Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003 Sosialurin Nr. 49 - 12. mars 2003 7 Sandra Bullock vil afturum filmstóli›! Sandra Bullock er kend fyri at vera tann klassiski vakurleikin uttan silikon bróst og aðrar broytingar á sínum kroppi. Men nú hevur hon sagt, at hon hevur verið undir skurvið- gerð fleiri ferðir. – Two weeks notice er tann síðsti kærleiksfilmur- in eg spæli, nú er liðgut við við tílíkum filmun, sigur hon. Og leggur flennandi afturat, at hon vil ikki verða sett í sama bás sum Meg Ryan, sum so at siga bert hevur spælt romantiskar skemtifilmar. – Um eg skal giftast so verður tað við tí manninum eg veit, er tann rætti, ikki tí hann er ríkur ella kendur. Beint nú, droymi eg mest um at halda frí. Tað skal í øllum førum ganga eitt ár, áðrenn eg spæli nakran film aftur, sig- ur Sandra Bullock, sum hevur stórar ætlanir um at sleppa at standa handan filmstólið. – Eg ætli mær at gera eina sjónvarpssending, har eg arb- eiði aftanfyri filmstólið, sigur Sandra Bullock, sum avsannar tíðindini um, at hon og Hugh Grant hava verið saman und- ir upptøkunum til Two Weeks Notice. – Um eg skuldi havt verið saman við øllum teimum, sum eg havi verið løgdu undir at hava verið við, so hevði eg ikki havt stundir til at gera so frætt sum ein stuttan film, sigur hon. Michael Jackson aftur í ljóskastaranum Michel Jackson, er nú av álvara aftur settur í ljóskastaran hjá fjøl- miðlunum. Nú má hann aftur leggja rygg til ákærurnar um kynsliga misnýtslu av børnum. Ein amerikanskur løgreglumaður, Bill Dworin hevur sagt, at tá ið hann í 90´unum kannaði húsini hjá Michael Jackson í samband við ákærurnar um kynsligt samband við smádreingir, rendi hann seg í fleiri sensorar í gongini. Hesar sokallaðu ”vaksnamanna ávaringarnar” skuldu eftir øllum at døma ávara Jackson, um onkur vaksin møguliga nærkaðist hansar sovikamari, og harvið kundi fanga poppkongin í eini ” ópassandi støðu.” Catherine vil til Oscarhandanina Hóast tíðin hjá Cather- ine Zeta Jones til at eiga nærkast í stórum, so vil hon fyri alt í verðini ikki eiga áðrenn Oscarhand- anina 23. mars. – Um tey so skulu bera meg inn á eini børu, so vil eg verða har, sigur stjørnan. topp.10/cd-rom 01. Splinter Cell 02. Sim City 4 03. C&C – Generals 04. Master of Orion 3 05. Warcraft 3 06. Total Club Manager 2003 07. Unreal 2 – The Awakening 08. Project I.G.I 2 09. FIFA 2003 10. Sims – Deluxe Edition topp.10/fløgur 01. Ymiskt – Emotions 02. Ymiskt – Nu Divas 2 03. Ymiskt – Bravo Hits 40 04. T.A.T.U – 200 km/h in the Wrong Lane 05. Razz – Kast dine hænder op 06. Ymiskt – Now Dance 2 07. Soundtrack – 8 Mile 08. Ozzy Osbourne – The Essential 09. Ymiskt – Now 2 10. Robbie Williams Escapology topp.10/video 01. About a Boy 02. Signs 03. Austin Powers – Goldmember 04. Sum of All Fears 05. 40 Days and 40 Nights 06. Ringenes Herre – Fellowship of the Ring 07. Sweetest Thing 08. Dragonfly 09. Just Visiting 10. Van the Man topp.10/dvd 01. About a Boy 02. Signs 03. Austin Powers – Goldmember 04. Grease 05. Sum of All Fears 06. John Q 07. Sweetest Thing 08. Elsker dig for evigt 09. Back to the Future – Trilogi 10. Den skjulte sandhed <n‡tt - n‡tt> Elsker dig for evigt Høvuðsleiklutir: Mads Mikkelsen, Sonja Richter, Nikolaj Kaas og Paprika Steen Longd: 108 minuttir Prod. ár: 2002 Cecilie og Joakim eru ung og forelskað. Tey hava lívið frammanfyri sær. Tey skulu giftast. Marie og Niels eru longu gift. Lukkuliga. Við trimum børnum. Men í ein- um lagnusekundi bresta lagnurnar hjá teimum fýra saman og ein nýggjur, ómøgu- ligur kærleiki kemur burturúr... John Q Høvuðsleiklutir: