Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2003 25 TÍÐINDASKRIV Ikki kann sigast annað enn at vit eiga nógvir góðir fimleikarar, tað upplivdu vit, sum vórðu til rútmisku Stórkappingina í vikuskift- inum. Leygardagin kappaðust gentur og kvinnur í einari frí íðkan og eini amboðs íðkan, liðini vóru sera jøvn. Sunnudagin kappaðust pinkur og smágentur. Pink- urnar høvdu bara frí íðkan og smágentur høvdu frí íðkan og amboðs íðkan. Nógvir áskoðarar vóru og hugdu, og til kappingina sunnudagin blivu eyka sitipláss uppsett. Kappingarnar eydnaðist sera væl. Heiðursmerkir blivu giv- in bæði til frí og amboðs íðkanina, og steyp givin til mest samanløgdu stig. Bæði leygardagin og sunnudagin hendi tað, at lið fingu líka nógv stig, og til kappingina sunnudagin hendi tað, sum Fim- leikasambandi ikki veit at siga er hent áður, at 2 lið fingu líka nógv samanløgd stig. Tað var sera spennandi kapping og sjálvandi var frøðin stór, bæði á fimleik- arum og áskoðarum. Stórkappingin var minn- isrík hesuferð. Føroyameistari hjá kvinnunum gjørdist eisini Havnar Fimleikafelag við 35,75 stigum, og verður tað tær sum skulu til Danmarks meistaraskapi fyrst í maj mánaði, sum gestalið. Spennandi verður at vita, hvussu tær fara at klára seg har. Fimleikasambandi fegn- ast um, at tað eydnaðist Klaksvíkar fimleikafelag at verða við tveimum gesta- liðum, og vónar at síggja tey við til kappingarnar í næstum. Úrslitini hjá pinkunum Frí íðkan Ljósið 18.00 stig Havnar Fimleikafelag 17,15 stig Støkk 16,40 stig Flog 16,25 stig Føroyameistarar hjá pinkunum gjørdis Ljósið við 18 stigum. Úrslitini hjá smágentum Frí íðkan Amboðs samanlagt bóltar Havnar Fimleikafelag 18,10 stig 17,1 stig 35,25 stig Ljósið 2 17,90 stig 17,35 stig 35,25 stig Ljósið 1 17,45 stig 16,85 stig 34,30 stig Støkk 17,20 stig 16,85 stig 34,05 stig Flog 16,40 stig 15,75 stig 32,15 stig Føroyameistari gjørdist bæði Havnar Fimleikafelag og Ljósið 2 við 35,25 stigum. Úrslitini hjá gentum Frí íðkan Amboð! samanlagt gjarðar Støkk 18,0 stig 17,2 stig 35,2 stig Havnar Fimleikafelag 17,9 stig 17,6 stig 35,5 stig Ljósið 17,75 stig 17,6 stig 35,35 stig Flog 15,85 stig 14,55 stig 30,4 stig Føroyameistarar gjørdist Havnar Fimleikafelag við 35,5 stigum Úrslitini hjá kvinnunum Frí íðkan Amboð samanlagt Bóltar Havnar Fimleikafelag 18,1 stig 17,65 stig 35,75 stig Støkk 17,9 stig 17,0 stig 34,9 stig Ljósið 17,75 stig 16,5 stig 34,25 stig Stórkappingin gekk upp á stás Tað vóru fleiri sera spennandi og tættar kappingar í árligu rútmisku stórkappingini um vikuskiftið. Í kappingini hjá smágentum endaði javnt millum tvey lið, og tí blivu tvey feløg kosin føroyameistarar. Mynd:Jens Kristian Vang ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Mánadagin kunngjørdi leiðslan í Brøndby árs- roknskapin fyri 2002. Úrslitið var eitt stórt hall á góðar 25 milliónir krónur. Brøndby gjørdi farna árið stóra íløgu í Brønd- by Stadion, og byggingin sæst avgjørt aftur í roknskapinum. Í 2001 var úrslitið eitt hall á góðar 16 milliónir, so seinastu tvey árini hevur felagið havt eitt hall á til- samans 40 milliónir. Danska meistaraliðið hevði væntað at fingið størri inntøkur av sølu av