mikudagur 12. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 49 - 12. mars 2003
Nr. 49 - 12. mars 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Bara tímar eftir
Pakistansku trygdarmyndugleikarnir siga, at nú er tað
bara ein spurningur um tímar, til yvirgangsleiðarin
Osama bin Laden verður tikin.
- Vit eru komnir nógv nærri málinum. Herfyri var
hann fleiri mánaðir undan okkum, síðani styttist tað til
vikur, og nú tosa vit bara um tímar, segði ein týðandi
yvirmaður hjá pakistansku fregnartænastuni í gjár.
Síðani pakistansku myndugleikarnir í samstarvi við
CIA tóku Khalid Sheikh Mohammed næstseinasta
leygardag, hava teir sett meiri ferð á arbeiðið at finna
bin Laden á marknaleiðunum millum Pakistan og
Afghanistan. Pakistansku myndugleikarnir hava sagt,
at teir funnu fleiri týðandi skjøl í húsunum, har Khalid
Sheikh Mohanmed varð tikin, men tað er ógreitt, um
tað eru hesi skjølini, sum hava givið myndugleikunum
upplýsingar um, hvar bin Laden kann vera staddur.
Bæði pakistanar og amerikanarar viðganga, at teir
vita ikki, hvussu bin Laden sær út í dag, tí tað er væl
hugsandi, at hann hevur broytt útsjónd fyri ikki at verða
avdúkaður.
Ætla at gera film um 11.
september
Tveir indiskir filmsstjórar hava sett sær fyri at gera ein
film um yvirgangsatsóknirnar í USA tann 11. septem-
ber í 2001.
Annar filmsstjórin, Ujjal Chatterjee, sigur, at filmur-
in fær heitið "The Search", og at upptøkurnar byrjar
einaferð í mai mánað. Fyrrverandi tíðindamaðurin
Khalid Mohammad hevur skrivað handritið til filmin.
Høvuðsleikari í filminum verður Manisha Koirala.
Maður hennara doyr í atsóknini at World Trade Center,
og 10 ára gamli sonur teirra sær tey bæði tornini rapa á
sjónvarpsskíggjanum. Filmurin snýr seg við øðrum
orðum um eina indiska familju, sum verður rakt av
vanlukkuni, og hvussu hon kemur fyri seg aftur.
58 ára gomul fekk
tvíburðar
Tann 58 ára gamla Samira Elias fekk leygardagin tví-
burðar, og hon er elsta svenska kvinnan, sum hevur átt
barn.
Samira Elias og maðurin, sum bæði eru svensk,
valdu, at hon skuldi eiga børnini í Ísrael, og leygardag-
in átti hon tvíburðarnar við keisaraskurði á sjúkrahús-
inum í býnum Nahariya har norðuri í Ísrael. Annar tví-
burðurin vigaði 2400 gram og hin 2200. Samira Elias
eigur einki barn frammanundan. Hon gjørdist við barn
eftir viðgerð á einum sjúkrahúsi á Kýpros.
Hóast hon er tann elsta svenska kvinnan, sum hevur
átt barn, er hon ikki tann elsta í heiminum. Sambært
metbókini hjá Guinness átti ein 63 ára gomul italsk
kvinna ein son í 1994.
Heimsins elsta kvinna
deyð
Heimsins elsta kvinna, sum búði í Brasilia, er deyð.
Hon var 124 ára gomul.
Tað almenna føðibrævið hjá Mariu Etelvinu Dos
Santos sigur, at hon varð fødd tann 15. juli í 1878. Er
hetta rætt, var hon eftir øllum at døma elsta kvinna í
heiminum, nú hon doyði.
Maria Etelvina Dos Santos átti fimm ommubørn, 26
langommubørn, 39 oldurommubørn og fýra tipp-
ommubørn, skrivar týska tíðindastovan DPA úr Brasil.
Russar hava boðað
frá, at teir fara at siga
"njet", og fransmenn
hava boðað frá, at teir
fara at siga "non". Tað
leggur trýst á George
W. Bush og Tony Blair
um at geva vápnaeft-
irlitsmonnunum
betri stundir.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Diplomatiska virksemið á
ST-høvuðsborgini í New
York hevur verið stórt sein-
astu dagarnar og næturnar,
og telefonlinjurnar hava
verið heitar millum Wash-
ington og aðrar høvuðs-
staðir kring heimin.
