fríggjadagur 8. mars 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 u
Sjóvinnubankin nýggja leiðslu
Broyttur
bygnadur
Steingrím Nielsen er nú ein-
samallur stjóri, og nýggjur
varastjóri er Uni Danielsen
Nevndin í Sjóvinnubank-
anum tók á fundi miku-
dagin avgerð um, at bygn-
aðurin í ovastu leiðslu
bankans skal broytast, nú
Regin Olsen er farin frá
sum stjóri
Hereftir er Steingrím
Nielsen einsamallur stjóri
fyri øllum bankanum, men
nýggi bygnaðurin er so-
leiðis samansettur, at
bankin er býttur sundur í
fimm deildir.
Tað vil siga, at undir sær
hevur Steingrím Nielsen
so fimm deildarstjórar.
Teir fimm deildarstjórar-
nir eru hesir:
Helgi Brekku: Deildir-
nar á bygd og privat lán-
veitan.
Hannelena Jacobsen:
Tænastu-, gjaldoyra- og
avgreiðsludeildin við á-
byrgd fyri deildunum í
Havn og á Argjum.
R pe pa
ROM o
r
Uni Danielsen: Kreditt-
deildin vid åbyrgd av
kredittum til vinnulívið.
Erling i Lida: Uttan-
landadeildin vid åbyrgd
av keyp og sølu av pen-
ingi og uttanlandslån
v.m.
Edvard Heen: Deildin
fyri starvsleidslu, mark-
nadarføring, roknskapi
og umsiting.
Umframt hesar fimm
deildarstjórarnar, ið nú all-
ir hava tillutað prokura,
eru eisini starvsviðurskift-
ini hjá gðrum innan bank-
ans gátt broytt.
Á nevndarfundinum
mikudagin gjørdi nevndin
eisini av, at Uni Danielsen
skal vera stjóri, um Stein-
grími Nielsen berst frá.
hj.
Tryggingarsambandið:
3,5 mið. krónur
= r =
tøku
- av tí at bileigarar nú eru meira
ansnir um, hvussu nógv tey gjalda í
biltrygging
So hvørt sum peningurin
minkar eru fólk vorðin
varug við, hvar til ber at
spara.
Hetta hevur Tryggingar-
sambandi Føroya rættiliga
merkt seinastu árini.
Just í hesum døgum
hevur Tryggingarsam-
bandið sent brøv til fólk,
sum hava kasko- ella
skrokktrygging, har tað
verður gjørt vart við, at
fólk kunnu seta upp-
runaliga virðið av bilinum
niður, alt eftir, hvussu
nógv ár bilurin er.
Jens P. Arge, stjóri á
Tryggingarsambandinum,
sigur við Sosialin, at
stovnurin hevur merkt
sparingarnar millum fólk,
á tann hátt, at bileigarar nú
tryggja bilar sínar fyri
veruliga virðið.
FÓLK ERU MEIRA
ANSIN ;
Jens P. Arge: - Í dag
verða nógv færri nýggir
bilar innfluttir, og tað hev-
ur sjálvandi við sær, at
miðalaldurin á bilum
hækkar og hervið verður
tryggingin eisini lægri.
- Vit hava merkt hesar
Sparingar seinastu try ár-
mi.
Hvat merkir tað fyri
Tryggingarsambandid?
- Tad merkir at vit fåa
minni pening inn. I år fåa
vit 3,5 mió. krónur minni
inn í tryggingargjaldi fyri
akfør, í mun til í fjør.
Um tú hevur skrokkt-
ryggjaðan bil, og tú ikki
broytir tryggingina, fæst
so kortini fulla virðið, um
bilurin verður vrak, t.d.
nøkur ár seinni?
- Nei, tú fært ikki fulia
virði fyri gamlan bil, hóast
hann er skrokktryggjaður
fyri upprunaliga keyps-
prísin. Um hann verður
Skaddur, so er tað trygg-
Ingin sum virdismetir bil-
in, og tå fært bert tad fyri
hann, sum bilurin er verd-
ur i løtuni.
ÓNEYÐUGT GJALD
Vanliga mannagongdin,
um fólk vilja lækka
skrokktryggingina, er
tann, at Tryggingars-
ambandið skal hava boð
um, hvussu nógv fólk vilja
tryggja bilin fyri.
Síðani kannar Tryggingar-
sambandið hjá møguligum
veðhavara, um upphæddin
svarar til virðið, og so
verður tryggingin broytt,
vanliga tilsvarandi virðis-
minkingini á bilinum, so
hvørt sum bilurin eldist.
Hetta er ein tænasta sum
Tryggingarsambandið fór
undir fyri nógvum árum
síðani, av tí at fólk vóru
ónggd við, at tey sjálvi
skuldu gera vart við seg,
um tryggingarupphæddin
skuldi broytast.
Dagn