Denzel Washington, James Woods, Anne Heche, Kimberly Elise og Ray Liotta Longd: 112 minuttir Prod. ár: 2002 Tá lítli sonur John Q fer í skelk undir einum baseball- dysti, uppdaga læknarnir, at hann hevur brúk fyri einum nýggjum hjarta fyri at yvirliva. John arbeiðir á eini stórari fa- brikk, og hevur har ígjøgnum setanaravtaluna rætt til læknahjálp. Men felagið hevur vegna vánaligar tíðir valt eina nýggja tryggingarskipan fyri tey arbeiðandi, sum ikki telur stórar skurðviðgerðir við. Sjúkrahúsið noktar tí at stilla dreingin inn til at fáa nýtt hjarta uttan at tey fáa 30.000 dollarar, sum er ómøguligt hjá John at fáa fatur á. Hetta noyðir John út í tað eks- trema, og tá hann spakuliga sær sonin gerast verri og verri fyri, tekur hann málið í egnar hendur og burturflytir tann hjartaskurðlæknan, sum skal gera viðgerðina og øll á skaðastovuni á sjúkrahúsinum. Gíðslatøkan er ein heitt nýggjheit fyri ryktið hjá sjúkra- húsinum, løgregluna og ikki minst fjølmiðlarnar, sum sjálvandi senda beinleiðis frá sjúkrahúsinum... Signs Høvuðsleiklutir: Mel Gibson Longd: 102 minuttir Prod. ár: 2002 Graham Hess (Mel Gibson) er ein prestur, sum hevur mist trúnna á Guð eftir, at kona hansara doyði í eini bilvan- lukku. Hann er einsamallur og býr á einum garði í Penn- sylvania saman við børnunum báðum og beiggja sínum Merrill (Joaquin Phoenix). Ein morgunin uppdagar Graham nakrar stórar, symmetriskar rundingar á markunum hjá sær. Hvør hevur gjørt teir? Og hví? Ella er hetta bara skemt hjá teimum ungu har um leiðir? Men so byrjar teir løgnu rundingarnir at koma fram allastaðni í heiminum. Tey eru nógvir av teimum, og teir eru alt ov fullkomnir til at vera gjørdir við menniskjahond... Pluto Nash Høvuðleiklutir: Eddie Murphy Longd: 91 minuttir Prod ár: 2002 Tyngdakraftin virkar eitt sættapart, men tað er 100% stuttligt. Soleiðis er mánin tá Eddie Murphy foldar seg út í Pluto Nash. Vápnaður við tí breiða kjaftinum og serligum mánavápnum spælir Murphy høvuðleiklutin í hesum action- skemtifilminum. Árið er 2087 og framtíðin er ikki tað hon einaferð var, har eitt nú gangstararnir leggja trýst á Club Pluto, sum er náttklubbin, sum Nash hevur. Men hesin djarvi Pluto hev- ur ikki hugsað um at steðga. Við hjálp frá robotlívvaktini og eini vónríkari sangarindu, mammu hansara, einum hopleysum amatør og fleiri øðrum, sendir Pluto skjótt mafiuna á villspor... Christina Agiulera Heiti: Stripped Skeringar: 20 Plátufelag: RCA Records Emotions Bólkar: A-Ha, C-21, Destiny´s Child, Shakira, Enrique Iglesias, James Sampson, Bee Gees, Anastacia, Abba, Robbie Williams o.o. Dupultfløga Skeringar: 18 + 18 Plátufelag: Universal Bravo Bólkar: Ashanti, Avril Lavigne, DJ Bobo, A*Teens, O-Town, Eminem, Busta Rhymes, Sugababes, Ronan Keating, Captain Jack, Robbie Williams o.o Dupultfløga Skeringar: 19+20 Plátufelag: Warner Music The Essential Ozzy Osbourne Dupultfløga Skeringar: 16 + 14 Plátufelag: Sony Music <n‡tt - n‡tt> Men um alt gongur eftir ætlan, so nýtist Zeta-Jones ikki at vera ørkymlað, tí hon er ikki sett at eiga fyrr enn í apríl. Hon er í uppskoti til eina Oscarvirðisløn fyri besta kvinnuliga hjáleiklut í filminum Chicago, sum er klárt á odda í upptaktini til Oscarhandanina við ikki minni enn 13 útnevningum. Shania Twain einsamøll til Keypmannahavn Shania Twain var gestatónleik- ari til sangkappingina Stjørna í eitt kvøld hjá Danmarks Radio. Hon steðgaði bert í eitt gott samdøgur, og hon kom so at siga einsamøll út úr Kastrup floghavnini. Bert tveir løgreglumenn vóru við henni og ongir lívverjar. Hon var ógvuliga rólig og gav sær