Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2003 23 Løgmaður heldur onga orsøk vera at boða Sameindu tjóðum frá, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðar- rætti. Tað ger Anfinn Kallsberg greitt í svari til Kristinu Háfoss SJÁLVSAVGERÐ Ingi Rasmussen Spurningurin um at boða Sameindu tjóðum frá, at føroyingar eru tjóð við sjálsavgerðarrætti, er jarð- aður. Tað kann lesast í svarin- um hjá Anfinni Kallsberg løgmanni upp á fyrispurn- ing frá Kristinu Háfoss løgtingskvinnu. – Viðurskiftini millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina eru góð og greið í dag. Eg havi fingið lyfti frá danska for- sætisráðharranum, at Før- oyar fáa ta skipan, vit ynskja. Í løtuni bendir einki á, at danski forsætisráð- harrin ætlar sær at víkja frá lyfti sínum. Við hesum í huga haldi eg, at sum polit- isku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í dag, er einki, sum talar fyri at senda eina fráboðan til ST um stjórnarstøðu Føroya, sigur Anfinn Kalls- berg løgmaður. Løgmaður ger annars greitt, at hvørki samgongu- skjal ella nøkur løgtings- samtykt ásetir, at ST skal boðast frá løgtingssamtykt- ini um sjálvstýri Føroyar fólk, ið staðfesti, at føroy- ingar eru tjóð við sjálvs- avgerðarrætti. Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað broytt nakað við einari fráboðan til ST, tí viðurskiftini millum lands- stýrið og donsku stjórnina eru góð í dag. Viðvíkjandi altjóða felagsskapum og út- londum høvdu neyvan ver- ið nakrar broytingar heldur, tí at samsvarandi altjóða- rætti høvdu uttanríkisviður- skifti Føroya framvegis verið umsitin av Danmark. Allir flokkar á tingi tóku væl ímóti uppskotinum at seta á stovn ein skúla fyri ung við breki. Sostatt er líkt til, at ung við serligum tørvi, ið fara úr fólkaskúlanum, fáa eitt tilboð eftir summarferiuna SKÚLATILBOÐ Ingi Rasmussen Ung við breki hava onga- staðni at fara, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. Hetta hevur verið til stórt fortreð hjá teimum, ið varða av, og tí hava tey heitt á myndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at tey fáa okkurt mennandi tilboð. Beint upp undir evstamark- ið hjá løgtinginum legði Annlis Bjarkhamar, fráfar- in landsstýriskvinna, upp- skot fyri tingið um skúla- tilboð til ung við breki. Endamálið við nýggja skúlatilboðnum, sum skal byrja í august, er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið. Høvuðsdenturin skal leggj- ast á upplæring í praktisk- um arbeiði, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir egið borð. Uppskotið fekk eina hjar- taliga móttøku frá øllum tingfólkum, ið høvdu orðið, tá tað var til fyrstu viðgerð seinnapartin mánadagin. Katrin Dahl Jakobsen, framsøgukvinna Javnaðar- floksins, segði flokkin taka fult og heilt undir við tank- anum. – Vit eiga at stuðla hesum ungu í at virka heldur enn at vera ansað. Vit eiga at geva teimum eitt høvi at fáa økt lívsvirði og skapa for- treytir fyri, at tey kunnu gerast ein integreraður partur av samfelagnum, segði Katrin Dahl Jakobsen. Talsmaður Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen, helt somuleiðis uppskotið vera sera áhugavert og segði flokkin avgjørt taka undir við tí. – Sum víst hevur verið á, so hevur tað verið ein trup- ulleiki at útvega tilboð til ung við breki, tí tey eru fallin fyri aldursmarkinum, og tí vilja vit viðgera hetta við vælvilja, segði Jákup Mikkelsen. Hann vísti kortini á, at tørvurin er nógv størri enn teir átta næmingarnir, sum í fyrstu atløgu fáa tilboðið. Og hann vísti eisini á, at neyðugt er at hugsa um, hvat skal henda teimum, aftaná tey trý árini eru farin. Skúlatilboð fyri ung brekað væl móttikið Eingin fráboðan fer til ST frá løgmanni RITGERÐAR- KAPPING Fróðskaparsetrið Fróðskaparsetur Føroya hevur tey seinastu 30 árini skipað fyri ritgerðar- og savningarkappingum. Seinasta kappingin var