Margretha Christiansen, sum hevur tikid yvir hattahandilin hjå Minu Wilhelm i Havn, fyri langari tid sidan farin undir fyrireikingarnar. Tad er nevniliga henda fyritøka, sum hevur til uppgåvu at seyma allar prévtøkuhågvurnar i Før- oyum. STOVAN ER. GOYMSLURUM Tað er hugnaligt í trong- ligu seymistovuni hjá Margrehtu Christiansen, og tú kanst neyvan ímynda tær, at her verða umleið 300 húgvur seymaðar - bert rúgvusmikla plássið, sum so nógv vøra er tilsamans, fyllir kanska alt holdið. Mina Wilhelm, er júst komin at vitja, tá Sosialur- in kemur inn á gólvið, og her verður goymslumálið svarað beinanvegin: Mina Wilhelm: - Tá húgvurnar eru lidnar, ver- ða tær goymdar í stovu míni á fyrstu hædd - í bók- stavsrød. | Ungdómurin hevur ikki stundir at bíða, tá tey at enda koma eftir húgvun- um, og av tí at húgvur, sum skulu nýtast uttan fyri Havnina, verða sendar við Á postinum, eru bert næm- ingar í Havnini, sum sjálvi koma í handilin eftir húgvunum. - Vanliga er stovan hjá mær húgvugoymsla í eina viku hvørt ár. Tað gongur upp á stás, sigur Mina Wilhelm. Tað kemst ikki uttan um Minu Wilhelm, tá vit tosa um studentahúgvur og aðrar húgvur av hesum slag. Hon hevur verið við til at seyma studenta- húgvur síðani í 1936, tá fyrsta húgvan varð gjørd. Hon var tann, sum skapti HF-húgvuna í 1976 og Margretha Christiansen hevur gjørt HH-húgvuna, fyrstu ferð fyri trimum ár- um síðani. Tað var Hansa Højgaard, 8. ið var stødd í Danmark fyri kríggið, sum gjørdi fyrstu studentahúgvuna, ið enn hevur sama snið og litir, sum upprunaliga húgvan hevði. SEYMAÐI ÚR EINI KASJETT Mina Wilhelm arbeiddi eitt skifti hjá Liffu Gre- goriussen, umframt at hon var tvær ferðir í Danmark og arbeiddi hjá modenisti, sum tað eitur um fólk, ið seyma hattar. Mina Wilhelm: - Eg veit bert um eina studenta- húgvu, sum ikki líkist tí upprunaligu. Tað var ein skipari á Strondum, sum keypti soni sínum eina kasjett í Onglandi undir krígnum. Hann kom til mín og bað meg seyma eina studenta- húgvu burturúr tilfarinum. Eg so gjørdi, men eg minnist ikki i dag, hvussu hon så út. Helst havi eg klætt kollin við hvítum klæði. - Eg havi hoyrt at henda húgva er til enn, og eg kundi hugsað mær at sæð hana aftur, sigur Mina Wilhelm, sum í dag er 76 ára gomul og givin at ar- beiða í hattabúðini Tað var helst ikki heilt vanligt at fara undir at seyma og selja hattar í 1987, tá Margretha Chreis- tansen tók yvir eftir Minu Wilhelm? VILDI HAVA EGNA VIRKI Margretha Christiansen: - Eg eri upprunaliga hond- arbeiðslærari, og hevði altíð hugsað um at fingið egna virki, tá ein sonur Minu spurdi meg, um eg var áhugað fyri hatta- seyming. - Men at eg skuldi fara undir hetta virksemi, hevði eg ikki ímynda mær, sigur Mar- gretha, sum dámar ser- stakliga væl. - Eg hevði arbeitt í hattabúð í Magasin í Keypmannahavn í nøkur ár, áðrenn eg kom heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, og tí var eg ikki heilt ókend við hetta arbeiði. Í byrjanini legði Mina Spa? mær lag å, og sidani havi eg havt nóg mikið at gera. FYRIREIKING GJØGNUM ARIÐ Eg havi eisini eina kvinnu í arbeiði, sum kem- ur mær til hjálpar, tá á stendur - serliga nú tað fer at vára. - Hóast vit nærum alt árið fyrireika próvtóku húgvuseyming, so seyma vit eisini vanligar hattar til fólk, men hetta er meira í ti ljósu tíðini av árinum. -Vit seyma vanligar hattar, veitsluhattar, brúd- leypshattar og silvurbrúd- leypshattar. Hetta er ser- ligt handverk, sum er tíð- arkrevjandi, men eisini á- hugavert og spennandi at gera. Hin partin av árinum seyma vit "niðurfyri" próvtókuhúgvurnar, sum eru serstakliga nógv ar- beiði av. Hvusssu nógv arbeiði er at at seyma húgvurnar sæst av úrslitinum, sum vit hava avmyndað. SILKISATIN ÚR ONGLANDI Studentahúgvan og hinar eru ikki eins, hóast lík- leikin sæst. Alt er gjørt úr bestu góðsku. Silkisatin til kollin, skuggin er úr bust- aðum leðri, sum hevur fingið serliga viðgerð, før- oysk vovið klæði - eins og nýtt verður til tjóðarbúnan, har ein hondsligin knappur er festur í pullin, og sein- ast eitt silvurmerki framman, sum sigur frá, hvørja prévtøku tú hevur verið til ta árið. - Fyri at vísa á, hvussu nágreiniliga farið verður um prévtøkuhugvurnar, so verdur hvita klædid bilagt Framhald á síðu 15 Margretha Christiansen og Mina Wilhelm á hugnaligu seymistovuni. Fremst siggjast próvtókuhúgvur- nar: HF-húgvan, sum Mina Wilhelm gjørdi i 1976, studentahúgvan, sum Hansa Højgaard gjórdi fyri kriggid og HH-húgvan, sum Margretha Christiansen gjørdi fyrstu ferð