stundir til at tosa við fjølmiðl- arnar. Eftir sendingina tað kvøldið, har Karen Marie Groth vann, segði Shania Twain, at hon helt, at allir luttakararnir tað kvøldið høvdu klárað seg av- bera væl. Henni dámar sera væl hugskotið við at finna stjørnuskot á hendan hátt og harvið geva teimum møgu- leikan til at gerast kend. Hon hevur áður verið í Danmark, og beint nú er hon úti við nýggjari fløgu,sum eitur Up. Hon sigur, at hon fer á rund- ferð í heyst og hon heldur fram við henni til einaferð á vári 2004, har ein konsert í Danmark eisini er á skránni. – Eg komi aftur til tykkum í Danmark, segði hon smílandi, tá hon var á veg í hýrubilin til hotellið hjá sær. Britney n‡tir rúsevni Tað áður so reina og óspilta andlitið úteftir, sum Britney Spears hevur lagt seg eftir at vísa, hevur ta seinastu tíðina fingið nøkur álvarslig skursl. Tað byrjaði alt við, at hon segði, at hon fór ikki at fara í song saman við einum mann- fólki, fyrr enn hon var væl og virðiliga gift. Men tað fekk ein bráan enda, tá Justin Timber- lake, fyrrverandi drongur hennara, greiddi frá teirra aktivitetum í sovikamarinum. Stutt eftir komu myndir av eini skítfullari Britney, sum hekk út av vindeyganum á einum bili í London. Herfyri møtti hon so eisini til eina veitslu, har hon var ílatin eina blusu, har tað stóð ” Fuck you” á bringuni, samstundis sum hon er fór at ganga saman við ” hard-core gøtu- dronginum” Limp Bizkit. Men tað er eftir øllum at døma eisini farið í søguna. Og í farnu viku kom so tann seinasta bomban: Eitt ameri- kanskt blað skrivaði, at hon sniffar kokain viðhvørt. Tað var ein av limunum í hennara bólki, sum kom við tíðindunum. Fólkini frá plátufyritøkuni vita ikki teirra livandi ráð, tí tey vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at fyri at fáa gentuna upp á rætt kjøl aftur. Men Britney Spears er í øðini um tíðindini, sum ameri- kanska blaðið hevur borið út. Hon sigur, at tað er lygn, og hon hevur tí saksøkt blaðið. Aniston og Pitt skiljast Tey eru dreyma- parið yvir øllum. Ferð yvir teirra karrieru, megarík og bæði síggja avbera gott út. Jennifer Aniston og Brad Pitt eru fullkomna ímynd- in av Hollywood dreyminum, sum eydnaðist. Men ongin kennir endan á filminum, áðrenn hann rulluteksturin fer í gongd. Og filmurin sær tíverri út til at fara í hundarnar í veruleikanum hjá teimum báðum stjørnunum. Í seinastuni hevur Jennifer grátið við herðarnar hjá sínum vinkonum, meðan Brad fortelur opið øllum, sum tíma at lurta, at tað gongur heilt illa við tí einans tvey ára gamla hjúnalaginum hjá teimum. Tað er tó ein lítil vón at hóma, tí bæði eru samd um at fara at ganga til hjúnalagsráðgeving. Jason Priestley er klárur aftur Jason Priestley er nú komin fyri seg aftur eftir, at hann kom út fyri eini vanlukku í fjør, har hann rendi frontalt inn í ein vegg við sínum racarabili. Óhappið var so mikið álvarsligt, at hann tað sama kundi latið lív. Priestley, sum er kendur frá sjónvarps- røðini Beverly Hills 90210, skal spæla við í einum bretskum filmi ” The Bahama Triangle”, har hann skal spæla Jimmy Donahue, ein sera ríkur limur av einum Woolworth-klanini við einum sambandi við Wallis Simpson, spæld av Faye Dunaway. N‡tt met í Oscar Meryl Streep er nú fyri 13. ferð útnevnd til eina Oscar virðisløn. Hon er í uppskoti fyri hennara hjáleiklut í filmi- num Adaption. Ongin annar sjónleikari hevur nakrantíð verið útnevndur so ofta, sum hon. Frammanundan lógu hon og Katharine Hepburn javnar við 12 útnevningun- um, men nú hevur Meryl Streep so yvirhála Katharine, sum ongan møguleika hevur fyri at fáa hana aftur. C M Y K 21 20