um gamlar bøkur, og hana vann Elin Mortensen úr Havn. Evnið í ritgerðarkapping- ini 2003-04 er: Tá ið gentur og dreingir gerast vaksin Sóknast verður eftir lýs- ingum av skiftissiðum fyrr og nú í sambandi við, at gentur og dreingir verða vaksin. Hvørjar vóru og eru tær týdningarmiklu hend- ingarnar og broytingarnar, sum vekja ans og viður-- kenning? Vit vita, hvussu rørd foreldur vóru fyrr, tá ið dreingirnir veiddu vað- anskalvan. Og hvussu errin tey eru nú t.d., tá ið sonurin skjýtur fyrsta málið. Nær eru foreldur rørd og errin av døtrunum? Hvørjar hendingar vaktu og vekja ans í uppvøkstr- inum hjá gentum og dreingjum? Hvat varð og verður gjørt burtur úr, tá ið gentur og dreingir fara um avgerandi mørk í upp- vøkstrinum? Talan kann vera um siðir í sambandi við skyldur, heimildir, ábyrgd, virðing, sum fylgja við, tá ið børn fara um markið, ið ger tey til vaksin fólk. Skiftið sæst ofta aftur í klædnabúna og øðrum við-víkjandi út- sjónd, hárgreiðslu og at- burði yvirhøvur. Eru onnur eyðkenni? Tey sum lata kappingini tilfar gera sjálvi av hvørjum tíðarskeiði tey arbeiða við. Tað kunnu vera egnar royndir ella ymiskt, sum tey hava hoyrt frá eldri fólkum. Freistin at lata inn tilfar til kappingina er 15. mars 2004. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Fróðskaparsetrið um okk- urt er at spyrja um, annað- hvørt skrivliga ella við at ringja. Bústaðurin er: Setursskrivstovan, J. C. Svabos gøta 14, tlf. 35 25 00. Eisini ber til at senda teldubræv á setur@setur.fo Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomna til- farið og virðislønir verða latnar fyri bestu úrslitini. Ritgerðarkapping á Fróðskaparsetrinum KONSERT Tíðindaskriv Í vetur hava fyrireikingar verið gjørdar til framførslu av enn einum av tón- leikasøgunnar mætu verk- um fyri kór, solistar og orkestur. Talan er um oratoriið "Elias" eftir týska tónaskaldið Felix Mendels- sohn-Bartholdy (1809- 1847). Fáur hevur dugað at handfara tónlistina, bæði ta vokalu og ta instrumentalu, so fullbúgvið sum Men- delssohn, og við hesum sín- um seinasta stórverki - hann doyði árið eftir bert 38 ára gamal - vann hann sær sæti sum tónaskald millum tey allrafremstu. Hugtakandi í sínum melod- iska og harmoniska ríki- dømi og skakandi við sínari dramatisku megi er "Elias" t.d. tað tónaverkið, sum eftir Händels Messias verð- ur framført mest í Ong- landi. Innihaldið í verkinum er bíbliusøgan um profetin Elias, og um hvussu hann í einari hungurstíð stríddist móti avgudinum Baal og hansara prestum og við Harrans hjálp vann lemjandi sigur á teimum. Tað var Havnarkórið, ið tók stig til hesa frumfram- førslu í Føroyum; men kór- ið telur hesaferð eisini sangarar úr øðrum kórum - saman við kórsangarum úr Danmark eini áttatifimm í tali. Í 30-manna orkestr- inum spæla mest lærarar og næmingar í føroyska musikkskúlanum, men ork- estrið fær eisini stuðul frá øðrum m.a. professionell- um tónleikarum úr Dan- mark. Solistar eru Berghild Poulsen, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Garðar Cortes (yngri) tenorur og Trygve Bjerke, bassur; men eisini Arina Bischoff, Unn Patursson og Randi Hansen leggja solistiska rødd til. Tað er kendi danski tón- listamaðurin Steen Lind- holm, sum stjórnar fram- førslunum í Fuglafjarðar Kirkju leygardagin 15. mars kl. 17.00 og í Norður- landahúsinum sunnudagin 16. mars kl. 16.00. 