Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 49 - 12. mars 2003 Nr. 49 - 12. mars 2003 3 Mánadagin kom nýggja fløgan við Brandi Enni út í Danmark, og nú verður nógv lagt fyri í royndini at gera føroyskan unglingin kendan uttanlands TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Hesa vikuna verður Bran- dur Enni nógv frammi í Danmark, og fólkini, sum standa aftan fyri føroysku poppstjørnuna, vóna, at tað fer at leggja grundlagið undir einum veruligum gjøgnumbroti uttanlands. Sunnudagin var Brandur við í barnasendingini hjá Bubber, sum er sera væl umtókt millum børn og teir yngstu tannáringarnar. Mánadagin fór nýggja fløg- an, sum er kallað upp eftir Brandi sjálvum, út í sølu- búðirnar, og í gjár var stórt útgávuhald í Palads mið- skeiðis í danska høvuðs- staðnum. Dreymalið gjørt tónleikin Tað verður gjørt nógv burtur úr útgávuni hjá Brandi, og tað verður vænt- andi lønt aftur við nógvari umrøðu av føroyska sang- aranum. Hósmorgunin verður Brandur við í morgunsend- ingini hjá TV 2 og síðst í vikuni fer hann at spæla á nøkrum av stóru keypsskál- unum kring Danmark. Á fløguni, sum nú er komin út, eru lutvíst nýggir sangir og lutvíst sangir, sum føroyingar kenna frá føroysku útgávuni hjá Brandi. Allir sangirnir eru á enskum máli. Tað eru fremstu føroysku tónleikaframleiðararnir og tónleikararnir, sum hava staðið fyri arbeiðnum við tónleikinum á fløguni – tað ber til at kalla tað eitt slag av føroyskum dreymaliði – og nýggja føroyska plátu- felagið, NAME, gevur fløg- una út í Danmark. Brandur givið fløgu út í Danmark Brandur Enni er nógv framm í donsku miðlunum í hesum døgum. Hósmorgunin verður hann við í morgunsendingini hjá TV 2, og síðst í vikuni fer hann at spæla á nøkrum av stóru keypsskálunum kring Danmark Smátt er eisini gott. Politiskt kann okkara nærleiki verða grun- darlag undir verulig- um fólkaræði, har einstaki borgarin kennir, at hansara rødd verður hoyrd. Altjóða ráðstevnan í Norðurlandahúsinum er prógv um, at Føroyar ikki bara eru langt úti GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Um nøkur ár hava vit ikki bara hava tað elsta tingið í Norðurevropa. Tá eru vit eisini eru heimsins nýggj- asta demokrati. Við millum øðrum hes- um orðum setti Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður við lógarmálum, Grundlóga- ráðstevnuna í Norðurlanda- húsinum týsdagin. Tríggir dagar eru settir av til ráðstevnuna, sum er í døgunum frá byrjaði týs- dagin og endar hósdagin. Luttakararnir koma úr øll- um heraðshornum úr heim- inum, og tí er málið á stevnuni bæði føroyskt, norðurlendskt og enskt. Fleiri av fyrilestrarhaldar- unum eru viðurkend og køn fólk úr altjóða umhvørvin- um, sum hava royndir við grundlógararbeiði í teirra londum. Í salinum í Norðurlanda- húsinum sóust eisini nógv fólk, sum hava ávirkan og kunnleika í Føroyum. Tað vóru fyrst og fremst politik- arar og fakfólk, sum lýddu á, men málið við ráðstevn- uni er, at hon er fyrsta stig- ið í at gera grundlógartil- gongdina fólksliga. Far out Tað var Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógar- málum, sum setti ráðstevn- una. Hann noyddist at skifta ímillum málsliga, tí fólk eru komin úr øllum heiminum. Yvir fyri ensku luttakarunum viðgekk hann, at Føroyar eru »far out«, sum skaldið tók til. Men samstundis minti hann á orðini hjá William Heine- sen, at Føroyar eru ein miðdepil í heiminum. – Tað er lætt at føra prógv fyri, at vit eru langt úti í Føroyum. Vit eru 47.000 fólk mitt í Norðuratlants- havinum, sum stríðast fyri sjálvstýri og smíða okkara egnu grundlóg. Men tað ber eisini til at tosa fyri, at vit í veruleikanum stríðast fyri at binda okkum í miðdepi- lin í alheiminum. At finna okkara egna pláss fyri at møta avbjóðingunum í globaliseringini uttan at missa okkara samleika, okkara mentan og uppruna. Vit síggja tað