Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 12. mars 2003 Nr. 49 - 12. mars 2003 5 Leygardagin verður skúlavígsla á Eiði. Eisini verður nýggja ítróttarhøllin tikin í brúk hendan dagin SKÚLAVÍGSLA Edvard Joensen Eiði: Nýggi tilbygningurin til skúlan á Eiði verður vígdur leygardagin. Eisini nýggja ítróttarhøllin, sum bygd er saman við skúlan- um, verður tikin í brúk hendan dagin. Hátíðarhald verður á Eiði frá morgninum av leygar- dagin. Byrjað verður klokkan hálvgum ellivu, tá Emil Olsen, prestur, fer at víga nýggja partin av skúl- anum. Talan er um serstovur og tílíkt, sum kravt er eftir nýggju skúlalógini, sum bygt er upp í skúlan vestur- eftir. Hesar stovur eru sam- bygdar við ítróttarhøllina, sum stendur í forlongilsi av skúlanum út eftir Horni. Eftir at prestur hevur vígt skúlan, verða røður hildnar av milum øðrum borgar- stjóranum, Tordi Niclasen, formanninum í byggi- nevndini hjá kommununi, Edvardi Paula Ejdesgaard og ætlandi landsstýris- manninum við mentamál- um, sum í skrivandi stund eitur Høgni Hoydal. Skúla- børn av Eiði fara eisini at syngja undir hátíðarhaldin- um, sum verður. Eftir sjálva vígsluna verður høvi hjá fóki at sígja skúlan og ítróttarhøllina, og aftan á verður borðhald fyri teimum, sum komin eru til hatíðarhaldið. Tilbygningurin, sum gjørdur er, er rímiliga stór- ur. Skúalparturin er umleið 600 fermetrar, og høllin við teimum rúmum, sum hoyra til, er umleið 1.400 fermet- rar, ella umleið 2.000 fer- metrar tilsamans. Øll verk- ætlanin kostar umleið 20. milliónir krónur, sigur Tor- dur Niclasen, borgarstjóri á Eiði. Eiði er gomul hondbólts- bygd, og rímiligt verður eingin hallarvígsla uttan hondbóltsdystir. Sum vanligt er við slík høvi, verða tað fortíðarinn- ar stóru nøvn, sum fara at vísa síni kynstur aftur. Fyrst á skránni eru tveir dystir við gomlum leikar- um. Fyrri dysturin, sum verður klokkan 17, verður millum »old girls« hjá EB og Sóljuni. Hetta eru kvinnur, sum í sjeytiárun- um og har umleið spældu nógvar dystir hvørjar móti øðrum. Tó varð ikki tá spælt á linoleumsgólvi, utt- an á asfalti uttandura. Bæði á Eiði og í Sandavági. Og gamlir kenningar hjá hondbóltsspælarum á Eiði sum alla aðrastaðni í land- inum eru eisini vestmenn- ingar. Nógvar dystir hava hesir menninir spælt hvør móti øðrum, sum eftir kvinnudystin fara at spæla ein »old boys« dyst. Eb og VÍF. Men ikki er tað bara gamla tíðin, sum verður at síggja á vølli. Eisini hevur EB mannað tvey lið við teimum yngru fólkunum, sum fara at bjóða triðju deild hjá ávikavist Kyndli og Stjørnuni av. Kvinnurn- ar hjá EB spæla móti Kyndli, og menninir hava fingið klaksvíkingar á vitjan. Skúlavígsla á Eiði leygardagin Handverkarar, sum avlærdir eru seinastu tíggju árini fáa nú sendandi spurnablað, har teir skulu svara ymsum spurningum, sum hava við verandi útbúgvingaskipan at gera SPURNARKANING Edvard Joensen Yrkisdepilin hevur sent út spurnarbløð til handverk- arar, sum avlærdir eru í tíggjuáraskeiðnum 1993 til 2002. Endamálið er at kanna, hvat teir halda um verandi útbúgvingarskipan. Spurningarnir, sum settir verða, fata millum annað um skúlagongd, lærupláss og arbeiðsumstøður, sigur Yrkisdepilin í tíðindaskrivi, sum sent varð út um dag- arnar. Spurt verður eisini um aldur kyn, yrkisgrein og búðstað hjá læruplássinum, verður sagt í tíðindaskriv- inum. Serliga er depilin áhugaður í at vita, hvat lærlingurin heldur um eitt nú skúlaskeiðini, lærutíð- ina og býtið millum lærutíð og almennar lærugreinar, stendur í tíndaskrivinum. Kanningin, sum nú verð- ur gjørd, er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og vónar yrkisdepilin, at hon fær góða undirtøku, so úr- slitið kann gerast so eftir- farandi sum gjørligt. Niður- støðurnar frá kanningin skulu ætlandi brúkast sum grundalag undir kjakinum um yrkisútbúgvingarskip- anina. Tað skal ganga skjótt nú, tí seinasta freist at lata spurnarblaðið inn aftur er longu í ovurmorgin tann, 14. mars. Úrslitini av kanningini verða løgd fram á árliga yrkisfundinum hjá Yrkis- deplinum. Hesin verður í ár hildin tann 26. mars. Leygarmorgunin verða ítróttarhøllin og nýggi partrin av skúlanum á Eiði vígd og tikin í nýtslu Mynd: Jens Kristian Vang Handverkarar spurdir Landsstýrismaðuri n við oljumálum hevur víðkað møguleikarnar at søkja stuðul frá teimum sum hava loyvi til oljuleiting undir Føroyum Stuðulsmøguleikar Oljumálaráðið hevur gjørt víðkaða reglugerð fyri stuðul frá loyvishav- arunum til vinnuliga før- leikamenning, verður sagt í tíðindaskrivi frá Oljumálaráðnum. Tað merkir, at føroy- ingar, sum hava hug at søkja stuðul til førleika- mennandi endamál, nú hava enn betri møguleik- ar enn fyrr at søkja loyv- ishavararnar um stuðul. Tí nú ber til at søkja um stuðul til menning innan aðrar vinnugreinar enn tær, sum beinleiðis hava við olju og gass at gera, stendur í tíðindaskrivin- um frá Oljumálaráðnum. Loyvishavarar nir bundu seg í ár 2000 til at veita stuðul til førleika- menning á økinum, men nú hevur eyðun Elttør, landsstýrismaður, víðk- að hesar karmar til eisini at umfata vinnugreinar, sum liggja uttan fyri sjálvt olju- og gassøkið. Tann, sum vil vita meira um hesar møgu- leikar, kann leita sær upplýsingar á heimasíð- uni hjá Oljumálaráðn- um. Tann heimasíðan eitur: www.oms.fo Pengar í luftini Í seinasta Norðlýsið stóð grein um, at Reyni Service fer at byggja nýggjan verkstað í Klaksvík VERKSTAÐUR Berit Mohr Klaksvík: Krøvini til verk- støð eru sera nógv broytt, og nú er næstan alt í bilin- um útgjørt við teldu, og tí eru krøvini til verkstøðini munandi hækkað. Tey mugu hava sera góða út- gerð og arbeiðsmegi. – Ein slíkan verkstað fara vit at byggja uppi í Borð- oyavík, har undirsjóvar- tunnilin kemur upp. Hetta verður ein Toyota verkstað- ur, men hóast tað, so fara vit eisini at geva tænastu til aðrar bilar, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service. – Hetta verður ein ógvu- liga stór broyting í okkara verð, nú vit fara at byggja egin hølir. Sum er húsast vit á 500 fermetrum, men við nýggju hølunum og túnin- um uttanum koma vit at hava umleið 2.300 fermet- rar, greiðir Eivind frá. Hann ásannnar samstundis, at tað er alneyðugt at vera so nær viðskiftafólkunum, sum til ber, og tí fara tey eisini at hava framsýningarhøli á staðnum. Og harvið vónar Eivind av Reyni at aðrir føroyingar eisini fara at nýta høvi til at fara til Klaksvíkar at hyggja eftir framstillaðu bilunum, tá undirsjóvartunnilin er veru- leiki. Hans Berg Hammer hev- ur havt virksemið hjá Reyni Service norðuri á Stanga- vegi í mong ár, heilt síðani 1987. Men í 2001 tók Reyni Service yvir, og Hans Berg bleiv settur sum leiðari fyri deildini í Norð- oyggjum. Og tað verður eisini hann, sum verður leiðari á nýggja verkstaðn- um hjá Toyota. Eivind av Reyni fegnast um at Norðingar hava tikið sera væl ímóti virksemin- um. Reyni Service nýggj høli í Klaksvík Barnaansingarøkið er økt nógv seinnu árini, og lønirnar hækka eisini. Tað letur til, at tað eru orsøkirnar, at barnaansingargjaldið antin er farið ella fer upp í fleiri komm- unum kring landið BARNAANSING Solby A. Eliasen Í Klaksvíkar kommunu fer foreldragjaldið upp frá 1. apríl. Tað hækkar við nær- um 200 krónum um mánað- in. Tað kemur fyrst og fremst av, at lønirnar fóru upp tann 1. mars, og so hevur dagrøktarumsitingin fingið játtan til ein náms- frøðing afturat. Arbeiði við eftirlitinum við at børnini mennast á rættan hátt er vorðið ov nógv hjá bert einum