mikudagur 12. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er løgið. Tá talan er um, at
føroyingar klára seg væl uttan-
lands, so er onki tos um poli-
tikk ella um loysing ella sam-
band. Tjóðskaparkenslan blóm-
ar uppá tað allar fagrasta, og
øll eru errin av at viðkomandi
er føroyingur og av at vera før-
oyingur sjálvi.
Vit kunnu nevna Toda Jónsson,
Eivør Pálsdóttir, Teit Lassen og
so framvegis. Tá føroyingar
koma á altjóða breddan, so
eru vit fegin og errin av teim-
um. Hetta skal nú heldur ikki
misskiljast. Tí tað eiga vit at
vera. Onki er galið við tí.
Altjóða pallurin, tað verið seg
bæði tá tað kemur til ítrótt,
tónleik, list ella, hvat tað nú
skal vera, er stórur, men føroy-
ingar hava ikki nógv at um-
boða seg. Og tá tað so ber til
hjá einum úr okkara pinku-
lingatjóð at gera vart við seg,
verður viðkomandi móttikin
sum hetja tá fóturin stígur aft-
ur á føroyska jørð. Fjølmiðlarnir
eru sum gribbar um deyðseyð,
og øll eygu er vend sama veg.
Eitt tað seinasta útspæli frá
føroyingi uttanlands var, tá
Guðrun Sólja Jacobsen megn-
aði at vinna tað innleiðandi
umfarið í donsku sjónvarps-
sendingini »Stjerne for en
aften«. Eitt megnaravrik eru øll
á einum máli um.
Vit sóu tað eisini, tá hon fór
kring Danmark og sang. Tey
føroysku fløggini vóru at síggja
allastaðni. Allir føroyingar í
Danmark hava grópað langt
niðri á kistubotninum og funn-
ið Merkið framaftur. Tí tá er
gott at vera føroyingur.
Unga tvørágentan skal um ikki
so langa tíð í hálvfinaluna í
somu kapping. Hvussu henni
fer at gangast vita vit sjálvsagt
ikki enn, men allir føroyingar
eru í hesum føri í sama báti.
Tjóðskaparkenslan kemur
fram, og tann dagin Guðrun
skal vera við í sendingini, er
ongin ivi um, at fleiri túsund
føroyingar fara at sita klistraðir
til sjónvarpsskíggjan og krossa
fingrar fyri, at henni gongst
væl. Og soleiðis eigur tað eisini
at vera.
Tey, sum fara út, og seta Før-
oyar á heimskortið, eiga at fáa
allan møguligan stuðul, sum til
er. Hvør minnist ikki tá Hjal-
grím bara var millimetrar frá
sensatiónini niðri í Týsklandi.
Tað munnu vera nógv, sum eru
lopin upp úr sofuni í berum
spenningi.
Og gongst ikki so væl sum
vónað, so er tað nú heldur
ongin skomm. Als ikki, heldur
tvørturímóti.
Sum sagt, so skal Guðrun aftur
í eldin 21. ella 28. mars. Hon
hevur valt ein vakran og stillan
sang, sum eitur »Hero« hjá
Mariah Carey. Og uttan mun til
úrslitið, so verður Guðrun ein
»hero« tá hon kemur
heimaftur til Føroya.
Vit skriva:
Tað er svarið <ph_1> fær, tá vit
spyrja Guðruna Sólju Jacobsen
um, hvussu tað var at standa á
palli og vinna Stjerne for en aften.
Og hon fegnast samstundis um, at
hon hevur fingið nógvar nýggjar
og góðar vinir, og at hon fekk
møguleika til at syngja saman við
Hanne Boel
Guðrun Sólja Jacobsen er eitt
navn, sum hvørt mansbarn kennir.
Men fyri bara tveimum mánaðum
síðani, er tað ikki vist, at tey vóru
so mong, sum kennast við navnið.
Í øllum førum er tað púra vist, at
danir ikki kendu hana tá. Men í
dag vita so at siga øll, hvør henda
unga, vakra og fryntiliga
tvørágentan er.
Hon sang seg inn í hjørtuni á øll-
um áhoyrarum og hyggjarum hjá
DR2 fyri góðum mánaði síðani við
sanginum Promise me hjá Beverly
Craven. Og hóast hetta er ein av-
bera vakur sangur, so eru tað
fleiri, sum als ikki kendust við
sangin, áðrenn Guðrun sang
hann. Hon sigur, at hon fekk eina
fløgu sum gávu fyri nøkrum árum
síðani, og har var sangurin uppi á.
