Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 49 - 12. mars 2003 Annað árið á rað hev- ur Klaksvíkar Klubbi við teimum trimum "musketerunum" Kristian Suna, Son- hard og Ólavi vunnið føroyameistaraheitið í billard fyri lið. Silv- ur og bronsukapping- in stendur millum Vágs Billardfelag, Kaggan og Billard- felag Fuglafjarðar. BILLIARD Tíðindaskriv Klaksvíkar Klubbi er Før- oyameistari í billard fyri lið. Hetta hendi tá teir sein- asta vikuskifti vunnu 14-4 á Tvøroyrar Klubba. Hetta er annað árið á rað, at klaks- víkingar fara við gullinum. Teir vórðu so nógv bestir, fingu tilsamans 71 stig . Liðið hevur havt eina sera stabila og javnt sterka manning hesi bæði árini við Kristian Suna Høgnesen og Sonhard Johannesen, sum hava spælt í nógv ár og so heldur nýggja spælaranum Ólavi Kjølbro, sum í ár gjørdi tað bragd at vinna allar sínar dystir. Teir høvdu eisini allir eitt sera gott meðaltal fyri alla kapp- ingina. Í hesi seinastu kappingini var tann tann ungi Ólavur, sum gjørdist bestur og við einum meðal- tali uppá nærum 24 eygu. Ein dystur varð so eisini spældur niðastu plássini. Havnar Klubbi vann 10-8 á Fuglafirði men tað var ikki nóg mikið at sleppa undan niðurflyting. Næstaseinata vikuskiftið vunnu fuglfirð- ingar 12-6 á tvøramonnum og tryggjaðu sær tá at blíva verandi í bestu deildini. Kaggin og Vágs Klubbi skuldi spæla hin seinasta dystin leygardagin. Men tann dysturin var ikki spældur, tí vágbingar møttu ikki upp. Óvist er nær tann dysturin verður spældur. Nú tað er greitt, at klaks- víkingar eru føroyameistar- ar í billard fyri lið er púra opið hvør fer við silvurin- um og bronsuni, nú dystur- in millum hini liðini í odd- inum, Kaggan og Vags Bill- ardfelag ikki er spældur. Undan hesum dystinum er støðan tann, at Vág hevur 47 stig, Billardfelag Fugla- fjarðar hevur 37 stig, Kagg- in hevur 35 stig. Tvøroyrar Klubbi hevur 34 stig og Havnar Klubbi hevur 28 stig. Kappingin um silvur og bronsu verður so millum Vág, Fuglafjørð og Kaggan. Støðan í 2. Deild er í løt- uni tann, at Havnar Klubbi er á odda við Kagganum í hølunum. Vinnur Havnar Klubbi 2. Deild, so verður felagið verandi í 1. Deild, men tað er óvist, nú fleiri dystir eru eftir at spæla í 2. Deild og Kaggin hevur ein dyst meira at spæla enn Havnar Klubbi. Nr. 3 í 2. Deild er Fuglafjørð, nr. 4 og 5 eru Vágslið og aftast er Tvøroyrar Klubbi. Í 3. deild er støðan tann, at Kaggin liggur á odda, nr. 2 er Klaksvíkar Klubbi, nr. 3 er Vágs Billardfelag, nr. 4 er Tvøroyri og aftast Havn- ar Klubbi. Her eru eisini fleiri dystir eftir at spæla. Innleiðandi umfarið til einstaklingakapping í bill- ard verður I Havn 28. Og 29. Mars. Freistin at tekna seg hjá Billardsamband- inum er úti 22. Mars. Fin- aluumfarið verður viku- skiftið 4. Og 5. Apríl. Tað er ikki endaliga avgjørt, hvar tað verður spælt. Úrslit annars: Havnar Klubbi og Vág 2 í 2. Deild. Her vann Havnar Klubbi 16-2. Jógvan Jørg- ensen