Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 49 - 12. mars 2003 Nr. 49 - 12. mars 2003 29 Vaskifólk Fiskamarknaður Føroya á Toftum søkir eftir fólki at vaska skiljilinjurnar beinanvegin. Vaskiarbeiðið er um kvøldarnar og onkran leygardag. Hava tit nakrar spurningar, so kunnu tit ringja 223804. Møguligar umsóknir skulu sendast til Fiska- marknað Føroya á Toftum. 1. meistarar til Fiskiveiðieftirlitið Fýra størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, til setan 1. juni 2003. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur: • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/3 as Chief Engineer) ella vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi (STCW-regl. III/2 as 2nd Engineer) við útbúgving,sum gevur rætt til vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri. • Heilsuváttan fyri sjómenn • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1. meistari. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnibrævi og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2003. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Agnar Poulsen,samskipara. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Maskinstjórar til Fiskiveiðieftirlitið Fýra størv sum maskinstjórar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, til setan 1. juni 2003. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur: • Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í maskinrúm- unum og rúmum,sum beinleiðis hava samband við maskinrúm,umframt rúm har maskinútbúnaður er • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum, kranum og davitum • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/3 as Chief Engineer) • Heilsuváttan fyri sjófólk • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er maskinstjóri. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2003. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Agnar Poulsen,samskipara. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Bakaralærlingur Okkum tørvar ein raskan bakaralærling. Hevur hettar tín áhuga so ring ella skriva til: Pf. Frants Restorff Tórsgøta 13 · Postsmoga 41 110 Tórshavn · Tlf. 311060 veitst tú ikki tað? Frá Havnar hand- verkarafelag/eftir- lønargrunninum Ársaðalfundurin verður mikudagin 26. mars kl. 19.30 á Hotel Hafnia. Skrá samb. § 25 í lógini: 1. Val av orðstýrara 2. Frágreiðing frá farna árinum 3. Roknskapur til góðkenningar 4. Innkomin mál/lógarbroytingar (Støðutakan til lívstrygging) 5. Val av nevnd 6. Val av tveimum grannskoðarum 7. Ymiskt Hálvan tíma aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi skrá: A Val av orðstýrara B Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári C Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu D Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møgu- ligt avlop ella hall E Val av nevndarlimum F Val av tveimum grannskoðarum G Møgulig mál frá nevnd/limum Havnar Handverkarafelag/ Eftirlønargrunnurin C M Y K 29 28