Mánakvøldið kunngjørdi
franski forsetin, Jacques
Chirac, at Frakland fer at
nýta sýtingarrættin í trygd-
arráðnum ímóti tí seinasta
Irak-uppskotinum,
sum
USA, Bretland og Spania
hava lagt fram. Um somu
tíð segði russiski uttanríkis-
ráðharrin, Igor Ivanov, at
Russland fer eisini at at-
kvøða ímóti og um neyðugt
at
nýta
sýtingarrættin.
Sambært Chirac skal Kina
eisini vera til reiðar at nýta
sama rætt.
Eygleiðarar siga, at hetta
kann bera í sær, at Bush og
Blair koma at standa eftir
sum teir stóru tapararnir í
einum leiki, sum ikki ein-
ans er eitt álvarssamt bakk-
ast fyri amerikanskan og
bretskan uttanríkispolitikk,
men sum eisini kann rygg-
bróta ST sum tann stovnin,
har altjóða avgerðir verða
tiknar. Harafturat ivast eyg-
leiðararnir ikki í, at hetta
kann fáa avleiðingar fyri
innanlands umdømið hjá
bæði Bush og Blair.
Hesin prísur kann gerast
ov høgur, sjálvt hjá George
W. Bush, forseta, og í
London eru eygleiðarar
farnir at tosa um, at Blair
skal vera sinnaður at góð-
taka eina ella aðra neyð-
semju. Eftir uppskotinum
hjá USA, Bretlandi og
Spania skal Irak verða av-
vápnað í seinasta lagi tann
17. mars, men í gjár ljóðaði
í London, at Blair er til
reiðar at útseta hesa freist-
ina. Tað sama skal amerik-
anska stjórnin vera, men
afturfyri vóna tey bæð
londini so, at Russland,
Kina og Frakland fara at
sleppa avgerðini um at nýta
sýtingarrættin. Hjá Blair
ræður tað eisiin um at sissa
sínar egnu floksfelagar,
sum gerast altsamt harðlig-
ari í sínum atfinningum at
forsætisráðharranum.
Bert fýra fyri
Í USA siga eygleiðarar, at
tað stendur einki frægari til
hjá Bush enn hjá Blair.
Misnøgdin við búskapar-
politikkin hjá forsetanum
veksur dag frá degi, og fer
USA í kríggj við Irak uttan
góðkenning frá ST, kann
tað gerast eitt politiskt
sjálvmorð hjá forsetanum,
siga eygleiðararnir. Sam-
stundis veksur altjóða trýst-
ið á forsetan um at útseta
krígsætlanina ella at sleppa
henni heilt.
USA skal hava níggju
lond at atkvøða fyri upp-
skotinum í trygdarráðnum
fyri at fáa meiriluta, men
tað er sjálvandi treytað av,
at einki land nýtir sýtingar-
rættin. Sum er kan Bush
bara kenna seg vísan í at
fáa fýra atkvøður. Tær eru
frá USA, Bretlandi, Spania
og Bulgaria. Fimm lond
siga nei. Tey eru Russland,
Kina, Frakland, Týskland
og Sýrialand. Eftir eru Kili,
Meksiko, Angola, Kam-
erun og Guinea, og seinastu
dagarnar hava serliga amer-
ikanarar
og
fransmenn
roynt at fáa tey í part við
sær.
Bush og Blair undir trýsti
Tað leikar hart á hjá George
W. Bush, forseta í hesum
døgum. Her tosar hann við
spanska forsætisráðharran,
Jose Maria Aznar, meðan
Condoleezza Rice, trygdar-
ráðgevi lurtar.
Ein hugsunarsamur Tony
Blair. Ei undur í, tí altsamt
fleiri av hansara egnu floks-
feløgum venda honum bakið
í Irak-spurninginum.
Veiðivirðið hjá einum
íslendskum fiski-
manni er eisini 35%
størri enn hjá einum
norskum fiskimanni
NOREG/ÍSLAND
Vilmund Jacobsen
Ein íslendskur fiskimaður
fiskar í miðal tvífalt so
nógv, sum ein fiskimaður í
Noregi. Veiðivirðið av tí,
sum íslendski fiskimaðurin
fiskar, er í miðal eisini 35%
størri, enn hjá einum norsk-
um fiskimanni.
