mikudagur 12. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 49 - 12. mars 2003
Nr. 49 - 12. mars 2003
11
Tað verður mangan sagt, at Karsten situr tungt á kassanum.
Hetta kann vera positivt í summum førum, men tað er so
langtfrá altíð, at hetta hevur rós uppiborið.
Vit hava tey seinnu árini verið vitni til ógvusliga undir-
budgettering hjá landinum á nógvum økjum, tó við
markanta undantakinum, ið eitur almenn fyrisiting. Árið
verður mangan byrjað við eina skerdari fíggjarlóg, men tá
so árið fer at halla, so kemur eykajáttan omaná eykajáttan.
Hesar eykajáttanir eru mangan til lønir, útreiðslur í samband
við víðlíkahald ella klassing o.s.fr. Við øðrum orðum eyka-
játtanir, ið ikki kunnu noktast. Spurningurin er so, hví hesar
upphæddir ikki vóru við í upprunaligu fíggjarætlanini. Tá
man hugsar um, hvussu illa fíggjarlógirnar hava hildið
seinastu árini, so kann man diskutera, hvussu góðan fíggjar-
málaráðharra vit hava. Ein góður fíggjarmálaráðharri ger
eina fíggjarlóg, sum so við heilt fáum undantøkum verður
hildin. At skera pr automatikk skapar eina ónda ringrás, har
stovnsleiðarar og onnur noyðast at yvirbudgettera, fyri at
fáa neyðugu játtanina, og hvat er so vunnið. Eisini er tað
átaluvert, at skorið verður í útreiðslum, har deildarleiðarar
ella stovnsleiðarar onga ávirkan hava á talið av klientum. Til
dømis kann eldraøkið nevnast. Har hevur borgarin krav
uppá eina tænastu og hækkar talið av eldri fólkum, so
hækka útreiðslurnar eisini, um tænastan skal verða eins. Í
nógvum av hesum økjunum noyðist tingið so uppí aftur við
einari eykajáttan, tí demografisk viðurskifti eftir øllum at
døma ikki viga so tungt í Fíggjarmálastýrinum.
Eykajáttanir eiga at verða eitt amboð til brúk undantaksvís.
Alternativt kann man gera sum í Danmark, har ein upp-
samlingsjáttan verður samtykt, tá árið er liðugt. Hetta
krevur tó rammujáttanir við størri heimildum til landstýris-
fólk og ikki minst stovnsleiðarar, ið eru reduseraðir til
administratorar við tí stirvnu játtanarskipan, ið vit hava.
Politisk detailstýring er av tí illa, og motivatiónin hjá
stovnsleiðarum til at spara í rakstrarútreiðslum er eingin,
eftirsum skipanin er alt ov stirvin, og tí, at alt fer aftur í stóra
pott.
Hetta sæst eisini aftur í einum irrationellum brúksmynstri
hjá tí almenna, har forbrúkið fer upp við ársenda fyri at
brúka játtaninar, tí okkara játtanarskipan ikki tekur hædd
fyri, at verðin ikki steðgar upp 1. januar hvørt ár.
Vit høvdu eitt dømi, har Suðuroyar Sjúkrahús kundi spara
pening. Hetta var tungt at fáa ígjøgnum, tí stirvna játtanar-
skipanin við politiskari detailstýring, har hon ikki hoyrir
heima, ger, at tað er eitt undur, at almenn starvsfólk yvir-
høvur tíma at koma við góðum hugskotum til sparingar, tá
ein trýhundrað túsund krónurs sparing skal heilt upp á
tingborð hvørja ferð..
Játtanarskipanin má broytast. Hvussu nógvar milliónir
verða ikki brúktar í óneyðugum dupultkontrolli hvørt ár?