spælararum, men hetta hevur ikki eydnast. Ser- liga ein søla av áleypar- anum, Peter Madsen, hevði kunnað bøtt mun- andi um roknskapin, men honum eydnaðist bara einum leigusáttmála við týska felagið Wolfsburg. B r ø n d by - l e i ð s l a n væntar eitt yvirskot á eina hálva millión fyri roknskaparárið 2003, men hetta er treytað av sølu av leikararum. Ungi føroyingurin vónar at sleppa við á oyggjaleikaliðið FIMLEIKUR Páll Holm Johannesen 20 ára gamli, Heini í Dali, luttók um viku- skiftið í kapping í fim- leiki í Danmark. Heini hevur síðan seinasta heyst vant við einum fimleikafelag úr Næst- ved. Felagið er í løtuni í triðju deild, og eftir úr- slitið um vikuskiftið er rættiliga sannlíkt, at fe- lagið hjá Heina vinnur deildina. Kappast var á hesti, gólvi, ringum, barr og rekk. Næstved endaði heili 15 stig frammanfyri Nakskov á øðrum plássi. Kappingin er skipað í tveimum unførum, og úrslitið í fyrra umfari telur við í seinna umfar- inum. Á liðnum hjá Heina vóru fimm luttakarar í alt. Einans stigini hjá trimum teimum fremstu luttakarunum í hvørjum felagi telja við. Heini endaði millum tríggjar teir fremstu í fýra av fimm kappingum, og tað má sigast at vera eitt frá- líkt úrslit. Væl nøgdur Heini í Dali var sum verða man væl nøgdur við úrslitið hjá sær um vikuskiftið. – Fimtan stig er rættiliga nógv í fimleiki, so nú skal ganga sera illa, um vit ikki skulu enda ovast eftir seinna umfar, sigur ein fegin Heini í Dali Spurdur um vónirnar at koma við á oyggja- leikaliðið í summar, svarar Heini, at hann sjálvsagt vónar tað, men ásannar, at tað verður torført. – Eg skal venja saman landsliðsvenjararnum komandi vikuskiftið, og tá fái eg so eina betri hóming av, hvar eg standi, greiðir at enda Heini í Dali frá. Heini í Dali stóð seg væl í kapping í Danmark Stórt hall í Brøndby 25 Útlendingarnir, Borko Ilic og Rajko Petrovic, hava rætti- liga sett síni spor í Sørvági FLOGBÓLTUR Páll Holm Johannesen Hóast føroyameistaraheitið í meistaradeildini glapp SÍ av hondum sunnudagin, so kunnu sørvingar ikki annað enn fegnast um úrslitini hjá felagnum í vetur. Allar FM- kappingarnar eru ikki av- greiddar enn, men longu er greitt, at felagið úr Sørvági vinnur trý meistaraheiti. Talan er um dreingir og gentur 16 og 1.deild kvinn- ur. Umframt hesi liðini, so er framvegis møguleiki at vinna fleiri meistaraheiti. Flaggskipið hjá felagnum, meistaradeildin hjá monn- um, hevur eisini staðið seg væl í ár. Nýkosnu greipuvinnar- arnir úr Fuglafirði vunnu við bit og slit steypafinal- una, eftir ein spennandi fimm-settara. Í landskapp- ingini gjørdust sørvingar eisini ov stuttir, men fram- vegis eru silvurkrónurnar at kappast um. Saðlaðu um Tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit hjá eini bygd sum Sørvági at hava so góð úrslit at vísa á. Formaðurin í SÍ, Jákup á Stongum, sigur, at góðu úrslitini í ár skulu síggjast yvir arbeiði í fleiri ár. - Vit høvdu flogbólt, hondbólt og badminton sum vetrar ítróttargreinir til miðskeiðis í 90 árunum, men tá valdu vit í felagnum at satsa uppá eina vetrar- grein, og tað gjørdist flog- bólturin, greiðir Jákup á Stongum frá. Felagið legði seg eftir at fáa tilkomnar venjarar til hvønn