Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 49 - 12. mars 2003 Nr. 49 - 12. mars 2003 9 - At bæði dollarin og brasilski realurin eru minkaðir í virði, hevur nega- tivan týdning fyri føroyskar útflytar- ar, sigur Vinnu- húsið FISKAPRÍSIR Vilmund Jacobsen Herfyri vísti Vinnuhúsið á, at hýsuprísurin er nógv fallin, tí dollarin er fallin í virði. Men tað er ikki bara hýsan, ið hevur tað trup- ult, nú virðið á dollaranum er minkað. Upsin hevur eisini sítt at stríðast við. Vinnuhúsið sigur, at londini, sum keypa salt- aðan upsa, eru øll meira ella minni tengd at doll- aranum, eitt nú Brasilia, Jamaika, Meksiko og Puerto Rico. Tvífaldur "virkningur" - Tá ið dollarin fellur 20%, fellur prísurin í krónum til føroyska út- flytaran fyri hendan fisk eisini 20%. Brasilski realurin er haraftrat minkaður nógv í mun til dollaran. Hetta gevur so aftur tvífaldan "virkn- ing" - tann skeiva vegin - fyri føroyskar útflytarar. Eins og við hýsuni, er upsaprísurin á marknað- inum eisini lækkaður. Minni keypiorka Vinnuhúsið sigur, at í Brasilia innflyta tey eini 12.000-15.000 tons av saltaðum upsa um árið. - Aftrat fallinum í gjaldoyranum, er keypi- orkan í Brasilia eisini minkað. So, tilsamans hava hesi viðurskifti lagt hart trýst á upsaprísin. Vinnuhúsið vísir á, at marknaðarstøðan er tann sama í londunum í Caribiska havinum og í Miðamerika. Prísirnir á alifiski hava ongantíð verið so lágir sum í ár 2002. - Størsta forðingin fyri vøkstri, er vant- andi vágafúsur kapi- talur, lágur marknað- arprísur og ILA-sjúk- an, sigur Føroya Hav- búnaðarfelag, sum hevur havt aðalfund ALIVINNA Vilmund Jacobsen Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum hjá Føroya Havbúnaðarfelag seinasta fríggjadag. Allir vórðu afturvaldir, og í nevndini sita: Hans Jacob- sen, formaður, Atli Greger- sen, Suni Durhuus, Høgni Jacobsen og Grímur Ras- mussen. Sum tiltakslimir vórðu valdir Bogi Jacobsen og Heini Gregersen. Havbúnaðarfelagið hevði bjóðað landsdjóralæknan- um, Bjørn Harlou, løg- manni, Anfinni Kallsberg og Per Dag Iversen, pro- jektleiðara hjá FHL í Noregi, við á fundin. Løgmaður hevði innlegg um marknaðaratgongd før- oyinga, og Bjørn Harlou tosaði um ILA. Per Dag Iversen greiddi frá teirra royndum við dump- ingmálum. Vánaligt ár Í ársfrágreiðing felagsins verður ásannað, at farna ár eisini hevur verið merkt av ILA og BKD, sum viðførdi stórt felli fyri fleiri alibrúk. Lági prísurin fylgdi eisini við langt út á heystið, og tí vóru øll útlit til eitt vánaligt ár hjá føroysku alivinnuni. Felagið sigur, at nøgdin, sum tikin varð í 2002, var í kruvdari vekt 36.863 tons av laksi og 8.362 tons av sílum. - Vit væntaðu, at nøgdin av laksi fór at verða størri, men av tí, at ILA sjúkan herjaði, varð fiskurin tikin skjótari og við einari lægri miðalvekt. Útflutningurin fyri laks minkaði í nøgd í mun til 2001, sjálvt um stykkini vóru fleiri. Felagið fegnast tó um, at útflutningsvirðið er eitt vet hægri í 2002 enn undan- farna ár. Orsøkin er ein lutfalsliga stór nøgd av sílum. - Útflutningurin av ali- fiski var 943 milj. kr. í 2002 – ella 23% av saml- aða útflutningsvirði føroy- inga, ið var 4,1 miljardir. Havbúnaðarfelagið sigur, at prísirnir hava ongantíð verið so lágir sum í 2002. Miðalprísurin fyri alifisk, tá ið góðskaðar vørur eru tiknar við, var 21,73 kr./kg. Forsøgnin fyri 2003 í kruvdari vekt er 38.600 tons av laksi og 7000 tons av sílum, sum er á leið tað sama sum í 2002. ILA og dumping Felagið sigur, at alivinnan sum heild hevur havt hall í 2002, og sum stein omaná byrðu, fekk