Tað er íslendska fiski-
vinnublaðið,
Fiskifréttir,
sum hevur kannað hesi við-
urskifti og er komið til hesa
niðurstøðu.
Norsku fiskimenninir eru
14.000 í tali; teir íslendsku
eru 6.000.
Miðal veiðivirðið hjá
einum norskum fiskimanni
í fjør var 780.000 norskar
krónur. Tølini eru úr norska
fiskivinnublaðnum, Fiskar-
en.
Sambært
íslendska
blaðnum er miðal veiði-
virðið hjá einum íslendsk-
um fiskimanni 1,1 miljónir
norskar krónur.
Veiðan hjá einum norsk-
um fiskimanni í 2001 var í
miðal 192 tons; í Íslandi
sama ár var talið 331 tons.
Samansetingin
Íslendskir serfrøðingar á
økinum halda, at tann stóri
munurin kemst av, at Noreg
hevur ein stóran útróðrar-
flota, sum gevur nógvum
monnum arbeiði.
Strongu reglurnar um
samanlegging av kvotum
gera, at talið av skipum og
bátum í Noregi er so stórt.
Í nógv ár hevur verið
vanligt, at arbeiðara-
feløg lýsa til aðalfund
og eykaaðalfund beint
eftir, um aðalfundurin
ikki er viðtøkuførur, tí
ov fá fólk møta. - Tey
fáu, sum møta á aðal-
fundi, tíma kanska
ikki so væl at koma á
ein fund aftrat, tá ið
aðalfundurin ikki er
viðtøkuførur; tí verða
báðir fundirnir lýstir
undir einum, sigur
Karla Einarsson, for-
maður í Arbeiðara-
felagnum Hæddini í
Saltangará
ARBEIÐSMARKN-
AÐUR
Vilmund Jacobsen
Saltangará:
Í fleiri ár hava vit sæð, at
bæði í góðum og ringum tíð-
um møta fá fólk á aðalfundi
hjá arbeiðarafeløgum kring
landið. Hetta hevur verið ein
afturvendandi trupulleiki,
sum feløg hava valt at loysa
á tann hátt, at tey lýsa til að-
alfundar og eykaaðalfundar
undir einum.
Hóast Arbeiðarafelagið
Hæddin í Saltangará hevur
fleiri enn 600 limir, var að-
alfundurin seinasta viku-
skiftið ikki viðtøkuførur.
Beint eftir aðalfundin, var
eykaaðalfundur, sum syrgdi
fyri, at neyðugu avgerðir-
nar kundu takast.
Ikki í nevnd
Karla Einarsson, sum hevur
verið formaður í Hæddini í
út við 20 ár og er stjórnar-
limur í Føroya Arbeiðara-
felag, harmast um, at so fá
fólk møta á fundi.
– Vit kunnu spyrja, hví
hetta er so – og hevur verið
soleiðis leingi, bæði í
góðum og ringum tíðum.
Hon sigur, at ein orsøkin
kanska er, at fólk ikki vilja
veljast í nevnd og tí ikki
møta á fundi.
– Men hetta er ikki so.
Lógir felagsins siga nevni-
liga, at limirnir hava skyldu
til at taka við ábyrgd, um
heitt verður á tey. Tú kanst
líka so væl verða vald/ur í
nevnd, um tú situr heima,
sum tá ið tú ert á fundi. Ert
tú á fundi, kanst tú greiða
frá, hví tú møguliga ikki
ynskir at taka við nevndar-
vali, men situr tú heima, er
sami møguleiki ikki til
steðar, sigur Karla.
Hon dugir annars ikki at
siga, hví áhugin fyri aðal-
fundunum hjá arbeiðarafel-
øgunum er so lítil.
– Men hetta er ógvuliga
keðiligt, og torført er at
siga, hvussu málið kann
loysast, soleiðis at fleiri
fólk møta til fundar.
Vald beinleiðis
Í nevndini í Arbeiðarafel-
agnum Hæddini sita 10
nevndarlimir og tveir eyka-
limir. Tær stóru bygdirnar í
Runavíkar kommunu hava
tveir nevndarlimir hvør; tær
smáu ein.
Søldarfjørður hevur sítt
egna felag, Klett, sum bæði
fevnir um kvinnur og menn.
