Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 7. mars 1991 Síða 13 Kvinnuátakið 1991 Embarca ment Taleb ould Husein var upplesari í „Radio Sahara< í Laay- oune í Vestur-Sahara. Henni dámdi væl at lurta eftir útvarpi og hevði eitt stórt radio heima við hús. Hon las eisini nógv og var ógvuliga sjålvstødug. Hon var fyrsta kvinnan i Vestur-Sahara, id fekk koyrikort. Í 1979 »hvarv« hon; eftir hana sótu móðir hennara og ein 13 ára gomul dóttir. Hon var ein av hundrað- tals »horvnum« fólkum i sunnara partinum av Ma- rokko og Vestur-Sahara, hvers lagnur verða duldar av stjórnini í Marokko. Nógv av teimum vórðu handtikin av tí, at tey ella næstringar teirra vóru indir illgruna fyri and- steðu móti marokkansk- um ræði yvir Vestur-Sa- hara ella fyri at stuðla Polisario andsteðubólkin- um. Hildið verður, at nógv teirra hava sitið í varð- haldi undir skakandi um- steðum í upp til 15 ár. Vestur-Sahara, ið liggur sunnanfyri Marokko, var ein partur av spanska veldinum í Afrika. Í 1974 gekk Spania við til at fólkaatkveða skuldi verða hildin at avgera framtíð- ina hjá ekinum. Veljast kundi millum frælsi ella sameining við annaðhvort Marokko ella Mauritania, men fólkaatkveðan varð ongantíð hildin. Í novemb- er 1975 gingu 350.000 ma- rokkanarar við stuðli frá herinum inn í ekið og kunngjørdu tað at vera ein part av Marokko. Stutt eftir læt Spania tveir triðingar av økinum til Marokko. Tað vardi ikki leingi, inntil fólk fóru at »hvørva«. Embarca ment Taleb ould Husein varð fyrstu ferð handtikin stutt eftir, at Marokko hevði tikið valdið í Laayoune. Hon sat í varðhaldi í umleið eitt ár uttan rættargongd, og ikki fyrrenn maður hennara legði uppí, varð hon latin leys aftur.Í sep- tember 1979 rannsakaði legreglan = húsini hjá henni. Um sekstíðina um kveldið bundu teir fyri eyguni á henni, noyddu hana inn í bilin og fóru av- stað við henni. Eingin hevur sæð hana síðani. Fólk »hvørva« í nógvum londum, og ofta er grund at óttast fyri at tey eru av- rættað í loyndum. Hesum viðvíkjandi er Marokko kortini eitt undantak, og nógv bendir á, at nógv av teimum »horvnu« kunnu AROKKO vera á lívi, burturkrógvað í loyniligum varðhalds- stoðum. Nekur eru komin afturíaftur, latin leys eftir nógv ár í varðhaldi, men tað eru fleiri hundrað, ið eingin veit nakað um. Ein kvinna varð hand- tikin saman við 41 oðrum kvinnum og 70 monnum, men seinni latin leys aft- ur. Hon greiddi frá, at hon sat teir fyrstu 24 tímarnar við bindi fyri eyguni og bakbundin í einari korn- goymslu í Tan Tan. Hon greiddi víðari frá: „Síðan vórðu vit ferd til Agadir og sett i ein litlan kliva. Vit vóru fleiri kvinnur og bern, og vit noyddust at standa uppi alla tíðina í ein heilan mánað. Við hvert royndu vit at kroysta okkum sam- an, so at ein av okkum kundi sita niðri eina letu við barninum hjá sær. Vit fingu bara at eta eina ferð um samdegurið — ein breyðbita og skitið vatn afturvið. Vit vórðu av- hoyrd hvenn dag, sligin og pínd við ravmagni, og Javel (eitt sterkt bleiking- arevni) koyrt upp í nasar- nar. Nøkur av børnunum doyðu i klivanum, onnur kláraðu tað, men doyðu seinni. Hárið varð rakað av nekrum av kvinnun- um«. Fólk úr øllum samfe- lagsstættum »hvørva«, og ofta »hvørva« heilar fa- miljur, um ein av teimum verður illtonktur fyri at hava samband við Poli- sario. Til demis vóru í minsta lagi 11 av Leili fa- miljuni, sum vóru skyld við ein av teimum fyrstu oddamonnunum í Poli- sario, »horvin« við árslok í 1990. Amnesty International tekur ikki steðu til stríðið um ræðið yvir Sahara, men heldur uppá, at stjórnin í Marokko hevur ábyrgdina av at tryggja, at mannarættindini verða vard. Ger tað nú: Skriva heviskliga orðað brev til stjórnina í Ma- rokko og send avrit av brevunum til sendistov- una í Keypmannahavn. * Heit á stjórnina um at gera enda á meira enn 15 ára tegn um tey hundrað- tals >horvnu< fólkini í syðra partinum á Ma- rokko og Vestur-Sahara. Bið stjórnina skipa fyri einari almennari kanning av lagnuni hjá hesum fólk- um og avdúka, hvar tey eru, sum framvegis eru á lívi. * Heit inniliga á stjórnina um at lata Embarca ment Taleb ould Husein og øll onnur, ið eru »horvin«, men enn á lívi, leys bein- anvegin og uttan treytir, uttan so at ákæra er reist móti teimum fyri alment viðurkend brotsverk. * Fellur tað ov tungt at skriva á enskum, kanst tú skriva á donskum. / Skriva til: SM Le Roi Hassan II, Office de SM le Roi Palais Royal Rabat Morocco. Telex: Palais Royal, Morocco. Sendistovan: His Excellency, Am- bassador Omar Belkora, Øregårdsallé 19 2900 Hellerup København. Telex: 22913 Fax: 31622449. Tvangsauktion På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn afholdes Torsdag den 21. marts 1991 kl. 14.15 tvangsauktion over matr. nr. 148 f Sør- vågur. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Advokatskrivstovan, Tórs- havn telefon 1.1145 pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus opført i 1987/88 på en 762 m? stor grund. Det bebyggede areal udgør 131,43 mi 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. menterne ligger dommerkontoret. til gennemsyn Auktionsdoku- på Færøernes fogedret, 05.03. 1997 Lasse S. Christensen fm.