Hvussu nógv verður spart av ti sama? Hvat er grund-
gevingin fyri at specifisera so tætt í einari fíggjarlóg, at
stovnsleiðarar, ið eru fult út kompetentir til at disponera
undir rammujáttanum, har lønir sjálvsagt eiga at hava ser-
status, eru reduseraðir til adminstratorar, ið skulu biða um
loyvi, hvørja ferða ein budgettlinja skal broytast.
Hesi viðurskifti mugu fáast i rættlag. Vit hava havt ov leysa
stýring fyrr, men nú er man farin heilt yvir gevind hinvegin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skil má fáast á Fíggjar-
málastýrinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Victor Carlsen
Soleiðis skilji eg boð-
skapin, ið nú er við at koma
fram, tá tað snýr seg um
okkara umhvørvi – bæði
tað externa og tað interna.
»Allur bati bøtur«, verður
sagt.
Taka vit tað interna
umhvørvið
fyrst, so er
longu nógv gjørt, tí vit
hoyra nærum dagliga um
forboð og ábøtur, ið verða
sett í verk, fyri at trivnaður-
in á okkara arbeiðsplássum
skal batna, og tað ger hann.
Nú um dagarnar verður
nógv gjørt við tað externa
umhvørvið. Taka vit t.d.
málið um Havnarvág, so er
longu nú maskina umbiðin
sum skal reinsa hav og botn
fyri óhumsku, tað veri seg
fiskarestir,
oljuúrdráttir,
tungmetall o.s.fr. Eisini
hoyra vit nú um dagarnar
um
brennistøðirnar,
at
stórur vandi er á ferð, tá
talan er um kemisk evni og
annað vandamikið burtur-
kast. Trygdarumboðið fyri
arbeiðsmenninar hjá Tórs-
havnar
Kommunu
á
Brennistøðini á Hjalla,
hevur nú gjørt ein rættu-
ligan vørr, og alt gott at
siga um tað. Sum ikki
einaferð, so er avvarandi
myndugleikin fullkomiiliga
óvitandi og lovar at gera
nakað við málið. Víst verð-
ur á skeivleikar í ruskinn-
samlingini, at hvør Hanus
og Janus soleiðis kann
koma og fara sum hann vil
við øllum handa burtur-
kasti. Menninir, ið arbeiða
á brennistøðini, vita ikki
hvat tað er, ið kemur inn á
brennistøðina, og sum rætt
og rímuligt er, so er tíð
uppá at vakna, tí, sum
trygdarumboðið sigur, tí
tað er ikki munur á, um ein
veggur dettur omanyvir
persónin og hann doyr uppá
staðið, ella talan er um
langtíðarárin av kemiskum
evnum. Deyðin er vísur í
øllum førum. Fáið hetta
uppá pláss, men ……
Andsøgnir
Góðu tit, ið varða av. Eg
havi alla virðing fyri tí, ið
nú kemur fram, men kann
ikki lata vera við at vísa á
viðløgdu mynd, ið er ein
plakat, ið danska Kræftens
Bekæmpelse hevur gjørt.
Henda plakat vísir á tey
4.000 eiturevnini, ið eru í
tubbaksúrdráttum. Maðurin
er avmyndur í útbúnaði,
svarandi til tær vørulýsing-
ar, ið eru á kemiskum úr-
dráttum (ið eisini koma inn
á brennistøðirnar). Tann, ið
skal arbeiða við slíkum
evnum verður á øllum eti-
kettum, data- og trygdar-
databløðum ávaraður um at
nýta verndarbúna, svarandi
til tey kemisku evnini, ið
vøran inniheldur. Men, tá
talan er um tubbakk, so
verður øðrvísi farið til
verka. Tað sýnist sum at
hugburðurin er, at einki
skal sigast. Tað skal undra
meg um ikki onkrir av
teimum, ið starvast har
uppi ikki eisini roykja,
umframt tað at teir arbeiða
við kemiskum evnum, og tí
eru í enn størri vandabólki.