– Je fall fyri honum beinanvegin,
og mær dámdi hann bara so væl,
sigur Guðrun, sum aftur verður at
hoyra annaðhvørt 21. ella 28.
mars í hálvfinaluni í Stjerne for en
aften við sanginum Hero hjá Mari-
ah Carey.
Hero
Herfyri gjørdi Guðrun endaliga av,
hvønn sang hon fer at syngja í
hálvfinaluni í Stjerne for en aften.
Og hesuferð verður tað eisini ein
stillur sangur við nógvum avbjóð-
ingum til røddina. Sangurin Hero
var eitt stórt hitt, tá hann kom út
fyrst í níti-árunum. Guðrun hevur
valt sang eftir avriki. Tað vil siga,
at hon velur ein sang, sum rætti-
liga kann geva henni ein møgu-
leika til at vísa, hvat hon kann við
síni ótrúligu rødd. Og tað fer Hero
uttan iva at geva henni.
Guðrun hevur ikki fingið endaliga
at vita til hvørja av hálvfinalunum,
hon skal verða við í.
– Eg havi bara fingið at vita, at eg
skal halda báðar dagarnar fríar, og
eg veit ikki, nær eg fái nakað
endaliga at vita, sigur hon, tá
<ph_1> fær fatur á
henni í matarsteðginum í
miðnámsskúlanum í
Suðuroy.
Hon er sera spent til
hálvfinaluna, og hon er
farin í gongd við at venja
av álvara nú bert góðar
tvær vikur eru eftir til
fyrru hálvfinaluna.
– Sangurin spælir allatíð-
ina heima. Umaftur og
umaftur og umaftur, sig-
ur Guðrun flennandi og
leggur afturat, at hóast
sangurin kemur at verða
framførdur við hennara egnu
tulking, so fer hann ikki at bróta
so øgiliga nógv frá stílinum hjá
Mariah Carey.
2
Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003
Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003
3
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Navn:
Guðrun Sólja
Jacobsen
Føðingardagur:
11.07.1982
Starv:
Lesandi
Yndisorð:
Tað gongur nokk
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stór,
tá tú vart lítil?
Djóralækni
Vangamyndin:
Gu›run Sólja Jacobsen
11071982
Totalt feitasta upplivilsi nakrantí›
Hendurnar upp
ella
buksurnar niður
1.
Kall ella Føroya Tele?
-
Føroya Tele
2.
Jolly ella Coca Cola?
-
Jolly
3.
Rás 2 ella útvarp Føroya?
-
Útvarp Føroya
4.
Quality ella Roses?
-
Roses
5.
Siemens ella Nokia?
-
Nokia
6.
Loysing ella samband?
-
Loysing
7.
Flúgva ella sigla?
-
Flúgva
8.
Føroya Bjór ella Restorff?
-
Føroya Bjór
9.
Fótbóltur ella honbóltur?
-
Fótbóltur
10.
Dimma ella Sosialurin?
-
Sosialurin
11.
Tomat ella agurk?
-
Tomat
12.
Svart ella hvítt?
-
Hvítt
13.
Pizza ella grill?
-
Grill
14.
Fløgu, band ella plátu?
-
Band
15.
Kaffi ella te?
-
Te
16.
Jakka ella frakka?
-
Jakka
17.
Lissur ella karalás?
-
Lissur
18.
Rock ella popp?
-
Popp
19.
Mamma ella babba?
-
Mamma
20.
MacIntosh ella PC?
-
PC
21.
Per ella Pól?
-
Per
22.
Um tú var ein bilur, hvat
slag skuldi tú so verið?
-
Vit hava altíð havt Nissan, so
tað skuldi eg verið.
23.
Hvør hevði sloppið at koyrt
ella hvør hevði als ikki?
- Konan hevði uttan iva
sloppið at koyrt til eina og
hvørja tíð, men hvør hevði
ikki...tað var verri. Eg havi
ongar fíggindar, sum eg
hevði noktað tí, so tað er so
gott hjá mær. Men um eg
skal siga ein, so er
tað.....Saddam Hussein.
# 5 Anfinn Kallsberg:
C
M
Y
K
17
16