sum ein stóran framíhjárætt at fáa møguleikan at kjakast um, smíða og innføra okkara egnu grundlóg, segði Høgni Hoydal, leystliga umsettur úr enskum. Hann vísti á møguleikan hjá føroyingum at finna og lýsa okkara felags støði. Okkara rættindi og skyldur. Sambandið millum stat og borgara. Eftirmeta okkara lógarsiðvenju. Og í einari grundlóg kunnu vit eisini staðfesta rættindini til nátt- úrutilfeingið, okkara til- veru- og rávørugrundarlag. Smátt er gott Landsstýrismaðurin steðg- aði eitt sindur á við hetta at vera eitt lítið land í einum stórum heimi. – Smá lond verða ofta lýst við avmarkingum, afturlætni og nærleikanum og teimum vantandi fyri- munum, sum hetta hevur við sær. Afturlætni kann skapa forðingar, men tað kann eisini vera ein styrki at vera eitt lítið land. Vit síggja heildina, og vit kunnu síggja avleiðingarn- ar av okkara gerðum, segði Høgni Hoydal. Málið við grundlógarráð- stevnuni er at læra av um- heiminum, tá lítla landið skal finna sítt egna støði í heiminum. – Politiskt kann okkara nærleiki verða grundarlag undir veruligum fólkaræði, har einstaki borgarin kenn- ir, at hansara rødd verður hoyrd og telur. Men fyri at vit skulu fáa teir fyrimunir, sum eitt lítið land kann hava, krevst, at valdið er í hondunum á fólkinum. Og tað er málið við at skapa okkara egnu grundlóg. Og fyri at náa hagar, mugu vit læra av royndunum hjá restini av heiminum, segði Høgni Hoydal. Fólkslig tilgongd Grundlógararbeiðið gongur nú á fjórða ári. Eitt nýtt lógaruppskot, sum Høgni Hoydal hevur lagt fyri tingið, skal aftur seta ferð á tað arbeiðið. Nógv er kom- ið á skaftið, men stóra politiska viðgerðin av endaligum uppskotum er eftir, og enn er ikki eydnast at fáa eina fólksliga við- gerð, ið verður søgd at vera so alneyðug. – Hendan ráðstevnan er ein liður í at fáa arbeiðið og spurningarnar út og knýta tey saman við royndum og avbjóðingum, sum onnur hava gjørt sær í altjóða samanhangi. Vit føroyingar hava ein framíhjárætt at byggja eina felags grund og fáa øll við í tað arbeiðið. Lat okkum brúka hann, segði Høgni Hoydal. Ráðstevnan er fyrireikað av Grundlógarnevndini í tøttum samstarvi við Løg- málaráðið. Búmerkið fyri ráðstevnuni er ein vakur stavur úr Seyðabrævinum frá 1298. Nú góð 700 ár seinni verður ein nýggj før- oysk grund prosjekterað í Norðurlandahúsinum. Grundlóg í heimsins miðdepli Nógv viðurskifti eru at taka upp í einari grund- lógarráðstevnu, og vónin er, at ráðstevnan gevur frískan íblástur til víðari arbeiðið við føroyskari grundlóg, sigur formaðurin í Grund- lógarnevndini GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Ætlanin var, at lógin um grundlógarnevnd varð samykt í løg- tinginum, áðrenn grundlógaráðstevnan fór av bakkastokki, so hon kundi verða ein virðilig byrjan á víðari grundlógar- arbeiðið. Men tað gongur helst rúm tíð enn, áðrenn lógin verður samtykt. Stevnan er ikki minni viðkomandi fyri tað, helt formað- urin í Grundlógar- nevndini fyri, tá hann sum tann fyrsti tók orðið klokkan 9.05 týsmorgunin og beyð luttakarunum væl- komnum til eina al- tjóða ráðstevnu um eina føroyska grund- lóg. – Grundlógarráð- stevnan er av sera stórum týdningi fyri okkum. Tað eru nógvir spurningar at loysa, og hóast vit hava eitt tað elsta tingið í heiminum, so er nógv í okkara politisku siðvenju og í okkara politisku, al- mennu og mentanar- ligu virðum, sum eiga at verða tikin upp til orðaskifti í einari grundlógarráð- stevnu. Alt í ráð- stevnuni er viðkom- andi, og tað er mín vón, at alt tilfarið frá hesari ráðstevnuni fer at geva frískan íblást- ur til tað komandi arbeiðið, sigur Jóan Pauli Joensen. Ein stavur úr Seyðabræv- inum er búmerki á ráðstevnuni. Á myndini: Ingi Højgaard, orðstýrari, og Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini. Myndir: Jens K. Vang Ráðstevna við stórum týdningi C M Y K 3 2