Hvat ger heilsunevndin í
Tórshavnar Býráð við hetta
mál? Eg havi loyvi at
spyrja, tí tá tað snýr seg um
alt annað enn tubbakk, so
er samfelagið alt á gosi.
Enn kunnu vit keypa
eiturevni í smáum pakkum
a 10 og 20 stk. Tað einasta,
ið verður gjørt er at seta
forboð og avmarkingar
upp, og tað er gott.
Rættast var at fingið
eiturið av handilshillunum.
Latið okkum taka fylgjur-
nar av hesum banni, tí tær
vera so ikki nógv øðrvísi
enn tann støða vit hava í
dag við samanlíknaðum
turvelvandi
eiturevnum,
sum t.d. hash, heroin o.a.,
at politiið og tollvaldið fer
bara at finna nøkur 100
gram her og kanska eitt kilo
onkra aðrastaðni, av og á.
Revsingin átti eisini tilsvar-
andi at verið tann sama.
Føroyar
tubbakksfríar.
Tað er endamálið!!
Umhvørvið og trygdin skal betrast!!
Íslendingar tykjast
enn ikki troyttir av tí,
ið føroyskt er, og
føroyska bylgjan
hevur ikki lagt seg.
Nú verður hugt eftir
øðrum listagreinum,
enn bara tónleikinum
LIST
Dagfinn Olsen
Týr og teirra útgáva av
Orminum Langa gjørdist
ein landaplága av teimum
heilt stóru í Íslandi fyri
góðum ári síðani. Og síðani
hevur nærum alt føroyskt
verið kærkomið og væl
dámt í Íslandi.
Tónleikurin hjá Eivor
Pálsdóttir,
200,
Krit,
Makrel, Hanusi Johansen,
Clickhaze, Brandi Enni,
Kára Sverrisson, Kristiani
Blak, A.R.T. og øðrum
hava verið á breddanum í
longri tíð, men íslendingar
hyggja nú eisini aðrar vegir
og filmur er tað nýggjasta
inn føroyska list í Íslandi.
Háskólabio
hevur
norrønar filmsdagar og
foroyski filmurin Bye Bye
Blue Bird stendur á lepan-
um. Hetta er næsti stóri
spælifilmurin hjá føroyska
leikstjóranum Katrin Ott-
arsdóttir. Og hesin filmurin
er at hoyra og síggja um,
hvar ein so vendir sær í
Íslandi í hesum døgum.
Bløð og út- og sjónvarp
hava føroyska filmin á
skránni, so føroyska bylgj-
an í Íslandi, sum byrjaði
við tónleiki, hevur ikki lagt
seg, men er bert blivin
meira fjøltáttað.
Bye Bye Blue Bird í Íslandi
Oddfríður Marni
Rasmussen
Nógvir ummælarar hava
roynt, at ummælt skald-
skapin hjá Tóroddi Poulsen.
Ongum hevur, eftir mínum
tykki, eydnast at skrivað
eitt dygdargott ummæli
enn, heldur ikki eg sjálvur.
Hetta kemur av, at skald-
skapur Tórodds er vónleys-
ur at ummæla. Hansara
máti at skriva, er so be-
snissaður, at ummælarin
ikki fær sagt tað hann vil, tí
um Tóroddur ikki ummælir
seg sjálvan, so ummælir
hann ummælaran. Hetta ger
hann ikki eina ferð, nei,
hetta er ein av teimum
gjøgnumgangandi træðr-
unum, í skaldskapi hansara.