varð nr. 1 við umleið 12 eygum og fullum stiga- tali. Nr. 2 var Terje Sigurðs- son og nr. 3 Høgni Høj- gaard. Bestur hjá vágbing- um var Birni Kjærbæk. Vág vann 13-5 á Fugla- firði í 1. Deild. Bestur var Birgir Jacobsen við fimm stigum og 21 í meðal. Besti fuglfirðingur var Jens Feil- berg. Í 3. Deild var ein dystur millum Kaggan og Havnar Klubba. Kaggin vann 18-0. Besti maður á Kaggalinum var Jón Ell- ingsgaard. Sama lið Kagg- ans vann so eisini 10-8. A Klaksvíkar Klubba. Bestur var Anfinn Hjalmar- son. Í 2. Deild vann Kaggin 12-6 á Vág 2. Bestur var Johannes Skaarup. Í 1. Deild vann Vág 16-2 á Havnar Klubba. Tórur Holm var besti maður við nærum 24 eygum í meðal. Carsten Hansen úr Havnar Klubba hevði annars fleiri góð spøl. Eitt var uppá 716 eygu. Klaksvíkingar í gullrúsi BORÐTENNIS Tíðindaskriv FM fyri lið í borðtennis hevur um vikuskiftið verið í ítróttarhøllini í Trongisvági. Úrslitini vóru hesi: Pinkur Nr. 1 Rakul Mikkjalsdóttur / Susie Midjord TBF Nr. 2 Joan Thomasen / Sheila Strøm TBF Nr. 3 Rannvá Joensen / Lillian Olsen TBF Smágentur Nr. 1 Mariann Mikkjalsdóttur / Marin í Dali TBF Nr 2 Anntóra Láadal / Rudi Zachariassen, Streymur Nr. 3 Jónvør Joensen / Wivika Strøm TBF Gentur Nr. 1 Mildrið Djurhuus / Rakul Magnussen, Streymur Nr. 2 Tanja Holm / ?, TBF Nr. 3 Eydna Jespersen / Vár Hansen, TBF Kvinnuunglingar Nr. 1 Elisa Abrahamsen / Maria Zachariassen, Streymur Nr. 2 Birita Joensen / Elisabeth Jacobsen, Streymur Smápiltar Nr. 1 Jónard Ferjá / Jákup Thomasen TBF Nr. 2 Teitur Justinussen / Rógvi Joensen TBF Nr. 3 Ragnar Joensen / Páll Heri Nolsøe TBF Piltar Nr. 1 Fróði Jensen / Gilli Sørensen TBF Nr. 2 Hallur Thorsteinsson / Reidar Luid TÓR Nr. 3 Heini Mortensen / Kjartein Niclasen TBF Smádreingir Nr. 1 Sjúrður Ferjá / Gunnar í Dali TBF Nr. 2 Bárur Láadal / Hallur Djurhuus Streymur Nr. 3 Hallur Kjærbech / ?, TBF Dreingir Nr. 1 Sigurð Carlsson / Ragnar Egilsson TÓR Nr. 2 John Hansen / Christian Mouritsen TÓR Nr. 3 Hanus Stórhamar / Aron Sørensen TBF Mansunglingar Nr. 1 Allan Smedemark / Sjúrður Thorsteinsson TBF Meðaldeildin Nr. 1 Høgni Carlsson / Rógvi Hansen TÓR Nr. 2 Kai Roest / Ragnar Nolsøe TBF Meistaradeildin Nr. 1 Petur Niclasen / Eyðun Luid TÓR Nr. 2 Fríði Jensen / Vagnur Nolsøe TBF FM fyri lið í borðtennis C M Y K 26 Nr. 49 - 12. mars 2003 27 NM-landsliðini sett Tíðindaskriv Landsliðið, sum skal um- boða Føroyar í opna raðn- um í NM-2003 í bridge er nú sett. Spælarararnir eru hesir: Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen Jóannes Mouritsen – Heðin Mouritsen Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr Venjari og liðskipari er Svend Novrup, sum hevði framúr góð úrslit við før- oyska landsliðnum í Itaiu í fjør summar. Svend sigur sjálvur frá, at við royndunum frá EM- 2002 afturat tí støðuga góða spælinum, sum fyrst- nevndu 4 spælararnir hava víst í heimligu kappingun- um í vetur, var ongin trup- ulleika at seta