mikudagur 12. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Løgma›ur:
hendurnar upp
ella buksurnar ni›ur
Prix Føroyar
Vangamynd
Gu›run Sólja Jacobsen
Húsligi sjónvarpsma›urin Tór›ur
14
Nr. 49 - 12. mars 2003
Ivar Hansen
deyður
Ivar Hansen, fólkatingsformaður og
fyrrverandi ráðharri er deyður
Gjáramorgunin varð fráboðað, at Ivar Hansen, formaður í
Fólkatinginum, var deyður 64 ára gamal.
Ivar Hansen gjørdist formaður í Fólkatinginum í 1998.
Hann varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið fyri flokkin
Vinstra í Ribe Amti 1973 og kom í formansskapin í 1990.
Eitt stutt skifti, í 1978-79 var Ivar Hansen ráðharri í
almennum arbeiðum í SV-stjórnini hjá Anker Jørgensen.
Sum fólkatingsmaður hevði Ivar Hansen fleiri álitis-
størv. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Vinstra frá
1982 til 1998 og politiskur framsøgumaður frá 1987 til
1991. Hann var ríkisgrannskoðari frá 1982 til 1998 og
formaður hjá ríkisgrannskoðarunum frá 1995 til 1998. Frá
1976 til 1978 var hann limur í Fólkatingsins fíggjarnevnd
og aftur frá 1986 til 1988, tá hann var formaður í nevnd-
ini.
Frá 1986 til 1988 var hann formaður í fíggjarnevndini
hjá norðurlendska ráðharraráðnum.
Sum fólkatingsformaður varð Ivar Hansen nógv
avhildin millum tingmenn. Hann var nýskipanarhugaður
sum formaður, men legði samstundis stóran dent á, at
Fólkatingið skuldi varðveita sína tign.
Á ólavsøku í fjør vóru Ivar Hansen og konan í Føroyum
sum gestir hjá Løgtinginum í sambandi við, at 150 ár vóru
liðin, síðani Løgtingið varð endurreist.
Føroya Skipara- og
navigatørfelag og
Reiðarafelagið fyri
Farmaskip, sum týs-
náttina sótu í lønar-
samráðingum vrak-
aðu semingsupp-
skotið, sum semings-
stovnurin legði fram.
Hetta hevur við sær,
at feløgini bæði settu
arbeiðssteðg í verk,
galdandi frá middegi
í gjár
VERKFALL
Ingrid Bjarnastein
Týsnáttina sótu Føroya
Skipara- og navigatørfelag
og
Reiðarafelagið
fyri
Farmaskip í sáttmálasam-
ráðingum, men hvørgin
vildi góðtaka uppskotið,
sum
semingsstovnurin
legði fram.
Sáttmálin fór úr gildi 1.
mars 2003, og í upp-
skotinum, sum lagt fram,
skuldi hann leingjast til 1.
mars 2004.
– Samráðst hevur verið
um lønir við meira, sigur
Ellindur Abrahamsen, for-
maður í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag.
– Millum annað var
arbeiðsdagurin broyttur úr
10 tímum til 11 tímar men
lønin var ikki broytt sam-
svarandi. Vit fáa bara ein
brøkpart av tí tímanum, og
so væl spælir klaverið
heldur kki.
Semingsuppskotið varð,
sum sagt, vrakað, og ar-
beiðssteðgurin varð lýstur á
middegi í gjár.
Arbeiðssteðgurin rakar
farmaskip undir føroyskum
flaggi og ferðafólkaskipið
Norrønu.
Øll
farma-
sigling verður tó ikki rakt.
Skipið Clare hjá Smyril
Line er ikki undir føroysk-
um flaggi, og Skipafelagið
hevur 2 leigað útlendsk
skip í regluligari sigling.
Harafturat hevur Skipa-
felagið í løtuni leigað
útlendska skipið Green Ice,
tí Lómur er til umvælingar.
Bátarnir hjá Eimskip eru
heldur ikki undir føroysk-
um flaggi.