Um Tóroddur skal um-
mælast við teirri tygn, hann
hevur uppiborið, skal ein
ummælari til, sum hevur so
breiða vitan um heims-
skaldskap og lagnir, ymisk-
ir rithøvundar hava verið
úti fyri. Tað er nærum
ógjørligt hjá ummælaran-
um at seta seg inn í tey
ymisku tekstasløgini, og
tey ymisku rákini, sum
fylla skaldskap Tórodds. Tí
hava summir bert lyndi til
at skimma tekstin og kon-
statera, at hetta er enn ein
Tóroddsk yrking, og so er
sloppið. Men so lætt er tað
ikki. Summi ummæla hann
kanska mest sum eitt vinar-
ummælið, eitt so-er-tað-
gjørt-ummælið. Aðrir vita
ikki hvat, ið skal sigast og tí
verður bert okkurt barnsligt
grifl tveitt niður á pappírið,
og sent bløðunum.
Í Sosialinum kvinnu-
dagin 8. mars var so túrurin
komin til Kim Simonsen.
Tað er tí eg skrivi hetta.
Fyri tað fyrsta so var tað
ikki Lars Bukdahl, sum
ummælti "Blodprøver" í
Weekendavísini, tað var
Liselotte Wiemer. Um ein
velur at skriva eitt sitatum-
mæli, so er neyðugt at
tryggja sær, at sitatini eru
frá rætta avsendara. Kim
setir sær fyri, tá hann
ummælir seinasta yrkinga-
savnið "Royggj" hjá Tór-
oddi, at fortelja lesaranum
hvør er betri ella verri
ummælari Lars Bukdahl
(sum ikki hevur ummælt
bókina) ella Niels Lyngsø,
sum er ummælari á Poli-
tikken, og hevur ummælt
bókina og blanda hesar
báðar saman við okkara
Carl Johan Jensen. Við hes-
um er eitt nýtt slag av um-
mælara komið sær fram -
ein ummælari, sum sigur
seg ummæla eina bók, men
sum ummælir aðrar um-
mælarar, sum hava ummælt
eina aðra bók hjá einum
rithøvunda. Tað finnast
sostatt ummælarar, sum
mæla frá, sum mæla til og
teir, sum mala rundan um
og so nú teir, sum mæla
ummælarar frá og til.
Kim endar aftur hesaferð
við at sitera betongyrkjaran
mikla Sørin Ulrik Thomsen
- hetta evindaliga vassi um,
at tann darrandi strongurin,
sum heldur oyrunum sam-
an, skal virka til at yrkingin
verður til ein "eldhugaðan,
østan og hugtiknan sang."
Tað loysir seg ikki hjá um-
mælaranum, at ummæla og
hava
reinligheitsvanvid,
hetta er uppgávan hjá rit-
høvundanum - at ummæla
seg sjálvan og at reinsa upp
í sínum egna teksti.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Hetta
uppskot
frá
Karsten Hansen vegna
landstýrið um broyting í
hesari lóg, vísur og
avdúkar, hvussu følsk og
óanstendig verandi sam-
gonga er.
Løgmaður helt ikki
orð, tá ið hann lovaði
kommununum, at tær
ongan fíggjarligan miss
skuldu hava av skatta-
lættanum, sum lands-
stýrið gav í 2002.
Formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum sigur,
at vit skulu loysa komm-
unurnar frá landskassan-
um og at tað skal vera
fult samsvar millum
fíggjarliga ábyrgd og
avgerðarrættin.
Slíkt
møsn skal man leita
leingi eftir við verandi
mannagongd frá lands-
stýrinum.
Kommunustýrislimir
hentir býttlingar?
Sum sagt helt løgmaður
ikki orð, tá skattalættin
bleiv givin í 2002.
Kommunurnar fingu ein
lítlan lætta í FAS-skip-
anina við, at lutfallið
millum land og komm-
unur av gjaldinum, bleiv
broytt frá 55/45 til
72/28, men var hetta
yvirhøvur ikki nokk til
at kompensera fyri tær
mistu inntøkurnar hjá
kommununum,
sum
skattalættin var orsøk til.
Nú avdúkar landstýrið
hvussu falsk og óan-
stendugt tað er, við at
leggja uppskot fram um
at hækka lutfallið í FAS-
skipanini aftur til 55/45
við afturvirkandi kraft,
tí landskassin manglar
pengar.