teir á liðið. Síðani vóru 2 pør, sum aspireraðu um landsliðs- plássi, nevniliga Per og Balle og harafturat ungu spælararnir Gunnar Mour- itsen og Høgni Vesturklett. Hesir seinru hava víst einastandandi spæl til tíðir og hava evnini og viljan, sum skal til fyri at tryggja sær eitt pláss á landsliðnum. Tó helt hann teir vera ov ungar og óroyndar enn í mun til Per og Balla, sum hava drúgvar landsliðsroyndir m.a. í NM-høpi á baki. Fyri at menna ungu spæl- ararnar verður nú kannað, um fíggjarligir møguleikar eru fyri at senda hesar til Junior-Camp og VM fyri junior-pør, sum verður í Bulgaria í summar. Kvinnuliðið Aspirantarnir til kvinnu- liðið vóru bert 3 pør, og tá hetta er talið av spælarum, sum loyvt er at nýta, var liðið í veruleikanum sett frá byrjan við hesum trimum pørunum, har 5 av spælar- unum vóru á EM-lands- liðnum í Italiu (Henriette Svenstrup kundi ikki verða við tá). Marjun Restorrf - Arnleyg Mikkelsen Jóna Grunnveit - Henriette Svenstrup Laila Danielsen - Maria Christiansen Venjari og liðskipari er Marner Joensen. Argjamenn vunnu í Fuglafirði eftir brotssparkskapping LØGMANSSTEYPIÐ Páll Holm Johannesen Øll suðuroyarliðini vunnu sínar dystir í fyrsta undan umfarið í kappingini um løgmanssteypið. Royn stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá teir vunnu 2- 1 í Leirvík. Kristian í Vági legði heimaliðið framm- um, men hvalbingar svar- aðu aftur við tveimum málum, og vunnu sostatt 2-1. Á Sevmýri fingu tvøra- menn vitjan av FRAM. TB vann heili 8-0, eftir hálv- leiksstøðuna 5-0. Rætti- liga stórur munur var á lið- unum allan dystin, og tal- an var um rættiliga upp- vísning frá heimaliðnum Sumbingar máttu út brotssparkskapping, áðr- enn teir loksins vunnu seg fram í annað undan um- farð. Dysturin millum B71 og Sumba var javnur, og tá 90 minuttir vóru farnir stóð 1-1. Bæði málini komu í seinna hálvleiki. Veteranur Eli Hentze legði B71 á odda, meðan Eirik Joensen svaraði aftur fyri sumbingar. Onki mál kom í umdystinum, og sumbingar gjørdist teir drúgvaru brotssparks- kappingini, sum teir vunnu 4-3. Uppflytararnir AB vitj- aðu ÍF sunnudagin. Dyst- urin endaði málleysur, og eftir heili átta brotsspørk í part, vann AB 7-6. Úr Fuglafirði verður sagt, at úrslitið ikki var heilt rættvíst. Heimaliðið hevði yvirvág á spæli stór- an part av dystinum, men bólturin vildi ikki í mál. AB leikti stóran part av øðrum hálvleiki við tíggju monnum, tí málverjin nýtti neyðbremsuna tíð- liga í øðrum hálvleiki. Úrslitini í 1. undanum- fari í kappingini um løg- manssteypið: TB-FRAM 8-0 (5-0) Kaj Roest 3, Dan Morten- sen, Jón Johannesen, Oliv- ur Abrahamsen, Bárður Dimon, Vladimir LÍF- ROYN 1-2 1-0 Kristian í Vági 1-1 sjálvmál 1-2 Hanus Toftheyggj B71-Sumba 1-1 (0-0) , Sumba víðari eftir brts. 1-0 Eli Hentze 1-1 Eirik Joensen ÍF-AB 0-0 (0-0), AB víðari eftir brts. Dystirnir í øðrum umfari komandi vikuskiftið: Sumba- AB TB-ROYN Øll suðuroyarliðini vunnu 27