árgang, so ung- dómsarbeiðið varð betri skipað. Í dag spæla børn í Sørvági flogbólt niður í annan flokk, og fleiri og fleiri børn velja at spæla flogbólt. Í Sørvági er ikki so nógv hjá børnum at fara til, og tí hevur flogbólturin líka stórt sosialt virði sum ítróttarligt virði hjá teimum yngstu, fortelur Jákup á Stongum. Dyk á í fjør SÍ hevur seinastu árini ver- ið í meistaradeildini, men ikki fyrr enn í fjør komu rættiligt dyk á. – Tað gekk ongan veg hjá okkum í meistaradeildini fyrstu árini, og okkurt árið endaðu vit niðastir. Vit høvdu ungar og evnaríkar leikarar, men liðnum vant- aði leikarar við royndum. Vit kannaðu møguleikan at fáa onkrar útlendskar leik- arar til Sørvágs, og síðan Borko og Rajko komu vestur, hava vit fingið eitt lið, ið kann gera seg gald- andi millum tey bestu, sig- ur formaðurin. Borko Ilic hevur seinastu tvey árini staðið á odda fyri liðnum í meistaradeildini. Hann kom úr Klaksvík, har hann vandi Mjølnir. Við Borko sum venjara, fekk SÍ sítt besta úrslit í fjør, tá felagið vann steypakapp- ingina. SÍ vann seg upp í meist- aradeildina í 1998, og fe- lagið hevur verið í meist- aradeildini síðan. Sørvingar høvdu ein frágera góðan árgang í dreingum føddir í 1979-80, og hesir vóru bulurin á liðnum, sum vann seg upp í meistaradeildini. Millum hesar kunnu nevnast, Jón Nielsen, Jón Falkvard, Kaj á Stongum, Rúni Nielsen og Jógvan Niclasen. Hóast leikararnir á SÍ- liðnum framvegis mugu roknast sum ungir, so hevur liðið í dag eina góða samantvinning av yngri og eldri leikararum. Undir leiðsluni hjá Borko Ilic, hevur tað eydnast sørving- um at byggja eitt lið upp, sum rættiliga ger seg gald- andi í fremstu røð. Kvinnurnar eisini við Seinnu árini er kvinnu- flogbólturin komin rætti- liga væl við í Sørvági. SÍ hevur vunnið føroyameist- araheitið hjá bæði gentum 16 og 1.deild kvinnum í ár. Seinni í ár skal 1. kvinnu- lið hjá SÍ leika uppflyting- ardyst ímóti niðasta liðnum í meistaradeildini, og spennandi verður, um felagið hevur umboðan í meistaradeildini bæði hjá kvinnum og monnum kom- andi ár. Jugoslaviski leikarin í SÍ, Rajko Petrovic, tekur sær av venjingini hjá kvinnu- liðunum, og sambært Ják- upi á Stongum, eigur hann stóran heiður í góðu úrslit- unum í vetur. – Rajko er rættiliga dugnaligur venjari, og hann hevur lagt nógv fyri við venjingini seinastu tvey árini, og tað hevur sanniliga givið úrslit, sigur formað- urin. Seta møguliga ungdómsvenjara Leiðslan í SÍ hugsar í løtuni um møguleikan at seta ein ungdómsvenjara í fulltíð- arstarv fyri komandi vetur. – Vit hugsa í løtuni um møguleikan, tí vit ivast ikki í, at ein slík íløga hevði kastað nógv av sær, greiðir Jákup á Stongum frá. Enn er ógreitt, um Borko og Rajko verða í Sørvági komandi ár, men formað- urin vónar, at teir halda fram, tí teir hava rættiliga sett ferð á felagið, síðan teir komu vestur fyri tveimum árum síðani. Nr. 49 • mikudagur • 12. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Flogbólturin blómar í Sørvági SÍ hevur havt eitt gott kappingarár í ár. Higartil eru trý føroyameistaraheiti komin í hús. Sunnudagin vóru føroyameistararnir í gentum 16, dreingum 16 og 1.deild kvinnum avmyndaðir C M Y K 24