120-manna ljómlið í Fuglafjarðar Kirkju og í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti 23 22 Nr. 49 - 12. mars 2003 Catch me if you can Leonardo DiCaprio spælir høvuðsleiklutin í hesum filminum saman við Tom Hanks. DiCaprio spælir ungi Frank Abagnale Jr, sum í einum aldri av 16 árum gerst stórsvindlari. Hann megnar at snýta seg til arbeiði sum flogskipari, lækni og sakførari, og við at forfalska kekkar »forvinnur« hann sær milliónir av dollarum, umframt lønirnar hann fær fyri arbeiði hjá sær. Tom Hanks er FBI eftirlitsmaðurin Carl Hanratty. Hann ger tað til sítt lívsverk at fanga unga svindlaran. Hann er tann vanliga myndin av einum politisti. Konan er farin frá honum við dóttrini, og hann er einsamallur hvørja jólaaftan. Frank klárar við sjarmu og hegni at liva sum stórsvindlari í trý ár. Tá hevur hann snýtt seg til fýra milliónir dollarar, og havt eitt luksus lív sum fáur. Filmurin gongur fyri seg í 60´unum í Amerika. Steven Spielberg hevur stjórnað filminum, men synd er at siga, at hann er nakað meistaraverk. Í síðuleiklutunum finna vit kendar mans sum Martin Sheen og Christopher Walken, og er tað serliga leikluturin hjá tí seinna, sum verður heilt ótrúliga væl spældur. Sum heild er filmurin góður. Men tó. Hann er hálvan triðja tíma til longdar, og kann til tíðir tykjast eitt sindur langdrigin. Onki veruligt hæddarpunkt er í filminum, og ein kann lætt koma til at keða seg. Um tú hevði sovnað ein tíma mitt í filminum, so kann ein nú ikki beinleiðis siga, at tú hevði mist tráðin tí hann gongur alla tíðina út uppá tað sama. Hanratty skal fanga Abagnale. Ilt er at siga, hvør er »the good guy« í filminum. Sjálvt um Leonardo DiCaprio er ein stórsvindlari, so fær hyggjarin eina ávísa sympati fyri honum, og vónar, at hann ikki verður fangaður. Men hetta ger eisini, at tað eru ongir »bad guys«. Filmurin er góður í støðum. Hann er eisini undirhaldandi í støðum. Og álvarsamur. Leonardo DiCaprio spælir ein av sínum bestu leiklutum síðani A Basketballer´s Diaries og What´s Eating Gilbert Grape, men Tom Hanks megnar als ikki at koma upp á sín Forrest Gump skala. Men leikluturin hjá honum leggur nú heldur ikki beinleiðis upp til nakað stórspæl. Filmurin er ok, kunnu vit siga. Tú fert nú ikki út aftur úr biograf- hølunum við tí kensluni av, at tú angrar at tú fórt í biograf. Men hetta er nú tá alt kemur til alt ein persónssak. Fakta um <Catch me if you can> leikarar: Leonardo DiCaprio, Tom Hanks, Christopher Walken, Martin Sheen, Amy Adams o.o Leikstjórn: Steven Spielberg longd: 141 min. sta›: Havnar Bio, um tú ert 12 ár ella eldri Hvat slag av uppvaskisápu nýta tit heima við hús? – Tað er hatta føroyska frá Kemilux. Sitrónuppvask. Og uppvaskibustin er hvít. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? – Tað er ein góður spurningur. Tað veldst um, hvat er at gera mat. Er tað at kóka ræstan fisk til døgurða at gera mat, so má tað liggja um einar tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, haldi eg. Hvussu longi kókar tú eplir? – Tað plagar at vera um hálvan tíma. Og eitt egg? – Nú er tað so, at eg vil bert hava bleyttkókað egg, so eg kóki tey í tríggj- ar minuttir. Eg plagi at kóka tvey, og veitst tú hvat, mær dámdi best fyrr? Mær dámdi sera væl at koyra skalið av og so koyra eggið í munnin í ein- um. Men tað geri eg ikki longur, tí hvat um nú ein ungi er í? Tá fyrst tílíkir tankar hava sett seg í høvdið, ber illa til at lata vera við at hugsa um tað. Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur? – Tað er tá ið eg eri í góða lagnum og dustsúgvi og vaski gólv og trappur. Tá avlasti eg konuna eitt sindur, og ein er altíð so fegin, tá ein er liðugur. Tá tað er gjørt. Hvussu nógv bakipulvur nýtir ein vanliga til 500 gram mjøl? – Eg havi ongantíð bakað, tað er ikki eg, so tað veit eg ikki. Tað besta, sum eg veit at gera er at gera sósir av ymsum slag og smakka tær til. Hvat hevur tú gjørt, tá ið tú hevur gjørt okkurt avbera lekkurt? – Ja…tað er eisini ein góður spurningur…mítt serøki er sum sagt at gera sósir. Eg standi ikki og geri so øgiliga nógv burtur úr eini máltíð, tað vil siga, at eg geri ikki fleiri rættir. Men mær dámar væl at steikja kjøt, grindabúff ella okkurt líknandi. Men ikki at gloyma, mín æra er at gera eina sós, sum simpulten sigur BINGO. Húsligi sjónvarpsma›urin Tór›ur Mikkelsen: C M Y K 22