vinnan fyrst dumpingákæru fyri laks og beint eftir dumpingákæru fyri síl. - Samanumtikið er líkt til, at árið 2002 er tað vána- ligasta, síðan vinnan reisti seg eftir kreppuna. Felagið heldur, at tað, sum er av alstórum týdn- ingi, er, at sjúkutrupulleikin verður burtur, og at fiskurin verður koppsettur. - Niðurberjingarætlan er gjørd og skal fylgjast, tá ið ES hevur góðkent hana. Arbeitt hevur verið við koppingarevni fyri ILA, men útlitini eru ikki góð fyri at fáa koppingarevnið í ár, sigur Havbúnaðarfelag- ið. Tríggjar forðingar Í ársfrágreiðingini verður víst á, at kappingin við onnur lond, serliga Chili, er harnað, tí nøgdirnar av alifiski veksa alsamt - og skjótari, enn heimurin er førur fyri at svølgja. Prís- urin verður tí trýstur av tí stóru nøgd, sum verður framleidd fyri ein lágan kostnað. - Spurningurin hjá før- oysku alivinnuni er tí í løtuni, um tað ber til at lækka kostnaðarstøðið enn meira – ella, um farast skal undir eina øðrvísi fram- leiðslu, sigur felagið. Størsta forðingin fyri vøkstri, heldur felagið er vágafúsur kapitalur, lágur marknaðarprísur og ILA. Nógv færri síl Havbúnaðarfelagið væntar, at framleiðslan av alifiski fer at minka, tí ov lítil tøk- ur, vágafúsur kapitalur er. Í 2003 verður nøgdin tann sama, bæði fyri laks og síl. Í 2004 verður nøgdin tann sama fyri laks, men fyri síl minkar framleiðslan munandi. - Væntast kann, at síla- framleiðslan í kruvdari vekt í 2004 bert verður 5.500 tons og í 2005 2.000 tons, sigur Føroya Hav- búnaðarfelag. Dollarin trýstir eisini upsaprísin Árið 2002 er vánaligasta árið, síðan alivinnan reisti seg aftur Alivinnan hevði eitt vánaligt ár 2002, og sum heild hevði vinnan hall Tað er ikki bara hýsuprísurin, sum er trýstur av gjaldoyrafalli, men eisini prísurin á saltaðum upsa NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Eirikur Ingvarsson pensioneraður Mikudagin 12. mars verður Eirikur Ingvarsson á Norð- skála 67 ár. Samstundis verður hann pensionistur. Eirikur er føddur á Akur- eyri 12. mars 1936. Sum 25 ára gamal fór hann til Dan- markar at lesa til byggi- verkfrøðing. Har hitti hann konunu Vibeke, sum er úr Keypmannahavn, og fluttu tey til Føroya í 1967, tá danska byggigelagið E.Pihl & Søn bygdi Statshospital- ið, og Eirikur var ein av verkfrøðingunum har. Tey búðu í Havn og Eirikur ar- beiddi hjá E.Pihl & Søn til 1974. Eina tíð búðu tey í Streymnesi, tá hann ar- beiddi á elementvirkinum hjá Árna Brattaberg. Tey bygdu sær hús á Norðskála og hava búð har síðan 1978. Eirikur arbeiddi eisini í nógv ár hjá Guttesen & Staksberg. Sum byggiverk- frøðingur hevur Eirikur verið við í nógvum stórum verkætlanum, sum t.d. havnabyggingum í Havn, Vestmanna, Eiði og í Skop- un. Hann var eisini við til at byggja brúnna um Streym- in. Í 90-unum arbeiddi hann í Týsklandi í Bangla- desh. Seinnu árini arbeiddi hann í Vágatunnlinum fyri J.K. Petersen. Seinastu tíð- ina hevur Eirikur arbeitt á ruskplássinum á Oyra- bakka og er Sunda komm- unu til hjálpar, um okkurt tekniskt skal gerast. Hon- um dámar væl at fiska síl, fáast við seyð, kálvar, kalk- unir og at vera til útróðrar. Eirikur og Vibeke eiga 4 børn og 7 ommu og abba- børn. mg Harry Hansen heldur røðuna Á grækarismessuhaldinum í Runavík í dag við Bý- ráðshúsið kl 17:30 verður tað Harry Hansen, ið fer at flyta fram røðu. Nes Sókn- ar Hornorkestur fer at spæla, og skótarnir ganga skrúðgongu. Skrúðgongan fer frá Posthúsinum kl. 17.15. Snorri Fjallsbak formaður Tá Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag hevði aðalfund 26. februar, varð Snorri