Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 49 - 12. mars 2003 Nr. 49 - 12. mars 2003 7 Maskinmeistara- felagið roynir at tosa møguligar avloysarar frá at fara umborð á Tjaldri og Brimil fyri teir tólv tænastu- menninar, sum søgdu seg úr starvi í farnu viku TRÆTA Heri á Rógvi Fiskiveiðieftirlitið fær ella øllum at døma trupult við at manna Brimil og Tjaldri, eftir at teir tíggju tænast- umenninir søgdu seg úr starvi herfyri. Maskin- meistarafelagið arbeiðir dúgliga fyri at halda fólki frá at søkja. Eftir á manningarlistan- um til tey bæði skipini er bert ein maskinmeistari, sum ikki hevur sagt seg úr starvi. Tænastumenn kunnu ikki fara í verkfall, men teir hava sjálvsagt rætt at siga seg úr starvi. Uppsagnartíð- in er tríggjar mánaðir, og 1. juni verður dagurin, tá teir endaliga kunnu mynstra av. Við Dimmalætting leygar- dagin sigur ein av teimum tíggju, at teir síggja hetta sum einasta máta at gera vart við sína misnøgd móti Fíggjarmálaráðnum, ið ikki kann semjast við Maskin- meistarafelagið um nýggj- an lønarsáttmála. Sum tað eisini sæst aðra- staðni á hesari síðuni, so hevur Fiskiveiðieftirlitið søkt eftir nýggjum fólki til maskinurnar á vaktarskip- unum. Hetta hevur Maskin- meistarafelagið tó funnið eitt aftursvar til. Felagið hevur nevniliga við lýsing- um heitt á allar maskin- meistarar, ið ætla at søkja starv hjá Fiskiveiðieftirlit- inum, um at seta seg í sam- band við felagið. – Maskinmeistararnir á Tjaldri og Brimli hava tikið eina persónliga avgerð og sagt seg úr starvi. Vit vilja fegnir stuðla teimum, og vit heita tí á allar maskinmeist- arar um at seta seg í sam- band við okkum, um teir ætla sær at søkja, sigur Jógvan Nybo, formaður fyri Maskinmeistarafelag- ið. Formaðurin sigur, at teir royna at greiða møguligum umsøkjarum frá, hví maskinmeistararnir á vakt- arskipunum hava sagt seg úr starvi, og hvør støðan er. Og higartil hevur onkur vent sær til Maskinmeist- arafelagið. Hava tit so megnað at tosa nakran frá at søkja? – Tað meti eg, at vit hava, sigur Jógvan Nybo, og hann leggur afturat, at hann ikki veit um nakra, sum hevur søkt, síðani Maskin- meistarafelagið fekk trýst nøkur orð á viðkomandi. Er hetta ikki í veruleikan- um at boykotta? – Hatta eru tíni orð, sigur Jógvan Nybo. Langt frá Spírin til alt hetta rokið eru samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um lønarviðurskiftini hjá maskinmeistarunum. Sáttmálin varð sagdur upp til 1. mars, og nú fara tingingar fram. Hósmorg- unin fara partarnir aftur á fund. – Vit hava roynt í langa tíð at fáa samband við Fíggjarmálaráðið fyri at fáa avgreitt hesar spurningarn- ar – langt áðrenn 1. mars, men tað hevur ikki eydnast. Sambært Jógvan Nybo er rættiliga langt millum part- arnar, og tað eru lønar- spurningar, sum eru størstu trupulleikararnir. Í sambandi við verkfallið hjá Skipara- og Navigatør- felagnum í fjør, segði løg- maður seg tá vera til reiðar til at gera ein enda á verk- fallinum við einari løg- tingslóg. Hendan møgu- leikan ber Jógvan Nybo ikki nógva ótta fyri. – Tú kanst ikki lóggeva monnum aftur til arbeiðis, sigur Jógvan Nybo, sum vísir á, at menninir nú ikki longur arbeiða fyri Fiski- veiðieftirlitið 1. juni at rokna. Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum: Solidariteturin skal vísa seg Brimil fær nú kanska útlendskar maskinmeistarar, men enn er drúgv hjá pørtunum at semjast Fiskiveiðieftirlitið ætlar sær uttan- lands eftir arbeiðs- megi til Tjaldri og Brimil TRÆTA Heri á Rógvi Fiskiveiðieftirlitið hevur tikið fylgjurnar av, at vaktarskipini, Tjaldri og Brimil, 1. juni ongar maskinmenn hava. Elmar Højgaard, leið- ari fyri Fiskiveiðieftirlit- ið og harvið útgerðar- maður fyri Tjaldri og Brimil, sigur, at teir hava søkt eftir nýggjum fólki til Brimil og Tjaldri. Søkt er eftir ellivu fólk- um í alt. Ì fyrstu atløgu er søkt í Føroyum, men heilt skjótt verður eisini søkt uttanlands. –Vit hava ongantíð søkt uttanlands áður, men vit kenna okkum noyddar til tað, tá talan er um so stóran tørv á arbeiðsmegi, sigur Elmar Højgaard. Hann velur at síggja ljóst upp á støðuna. – Vit hava langa tíð at finna manning, sigur Elmar. Til spurningar um átakið hjá Maskin- meistarafelagnum er Elmar Højgaard avvís- andi, og hann sigur seg ikki vilja kalla hetta fyri eina kampagnu móti ætlaðu starvssetanunum hjá Fiskiveiðieftirlitin- um. Spurdur, hvat hann sigur til, at Maskin- meistarafelagið hevur tosað fólk frá at søkja, er Elmar Højgaard fáorð- aður. Hann svarar bert passivt »so« og »ókey«. Fiskiveiðieftirlitið høvdu fyrstu lýsingarnar í bløðunum í síðstu viku, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa greitt at vita, hvussu nógvar ella um nøkur umsókn er komin, men fleiri fyrispurningar hava verið, sigur Elmar Højgaard. Søkja uttanlands Sólja í Ólavsstovu er nú farin til verka sum aðalstjóri í Almanna- málaráðnum. Higartil letur hon væl STARV Heri á Rógvi Eftir fimtan ár í útlegd í góðum størvum innan grønlendska heimsastýrið, er Sólja í Ólavsstovu vend aftur til Føroya. Og ætlanin er, at steðg- urin verður drúgvur. Sòlja ætlar sær at vera búgvandi fast í Føroyum. Sólja í Òlavsstovu er far- in úr starvinum sum stjóri fyri grønlendska heima- stýrið, og hon hevur eisini røkt fleiri aðrar týðandi sessir í Grønlandi. Hon søkti í sínari tíð starvið sum aðalstjóri í Løgmálaráðnum, men fekk tað ikki. Men í Almanna- málaráðnum høvdu tey brúk fyri Sólju, og hon verður nú ovastin fyri em- bætisfólkunum hjá Páll á Reynatúgvu, landsstýris- manni. Sólja sigur seg vera glaða fyri at vera komna aftur til Føroya, og hon letur higar- til sera væl at. – Umstøðurnar tykjast at vera góðar, men vit hava ikki nógv fólk til uppgáv- urnar, sigur Sólja í Òlavs- stovu. Hon sigur, at hon nú skal fáast meira við tað fakliga í hesum starvinum. Í sínum fráfarna starvið var tað meira tann umsitingarligi parturin, dentur varð lagdur á. Hon er útbúgvin løgfrøð- ingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Sólja í Òlavsstovu byrjaði mána- dagin í nýggja starvinum. Sólja farin til verka Sólja í Òlavsstovu er nú farin til verka í nýggja starvinum sum aðalstjóri. Týsdagin var hon stødd í Norðurlandahúsinum á Grundlógarráðstevnu. Mynd: Jens Kristian Vang. Í sambandi við málið um byggingina av nýggjum bygningi til Kommunuskúlan, har serstøk byggisamtykt brádliga stakk seg upp, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, at umsitingini feilar onki BYGGING Ingrid Bjarnastein Jógvan Arge, býráðslimur í Tórshavnar Býráð, hevði fyri stuttum at umsitingini í býráðnum, tí hann helt, at hon átti at fingið skil á sínum pappírnum. Hetta segði Jógvan Arge í sambandi við byggingina av nýggjum bygningi til Kommunuskúlan. Í hesum málinum stakk brádliga ein serstøk byggisamtykt upp, sum umsitingin ikki visti nakað um, og mátti arbeiðið uppá skúlan tí steðgast. Jan Christiansen, borgar- stjóri, er tó ikki heilt samd- ur við býráðsliminum. – Tað er onki at ivast í, at okkara umsiting er ófør. Trupulleikin er bara, at manningin er rættiliga nýggj, og ongin hevur ar- beitt har so leingi, sigur Jan Christiansen. Vansi Henda serstaka byggisam- tyktin sigur, at økið frá Frelsunarherinum, tvørtur- um Grasagarð og niðan til Kommunuskúlan skal vera fríøkið. Av tí, at barakkirn- ar eru tiknar niður og ein nýggjur bygningur skal gerast, so kemur hetta undir nýbygging. Og tað kann man sambært serstøku byggisamtyktini ikki. – Henda serstaka byggi- samtykin umtalar eitt so lítið økið, sum ongin á um- sitingini visti nakað um. Og sjálvandi er tað ikki nóg gott, sigur Jan Christian- sen. Hann leggur afturat, at í løtuni verður alt funnið fram, sum hevur við byggi- samtyktir og líknandi at gera, so nakað slíkt ikki tekur seg upp aftur. Sambært borgarstjóran- um er alt viðvíkjandi hesi bygging farið fram á rættan hátt, og trupulleikin hevur sum sagt bara verið tann, at ongin hevur vitað um hesa serstøku byggisamtyktina. – Hetta er ikki ein byggi- samtykt, men ein serstøk byggisamtykt, sum liggur undir eini aðrari byggisam- tykt. Sjálvandi er tað ein ávísur vansi í at hava ung fólk, men hetta verður tikið til eftirtektar og alt slíkt verður nú kannað í størri mun. Ein stór útskifting fór fram í umsitingini á bý- ráðnum tá kreppan tók seg upp. Fleiri fóru frá vegna aldur, onkur doyði og onkur annar fór í annað starv. Um byggingina av heimi til minnisveik sigur Jan Christiansen, at har er tað sum so tann sami trupul- leikin. Í tí førinum var talan um eina útstykkingarætlan. Málið um byggingina av nýggjum skúla- bygningi til Komm- unuskúlan var fyri í byggi- og býarsam- skipanarnevndini mánakvøldið. Har var samtykt, at serstaka byggisamtyktin skal broytast so skúlin kann byggjast BYGGING Ingrid Bjarnastein Samtykt er í byggi- og býarsamskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, at serstaka byggisamtykin fyri økið frá Frelsunarherinum, tvørturum Grasagarð og niðan til Kommunuskúlan, skal broyast so skúlabygn- ingurin til Kommunuskúlan kann koma upp at standa. – Málið var fyri í byggi- og býarsamskipanarnevnd- ini, har tað var góðkent at broyta serstøku byggisam- tyktina. Nú skal málið fyrst góðkennast í býráðnum, har tað verður lagt fram á býráðsfundi í morgin, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri. Eftir at broytingin er góð- kend, skal hon liggja al- ment frammi í tríggjar mánaðir, har ein og hvør, sum hevur hug til tess, kann fara oman á býráðið at síggja tekningar og gera møguligar viðmerkingar ella mótmæli til bygging- ina. Síðani verður málið aftur sent til byggi- og býarsamskipanarnevndina, so aftur í býráðið, sum skal samtykkja, at málið verður sent víðari, hóast tað møgu- liga hevur fingið onkur mótmæli, og at enda skal málið út í Landsstýrið, har tað skal góðkennast enn einaferð. – Hetta er ein tung prosess, sum tekur langa tíð. Um vit eru heppin, so tekur tað fimm mánaðir, men ein má rokna við einum hálvum ári, sigur Jan Christiansen. Nú verður eisini arbeitt við at fáa loyst trupulleikan við stóra plásstrotinum hjá Kommunuskúlanum, með- an bíðað verður eftir at fáa serstøku byggisamtyktina broytta. Umsitingini feilar onki Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at tað er onki galið við umsitingini, sjálvt um ein serstøk byggisamtykt brádliga stakk seg upp og steðgaði arbeiðnum vit síggja á myndini Mynd: Jens Kr. Vang Serstaka byggisamtyktin broytast C M Y K 7 6