at taka sær av, og tí hevur umsit- ing-in nú fingið játtað at fáa eitt fólk afturat. Sigrun Vágstún er dag- røktarleiðari í Klaksvíkar kommunu, og hon sigur, at við 120 børnum í skipanini er tørvurin á einum fólki afturat stórur. Seinast gjaldið í Klaks- víkar kommunu fór upp var, tá dagrøktarnir skiftu fakfelag. Tær eru í dag limir í Starvsmannafel-agn- um, sum so hevur givið teimum ein heilt nýggjan sáttmála. Tað dýrkaði sam- stundis eisini ansingina tá, og nú hækkar gjaldið so enn einaferð. Sigrun sigur, at tær kundu valt at bíða við hækkingini, men so hevði hon verið tað hægri, tí hædd skal takast fyri mán- aðunum harímillum. Hon skilir væl, at summi foreld- ur eru ill inn á hækkingina, men hon vísir samstundis á, at dygdin eisini fer upp við gjaldinum. – Foreldur rinda eisini fyri dygdina, sigur hon og vísir á, at flestu stovnar í Klaksvík eisini hava hækk- að teirra gjald. Sigrun greiðir frá, at tá dagrøktarnir fóru upp í Starvsmannafelagið betraði tann nýggi sáttmálin mun- andi um teirra arbeiðskor, og tað fegnast hon um. – Eg haldi, at tað er av- bera gott, at tær hava fingið betur kor, og at tær fáa eina betri løn. Tí at tað er eitt strævið arbeiði at vera dag- røktari, sigur Sigrun Vágs- tún. Sáttmálin hjá Starvs- mannafelagnum sigur mill- um annað, at tað er ikki loyvt einum dagrøktara at hava meira enn fýra børn undir trý ár. Eru øll oman fyri trý kann hon hava fimm. Men í til dømis Klaksvíkar kommunu leggja tey seg nú eftir, at børn undir trý ár verða í dagrøkt, og síðani fara tey í barnagarð, tá tey hava aldur til tað. Sigrun ásannar, at tað hjá teimum, sum hava fleiri børn í ansing er ein stórur biti at gloypa, tá gjaldið fer upp. Serliga hesuferð, tí nú er tað farið upp bæði hjá stovnum og dagrøkt. Og ongin systkinaavsláttur er í Klaksvík sum er. Um hann kemur, tað veit dagrøktar- leiðarin ikki at siga fyri vissu. Hækkar aðrastaðni Bæði í Fuglafjarðar og Runavíkar kommunu vænta tey, at gjaldið eisini fer at hækka. Dagrøktarleiðarin í Fuglafirði, Eyðgerð Peter- sen sigur, at gjaldið er ikki hækkað enn, men hon hev- ur frætt okkurt um, at dag- røktararnir møguliga fara at skifta til Starvsmannafel- agið, og tað fer helst at merkja eina hækking í gjaldinum, sum í dag er 1.100 krónur um mánaðin. Sama sigur leiðarin í Runavík, Olga Rasmussen. Hon væntar, at gjaldið fer at hækka seinni, tí at dag- røktararnir fara helst at skifta felag. Runavík og Skála eru saman, og á Skála eru dagrøktararnir limir í Starvsmannafelagn- um. – Eg vænti, at tær fara at skifta, tí tað hevði helst verið betur um allar vóru í sama felag, sigur Olga Rasmussen. Í Tórshavnar kommunu hækkaði foreldragjaldið tann 1. januar í ár. Tað er nú 1.900 krónur um mánaðin fyri børn frá 0-3 ár í dagrøkt og 1.450 fyri børn eldri enn 3 ár. Vøggustovu- gjaldið í Tórshavnar kommunu er 2.400 krónur, og barnagarður kostar 1.500 krónur. Dagrøktararnir í Tórs- havnar kommunu eru limir í Starvsmannafelagnum, og tað hava tær verið í fleiri ár. Somuleiðis hækkaði gjald- ið í Tvøroyar kommunu 1. januar í ár. Leiðarin, Súsanna Poulsen, sigur, at tað varð gjørt, tí tey tóku hædd fyri komandi lønar- hækkingum. Dagrøktararn- ir á Tvøroyri og Hvalba, sum eru saman, eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Súsanna hevur onki hoyrt um, at tær møguliga ætla at skifta til Starvsmannafelag- ið. Barnaansingin dýrkar Foreldragjaldið fyri barnaansing í fleiri kommunum antin er ella fer at hækka. Í flestu førum er lønarhækking orsøk til hækkingina Tilvildarlig mynd Eivind av Reyni, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Hans Berg Hammer her avmyndaðir uppi við ídnaðarøkið, har nýggi verkstaðurin hjá Toyota verður Mynd: Norðlýsið C M Y K 5 4