Fjalsbark valdur til for- mann. Hann varð valdur beinleiðis á fundinum, og loysir hann av Jóannes Dalsgarð, sum hevur verið formaður seinastu árini. Jóannes bar seg undan afturvali. Snorri Fjallsbak hevur í fleiri ár verið virkin tjóð- veldismaður. Hann hevur eisini stillað upp til val. Dagliga yrki hansara er í studentaskúlanum, har hann undirvísir í náttúru- frøði og matematikk. Nevndin í Suðurstreym- oyar Tjóðveldisfelag hevur skipað seg og sær nú so- leiðis út: Snorri Fjallsbak, formður Laufey Blaasvær, næstformaður Ragnar Magnussen, skrivari Kristian Hansen, kassa- meistari Eyðfinnur í Búðini Tann 28. februar andaðist Åge á Suðuroyar sjúkrahúsið 72 ára gamal. Åge misti síni foreldur sum heilt lítil, so hann kom at vasksa upp hjá Hansinu og Eliesar Jespersen, sum hann var ógvuliga góður við. Åge fór sum ungur í læru til skipstimbrarar á bedingini í Trongisvági, seinni fór hann til Grønlands at arbeiða sum timburmaður í fleiri ár, hann arbeiddi eisini í Havnini í nøkur ár hjá Guttesen og Staksberg. Eisini arbeiddi hann sum formaður hjá Landsverksfrøðinginum í Suðuroy í fleiri ár, til hann fór frá vegna sjúku fyri 9 árum síðani. Í sínari frítíð dámdi Åge sera væl, at fara út á fjørðin, við báti sínum, at fiska. Hann var ein stillførður maður og ógvuliga blíður at koma at vitja. Åge bleiv giftur við Annu og fingu tey 3 børn, Egil, Anniku og Jan, sum ahnn var ógvuliga góður við, og ikki minst síni 4 abbabørn.. Góða Anna, tú hevur verið ígjøgnum nógv við tínari sjúku, má Harrin styrkja teg og tíni, tí saknurin verður stórur hjá tykkum. Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið um minni um Åge. Hvíl í friði Heilsan Evi Minningarorð um Åge Olsen, Trongisvágur 12. juni 1930 - 28. februar 2003 Bjarne Hansen gevst hjá A.P. Møller 30. juni í ár fer Bjarne Hansen frá sum stjóri hjá A.P. Møller. Hann er í uppskoti til at verða valdur í stýri fyri Københavns Lufthavne A/S, sum fevnir um floghavnirnar í Kastrup og Tune við Roskilde. Køb- enhavns Lufthavne A/S hevur eisini fíggjarlig áhugamál í Norra, Ong- landi og Mexico. Uppskot- ið um at velja Bjarne Han- sen, er komið frá stýrinum fyri lufthavnina, og har verður roknað við at inn- stillingin verður fylgd. Í løtuni er Bjarne Hansen stjóri fyri virksemi hjá A.P. Møller í Fjareystri og býr í Singapore. Hann er 62 ára gamal. mg Benny Brockie miðilsgrafikari 10. februar varð Benny Brockie settur i starv sum miðilsgrafikari í SVF. Benny er 21 ára gamal og havnarmaður. Hann tók sína útbúgving sum miðla- grafikari í Ålborg. Upp- gávan hjá honum er at gera grafik til sjónvarpssend- ingar. Hann hevur arbeitt hjá Føroya Tele og lýsing- arfyritøkuni Ímynd. mg Trygvi Árting 80 ár Í gjár, 11. mars, fylti Trygvi Árting í Havn 80 ár. Trygvi er føddur og uppvaksin í Havn, har hann gekk í barnaskúla og realskúla. Hann arbeiddi í mong ár á skrivstovuni hjá Balslev timburhandli í Eystaru Bryggju í Havn. Hann var ein av teimum fyrstu, sum tók prógv á Tekniska Skúla sum millumteknikari, hetta hevur verið fyrst í 60-un- um. Trygvi var eitt tíðar- skeið skrivari hjá Havnar Handverksmeistararafelag. Tá Føroya Ídnaðargrunnur bleiv stovnaður í 1970, varð Trygvi settur sum stjóri, og var hann eisini skrivari hjá Búskaparráðnum. Hann fór frá sum stjóri fyri umleið 6 árum síðan. Eitt langt tíð- arskeið var hann formaður í Havnar Sjúkrakassa. Trygvi var við í varð- veitingararbeiðinum av sluppini Westward Ho. Føðingardagurin varð hildin saman við familjuni. mg C M Y K 9 8 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið