Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003 Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003 5 Hóast ta› eru 30 ár á muni millum teir bá›ar tónleikararnar, spæla teir bá›ir vi› í sama bólki. 14 ára gamli Búgvi spælir trummur, me›an 44 ára gamli Gunnar spælir gittar í bólkinum Jam, og teir trívast væl saman Tað er nakað síðani, at telefonin ringdi hjá trummuspælaranum Jónleifi Jensen. Í horninum var ein tónleikari, sum hevði brúk fyri einum trummuspælara. Meðan tónleikarin greiddi frá sínum ørindum, umhugsaði Jónleif, hvat hann skuldi svara. Men hann slapp ongantíð at svara, tí fyrispurn- ingurin var ikki ætlaður honum. Tað var hinvegin sonur Jónleif, sum skuldi upp í bólkin. – Eg greiddi honum frá, at sonurin var bara 13 ára gamal, men eg lovaði at bera boðini víðari, sigur Jónleif. Endin var, at tann nú 14 ára gamli Búgvi Jónleifsson Magnussen endaði uppi í hesum bólki, sum gongur undir navninum Jam, og leygarkvøldið var hann á pallinum í Fuglafirði. Spælt síðani hann var 5 Unglingin hevur spælt til onkrar skúlakonsertir áður, men hann hevur ongantíð áður spælt til so stórt tiltak sum leygarkvøldið. Men tað dámdi honum sera væl, og hann tóktist als ikki vera nervaður av, at nógv fólk lurtaði, og at framførslan varð send beinleiðis í Útvarpinum. – Eg havi spælt trummur, síðani eg var fimm ára gamal. Eg havi spælt á trummusettið hjá babba, og tað eri eg eisini altíð sloppin, sigur Búgvi. Aftaná framførsluna leygarkvøldið fekk Búgvi eitt væl uppiborið klemm frá pápa sínum, sum sjálvur er royndur trummuspælari og tónleikalærari. Javngamlir Í bólkinum Jam eru eisini tilkomnir menn, og elsti tónleikarin er miðskeiðis í 40’unum. Ber tað til hjá tónleikarum, har tað er so stórur aldursmunur, at spæla í sama bólki? – Eg gevi mær ikki far um aldursmunin. Eg haldi okkum bara vera javngamlar, svarar gittarspælarin Gunnar Olsen við einum smíli. Og tað sjón fyri søgn á Prix-tiltakinum leygar- kvøldið, at teir meira tilkomnu tónleikararnir í Jam taka sær væl av yngsta tónleikaranum í bólkinum, sum tað ivaleyst verður meira at hoyra til í framtíðini. 30 ára á muni: Búgvi og Gunnar savnast um tónleikin Bassgittarin hjá Hera Reynheim hevur spælt fimm bólkar í Prix Føroyar finaluna. Bara í ár hevur bassurin veri› vi› hjá trimum finalistum Tað eru ikki bara tónleikarar, sum ganga aftur í Prix Føroyar tónleikakappingini. Tað gera onkur ljóðføri eisini. Eitt av hesum er bassgittarin hjá Hera Reynheim, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum MC Hár. Hann hevur ein Cort-bass hangandi um hálsin, tá ið hann er á pallinum, og tað eru eisini aðrir tónleikarar, sum hava brúkt hendan góða bass. Bara í ár hava fýra bólkar brúkt hetta ljóðføri, og tríggir av bólkunum eru komnir í finaluna, sum verður seint í apríl mánaði. Fimm bólkar Fyrst var tað MC Hár, har Heri sjálvur spælir við. Teir vunnu fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini. Síðani var tað Makrel, sum fyri góðum tveimum vikum síðani vann fjórða innleiðandi umfar. Og at enda var bassgittarin eisini uppi í leikinum, tá ið Ansgar Jensen legði ein tryggan botn í tónleikinum hjá Hatespeech leygarkvøldið. Harafturat spældi Heri sjálvur bass í bólkinum Blív leyg- arkvøldið, men teir komu ikki víðari. Áður hevur sama ljóðføri spælt bólkarnar MC Hár og Diatribes í Prix-finaluna. – Bassgittarin hjá mær er ikki serliga dýr, men hon er góð, sigur eigaramaðurin. Men hann dugir ikki at siga, hví aðrir bassspælarar eisini hava viljað spælt við henni. Enn hevur hetta ljóðføri ikki vunnið Prix Føroyar tón- leikakappingina, men um hon verður brútk tríggjar ferð- ir í finaluni, so átti møguleikin at verið góður fyri, at hon kann fáa enn eitt heiðursmerki um hálsin... Gylti bassurin Heri Reynheim hevur sjálvur verið tvær ferðir á Prix-pallinum í ár. Mynd: Jens Kr. Vang – Eg havi spælt trummur,síðani eg var fimm ára gamal. Eg havi spælt á trummusettið hjá babba,og tað eri eg eisini altíð sloppin,sigur Búgvi Jónleifsson Magnussen, sum spælir í bólki saman við Gunnari Olsen. Mynd: Jens Kristian Vang Búgvi og Gunnar á pallinum í Fuglafirði. Mynd: Jens Kr. Vang Ansgar Jensen spælir á Cort- bassin,sum hevur roynst væl í Prixnum í ár. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18