Hæddin hevur eisini limir
úr øðrum bygdum, eitt nú
Funningi, sum ikki hevur
sítt egna felag.
Formaðurin í Hæddini er
valdur fyri tvey ár, og sama
er við hinum nevndarlim-
unum.
Bæði formaður og næst-
formaður verða valdir bein-
leiðis á aðalfundi.
Nýggj andlit
Karla stóð ikki fyri vali
hesaferð, men tað gjørdi
næstformaðurin,
Birgir
Streymoy. Hann ynskti ikki
afturval sum næstformaður,
men hevði einki ímóti at
vera verandi í nevndini.
Nýggjur næstformaður er
Sjúrður Jensen.
Lina Højgaard, sum hev-
ur sitið í nevndini í mong
ár, ynskti ikki afturval.
Valdemar Olsen, Saltang-
ará, Hanna Joensen og Lis
Højgaard, báðar úr Rytu-
vík, eru nýggj í nevndini.
Dan Højgaard og Tumm-
as Olsen, báðir úr Rytuvík,
vóru við í gomlu nevndini.
Nýggja nevndin í Arbeið-
arafelagnum Hæddini sær
nú soleiðis út: Karla Einars-
son, Rytuvík, formaður,
Sjúrður Jensen, Runavík,
næstformaður, Birgir Strey-
moy og Maiken Lamhauge,
Glyvrar, Hervør Djurhuus
og Valdemar Olsen, Salt-
angará,
Stig
Davidsen,
Runavík, Maud Túgvustein,
Æðuvík, Hanna Joensen og
Lis Højgaard, Rytuvík.
Eykalimir eru Hansy Jac-
obsen, Glyvrar og Rúni
Lamhauge, Rytuvík.
Uppmøtingin til aðalfundir alt ov vánalig
Karla Einarsson hevur verið
formaður í Arbeiðarafelagn-
um Hæddini í út við 20 ár.
Hon er eisini stjórnarlimur í
Føroya Arbeiðarafelag
Íslendskir fiskimenn fiska tvífalt
so nógv sum teir norsku
Orsøkin til stóra munin millum veiðinøgd og veiðivirði hjá íslendskum og norskum
fiskimonnum er helst, at flotin er ymiskt samansettur
Als eingir
trupulleikar av
útlendsku
arbeiðsmegini
- Eg havi ta fatan, at
útlendingarnir, sum
arbeiða og búgva
her í økinum, trívast
væl, sigur Karla Ein-
arsson
ARBEIÐSMARKN-
AÐUR
Vilmund Jacobsen
Saltangará:
Bæði í Runavíkar komm-
unu og Nes kommunu er
nógv arbeiði, ikki minst
nógv tímalønt fiskaar-
beiði. Virkini eru mong í
tali, og bæði á Toftum og í
Saltangará eru landingar-
miðstøðir sum gera, at
fiskurin er lætt atkomilig-
ur hjá teimum, sum hava
hug at keypa fisk til út-
flutnings ella virkingar.
Karla Einarsson, for-
maður í Arbeiðarafelagn-
um Hæddini, sigur, at fáir
av hennara limum eru ar-
beiðsleysir.
– Heldur er tað soleiðis,
at her er meira arbeiði enn
til okkara limir, sigur hon.
Karla vísir á, at nakrir
av hennara limum arbeiða
aðrastaðni, eitt nú á Toft-
um, og limir úr øðrum fel-
øgum arbeiða eisini í
Runavíkar kommunu.
Útlendingar
– Talið av útlendingum,
sum arbeiða í Runavíkar-
økinum og eru limir í
Hæddini, er heldur ikki so
lítið.
Hon torir tó einki tal at
hála burtur úr skjúrtu-
ermuni.
Spurd, hvussu hesi fólk
roynast og trívast, letur
Karla væl at.
– Vit hava als ongar
trupulleikar havt av hes-
um fólkum, og vit hava
skilt, at tey eru røsk og
gera sína uppgávu til lýt-
ar, har tey eru.
Karla Einarsson sigur
seg hava ta fatan, at útlend-
ingarnir, sum arbeiða og
búgva í økinum, trívast
væl.
– Nøkur eru fastbúgv-
andi; onnur koma higar
ein part av árinum í sam-
band við ítrótt, sigur for-
maðurin í Arbeiðarafelag-
num Hæddini.
C
M
Y
K
13
12