Sagt verður, at komm-
unurnar skulu fáa hesar
pengar
aftur,
tá
ið
eldraøkið blívur lagt út
til kommunurnar, ella
um hetta ikki ber til,
verður uppskot lagt fyri
tingið um serligt útgjald
til kommunurnar við
endan av 2003.
Við hesari manna-
gongd, fyrst at lækka,
síðani at hækka og
kanska endurrinda til
kommunurnar,
má
landsstýrið halda, at allir
kommunustýrislimir eru
hentir býttlingar.
Loysing?
Formaðurin í Tjóðveld-
isflokkinum sigur, at
kommunurnar
skulu
loysast frá landsskassan-
um, hetta er nakað
møsn, tí verandi gongd
vísur, at tað er lands-
skassin sum skal loysast
frá kommunukassunum.
Landskassin fer djúpt
niður í kommunukassar-
nar við sínum lógarverk-
ið viðv:
FAS-skipanin:
hví
skulu
kommunurnar
yvirhøvur gjalda til hesa
skipan?
Rentufrádráttinum:
lóg sum kommunurnar
onga ávirkan hevur á og
skerjur inntøkurnar.
Botnfrádrátturin:
lóg sum kommunurnar
onga ávirkan hava á og
skerjur inntøkurnar.
Ruddið upp
Vælsignaðir menn og
kvinnur, ruddið upp í
øllum hesum, áðrenn tit
jarðleggja kommunrnar
við at leggja fíggjarligar
byrðar á tær, sum tit
kunnu regulera, sum
tykkum hóvar, alt eftir
um tað fjarðar ella fløgir
í landskassanum.
Helgi Abrahamsen
Í seinastu útgávu av Fregn-
um stendur ein grein hjá
Karsteni Hansen, lands-
stýrismanni,
sum
hann
kallar
"Sambandstræið".
Greinin er á tremur við pá-
standum, sum eftir hondini
hava verið fyrigyklaðir
Føroya fólki somikið ofta,
at eg haldi at teir nú eiga at
verða rættaðir.
"Lat okkum taka nøkur
dømi, sum lýsa veruleik-
an", sigur Karsten Hansen,
og so ger hann eina saman-
bering av støðuni, tá hann
tók við sum landsstýris-
maður 18. mai 1998, og
støðuni 1. januar 2003.
Hann sigur hvussu nógvur
peningur stóð í Landsbank-
anum tá hann tók við, og
hvussu nógv stóð í sama
banka nú á nýggjárinum.
Men Karsten Hansen
gloymir at siga, at frá 18.
mai til 31. desember 1998,
stýrdi fullveldislandsstýrið
eftir eini fíggjarlóg, sum
landsstýrið og samgongan
ið sótu undan teimum
høvdu gjørt. Tí er árið 1998
úrslit av politikkinum hjá
landsstýrinum sum sat fram
til valið í 1998, meðan árið
2002 vísir úrslitið av sein-
asta heila árinum við
Karsteni Hansen sum fíggj-
armálaráðharra.
- Og lat okkum so sama-
nbera hesi árini:
Í 1998 hevði landskassin
eitt avlop áðrenn avdrøg á
umleið 470 mió. krónur.
Men sambært fyribilstølun-
um hjá Gjaldstovuni fyri
2002, er hetta talið nú
komið niður á umleið 180
mió. krónur, ella ein aftur-
gongd á umleið 290 mió.
krónur.
Her er vert at nevna, at
fullveldislandsstýrið fekk
heilar 745 mió. krónur
meira inn í skatti og av-
gjøldum í 2002, enn Sam-
bandslandsstýrið fekk í
1998, so tað átti at borið til
at lagt eina munandi upp-
hædd til síðis, um Karsten
Hansen veruliga sat so
tungt á kassanum sum hann
sjálvur vil vera við. Men
hvat vísa tølini ? Tey vísa,
at í 2002 vórðu einans um-
leið 50 mió. krónur settar
inn í Landsbankan.