Verkfallið hjá Før-
oya Skipara- og
Navigatørfelag og
Reiðarafelaganum
fyri Farmaskip
hevur við sær, at
Norröna sleppur
ikki avstað
hóskvøldið
VERKFALL
Solby A. Eliasen
Óli Hammer, stjóri á
Smyril Line, sigur, at
verkfallið hjá teimum
báðum feløgunum hev-
ur bert við sær, at
Norröna ikki sleppur
avstað hóskvøldið.
– Vit ætla, at Clare
skal taka farmin ístaðin
fyri, og hon fer so av-
stað hóskvøldið ístaðin
fyri fríggjakvøld, sum
vanligt. Tað veldst um,
hvussu langt verkfallið
verður, men fyri fyrst
merkir tað altso bert, at
Norröna verður liggj-
andi, sigur Óli Hammer
í stuttari viðmerking, tá
Sosialurin hevði hann í
telefonini úr Skipa-
smiðjuni í Lübeck.
Kall fer nú eisini at
bjóða føroyingum
møguleikan at tekna
hald av fartelefon.
Higartil hevur talan
bert verið um talutíð
undir herrópinum
Frælsi, men nú bjóðar
Kall eisini Føroya Tele
av við haldi
FARTELEFONI
Kall bjóðar nú øllum før-
oyingum fartelefon-hald.
Talan er bert um eitt slag
av haldi. Orsøkin er ein-
føld tann, at tað kann vera
ringt hjá kundum at skilja
ímillum ymisk sløg av
haldi. Haldið fæst fyri ym-
iskar prísir. Hevur kundin
fastnet
hjá
Kalli,
fær
kundin 20% í avsláttri av
vanliga prísinum. Henda
tænastan
verður
nevnd
Samkall. Kundar við Sam-
kall fáa allar tænastur frá
Kalli á einari rokning.
Harumframt fáa kundar,
sum hava fleiri enn 1 hald,
tey næstu høldini fyri 50% í
avsláttri. Í haldinum er
eisini enn ein slóðbrótandi
tænasta nevnd "Ókeypis
korterið". Tað eru 15
ókeypis minuttir at ringja
til fastnet- og fartelefonir
innanlands, sum felagin fær
við í haldinum, hvønn mán-
að. Minutprísurin verður
annars tann sami dag og
nátt.
Haldið hevur eisini flest
allar tænastur ókeypis. T.e.
Vís nummar, Nummar-
loynd, SMS-boð, Boðklivi,
Dátaflutningur, Víðaristill-
ing, Boðtóni, sperr, parker-
ing, fleirpartasamrøða og
altjóða reiking.
Tað er ókeypis at stovna
haldið. Kall hevur í hesum
vikuni sent yvir 4000 brøv
til kundar, har teir fáa boðið
at stovna fartelefonhald.
Harumframt fer tað at bera
til at stovna haldið hjá
Elding í SMS, Runavík og í
Klaksvík og hjá J.S. Radio í
Handilskjarnanum.
Kall ger næstu mánaðir-
nar altjóða avtalur við út-
lendskar televeitarar. Hesar
avtalur hava við sær, at til
ber at hava fartelefonina
við tær uttanlands; tað sum
kallað verður altjóða reik-
ing.
Síðani 21. november í
fjør hevur Kall bjóðað
kundum fartelefoni. Fyrsta
tænastan var Frælsi - talu-
tíðarhald og higartil hava
yvir 4.000 felagar roynt
hesa tænastu.
Norröna liggur
Farmaleiðir leggjast lamnar
Ivar Hansen, fólkatingsformaður, andaðist gjáranáttina 64 ára
gamal
Kall bjóðar fartelefonhald
Farmaskip undir føroyskum
flaggi verða nú rakt av
arbeiðssteðgi. Føroya
Skipara- og Navigatørfelag
og Reiðarafelag fyri
Farmaskip vrakaðu
týsnáttina semingsuppskotið
frá semingsstovninum
C
M
Y
K
14