Framtíðarútlit
Eitt er at fullveldislands-
stýrið, hóast gulltíðir í
2002, einans hevur lagt 50
mió. krónur til síðis. Eitt
annað eru framtíðarútlitini
fyri 2003. Her mugu vit
staðfesta, at útlitini fyri
2003 eru munandi verri. Vit
hava eina fíggjarlóg, sum
áðrenn avdráttir og eyka-
játtanir vísir eitt avlop á
240 mió. krónur. Av teim-
um skulu 148 mió. krónur
nýtast til avdráttir, so øll
duga at síggja, at tað skal
ikki nógv ganga gali,
áðrenn landsstýrið má taka
pengar út úr Landsbankan-
um, fyri at fíggja undir-
skotið (samanber við at
úrslitið fyri 2002 sær út til
at blíva 190 mió. krónur
verri enn fíggjarlógin vísti
fyri einum ári síðani).
Sum
øllum
kunnugt
byggir eitt og hvørt lands-
stýri á herðarnar á tí undan-
farna. Fullveldislandsstýrið
hevur notið gott av, at sam-
bandslandsstýrið hevði til-
lagað almenna sektorin til
at klára seg við minni inn-
tøku. Tá fyrsta fullveldis-
fíggjarlógin fór at virka
tann 1. januar 1999 stóðu
meira enn 1,1 mia. krónur í
Landsbankanum.
Hevði
fullveldislands-
stýrið bara klárað at hildið
fast við fíggjaravlopið sum
sambandslandsstýrið
skapti, so høvdu yvir
tríggjar milliardir staðið í
Landsbankanum í dag.
Men tað løgna er, at Karst-
en Hansen beinleiðis reyp-
ar av, at 2,5 milliardir stóðu
har tann 31. desember
2002. (Einki verður sagt
um, at við mánaðarskiftið
februar - mars var talið
komið niður aftur á umleið
2,2 mia.) - Hevur hann ikki
skilt, at tað stendur nógv
minni á bók nú, enn tað
veruliga átti at gjørt, ella vil
hann ikki skilja tað ?
Ímyndin av einum
fullveldi
Ferð eftir ferð hoyra vit
umboð fyri fullveldisflokk-
arnar vísa á, hvussu nógv
stendur í Landsbankanum,
og hetta er vorðin sjálv
ímyndin av fullveldinum. -
Tað skal bera til at loysa, tí
vit eiga so nógvar pengar.
Hetta minnir um stjóran,
sum kemur smílandi fram í
fjølmiðlunum og sigur, at
virki hansara hevur havt
stórt undirskot, men tað ger
einki, tí likviditeturin er
framvegis góður.
Spurningurin er ikki,
hvussu nógv vit eiga á bók.
Spurningurin er, hvussu
gongdin er í løtuni, og
hvussu útlitini eru fyri
framtíðina.
Gongdin í løtuni er, at
hóast vit hava gulltíðir, so
verður lítið og einki sett á
bók, og útlitini fyri 2003
eru, at vit, hóast góðar tíðir,
mugu í Landsbankan eftir
peningi fyri at gjalda av-
dráttir. Hvussu komandi
árini fara at verða, um vit
fáa eina niðurgongd í bú-
skapinum, tað má tíðin bert
vísa.
Men hvussu fullveldis-
flokkarnir fáa hetta til at
vera eina "tilgongd fram
ímóti einum sjálvberandi
búskapi", tað skilji eg ikki.
Fyri mær sær út til, at
gongdin hevur verið júst
tann øvugta.
VIÐMERKINGAR
Eingin sjálvberandi búskapur
við fullveldisflokkunum
FAS-skattalógin
At ummæla ummælarar
- Tvass: Kim Simonsen enn einaferð
C
M
Y
K
11
10